Fyrispurningur um komandi oljuvinnu

100-11 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi eini komandi oljuvinnu

 

Ár 2000, týsdagin 19. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jákup Sverra F. kass, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

Metir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at neyðugt er at seta tiltøk í verk til tess at taka hæddina av prísinum á sethúsum o.ø. møguligum árinum, sum koma í sambandi við eina komandi oljuvinnu í Føroyum?

Viðmerkingar:

Tað er eingin loyna, at sethúsaprísirnir í Havn eru methøgir í løtuni, og tað er einki, sum týðir uppá, at teir fara at lækka í nærmastu tíðini. Og um ein møgulig óljuvinna kemur at vinna sær fótafesti her á klettunum, so fara virðini á teimum føstu ognunum at vaksa enn meira.

Vit eru noydd at tryggja okkum, at tann meinigi maðurin framhaldandi fer at hava møguleika at festa sær búgv uttan at seta seg í lívlanga skuld. Politisku myndugleikarnir eiga og skulu tryggja, at príslegan á sethúsum ikki fer at vaksa ovurhonds og ger at bara óljufeløgini og ríkmaðurin koma at hava møguleikan at byggja og keypa hús og harvið taka møguleikan frá føroyingum, sum ynskja at búgva í økjum, har oljuvinnan fer at hava týdning.

Undirritaði vónar so sanniliga, at landstýrið tekur hendan spurningin í stórum álvara og fer at arbeiða við at tryggja, at sethúsaprísurin og prísurin á grundstykkjum koma í eina náttúrliga legu.

Á tingsfundi 21. september 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á tingfundi 24. oktober 2000 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar 

Undir fyrru helvt og miðskeiðis í 1990-árunum, tá føroyska samfelagið var í svárari búskaparligari kreppu, var lítið virksemi innan sethúsabygging og handilin við gomlum húsum var lítil. Prísurin á gomlum húsum var lágur, og tað var lætt at fáa handverkarar til at byggja og umvæla hús. Tá vøkstur kom í aftur búskapin í seinnu helvt av 1990-árunum, hækkaði eftirspurningurin eftir sethúsum og handverkarum til at byggja nýggj sethús eisini. Prísirnir fóru at hækka aftur, og tað gjørdist truplari at fáa handverkarar. Prísirnir á sethúsum eru tí sera nógv tengdir at virkseminum í landinum.

Undir stóra búskaparvøkstrinum seinastu árini hevur tilflytingin av fólki úr útlondum eisini verið stór. Stórur partur av hesum fólki eru ungar familjur í vinnu, sum tí eisini hava ein stóran eftirspurning við sær, m.a. eftir sethúsum. Nógv av hesum fólkum hava búsett seg í Havn, samstundis sum tilflytingin av bygd til Havnar hevur verið stór. Hetta hevur ført við sær, at eftirspurningurin eftir bæði gomlum og nýggjum sethúsum hevur verið serliga stórur í Havnini. Tað sæst aftur við, at prísirnir á gomlum húsum eru hækkaðir nógv eftir stuttari tíð, samstundis sum eftirspurningurin eftir handverkarum og grundstykkjum til nýggj hús er øktur nógv hesa tíðina. Tað er í løtuni stórur munur á prísum á gomlum húsum og grundstykkjum á bygd og í Havnini.

Gomul sethús verða handlaði á einum marknaði við fáum reguleringum, og fríu marknaðarkreftirnar eru tí ráðandi. Útboð og eftirspurningur avgera tí marknaðarprísin. Sjálvt um reguleringarnar eru fáar, so eru nøkur viðurskifti, ið ávirka marknaðarkreftirnar á sethúsamarknaðinum, her verður t.d. hugsað um rentustuðulin og mvg-frítøkuna til bygging og umvæling av egnum bústaði.

Rentustuðulin, sum fyrr var ein rentufrádráttur, var upprunaliga ætlaður sum ein stuðul til meiniga mannin til at seta føtur undir egið borð. Ætlanin við rentustuðlinum var sostatt at gera tað lættari og bíligari at útvega sær sethús, men veruleikin er nokk ein heilt annar. Rentustuðulin er ein generellur stuðul, sum verður latin øllum, ið taka lán til sethús, og seljarin kann tí krevja hægri prís enn um eingin stuðul var. Rentustuðulin virkar tí sum ein stuðul til húsaseljarar, húsasmiðir, timburhandlar og peningastovnar. Sambært løgtingslóg nr. 148 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum frá 30. desember 1996, verður stuðulin lækkaður stigvíst úr 48% í 2000 niður í 40% í 2003. Tosað verður eisini um varisliga at lækka rentustuðulin enn longur niður Hetta fer at trýsta prísin á sethúsum niður sum frá líður. Hetta verður eins væl galdandi fyri prísin á gomlum sethúsum sum fyri prísin at byggja nýggj sethús.

