Fyrispurningur um tax-free sølu á flogvøllinum í Vágum

100-14 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi tax-free sølu á flogvøllinum í Vágum

 

Ár 2000, týsdagin 19. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jákup Sverra F.Kass, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Verður arbeitt við at bera soleiðis í bandi, at fysisku karmarnir verða uppfyltir soleiðis, at til ber at keypa tollfríar vørur á flogvøllinum í Vágum?
  2. Nær metir landstýrismaðurin í vinnumálum, at hølini eru klár soleiðis, at farast kann undir at selja og keypa tollfríar vørur á flogvøllinum?
  3. Hvørjar arbeiðsmarknaðarvansar og -fyrimunir sær landstýrismaðurin í vinnumálum í, at farið verður undir eina tílíka sølu.
  4. Eru samráðingarnar um statsrættarligu broytingarnar nøkur forðing fyri, at farast kann undir arbeiði við at selja og keypa tollfríar vørur á flogvøllinum?

Viðmerkingar:

Nú eru skjótt 2 ár liðin, síðan londini innan ES góvust at selja tollfríar vørur. Tað hevur verið frammi at Noreg, sum kunnugt eins og Føroyar er uttan fyri ES, hevur vunnið nógv upp á hetta forboð hjá ES. T.d. er umsetningurin av tollfríum vørum í floghavnini í Oslo fleiri faldaður seinastu árini, og fleiri nýggj arbeiðspláss eru komin á staðnum.

Undirritaði metir, at ein slík søla og útbygging av flogvøllinum í Vágum kemur at hava við sær, at ein størri umsetningur og nýggj arbeiðspláss fara at betra um arbeiðsmøguleikarnar í Vágum.

Bæði føroyingar og útlendingar fara heilt vist at njóta gott av, at kappingin veksur, og at tollfríu prísirnir, sum vit kenna teir í dag, fara at lækka. Helst fer ein møgulig tollfrí søla at minka um søluna av tollfríum vørum umborð á Atlantsflog, Mærsk- og Iceland Air; men ágóðin av at hava størri útboð og lægri prísir fer at hava við sær, at fólk fara at leggja meira pening eftir seg á flogvøllinum.

Undirritaði heldur, at vit eiga at fara at útbyggja flogvøllin í Vágum til tess at nøkta tann økta tørvin, sum m.a. kemur av tí økta talinum av ferðafólkum, nú oljuvinnan er byrjað.

Arbeiðið hjá føroysku myndugleikunum á økinum viðvíkjandi møguligari útbygging av terminali flogvølli er liðugt. Eftir er hjá landstýrinum at fáa tað neyðugu góðkenningina frá Trafikministeriet. Undirritaði vónar, at landstýrið fær loyst møguligar trupuleikar soleiðis, at arbeiðið upp á útbygging av terminalinum og flogvøllinum kann fara í gongd.

Vónandi hevur landstýrismaðurin í vinnumálum gjørt sær sínar tankar um hesi viðurskifti, og tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á tingsfundi 21. september 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á tingfundi 25. oktober svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Til spurning 1:
Statens Luftfartsvæsen (SLV) rekur Vága Floghavn, og leiðslan á flogvøllinum hevur gjørt uppskot til út- og umbygging av terminalinum fyri umleið 34 mió. kr., sum m.a. umfatar nýggja fráfaringarhøll, nýggja viðførishøll, umbygging av verandi terminali o.a.

Út- og umbyggingarnar verða gjørdar fyri at betra um umstøðurnar hjá ferðafólki, starvsfólki, myndugleikum og vinnu. Alsamt fleiri ferðafólk fara um flogvøllin, og útlit eru eisini fyri eini frálandavinnu.

Ein partur av ætlanini er eisini at skapa betri fortreytir fyri handilsvinnu í Vága Floghavn, soleiðis at farast kann undir tollfría sølu, t.d. av góðgæti, heimavirki, rúsdrekka o.a.

