Fyrispurningur um árin av fartelefonum

100-12 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi skaðiligum árinum, sum kunnu standast av fartelefonum

 

Ár 2000, týsdagin 19. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jákup Sverra F. Kass, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Er nakað hámark í Føroyum í dag fyri, hvussu nógv SAR (Specific Absorption Rate) ella fartelefongeislavirkni, hvør einstøk fartelefon skal hava?
  2. Arbeiðir landstýrið við eini ætlan at upplýsa almenningin um tey skaðiligu árin, sum fartelefonin hevur á heilsuna hjá hvørjum einstøkum brúkara?
  3. Um svarið til spurning 2 er nei: Hví verður ikki arbeitt við at upplýsa almenningin um vandar, sum kunnu standast av at brúka fartelefonir?

Viðmerkingar:

Fartelefonir eru í dag nærum vorðnar ein partur av tí føroyska húsarhaldinum. Vit síggja børn sum vaksin tosa óavbrotið í hetta tól, sum er og verður alsamt meira umtókt í millum føroyingar. Men hvat vita vit veruliga um hjáárinini av hesum framkomna tóli, sum vit øll hava tikið til okkum?

Tað hevur leingi verið frammi, at fartelefonir hava skaðilig hjáárin á heilsuna hjá brúkarunum. Hjáárin so sum: at nýtsla av fartelefonum hitar heilan - nýtsla av fartelefonum skaðar langtíðar minni hjá brúkaranum, og at nýtsla av fartelefonum kann føra til heilasvullir, blóðkrabba og Hodgkin’s sjúku.

Serliga í USA eru tey farin í herna í móti vandanum av fartelefonum. Tey hava sett hægstamark fyri fartelefongeislavirkni til at vera 1.6 watt pr. kilogram. Ímeðan hægstamarkið í Bretlandi er upp til 10 ferðir so høgt. Serfrøðingar meta, at hámarkið eigur at liggja á 2 watt pr. kilogram. Tað eru í Føroyum í dag fartelefonir, sum liggja væl upp í móti tí amerikanska hámarkinum - men einki veit brúkarin.

Veruleikin er tann, at føroyingar eru sera lítið kunnaðir um vandan við fartelefonum. Flest eingin føroyingur, veit hvat fartelefongeislavirkni er fyri nakað.

Vit, landsins mynduleikar, eiga at tryggja hvørjum einstøkum borgara tann rætt at vita, hvørji árinini á vøruni, tey keypa, eru. Vit hava m.a. ávaringar á sigarettum og rúsdrekka. Eg vil tískil mæla landstýrinum, til at brúkarin fær ein møguleika fyri at kunna seg um vandan, sum kann standast av nýstlu av fartelefonum. Hetta kann gerast við, at landstýrið fær til vega kanningarúrslit frá londunum kring okkum og kunnar almenningin til tess at fyribyrgja, at fartelefonir ikki koma at gera skaða á brúkaran.

Vónandi fer Føroya landstýri at taka hendan spurning upp og fylgja grannum okkara og upplýsa brúkaran betur um hetta nýggja tól.

Á tingsfundi 21. september 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á tingfundi 24. oktober 2000 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Til spurning 1:
Londini í vesturheiminum eru farin burtur frá sokallaðari "typugóðkenning"og nýta nú sokallaðar framleiðaraváttanir. Framleiðarar av útbúnaði vátta, at teirra útbúnaður er í samsvari við galdandi evropeiskar reglur. Hetta verður gjørt við einum sokallaðum CE-merki (fr. Communaute Europenne). CE-merki tryggjar, at fartelefonin liggur væl innan fyri tey mørk, ið sett eru sum møguliga vandamikil fyri mannakroppin.

CE-merktar fartelefonir útgeisla í meðal:
NMT 450 1,5w
NMT 900 1w
GSM 0,25w

Standardardir, ið óbeinleiðis verða fylgdir í Føroyum, eru standardir ella ásetingar, sum sett eru av ETSI (European Telecommunications Standard Institute) og av WHO (World Health Organisation) um útgeislingarhámark fyri fartelefonir.

WHO ásetir eitt evsta mark fyri útgeisling frá fartelefonum til 0,4w/kg fyri ein heilan mannakropp.

Geislingin frá CE-merktum fartelefonum, sum í meðal er 0,25w - 1,5w, skal javnast út á ein heilan mannakropp, so tað skilst, at geislingin er sera lítil.

Nevnast kann, at tann vanliga siglinga VHF-telefonin, sum vit kenna frá bátum og skipum, geislar út í meðal 25w, uttan at tað verður mett at vera vandamikið.

Spurningurin viðvíkjandi vandaárinum av mikrobylgjugeisling og elektromagnetiskum felti frá fartelefonum hevur verið frammi í nógvum londum. M.a. var spurningur settur í ES-tinginum 19. november 1999 (written question P-2194/99 by Michal Cashman (PSE) to the Commission, Answer given by Mr. Byrne on behalf of the Commission 16. december 1999). Í stuttum er svarið hjá ES-Kommissiónini, at tær umfatandi kanningarnar, sum eru gjørdar í Evropa seinastu tíggju árini, ikki hava sýnt nakað sannroyniligt árin á heilsuna, tá ræður um radiofrekvensgeisling, ið er vanlig fyri fartelefonir og basisstøðir. Um tað eru nøkur óheppin heilsulig hjáárin, kann tað einans verða talan um eitt langtíðarárin, sum í løtuni ikki er kent.

Ein ráðstevna hevur júst verið hildin í fjareystri við luttøku av heimsins fremstu vísindamonnum innan m.a. "Elektromagnetisk felt og heilsuvandar". Kunngjørda niðurstøðan hjá hesum heimsins óheftu vísindamonnum varð samanfatað av svenska professaranum Bengt Knave:

"Vandin við at brúka fartelefonir er sera, sera lítil, tí útgeislingin er bert nøkur fá prosent av tí, sum er ásett sum kanska verandi heilsuskaðiligt".

Til spurning 2:
Vísandi til svarið til sp. 1 hevur landsstýrið ikki ítøkiligar ætlanir um at upplýsa um spurningar, ið verða settir um møguligar vandar við nýtslu av fartelefon, men fylgir landsstýrið við gongdini á økinum.

Til spurning 3:
Víst verður til svarið uppá spurning nr. 1.

Málið avgreitt.