Fyrispurningur um bygnaðarbroytingar í landsumsitingini

100-16 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi bygnaðarbroytingum í landsumsitingini

 

Ár 2000, týsdagin 19. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvussu nógvir løgfrøðingar eru í aðalstýrunum?
  2. Hvussu nógvir búskaparfrøðingar eru í aðalstýrunum?
  3. Hvussu leingi støðast hesir frøðingar vanliga innan almenna bygnaðin?
  4. Hvussu nógvar pengar kostar tað almennum stovnum at brúka eksternar løg- og búskaparfrøðingar?
  5. Hvat heldur løgmaður vera fyrimunir og vansar við eini miðsavnan av serfrøðini?
  6. Fer løgmaður at taka stig til at leggja løgfrøðiligar uppgávur saman á eina løgdeild, og búskaparligar uppgávur saman undir Fíggjarmálastýrið?

Viðmerkingar:

Tað eru nú átta aðalstýri, sum hvør í sínum lagi hava nakrar løgfrøðingar, nakrar búskaparfrøðingar eins og hópin av øðrum fakbólkum.

Fyri løgfrøðingarnar og búskaparfrøðingarnar er tað galdandi, at teir hava hvør sítt stýrið, sum er serliga ætlað teirra fakbólki. Løgdeildin fyri løgfrøðingar. Fíggjarmálastýrið við sínum deildum fyri búskaparfrøðingar.

Serliga tykjast løgfrøðingarnir at vera í stórum tali innan fyrisitingina. Einir 3-5 eru undir hvørjum aðalstýrið, umframt at stýrini og tilhoyrandi stovnar brúka bæði internar og eksternar løgfrøðingar afturat teimum føstu í aðalstýrunum.

Tó eru bert nakrir heilt fáir á løgdeildini. Hetta merkir í dag eitt ófulfíggjað juridiskt arbeiði bæði í stýrunum og á sjálvari løgdeildini, og kemst hetta av, at einki veruligt umhvørvi verður uppbygt. Tað tykist, sum hvørki uppgávur ella persónar eru sett á rætt stað, men eru miðspjadd út á øll aðalstýrini. Løgdeildin fær vanliga nakrar fáar dagar, har valla er nóg mikið av tíð til annað enn at rætta nakrar stavivillur.

Sum er, eru nakrir løgfrøðingar málsviðgerðar, aðrir eru leiðarar. Leiðararnir kunnu illa flytast. Men hinvegin kundi løgdeildin gjørt meginpartin av tí arbeiði, sum málsviðgerðararnir gera. Løgdeildin kundi virka sum 'sekretariat' hjá øllum stýrunum. Á henda hátt fáa løgfrøðingarnir fakliga fyrimunin av tí umhvørvi og teimum amboðum, sum eru á løgdeildini.

Í dag situr mangur løgfrøðingur og búskaparfrøðingur í ymsu stýrunum og hevur ikki tey amboð, ið eru til taks á løgdeildini ella í Fíggjarmálastýrinum. Sótu teir á fakdeildunum (løgdeildini og Fíggjarmálastýrinum), so var tað betri fyri teir og fyri fakdeildirnar, tí alt tað tilfarið, teir noyðast at keypa, hevði komið deildini til góðar, og hevði verið til taks á sama stað sum onnur juridisk og búskaparlig vitan hjá landsstýrinum.

Henda skipan við løgdeildini sum einum stovni, ið tænir hinum stovnunum, er kend í Íslandi, sum hóast fimm ferðir okkara stødd ikki roynir at byggja sær átta ymsar løgdeildir. 

Trupulleikin hjá øllum, sum skriva lógir og kunngerður úti í stýrunum, er, at tey bara eru kunnug við og hugsa um sítt øki. Tí kann okkurt stýri gloyma at hugsa um skattaspurningar, eitt annað at hugsa um almennar ognarreglur, eitt triðja gloymir altíð mannarættindarspurningar. Sótu løgfrøðingarnir saman, so hevði ein løgfrøðingur kanna hvørt av hesum aspektum og víst á tey yvir fyri stýrinum. Sama man helst gera seg galdandi fyri búskaparfrøðingarnar.

