Fyrispurningur um skślalękna ķ Havn

100-9 Fyrispurningur til Helenu Dam į Neystabų, landsstżrismann, višvķkjandi skślalękna ķ Havn

A. Oršaskifti

Įr 2000, tżsdagin 19. september, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Jenis av Rana, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur

Hvķ loysir landsstżrismašurin ikki ein av mongu trupulleikunum, iš bųrn ķ Sušurstreymi hava, nś tey fjórša įriš į raš eru uttan skślalękna?

Višmerkingar: 
Umleiš 40% av landsins skślabųrnum bśgva ķ Sušurstreymi. Tį hesi ķ 1994 fingu skślalękna, varš taš eftir 4 įr uttan slķkan, og eftir at fleiri landsstżri, viš einari undanfųršslu fyri og ašrari eftir, hųvdu vķst frį sęr at sųkja eftir slķkum. Bara eftir įhaldandi įheitanum og trżsti frį m.ų. bżrįšnum, har undirritaši legši uppskot fram viš įheitan į landsstżriš um at sųkja, sųkti landsstżriš. Śrslit varš beinanvegin, umsóknir komu, og lękni varš settur. 

Eftir 3 įr ķ skślalęknastarvinum gavst hesin  og sķšani tį hevur, eins og fyrst ķ 90’ įrunum, ein landsstżrismašur fyri og annar eftir brśkt allar hugsandi umberingar fyri ikki at veita bųrnunum hesa fyribyrgjandi og lķvsneyšugu hjįlpina. Seinastu feršir undirritaši her į Lųgtingi hevur spurt, hevur lęknafelagiš veriš nżtt sum undanfųršsla - eingin sįttmįli sigst vera orsųkin. 

Hetta įbyrgdarloysi mį fįa ein enda - beinanvegin! 

Hęgsti politiski myndugleikin mį vera sķna uppgįvu vaksin og kenna sķna įbyrgd. Skślalęknaarbeišiš kann ikki yvirmetast, taš er fremsta fyribyrgingartiltak fyri heilsu skślabarnanna. Taš hvķlir tķ ein įlvarslig įbyrgd į einum landsstżri, sum ikki rųkir og prioriterar hesa uppgįvuna millum tęr fremstu. 

Eingin umbering kann ręttvķsgera, at 40% av Fųroya bųrnum ikki hava ta trygd, sum ein reglulig kanning hjį skślalękna gevur, og sum onnur framkomin lond sķggja sum fremstu almennu skyldu. Tķ eigur landsstżri beinanvegin at seta lżsing ķ blųšini eftir skślalękna, og eg loyvi męr at ivast ķ, at nakaš lęknafelag fer at forša fyri at loysa tey ivamįl, sum annars kundu veršiš brśkt sum grundarlag undir framtķšar umberingum.

Į tingsfundi 21. september 2000 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Į tingfundi 23. november 2000 svaraši Helena Dam į Neystabų, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

Svar:

  1. Landsstżrismašurin ķ almanna- og heilsumįlum hevur sjįlvandi eitt ynski um at fįa eina loysn į mįlinum um tųrvandi skślalęknar, ikki bara ķ Sušurstreymoy, men ķ ųllum Fųroyum. Trupuleikin er tann, at verandi sįttmįli viš skślalęknar av Kommunulęknafelagnum ikki veršur mettur nųktandi, tķ hevur felagiš blokeraš fyri at lżsa leysu stųrvini, herundir starviš ķ Sušurstreymoy.

Almanna- og heilsumįlastżriš hevur sett fyripurning til Kommunulęknafelagiš um loyvi at fįa lżst stųrvini leys viš somu treytum, sum eru galdandi fyri teir skślalęknar, sum eru settir ķ dag, men Kommunulęknafelagiš hevur svaraš, at taš góštekur framvegis ikki, at stųrvini verša sett eftir gomlu treytunum, men vilja samrįšast um nżggjan sįttmįla fyri skślalęknar, tį samrįšingarnar um sįttmįlan viš kommunulęknar eru lidnar.

Ķ lųtuni veršur sķšsta hond lųgd į sįttmįlan viš kommunulęknarnar. Hetta arbeišiš er um at vera lišugt, og veršur so fariš ķ holt viš sįttmįlan til skślalęknar, vęntandi ķ november mįnaši, og skuldi sostatt ein varandi loysn veriš ķ ljósmįla.

Mįliš avgreitt.