Fyrispurningur um Eysturoyartunnilin

100-10 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi Eysturoyartunnlinum

 

Ár 2000, týsdagin 19. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Alfred Olsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Er landsstýrismaðurin kunnugur við trupulleikarnar í Eysturoyartunnlinum ?
  2. Nær ætlar landsstýrismaðurin at fara undir at loysa trupulleikarnar í tunnlinum?
  3. Í hvørji raðfylgu verða arbeiðini gjørd?
  4. Nær ætlar landsstýrismaðurin, at arbeiðið í Eysturoyartunnlinum skal vera liðugt?

Viðmerkingar:

Hin 26.08.1976 varð Eysturoyartunnilin (Norðskálatunnilin) latin upp fyri almennari ferðslu og hevur síðani, saman við brúnni um Streymin, verið høvuðsvegurin fyri ferðsluna millum Norðoyggjar og sunnara part av Eysturoy til Streymoynna.

Hvønn einasta dag koyra umleið 2000 bilar gjøgnum tunnilin, og tað merkir, at higartil hava umleið 13 mió. akfør koyrt gjøgnum tunnilin, og ferðslan bara økist. Umframt økingina í persónbilum og vøruvognum, so er tann tunga ferðslan við trailarum og stórum lastbilum økt munandi gjøgnum tunnilin hesi seinastu árini og kemur at økjast uppaftur meira, nú so gott sum allur útflutningur skal avskipast í Havn, við tað at bæði Norrøna og Eimskip bara brúka Tórshavnar havn.

Men øll tey, sum dagliga koyra millum Leirvík og Havnina, merkja tann stóra munin, sum er á Leirvíkstunnlinum og Kollafjarðatunnlinum øðrumegin og Eysturoyartunnlinum hinumegin.

Meðan bæði Leirvíkstunnilin og Kollafjarðartunnilin eru turrir, ljósir og tryggir og ein frøi at koyra ígjøgnum, so er Eysturoyartunnilin sum eitt myrkt kolanám at koma inn í og koyra ígjøgnum, serliga tá koyrt verður vestureftir, so stórt sæð lúkar tunnilin neyvan nakað annað krav enn tað, at koyrast kann ígjøgnum hann.

Til kuningar kann her verða upplýst, at tað hevur verið ein deyðsvanlukka í tunlinum umframt 11 ferðsluóhapp hesi árini.

Teir serligu trupulleikarnir í tunnlinum eru hesir:

  1. Stóri trygdartrupulleikin í tunlinum er Sideromelantuffið í loftinum á tunnlinum, sum í stødd er umleið 6.000 m². Trupulleikin er, at tuff ryður undan loftinum og niður á koyribreytina og kann eisini vera orsøk til, at steinar loysna og detta niður undan loftinum til stóran ampa fyri ferðsluna. Tann besti mátin at sleppa burtur úr hesin trupulleika verður hildin at vera at spræna betong upp undir loftið á øllum hesum økinum. Landsverkfrøðingurin hevur reinsa loftið 4 ferðir hesi árini, og eru umleið 860 tons reinsað undan loftinum fyri umleið eina millión krónur.
  2. Ein annar trupulleiki í tunnlinum er sjálv koyribreytin, sum er niðurslitin, og sum oftast flýtur í vatni, ið kemur undan loftinum og frá drenunum, serliga í norðaru síðu. Einasta loysnin á hesum trupulleika er at fresa og síðani asfaltera koyribreytina og at endurnýggja drenini í báðum síðum, so vatn kann renna burtur og ikki koma upp á koyribreytina.
  3. Tann triði trupulleikin er manglandi ljós og trygdarútgerð í tunnlinum, tí sum nú er, hevur tunnilin hvørki ljós ella nakað slag av trygdarútgerð. Her er tí neyðugt, eisini fyri ferðslutrygdina, at leggja ljós gjøgnum tunnilin. Umframt at eingin trygdarútgerð er í tunnlinum, so er heldur einki víkipláss. Hetta hevur við sær, at hendir nakað við bilinum, so má hesin undir øllum umstøðum standa á sjálvari koyribreytini til ampa fyri ferðsluna og tey, sum skulu arbeiða upp á bilin.

Eg havi hoyrt, at kostnaður av at gera tær mest neyðugu ábøturnar á tunnlinum er mettur til góðar 9 milliónir krónur. Hesin kostnaður er so mikið stórur, at hann als ikki kann takast av játtanini á fíggjarlógini, sum er avsett til "ábøtur á landsvegin" og tí vóni eg, at landsstýrismaðurin nú setir eina hóskandi serstaka upphædd av til Eysturoyartunnilin á komandi løgtingsfíggjarlóg.

Nøvnini, ið eg havi brúkt til tunnlarnar eru tey, sum eg hoyri verða brúkt dagliga, og tí vóni eg ikki, at nøvnini skapa trupulleikar fyri landsstýrismannin.

Á tingsfundi 21. september 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á tingfundi 20. oktober 2000 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Til spurning 1:

Tá Norðskálatunnilin varð tikin í nýtslu í 1976, svaraði hann teimum krøvum og reglugerðum, ið vóru galdandi í grannalondum okkara fyri slíkar tunlar.

Í dagliga viðlíkahalds- og eftirlitsarbeiðinum verður tunnilin viðlíkahildin eins væl og landsvegakervið sum heild. Harumframt fær tunnilin høvuðseftirlit við ávísum millumbili, og verður hann tá kannaður sera neyvt, reinsaður og tørvandi trygdararbeiði verður gjørt.

Norðskálatunnilin er ein sera týðandi partur av samferðslukervinum. Ferðslan er í miðal 2250 akfør um samdøgrið, 315 av hesum eru tung ferðsla, og tí er umráðandi, at tunnilin er í so góðum standi sum gjørligt.

Hóast javna viðlíkahalds- og eftirlitsarbeiðið, so tørvar tunlinum umfatandi ábøtur fyri at dagføra og framtíðartryggja tunnilin, so at hann eisini lýkur nýggjastu galdandi krøv. Verður Norðskálatunnilin samanborin við bæði Leirvíkstunnilin og Kollfjarðartunnilin, er hann myrkur og vátur, og tørvur er á at asfaltera vegbreytina.

Til spurning 2, 3 og 4:

Ætlanin er at nýta 10 mió. kr. til Norðskálatunnilin næstu tvey árini. 4 mió. kr. eru settar av til endamálið í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2001, og 6 mió. kr. verða ætlandi settar av í 2002, tá arbeiðið eisini skal verða liðugt.

Í 2001 verður loftið á tunlinum reinsað og betongsprænt fyri at tryggja loftið í framtíðini.

Í 2002 verður vegabreytin fresað og asfalterað, vegaøkslirnar drenaðar og ljós, ventilatión og trygdarútgerð sett upp, soleiðis at tunnilin verður ljósur, turrur og slættur at koyra ígjøgnum og trygdin enn betri.

Málið avgreitt.