Nú frætta vit, at løgmaður ætlar at brúka kr. 400.000 til at lata ein løgfrøðing lesa frágreiðingina hjá einum øðrum – alment løntum – løgfrøðingi. Um løgmaður ikki kann brúka løgdeildina, hví skulu so onnur hava álit á henni? Fyri 400.000 kr. fekk løgmaður hægst lønta løgfrøðing eftir BLF sáttmálanum. Hesin kundi so brúkt bæði tvær og triggjar vikur til frágreiðingina og so røkt veruliga neyðugar uppgávur restina av árinum.

Tað er einki løgið at síggja byrjunartrupulleikar við eini nýggjari landsumsitingarskipan. Men hinvegin kann tað tykjast løgið, um vit lata verandi kós koyra, hóast hon ikki er lagað til føroysk viðurskifti, og hóast vit síggja, at her er okkurt, sum kundi verið betur. Hetta gerst als ikki eftir einum degi. Men spurningurin er, um vit vilja seta kósina móti eini miðsavnan av serfrøðini ella um vit góðtaka, at hon er spjødd út átta ymisk aðalstýri.

Á tingsfundi 21. september 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á tingfundi 24. oktober svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Løgmaður hevur fingið seks fyrispurningar frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni. Spurningarnir verða svaraðir niðanfyri.

1. Hvussu nógvir løgfrøðingar eru í aðalstýrunum?

Á Løgmansskrivstovuni og í aðalstýrunum starvast íalt 23 løgfrøðingar. Niðanfyri eru tølini býtt út á stýrini.

Løgmansskrivstovan

4, íroknað ein deildarstjóri

Fíggjarmálastýrið

5

Fiskimálastýrið

3

Vinnumálastýrið

3, íroknað ein deildarstjóri

Undirvísingar- og mentamálastýrið

1 og ¾

Almanna- og heilsumálastýrið

4, íroknað ein deildarstjóri

Oljumálastýrið

3, íroknað ein aðalstjóri

Íalt

23

2. Hvussu nógvir búskaparfrøðingar eru í aðalstýrunum?

Á Løgmansskrivstovuni og í aðalstýrunum starvast íalt 27 búskaparfrøðingar. Niðanfyri eru tølini býtt út á stýrini.

Løgmansskrivstovan

11

Fíggjarmálastýrið

17, íroknað ein aðalstjóri

Fiskimálastýrið

1

Vinnumálastýrið

2, íroknað ein deildarstjóri

Undirvísingar- og mentamálastýrið

2

Almanna- og heilsumálastýrið

32, íroknað ein aðalstjóri

Oljumálastýrið

1

Íalt

27

 

3. Hvussu leingi støðast hesir frøðingar vanliga innan almenna bygnaðin?

Tað er sera torført at gera útgreiningar um, hvussu leingi hesir frøðingar vanliga støðast innan almenna bygnaðin. Tó so um hugt verður eftir, hvussu nógvir av nevndu frøðingum eru farnir úr almenna sektorinum, aftaná at stýrini hvør sær vórðu sett á stovn, er talan um 15 starvsfólk. Hesi høvdu tá í miðal starvast í aðalstýrunum í umleið 2 ár.

Hetta sigur ikki beinleiðis nakað um, hvussu leingi frøðingarnir støðast, tí hugt verður bert eftir teimum, sum eru farnir úr almenna sektorinum og ikki teimum, sum framhaldandi eru í almenna sektorinum. Vert er tí at nevna, at fleiri løgfrøðingar og búskaparfrøðingar hava starvast í almenna bygnaðinum ella núverandi miðfyrisiting í 15-25 ár.

