Fyrispurningur um mentan - oljuvinnu

100-18 Fyrispurningur til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, viðvíkjandi mentanini, nú oljuvinnan vindur upp á seg

 

Ár 2000, týsdagin 19. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvørjar eyðsýndar broytingar, heldur landsstýrismaðurin, kunnu verða okkara mentan fyri, nú oljuvinnan fer at vinda upp á seg?
  2. Hvussu hevur landsstýrismaðurin hugsað sær at fyribyrgt møguligum mentanarligum bakkøstum, nú oljuvinnan er í durinum?
  3. Hevur landsstýrismaðurin hugsað um møguligar tillagingar innan undirvísingarverkið í sambandi við komandi oljuvinnu?

Viðmerkingar:

Økið mentan fevnir rættiliga breitt. Føroyska mentanin, sum her eigur at lýsast sum virksemi føroyinga, kann hugsast at standa fyri stórum broytingum í komandi tíðum. Oljuvinnan, sum í ávísan mun er litin oljufeløgum í hendi, kann ávirka gerandisdagin og virksemi føroyinga. Ein oljuleiting og ein møgulig oljuvinna kann koyra samfelag okkara um koll. Skulu hesar broytingar verða mentan og samfelag okkara til fyrimunar, er sera umráðandi, at vit fyrireika okkum soleiðis, sum tað sømir seg eini lítlari tjóð sum okkara. Tað, at vit eru fáment, ger, at okkara mentan er viðbrekin samanborin við størri tjóðir, har oljuvinnan eisini hevur vunnið sær sæti. Hetta setir tí lutfalsliga størri krøv til okkara mentanarligu fyrireiking.

Oljuvinnan, sum kann kasta væl av sær, um rætt verður atborið, hevur aðrastaðni víst seg at havt øgiligar mentanarligar avleiðingar fyri fólkið á staðnum, tí hesi ikki hava verið fyrireikað til nýggju vinnuna og hava tí ikki stýrt framburðinum. Og eisini tí oljufeløgini tá høvdu minni áhuga í mentanini í vertslandinum, enn tey hava í dag. Nú eru oljufeløgini meiri áhugað í, at vertslandið hevur eitt sunt vinnulív, sunnan búskap, góð og mennandi tilboð til fólkið osfr. Sínamillum virðing og gagnlig menning hjá báðum pørtum gagnar báðum.

Skal tann mentanarliga broytingin verða okkum til gagns, er m.a. umráðandi, at landsstýrið og Løgtingið raðfesta íløgur í føroyska mentan og føroyskt mál sum heild.

Mentan og tað føroyska málið eru grundvøllur tjóðarinnar og virkar í øllum virksemi í samfelagnum. Tí er tað av týdningi, at kunnleikin um hesi og virðingin fyri hesum verður tikin fram um alt annað virksemi og verður sæð sum tað, ið heldur tjóðini saman, og sum tað, sum ger okkum til eina tjóð. Oljuvinnan kann verða so umfatandi og ráðandi, at um mentanarligi grundvøllur tjóðarinnar ikki er nóg sterkur, er vandi fyri, at oljuvinnan kann seta kílar í.

Eisini er umráðandi, at landsstýrið raðfestir íløgur í útbúgving og gransking, ið kann menna eitt nú fiski- og alivinnu, ferðavinnu, kunningartøkni, umhvørvisvernd og burðardygga tilfeingisnýtslu í Føroyum.

Tað er av týdningi, at aðrar vinnur, serliga tær, har vit frammanundan eru dugnalig, ikki verða við sviðið soð av oljuvinnuni. Lønirnar í oljuvinnuni sigast at vera sera eggjandi fyri t.d. teknisk fakfólk. Tí er vandi fyri, at oljuvinnan sýgur dugnalig fólk innan teknikk til sín, við tí úrsliti, at aðrar vinnur koma at mangla hesi fakfólk. Skulu aðrar vinnur vera kappingarførar í lønum við oljuvinnuna, so mugu tær taka kampin upp. Tað er ivasamt, um tær eru tað, sum er, men treytin fyri, at tær gerast tað, er vitan. Serkunnleiki, sum kemst av útbúgving og gransking, er treytin og borgan fyri hálønarvinnum.

Eisini er umráðandi, at landsstýrið raðfestir íløgur í útbúgving og gransking, ið kann menna føroyska samfelagsvísindi innan eitt nú búskap, fyrsiting, søgu, løgfrøði og økismenning.

Tað fer at taka fleiri ár at røkka hesum málum innan útbúgving og gransking. Men vit eiga rávøruna, rávøran sum er heilakapasitetur ella vitanin hjá fólkinum. Tað er ein spurningur um at virðismeta hesa rávøru og velja at gagnnýta hana.

