Fyrispurningur um samskipan av umhvørvismálum

100-17 Fyrispurningur til Eyðun Elttør, landsstýrismann, viðvíkjandi samskipan av umhvørvismálum

 

Ár 2000, týsdagin 19. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Heldur landstýrismaðurin í umhvørvismálum, at oljumálstýrið kann samskipa ymsar umhvørvisligar, tekniskar og eftirlits uppgávur, sum í dag eru býttar millum øll tey átta aðalstýrini?
  2. Heldur landsstýrismaðurin samstundis, at neyðugt er, at skilja eftirlit frá umsiting?
  3. Heldur landsstýrismaðurin loksins, at umhvørvisdeildin – serliga eftir nevndu samanleggingar – eigur at gerast egið aðalstýri?

Viðmerkingar:

Umhvørvi er ein sera lítið umhugsaður partur av fyrisitingini. Tó tykist landsstýrismaðurin í umhvørvismálum at hava fingið eyga á tann týdning umhvørvi hevur, tá hann sigur um umhvørvisstevnumið, at reint umhvørvi er grundarlagið undir samfelagsbúskapi okkara, og harvið sjálvandi sjálvræði, vælferð og framtíð okkara.

Tað eru nú átta aðalstýri, sum hvør í sínum lagi hava nakrar umhvørvis, tekniskar og eftirlitisstovnar ella uppgávur undir sær.

Tað sita í dag fleiri verkfrøðingar, umhvørvisfrøðingar og teknikarar av ymsum slagi í ymsu stýrunum og hava ikki tey amboð av tekniskum slagi, ið eru til taks á hinum deildunum. Sótu teir saman í umhvørvismálastýrinum, so var tað betri fyri teir og fyri fakdeildirnar, tí alt tað tilfarið, teir noyðast at keypa, hevði komið deildini til góðar, og hevði verið til taks á sama staði sum onnur teknisk og umhvørvislig vitan hjá landsstýrinum.

Vit høvdu fingið eina rættiliga "synergieffekt" við at savna allar eftirlitsstovnar undir umhvørvismálastýrinum, sum so eisini átti at verið skilt frá Oljumálastýrinum. So kundu vit lagt saman eitt nú brunaumsjón, heilsufrøðistovu, bileftirlit, fjarskiftiseftirlit, landsdjóralækna, fiskiveiðieftirlit, óljóðseftirlit, kommunala eftirlitið, arbeiðseftirlit, filmseftirlit, skipaeftirlit, og møguliga rannsóknarstovnar og líknandi sum fiskirannsóknarstovuna landsapotekaran, landsarkitektin og skógrøktina.

Felags fyri hesar stovnar í dag er, at teir eru sera smáir og hava helst danska fyrimynd. Men meðan danski stovnurin hevur stórthundrað fólk, so hevur okkara eftir fólkatalinum knappliga hálvt annað. Hevur tann danski fimm hundrað, hevur okkara fimm. Men framvegis skulu stovnarnir hava allar funksjónir, so sum roknskap, fíggjarætlan, fyrisitingarligar mannagongdir, telefonavgreiðslu og nøktandi høli – umframt at klára allar tær fakligu uppgávurnar, sum er veruliga kjarnin í virksemi teirra.

Ein sera avgerandi orsøk fyri at skilja eftirlitisstovnarnar frá umsitingini annars er áhugakonfliktin. Hvussu kann sama aðalstýrið bæði ynskja so nógva oljuframleiðslu sum gjørligt og ansa eftir einum so reinum umhvørvi sum til ber? Hvussu kann sama aðalstýri skipa fiskivinnuna, so hon fær sum mest burtur úr fiskastovnunum, og ansa eftir, at tað ikki verður fiskað ov nógv? Hetta er ein órímilig uppgáva at geva einum aðalstýri at vera báðu megin borðið. 

Tað ræður tí um at flyta eindirnar, so tær rigga best saman.

Á tingsfundi 21. september 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á tingfundi 25. oktober svaraði Eyðun Elttør, landstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Spurningur nr. 1
Tær uppgávur, sum Annita á Fríðriksmørk nevnir í fyrispurningi sínum, eru býttar millum fleiri ymisk aðalstýri og stovnar. Fyrst eigur tí at verða staðfest, at Oljumálastýrið ikki hevur heimild at samskipa allar hesar uppgávur.

Harumframt verða eftirlitsuppgávur á nógvum ymiskum fakøkjum nevndar í fyrispurninginum. Í Oljumálastýrinum og á Jarðfrøðisavninum, sum Oljumálastýrið samstarvar nógv við, arbeiða fyrst og fremst fólk, sum hava kunnleika til viðurskifti av týdningi fyri oljuvirksemi í breiðari merking. Harumframt arbeiða fólk við kunnleika til umhvørvisspurningar í stýrinum. Arbeiðsuppgávurnar hjá Oljumálastýrinum fevna um hesi øki, og tí er tað fyrst og fremst á hesum økjum, at Oljumálastýrið hevur neyðuga sakkunnleikan, sum skal til fyri at samskipa uppgávur.