Sum kunnugt er tollfría sølan avtikin í ES. ES borgarar kunnu tó keypa tollfrítt, tá teir koma til Føroyar, tí Føroyar eru uttanfyri samveldið. Hinvegin ber ikki til at keypa tollfrítt í floghavnini í komulandinum, tá fólk fara úr Føroyum til ES lond, t.d. Danmarkar.

Verður tollfrí søla loyvd í Vága Floghavn, er besta loysnin, at søla verður fyri bæði farandi og komandi ferðafólk. Sostatt verður óneyðugt, at søla er umborð á flogførunum. Slík skipan fer tí at betra um tænastustøðið fyri tann ferðandi. Eisini fer tollfría sølan á landi at gagna handilsvinnu/framleiðarum og flogvøllinum, orsakað av, at umsetningurin av tollfríum vørum samanlagt óivað verður størri enn verandi søla umborð á flogførunum.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur sambært § 8 í tolllógini heimild til at loyva tollfríum sølubúðum. Rúsdrekkasøla Landsins hevur sambært løgtingslóg nr. 20 frá 10.03.1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, einkarætt til sølu av rúsdrekka. Tí krevst lógarbroyting, um Rúsdrekkasølan ikki sjálv skal reka sølubúð í Vága Floghavn.

Stjórin í Vága Floghavn hevur vent sær til Fíggjarmálastýrið við fyrispurningi, um tað er møguleiki fyri at fara undir tollfría sølu í Vága Floghavn fyri bæði komandi og farandi ferðafólk, men hevur ikki fingið svar enn.

Gjørt verður vart við, at danskir myndugleikar ikki hava givið tilsøgn um játtan til út- og umbygging av terminalinum, men tollfrí søla er heldur ikki neyðturviliga treytað av hesum, tí til ber, við smærri broytingum, at nýta verandi høli til endamálið.

Til spurning 2:
Sum tilskilað omanfyri ber í løtuni ikki til at meta um, nær - ella um - tollfrí søla verður í Vága Floghavn. Hetta er ikki bert treytað av neyðugum út- ella umbyggingum, men eisini av loyvi frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum til at fara undir tollfría sølu, og um ætlanin er, at onnur enn Rúsdrekkasøla Landsins skulu selja rúsdrekka í Vága Floghavn, er harumframt neyðugt at broyta lógina um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum staðfestir, at Rúsdrekkasøla Landsins hevur einkarætt til at selja rúsdrekka.

Til spurning 3:
Hyggja vit eftir samfelagnum sum ein heild, fara tey ferðandi at leggja meiri pening eftir seg í Føroyum, og tað gagnar føroyskari handilsvinnu.

Hugsa vit okkum, at Vága Floghavn (SLV) sjálv fer at reka tollfría sølu, merkir tað eina týðandi meirinntøku til floghavnina, meðan sølan umborð á flogførunum helst fer at falla munandi.

Í løtuni stavar størsti parturin av rakstraryvirskotinum hjá P/F Atlantsflog frá tollfríu søluni, sum tískil hevur avgerandi fíggjarligan týdning fyri felagið. Tað sama er óivað galdandi fyri hini feløgini, sum flúgva til Føroya.

Til tess at avmarka tapið í inntøkugrundarlagnum hjá fløgfeløgunum, um so er at tollfría sølan verður á flogvøllinum, kann hugsast, at sølan á landi verður rikin av flogfeløgunum í samstarvi við Vága Floghavn.

Til spurning 4:
Samráðingarnar um ríkisrættarligu støðu Føroya hava onga ávirkan á møguleikarnar fyri at fara undir tollfría sølu í Vága Floghavn. Spurningurin er bert, um politiski viljin í Føroyum er fyri broyttari søluskipan.

Viðmerkjast skal, at verður Vága Floghavn yvirtikin, avgera føroyingar sjálvir, hvør skal reka eina møguliga tollfría sølu.

Málið avgreitt.