Fyrispurningur um bústaðartrupulleikar hjá lesandi

100-8 Fyrispurningur til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, viðvíkjandi bústaðartrupulleikum hjá lesandi

 

Ár 2000, fríggjadagin 25. august, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Veit landsstýrismaðurin at siga, hvussu stórur bústaðartørvurin er hjá okkara lesandi?
  2. Hvønn vanda sær landsstýrismaðurin í, at skúlaungdómur verður tvungin út á privata leigumarknaðin?
  3. Er nøkur ætlan at bøta um bústaðarviðurskiftini?

Viðmerkingar
Um somu tíð, sum stórar ætlanir eru fyri framman á útbúgvingarøkinum, er líkt til, at spurningurin um bústaðarmøguleikar verður gloymdur.

At neyðin hjá teimum ungu nú er vorðin so stór, at nógv teirra eru givin at søkja sær innivist, ber boð um, hvussu vánaligar umstøðurnar veruliga eru. Somuleiðis, at tað eru tey, sum heldur fara til Danmarkar undir miðnámsútbúgving, tí at tað er lættari at fáa innivist har.

Skal okkara ungdómur fáa sum mest burtur úr skúlagongdini, ber ikki til at bjóða teimum umstøður, sum gera tað so óliviligt, at arbeiði kemur fram um lesnaðin.

Á løgtingsfundi 25. august 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á tingfundi 22. september 2000 svaraði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar

Viðvíkjandi spurningi 1:
Eftir at hava sitið í ein góðan mánaða í landsstýrissessinum, kann undirritaði ikki gera annað í løtuni, enn bara at staðfesta, at til er eingin stovnur, ið ger upp bústaðartørvin hjá lesandi og/ella øðrum, sum søkja sær útbúgving, og harvið hava tørv á tíðaravmarkaðum bústaði. Alt bendir á, at løgtingskvinnan, Katrin Dahl Jacobsen, setir fyrispurningin fram, eftir at fjølmiðlarnir hava viðgjørt spurningin og hava víst á ein trupulleika á hesum øki, og vit hava sum omanfyri nevnt ikki aðra vitan um støðuna enn spyrjarin.

Tað er mangt, sum bendir á, at tað eru trupulleikarnir í miðstaðarøkinum, ið hava fingið Katrina at seta fram spurningin. Tað kemur valla óvart á nakran, at trupulleikar av hesum slagi skuldu stinga seg upp, eftir sum gongdin hevur verið í samfelagnum hesi seinnu árini. Boomið í fólkavøkstrinum í Tórshavn og í miðstaðarøkinum annars hevur sjálvsagt havt tað við sær, at húsa- og leiguprísirnir eru hækkaðir, hetta er bara tað sama sum hendir alla aðrastaðir, har ið javnvágin ímillum útboð og eftirspurning skeiklast.

Verandi bústaðir í miðstaðarøkinum:

1) Næmingaheimið undir Fjalli 36 búpláss
2) Studentaskúlaheimið á Berjabrekku 16 búpláss
3) Búdeildin á Føroya Studentaskúla (2 hús) 12 búpláss
4) Skúlaheimið við Marknagilsvegin 90 búpláss

ad 1: Bert til næmingar á Handilsskúlanum
ad 2: Bert til næmingar á Studentaskúlanum
ad 3: Bert til næmingar á Studentaskúlanum
ad 4: Fyrst og fremst til næmingar á Tekniska Skúla, men hýsir eisini øðrum skúlanæmingum.

Viðvíkjandi spurningi 2:
Tað er ógvuliga óheppið, at tey ungu lesandi eru komin undir tað trýst, ið komið er á húsa- og leiguprísirnar í miðstaðarøkinum, kanska serliga í høvuðsstaðnum. Tað er ein sannroynd, at útbúgvingarstuðulin ongantíð er vaksin so nógv sum undir hesi samgonguni, men tað kann ongantíð hava verið ætlanin, at hesin stuðul skuldi enda sum óbeinleiðis stuðul til útleigarar av kjallaraíbúðum í Tórshavn. Eingin ivi man vera um, at tað eisini er ein samanhangur ímillum høgu prísirnar, tørvandi bústaðir og vaksandi útbúgvingarstuðulin. Sjálvandi liggur ein vandi í hesum viðurskiftum, um so er, at møguleikarnir ikki vera teir somu hjá øllum at koma framat útbúgvingum, orsakað av møguligari leiguokran. Tá ið man heldur seg hoyra til tann siviliseraða heimin, skuldu fíggjarlig viðurskifti helst ikki verið ein forðan fyri menning og námum hjá tí unga fólkinum.