Í 1997 var uppskot samtykt á Løgtingið um at frítaka lønir til bygging og umvæling av egnum bústaði fyri mvg. Í viðmerkingunum til uppskotið er m.a. nevnt tað neyðuga í at bøta um trupulleikarnar hjá sethúsaeigarunum o.s.fr. Prísirnir til bygging og umvæling av sethúsum eru tó ikki lækkaðir síðani tá, teir eru tvørturímóti hækkaðir. Hetta kemst av, at stóri eftirspurningurin eftir handverkarum hevur ført til lønarglíðingar innan byggivinnuna. Mvg-frítøkan er tí fyrst og fremst komin handverkarum og handverksmeistarum til góðar. Ætlanir eru um at strika hetta undantakið aftur, tí tað virkar beint ímóti endamálinum, nú so nógv virksemi er í búskapinum. Orsøkin er sjálvandi tann, at verður ein vinna stuðlað, har ov nógv virksemi er frammanundan, so elvir tað næstan bert til prísvøkstur.

Viðvíkjandi bygging av nýggjum sethúsum er yvireftirspurningurin eftir handverkarum ein stórur trupulleiki, sum kann gerast rættiliga álvarsligur, um tað ikki verður rikin ein varligur og skynsamur fíggjarpolitikkur. Meðan eg havi verið landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur nógv virksemi verið í landinum. Eg havi tí lagt upp til ein fíggjarpolitikk, sum stimbrar virksemi í landinum minst møguligt, serstakliga í miðstaðarøkinum. Hetta er m.a. fyri at sleppa undan, at lønartrýstið innan byggivinnuna gerst enn hægri og sostatt eisini sethúsaprísirnir. Eg ætli mær framvegis at leggja upp til ein fíggjarpolitikk, har tað frá almennari síðu verður raðfest soleiðis, at byggivinnan ikki gerst ovurupphitað við tí úrsliti, at húsaprísirnir gerast enn hægri.

Prísirnir á gomlum og nýbygdum húsum fylgjast rættiliga væl. Hóast handilin við sethúsum fer fram á einum marknaði, har fríu marknaðarkreftirnar eru altavgerandi fyri prísin, so er t.d. rentustuðulin og mvg-frítøkan av arbeiðslønum til bygging og umvæling av egnum bústaði við til at ávirka prísin burtur frá einari nattúrligari legu. Rentustuðulin lækkar stigvíst fram til 2003, og stendur tað upp til mín, fer hann eisini at lækka stigvíst eftir 2003. Ætlanir eru eisini um at avtaka mvg-frítøkuna viðvíkjandi lønum til bygging og umvæling av egnum bústaði. Hetta fer, sum frá líður, at føra til, at prísurin kemur niður ímóti einari nattúrligari legu.

Hvussu oljuvinnan kemur at ávirka prísin á sethúsum er ilt at siga nakað um enn, men landsstýrið hevur avgjørt at seta ein arbeiðsbólk, sum skal kanna, hvørji árin ein komandi oljuvinna kemur at hava á samfelagið í heila tikið. Landsstýrið fer eisini at gera sítt til, at oljuvirksemi, so vítt tað er gjørligt, verður spjatt kring landið.

Tað er eisini vert at viðmerkja, at bert vónirnar um eina komandi oljuvinnu kunnu árvirka prísirnir á sethúsum uppeftir í løtuni.

Samanumtikið kann sigast, at tað, sum kann gerast fyri at forða sethúsaprísunum at hækka ov nógv, er framhaldandi at føra ein skynsaman fíggjar- og búskaparpolitikk, sum virkar avmarkandi móti innlendska eftirspurninginum. Meira málrættaði tiltøk móti hækkandi sethúsaprísum kunnu verða: Spjaðing av virkseminum út um landið, lækking av rentustuðlinum og avtøka av meirvirðisgjaldsfrítøkuni av lønum til bygging og umvæling av egnum bústaði.

Tiltøk, sum t.d hámarksprísir fyri sølu ella vinningi í sambandi við sølu av sethúsum, koma at virka búskaparliga avlagandi, og eggja til ein skjúldan húsamarknað.

Málið avgreitt.