Leggjast skal afturat, at hædd skal takast fyri kappingini við tann privata sektorin, sum í løtuni kann bjóða hægri lønir enn almenni sektorurin.

Talvan niðanfyri vísir talið av løgfrøðingum og búskaparfrøðingum, sum eru farnir úr miðfyrisitingini og úr almenna sektorinum frá tí, aðalstýrið var sett á stovn.

Løgmansskrivstovan

13

Fíggjarmálastýrið

7

Fiskimálastýrið

14

Vinnumálastýrið

3

Undirvísingar- og mentamálastýrið

2

Almanna- og heilsumálastýrið

15

Oljumálastýrið

06

Íalt

15

4. Hvussu nógvar pengar kostar tað almennum stovnum at brúka eksternar løg- og búskaparfrøðingar?

Talvan niðanfyri vísir hvat Løgmansskrivstovan og einstøku stýrini hava nýtt til eksternar løg- og búskaparfrøðingar í 1999.

Løgmansskrivstovan

730.506 kr.7

Fíggjarmálastýrið

821.000 kr.8

Fiskimálastýrið

366.000 kr.

Vinnumálastýrið

17.000 kr.

Undirvísingar- og mentamálastýrið

158.000 kr.

Almanna- og heilsumálastýrið

0 kr.

Oljumálastýrið

1.974.489 kr.9

Íalt

4.066.995 kr.

Sum sæðst av tølunum omanfyri og einstøku viðmerkingunum, er talan um keyp av tænastum til serligar uppgávur. Fyri tey flestu aðalstýrini er eisini galdandi, at upphæddirnar eru nýttar til rættarmál, serlig persónsmál o.l.

5. Hvat heldur løgmaður vera fyrimunir og vansar við eini miðsavnan av serfrøðini?

Fyrimunir:
Løgmaður hevur torført við at síggja fyrimunir við at miðsavna løgfrøðiligu og búskaparligu serfrøðina í hvør sítt aðalstýri serliga við atliti at galdandi stýrisskipanarlóg, har landsstýrismenninir sita fyri málsøkjunum hvør sær. Í hesum sambandi kundi til dømis verið vert at spurt, hvussu ein landsstýrismaður kann stýra og hava ábyrgdina av fíggjarviðurskiftunum á sínum málsøki, um búskaparfrøðingarnir vísa til ein annan landsstýrismann ?

Tó heldur løgmaður, at tað er sera umráðandi at samskipa hesi øki, og á tann hátt styrkja og menna ta løgfrøðiligu og búskaparligu fakligheitina, soleiðis at vit røkka einum høgum fyrisitingarstøði. Tað kemur meira enn so fyri, at tær ymsu lógirnar onkursvegna ávirka hvørja aðra. Um hetta arbeiðið verður samskipað, hevði tað borið í sær fyrimunir, tí tá ber til at vísa á møguligar avleiðingar og gera vart við hesi viðurskifti, áðrenn einstøku lógirnar koma fyri á landsstýrisfundi.

Somuleiðis heldur løgmaður, at tað hevur fyrimun, um búskaparfrøðingar hava eitt skipað forum, sum kann tryggja menning og orðaskifti millum búskaparfrøðingar.

Vansar:
Verður nevnda serfrøðin miðsavnað, hevði tað borið í sær, at frøðingarnir sótu ov fjart frá kjarnuuppgávunum, sum er at gera lógir, kunngerðir og uppskot til ítøkiligar avgerðir v.m. á tí økinum, sum landsstýrismaðurin situr fyri.

Harumframt høvdu teir mist ta fakligu vitanina, sum teir í dag fáa við at sita saman við teimum persónunum, sum á annan hátt arbeiða við teimum málsøkjum, sum m.a. lógararbeiðið snýr seg um.