Í dag er tað væl eingin, sum ivast í tí, at tað sum hendan samgongan setti sær fyri, at menna útjaðaran, er ein veruleiki. Tað, at Almanna- og Heilsuskúlin verður lagdur á Tvøroyri, er bara byrjanin til eina slóð, sum ætlanin er at fylgja frameftir. Hesin politikkur hevur til endamáls, at styrkja alt landið, eisini høvuðsstaðin. Hetta er tjóðarbygging, - landið verður størri og ríkari, - tað verið seg mentunarliga, tímiliga og sosialt. Hetta kemur so líðandi at taka nakað av dampinum í høvuðsstaðarøkinum og harvið kemur tað eisini at normalisera bústaðarviðurskiftini hjá teimum lesandi her um leiðir.

Sum viðurskiftini nú eru vorðin, man tað ikki vera langt av leið, at eitt kjallarakamar í Havnini kann hýrast fyri sama kostnað sum eini heili hús suðuri á Tvøroyri, norðuri í Klaksvík ella í Fuglafirði og vesturi í Vágum ella heima á Sandi.

Útjaðarapolitikkurin hjá samgonguni skal ikki skiljast sum ein roynd at lækka húsa- og leiguprísirnar í Havnini, men verður hetta ein avleiðing av útjaðarapolitikkinum, tá hava vit vunnið tvær flugur fyri slagið.

Sambært viðmerkingunum sær tað út til, at Danmørkin er spyrjarans Mekka, hvat ið viðvíkur útbúgvingum. Í fyrsta lagi er tað ætlan samgongunnar at broyta hesi viðurskifti, og vænta vit at Altjóða Skrivstovan, ið er undir uppsigling, fer at menna altjóðagerðina av okkara ungdómi munandi. Heimføðisásin, Føroyar-Keypmannahavn, verður bara ein hóskandi partur av einum framtíðarneti av møguleikum á hesum øki. Í øðrum lagi ljóðar tað ikki betri enn væl frá íbúðarmøguleikum í Danmørkini heldur, vit minnast jú, tá ið føroyskir lesandi fyri ári síðani, lógu í tjaldi í vikuvís á Keypmannahavnarleiðini, so orsøkina til at draga hendan møguleikan fram sum eina oasu, úr sosialdemokratiska hugarenslinum, er ring at fáa eyga á.

Okkurt bendir á, at spyrjarin heldur tað vera eina ólukku, um so er, at ungdómurin er í verkligum arbeiði, í hvussu er fyri eina tíð, í skúlaárunum. Landsstýrismaðurin er ikki samdur. Tað kann bara verða av tí góða, at eisini okkara komandi akademikarar o.o. í hvussu er einaferð í lívinum koma út á hin harða arbeiðsmarknaðin í minnsta lagi fyri at síggja og kenna, hvar ið tey verðuligu virðini í samfelagnum verða skapað, harímillum eisini útbúgvingarstuðulin. Javnarflokkurin er nógv hvokkin, nú tá ið eitt av umboðum hansara er farið at skýggja arbeiði so mikið, at hildið verður uppá, at ungdómurin má forðast í at koma í nær námindi av verkligum arbeiði.

Viðvíkjandi spurningi 3:
Svarið til hendan spurningin kann býtast upp í tveir partar: Hvat er møguligt undir núverandi lóggávu og hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin annars á hesum øki.

Eftir løgtingslóg nr. 63 frá 23. juni 1983 um bústaðarhús til fólk í útbúgving, seinast broytt við løgtingslóg nr. 127 frá 25. oktober 1988, § 6, kann landsstýrið veita rakstrarstuðul upp til 50% av útreiðslunum til rentur og avdráttir av upprunaligu prioritetslánunum. Eftir § 7 (í somu lóg) skal stovnurin vera sjálveigandi, so er tað nakar ið hevur áhuga í at bøta um støðuna á íbúðarmarknaðinum, so hava myndugleikarnir, longu fyri mongum árum síðani, útvegað teir neyðugu karmarnar til hetta endamálið. So hvørt sum fleiri og fleiri stovnar verða lagdir úti um landið, og uppdriftin harvið magnast úti í lokalsamfeløgunum, má tað eisini, natúrliga, gerast ein kommunal uppgáva, at loysa trupulleikar av hesum slagi.

Í aðru syftu ætlar landsstýrismaðurin, í sambandi við hetta aktuella og eftir øllum at døma akutta málið, at seta niður ein lítlan arbeiðsbólk, ið fær sum arbeiðssetning at staðfesta, hvussu stórur tann aktuelli tørvurin er. Síðani fær bólkurin eisini álagt at finna útav og at koma við einum tilmæli um, hvat ið kann gerast til tað at bøta um bústaðarmøguleikarnar hjá føroyskum ungdómi í útbúgving. Hendan kanningin skal fevna um alt landið, eisini fyri at finna útav, hvussu møguleikarnir verða hjá framtíðarnæmingum, ið skula húsast har ið útbúgvingarstovnar eru og í framtíðini verða lagdir av nýggjum úti um landið.

Málið avgreitt.