Fyrispurningur um íbúðir til brekað

100-13 Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, viðvíkjandi íbúðum til brekað

 

Ár 2000, týsdagin 19. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hevur landsstýrismaðurin sett sær nøkur mál viðvíkjandi íbúðarmøguleikum hjá brekaðum, sum hon vil náa, tað, ið eftir er av valskeiðinum?
  2. Um so er, at ein ítøkilig og munagóð ætlan er á veg, hvussu kundi hon hugsandi sæð út?
  3. Heldur landsstýrismaðurin at ábyrgdin fyri hesum samfelagsbólki er nóg væl tryggjað, tá ið tað ræður um rættindi á sosiala og bústaðarliga økinum?

Viðmerkingar:

Tíðliga á heysti 1998 fór ein arbeiðsbólkur undir at greina út bústaðarviðurskiftini hjá brekaðum í Føroyum. Við í arbeiðsbólkinum vóru umboð fyri Tórshavnar Kommunu, Klaksvíkar Kommunu, Føroya Pedagogfelag, Serstovnadeildina, Meginfelag teirra brekaðu og Javna.

Álit varð greitt úr hondum 10. apríl 2000. Við hesum hava vit fingið lýst støðuna, sum hon er í dag, somuleiðis sum hugleitt verður um, hvussu farast kann fram at bøta um viðurskiftini hjá teimum, sum hóast tak yvir høvdið, í veruleikanum mugu sigast at vera heimleys.

Bólkurin ger vart við, at heitið brekað er at skilja sum fólk við serligum tørvi. Hesi, hugsað verður um, eru menningartarnað, autistar, sálarliga sjúk, rørslutarnað, ferðsluskadd og onnur, sum bera brek.

Ein av niðurstøðunum í álitinum sigur, at ábendingar eru um, at neyðugt er at fáa til vega minst 17 bútilboð beinanvegin og eini 80 tey komandi 10 árini. Umframt hesi 17, sum Javni vísir á, eru 25 á Psykiatrisku deild, sum eisini áttu at komið undir bráðfeingistørv, umframt tey, sum ganga fyri vág og vind. Á deildini fyri tey dementu eru 10, sum heldur áttu at verið á hóskandi røktarheimi.

Tað er einki yvir at dylja, at her er talan um ein samfelagsbólk, sum ikki fær tær sømdir, sum øll onnur taka fyri givið, eftirsum flestu okkara sjálvi eru før fyri at syrgja fyri tí.

Okkara fremsta mál má vera at geva øllum borgarum somu møguleikar. Stórur munur er eisini á, hvussu ymisk brekað verða viðfarin. Tey hepnu fáa so dánt sín tørv nøktaðan og onnur als ikki.

Er tað so, at skiftandi landsstýrismenn skáka sær undan ábyrgd viðvíkjandi rættinum hjá hesum bólkinum til hóskandi bústað, arbeiði, uppvenjing ella viðgerð, er neyðugt, at hesin rættur verður staðfestur við lóg. Forsorgarlógin gevur myndugleikunum møguleikar, tá tað snýr seg um bústaðir, men staðfestir helst ikki ábyrgd og skyldu í nóg stóran mun, havi eg skilt hana rætt.

Syrgiliga støðan, ber helst boð um, at moralska skyldan røkkur ikki nóg langt.

Á tingsfundi 21. september 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á tingfundi 20. oktober 2000 svaraði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Hesin fyrispurningur, sum Katrin Dahl Jacobsen setir fram, er ógvuliga viðkomandi, og málið, sum spurt verður um, er eitt av mongum átrokandi málum á almannaøkinum. Tí í mong mong ár hevur støðan verið tann, at alt ov fáir bústaðarmøguleikar eru til brekað fólk í Føroyum. Vónandi góðtekur Katrin Dahl Jakobsen, at eg svari spurningunum í einum.

Lat meg byrja við tí seinasta spurninginum og broti úr viðmerkingunum. Katrin Dahl Jakobsen spyr, um rættindi á sosiala bústaðarliga økinum eru nóg væl tryggjað, og førir víðari í viðmerkingunum fram, at um tað er soleiðis, at skiftandi landsstýrismenn skáka sær undan ábyrgd viðvíkjandi rættinum hjá hesum bólkinum til hóskandi bústað, arbeiði, uppvenjing ella viðgerð, so er neyðugt, at hesin rættur verður staðfestur við lóg.

Verandi forsorgarlóg gevur okkum heimildina at útvega bústaðir til tey brekaðu, og fíggjarlógin gevur okkum ta fíggjarligu heimildina til sama endamál. Forsorgorlógin áleggur ikki myndugleikunum, at øll brekað fólk hava ein bústað.

Sum skipanin er í dag, so veldst skyldan at veita brekaðum hjálp til eina og hvørja tíð um játtanir, og hvussu langt játtanirnar røkka. Skal tað staðfestast við lóg, at landið ella møguliga kommunurnar hava skyldu til at útvega bústað til øll brekað eins væl og sálarliga sjúk, røktarsjúklingar, dementar borgarar og onnur, so er neyðugt at hækka játtanirnar til bæði íløgur og rakstur munandi. Hetta ber ikki til at gera í einum. Og tá ið játtanirnar til íløgur hava verið so sera lítlar seinastu nógvu árini, hava útbyggingarmøguleikarnir verið eins lítlir. Til spurningin, um landsstýrismaðurin metir, at ábyrgdin fyri hesum samfelagsbólki er nóg væl tryggjað, tá ið ræður um rættindi á sosiala og bústaðarliga økinum, so vil eg svara, at tað er hon ikki enn, og í arbeiðinum at gera nýggja forsorgarlóg, skal hesin spurningur umhugsast gjølla. Men støða er ikki tikin til, hvussu ein møgulig lóggáva eigur at orðast, sum tryggjar rættindini betur enn nú.