Sum kunnugt, so hava øll evni og samfelagsviðurskifti yvirhøvur fleiri síður; løgfrøðiliga, mentunarliga, samfelagsliga, sosialt, búskaparliga osfr.. Løgmaður heldur, at tað er eyðsæð, at løgfrøðin og búskaparfrøðin reint tekniskt skulu verða á so høgum støði, sum til ber, og metir, at hesum kunnu vit røkka við at skipa lógarforum og búskaparforum, sum arbeiða eftir frammanundan fastløgdum mannagongdum.

Løgmaður heldur eisini, at tað er sera umráðandi, at vit ikki fáa løgfrøðina og búskaparfrøðina so tekniska, at øll hini sjónarhornini, sum hava alstóran týdning fyri, hvussu einstøku lógirnar og hvussu búskaparviðurskiftini í samfelag okkara virka, verða gloymd. Tá til stykkis kemur er umráðandi fyri okkara samfelag, at hædd verður tikin fyri breiddini í øllum tí arbeiði, sum verður gjørt av serfrøðingunum í miðfyrisitingini.

Samanumtikið heldur løgmaður at fortreytirnar við stýrisskipanini, mugu verða øðrvísi, um búskaparfrøðin skal miðsavnast undir einum landsstýrismanni og løgfrøðin undir einum øðrum landsstýrismanni.

6. Fer løgmaður at taka stig til at leggja løgfrøðiligar uppgávur saman á eina løgdeild, og búskaparligar uppgávur saman undir Fíggjarmálastýrið?

Løgmaður hevur ikki ætlanir um at leggja løgfrøðiligar uppgávur saman á eina løgdeild, og búskaparligar uppgávur saman undir Fíggjarmálstýrið. (sí omanfyri)

Men løgmaður ætlar at virka fyri at arbeiðið, sum løgfrøðingar og búskaparfrøðingar gera, verður samskipað soleiðis at: 

---

 Í viðmerkingunum kemur Annita á Fríðriksmørk m.a. inn á, at man í Íslandi hevur eina løgdeild og ikki sum her, roynir at byggja átta ymsar løgdeildir.

Til tað er at siga, at tað hevur ongantíð verið ætlanin at byggja upp átta løgdeildir í miðfyrisitingini, og harafturat kann nevnast, at umframt løgdeildina, sum víst verður til í Íslandi, starvast fleiri løgfrøðingar í teim ymsu stýrunum har. Harumframt skal hædd takast fyri, at Ísland, sum sjálvstøðugt land, hevur málsøki at fyrisita, sum vit enn ikki hava.

Somuleiðis verður í viðmerkingunum komið inn á tær 400.000 kr., sum ætlanin er at nýta til eina frágreiðing. Løgmaður kann við hesum upplýsa, at ætlanin er at fáa gjørt eina óvilduga kanning, og at løgdeildin hevur mælt løgmanni til at fáa hetta arbeiðið gjørt av løgfrøðingi uttanfyri Løgmansskrivstovuna.

__________________________

1 Harumframt eru tveir búskaparfrøðingar, sum arbeiða við øðrum málsøkjum
2 Harumframt eru tveir civiløkonomar, sum arbeiða við fíggjarviðurskiftum
3 Er farin í farloyvi
4 Setanin var áramálsett. Ætlanin er at seta starvið aftur í ár.
5 Er farin í farloyvi
6 Viðmerkjast skal, at Oljumálastýrið varð stovnssett fyri einum ári síðan
7 Í upphæddini er íroknað 480.000 til Hvítubók
8 Í upphæddini er íroknað 276.000 kr. til semingsmenn
9 Størsti partur av hesi upphædd er brúktur í samband við fyrireiking av fyrsta útbjóðingarumfari til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. Viðmerkjast kann eisini, at íroknað omanfyri nevndu útreiðslur eru útreiðslur til serfrøðingahjálp í samband við tilevning av kolvetnisskattalógini (tvs. umsitingarøki hjá fíggjarmálastýrinum).

Málið avgreitt.