Teir spurningar, sum verða viðgjørdir í fyrispurninginum, liggja annars eftir míni meting so tætt upp at spurninginum um býti av málsøkjum millum landsstýrismenn, at spurningurin eftir røttum heldur skuldi verið settur løgmanni.

Skuldi tað verið neyðugt, kundi Oljumálastýrið tó, eins og onnur stýri, helst loyst hesa uppgávu. Hetta er tó treytað av, at neyðug orka varð sett av til hetta arbeiðið. Harumframt er neyðugt, at hetta varð væl fyrireikað í samstarvi við tey stýri og teir stovnar, sum høvdu verðið ávirkað av einari slíkari ætlan.

Av tí, at núverandi bygnaður í landsumsitingini er so nýggjur, er væl skiljandi, at spurningar verða settir við, hvar ymisk málsøki skulu liggja, og hvørjir stovnar eiga at taka sær av ymsum uppgávum. Dømi eru eisini um, at ymsar uppgávur eru fluttar millum stýri.

Spurningur nr. 2
Sum meginregla er neyvan ósemja um, at tað er skilagott at skilja eftirlit frá politiskari umsiting.

Umframt oljumál umsitur Oljumálastýrið sum kunnugt eisini umhvørvismál. Eg kann stutt greiða frá, hvussu skipað er fyri hesum viðurskiftum á umhvørvisøkinum.

Tyngstu eftirlitsuppgávurnar sambært umhvørvisverndarlógini eru lagdar umhvørvisdeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at umsita. Aðrar uppgávur verða røktar av kommununum. Oljumálastýrið leggur seg ikki út í dagliga arbeiðið hjá umhvørvisdeildini á hesum økinum, og umhvørvisdeildin tekur neyðugu avgerðirnar uttan uppílegging frá Oljumálastýrinum.

Harumframt kann verða nevnt, at arbeitt verður við at gera kunngerðir um góðkenning av úrleiðingum frá boripallum. Hesar kunngerðir verða gjørdar við heimild í lógini um havumhvørvisvernd og sum oftast í samsvari við altjóða sáttmálar. Tað verður umhvørvisdeildin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum fer at viðgera umsóknir um góðkenningar av slíkum úrleiðingum og taka avgerðir um, hvørt slíkar úrleiðingar skulu loyvast ella ikki. Hetta merkir, at viðgerðin av umsóknum um slíkar góðkenningar er løgd uttan fyri Oljumálastýrið, sum veitir góðkenningar til boringar, møguligar framleiðsluætlanir o.s.fr.

Hesa skipan meti eg vera nøktandi og trygga.

Nøkur viðurskifti eru tó, sum eiga at verða kannað nærri viðvíkjandi umsitingini av eitt nú lógini um umhvørvisvernd. Eitt, sum hugsað verður um í hesum sambandi, er kærumannagongdin.

Avgerðir, sum umhvørvisdeildin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni tekur sambært umhvørvisverndarlógini, kunnu kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum. Hetta merkir, at sami myndugleiki, sum setir føroyska umhvørvispolitikkin út í kortið, skal taka avgerðir í einstøkum málum um eitt nú royk, lukt, larm og órudd. Tað er ivasamt, um hetta er serliga skilagott, men arbeiðsbólkurin, sum er settur at endurskoða umhvørvislóggávuna, skal millum annað hyggja at kærumannagongdum á umhvørvisøkinum. Vónandi fáa vit, áðrenn ov long tíð er farin, eitt uppskot til, um hesar mannagongdir eiga at verða broyttar ella ikki.

Spurningur nr. 3
Eg meti ikki, at tað er eitt gott hugskot at seta eitt nýtt aðalstýri á stovn, sum bara fæst við eftirlit. Og sambært grein í Dimmalætting hósdagin 28. september er Annita á Fríðriksmørk eisini samd við mær í hesum.

Harumframt eru tað eftir mínum tykki neyvan bara fyrimunir við at leggja allar stovnar saman, sum á einhvønn hátt fáast við eftirlit. Hóast starvsfólkini á hesum stovnum hava tað til felags, at tey arbeiða við eftirliti á ymsum økjum, eru fakøkini so ymisk, at tað í mongum førum er ivasamt, um nakað fæst burtur úr einari samanlegging.

Eg haldi hinvegin, at tað kann vera eitt gott hugskot at hyggja nærri at, um fyrimunir kunnu vera við samanleggingum á økjum, sum líkjast hvørjum øðrum. Í slíkum førum er størri møguleiki fyri, at nakað munagott spyrst burturúr at umskipa almenna bygnaðin. Eitt dømi um slíka samanlegging er, at øll byggiumsiting hjá tí almenna herfyri varð løgd til Landsverkfrøðingin at umsita.

Málið avgreitt.