Hetta var ein av grundunum til, at stig vórðu tikin til at seta sjálvsognarstovnin "Sambýlir" á stovn. Stovnsfæ varð avsett á fíggjalógini, og 4 hús eru útvegað á henda hátt. Stovnsfæið er ikki uppi enn, men Sjálvsognarstovnurin hevur heitt á landsstýrismannin at seta eina størri upphædd av til stovnsfæ. Enn hevur tað ikki verið møguligt at útvega neyðuga játtan til endamálið. Vónandi verður tað møguligt í nærmastu framtíð.

Serforsorgin, sum hevur ábyrgdina av teimum stovnum og sambýlum, sum eru, hevur eitt gott samstarv við sjálvsognarstovnin, sum brúkara og leigara av teimum sethúsum, ið sjálvsognarstovnurin eigur. Hetta merkir, at sjálvsognarstovnurin útvegar ikki fleiri sethús, enn Serforsorgin hevur játtan til at reka. Fíggingin av sjálvari sethúsaíløguni fer fram á tann hátt, at búfólkini rinda húsaleigu.

Eg havi sum landsstýrismaður heitt á Serforsorgina um at lýsa tørvin sum heild, og hvussu Serforsorgin metir um langtíðartørvin. Henda lýsing samsvarar væl við ta kanning, sum felagið Javni hevur skipað fyri saman við Tórshavnar Kommunu, Klaksvíkar Kommunu, Pedagogfelagnum, Serstovnadeildini og MBF.

Serforsorgin hevur upplýst, at um bústaðartørvurin hjá menningartarnaðum og fólki við breki annars skal nøktast tey næstu árini, er neyðugt at útvega í minsta lagi 62 búpláss tey næstu 5 árini. Í uppgerðini eru bert fá av teimum sálarsjúku við, og av og á koma nýggir brúkarar á listan við bráðfeingis tørvi.

Yvirlitið hjá Serforsorgini vísir eina ætlan, har 43 nýggj búpláss tey næstu fimm árini kunnu fáast tilvega, um neyðug játtan verður sett av til tess. Harav eru tey 20 skrásett sum "bráðfeingis" og 23 við aðrari raðfesting.

Yvirlitið

bráðfeingis tørv

tørv um 1 ár

tørv um 2ár

tørv um 3-5 ár

20

3

15

24

Landsstýrismaðurin hevur sett sær fyri í ár 2001, at serstovnurin í Klaksvík verður liðugur síðst í árinum, og at hann kann hýsa 10 brúkarum. Ætlanin er sostatt, at búfólkið skal kunna flyta inn um ársskiftið 2002. Somuleiðis havi eg sett mær fyri, at verandi bústovnar fáast at virka optimalt. Nakrir av stovnunum, sum virka í dag, eru ikki fult settir, og kunnu fimm fólk flyta inn á hesar. Mett verður, at játtanin, sum er avsett á fíggjarlógini fyri ár 2001, røkkur til hesi endamál. Vil væl til, verða vit møguliga før fyri at fremja aðrar smærri ábøtur næsta ár innan tann játtanarkarm, sum er avsettur.

Í fíggjarlógini fyri 2001 er skotið upp at játta eina millión til endamálið at bøta um viðurskiftini hjá teimum sálarliga sjúku. Við hesari upphædd loysa vit ikki málið, men skjøtul verður settur á ein alt ov gamlan og stóran trupulleika, og møguligt verður at fáa tilvega haldgott grundarlag hjá Løgtinginum at taka støðu til, hvussu vit í einari langtíðarætlan bøta um bústaðarviðurskiftini hjá sálarsjúkum.

Frameftir vil eg mæla til, at landsstýrið og Løgtingið seta sær fyri at fylgja teirri ætlan, sum landsstýrismaðurin hevur fingið frá Serforsorgini, og sum er prentað í hesum svari.

Greitt er frá, hvussu stórar rakstrarútreiðslurnar verða, men ikki hvussu stórar íløgur, ið krevjast. Tað veldst um, hvørjar uppgávur sjálvsognarstovnurin er førur fyri at røkja. Mett verður, at sjálvsognarstovnurin Sambýlir er førur fyri at útvega og umsita sambýlir, meðan stovnar eiga at verða játtaðir á fíggjarlógini, eins og at tað er politiski myndugleikin, sum tekur støðu til, hvar stovnarnir skulu vera, hvørjar uppgávur stovnarnir skulu røkja, og hvussu teir verða bygdir.

Í løtuni verður sum sagt ein stovnur bygdur í Klaksvík, og fer tað væntandi at kosta 4,6 mió. kr. at gera hann lidnan í 2001. Peningur er settur av á fíggjarlógini til hetta. Havandi í huga, at útbyggingin av Landssjúkrahúsinum skal í gongd nú, og at ábøtur mugu fremjast á røktarheimsøkinum, so røkkur íløgujáttanin hjá Almanna- og heilsumálastýrinum ikki longur í ár.

Málið avgreitt.