Á tingsfundi 21. september 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á tingfundi 25. oktober 2000 svaraði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

SVAR:

Lat meg byrja við at siga, at eg haldi hesar spurningar, ið settir eru mær, vera sera viðkomandi og áhugaverdar. Hetta tí at vit mega ásanna, at um oljuvinnan veruliga fer at vinda uppá seg og gerast ein høvuðsvinna í landi okkara - kanska fremsta vinna okkara yvirhøvur - so slepst ikki undan stórari fremmandari ávirkan á land okkara, fólk og mentan.

Sannlíkt er, at málslig og onnur mentanarlig ávirkan fer at leggja trýst á mál okkara og onnur serføroysk mentanarvirði og fyribrigdi við. Eisini kunnu vit ímynda okkum, at fremmandar samfelagsáskoðanir og hugsjónir fara at gera seg galdandi, og vit kunnu eisini ímynda okkum, at økt peninganøgd í samfelagnum - bæði innan tað almenna og hjá einstøku borgarunum og familjunum - fer at hava við sær, at fólk fara at seta onnur krøv til lív og umstøður, og at nýggj áhugamál taka seg upp, sum fara at ávirka bæði materiellu og andaligu virði fólksins. Slíkt kann lættliga viðføra broytingar á mentanarøki okkara, og her er alneyðugt, at vit eru fyrireikað.

Sum dømi kunna vit hyggja at gongdini kring allan heim, har smásamfeløg eru komin undir ávirkan av heimsumfatandi oljufyritøkum. Gongdin á hesum økjum sigur okkum, at vit eiga at vera varin og fyrireikað at taka ímóti teimum broytingum, sum ivaleyst fara at koma. Men, við hesum sigi eg ikki, at okkum nýtist at stúra. Vit skulu vera fyrireikað, tilbúgvin og til reiðar at menna tað mentanarstøði, vit standa á, so at føroyskur samleiki og mentan er tryggjað í komandi tíðum. Ein sterk samleikakensla er týdningarmikil fyri at hava ein vælvirkandi persón, eins væl og fyri at hava eina vælvirkandi tjóð. Tá tú mennir tjóðskaparliga samleikan, skapar tú trúfesti móti tjóðini, og verjur sostatt tjóðina móti fremmandari ávirkan innanífrá. At menniskja kennir sín uppruna og sínar røtur er serliga týdningarmikið í hesum sokallaða kunningarsamfelagnum, har vit annars lættliga kenna okkum at drukna í upplýsingum og tíðindum um øll heimsins lond. Okkara styrkur móti fremmandum skal sostatt koma frá okkum sjálvum, tvs. innanífrá, við einum sterkum samleika og tjóðskaparligum viðrum sum skjøldur.

Til hetta krevst medvit - at vit eru tilvitandi um mentanarligu virði okkara, og at vit eru til reiðar at menna tey í komandi tíðum, og at vit í tí sambandi hava viljan til at gera tær íløgur og tað arbeiði, sum hetta krevur. Vit eiga í hesum sambandi at minnast til tað, sum sagt er í Mentanarálitinum frá 1996: "Mentanarpolitikkur eigur at snúgva seg um at seta sær langtíðarmál og at seta sær fyribils mál, sum kunnu metast og mátast so hvørt. Og tað snýr seg eisini um ítøkilig amboð og miðlar, so sum pening, fólk, karmar og lóggávu, til tess at seta málini í verk…". Í sama Áliti verður sagt, at mentan er fólkið, og at mentan kostar pening! Hetta mega vit vera púra greið yvir, tí vit koma onga leið uttan neyðugar peningaligar íløgur at stuðla mentan okkara og menning hennara. Og júst her við peningaligum íløgum kunna oljufeløgini stuðla okkum sum føroysk tjóð. Oljufeløg hava vanliga áhuga í at stuðla mentanarligum tiltøkum fyri at skapa góðvilja í vertslandinum. Um feløgini fáa høvi at standa sum stuðlar til ávís mentanarlig tiltøk og verkætlanir, vísa tey teirra áhuga í tí lokala samfelagnum, og er hetta við til at skapa lokalan góðvilja móti oljufelagnum. Oljufeløg, eins og allar aðrar fyritøkur, ynskja at gerast væl við teirra vertsland, og hevur hetta í sjálvum sær eitt stórt peningaligt marknaðarvirði fyri felagið. Samstundis sum oljuvinnan kann vera ein hóttan móti okkara mentan, kann hon, um vit nýta hana rætt, geva okkum midlar til at styrkja okkara mentan. Men tað tað má sláast fast við sjeytummaseymi, at tað eru vit, ið varða av landsins mentan, ið til eina og hvørja tíð seta treytirnar, stjórna mentanarpolitikkinum og avgera hvussu peningurin verður nýttur. Í hesum sambandi verður virka fyri at seta ein savnandi grunn á stovn, ið fær eina virkisskrá, sum verður lagað eftir landsins mentanarpolitikki.

Vit atliti at oljuvinnutilgongdini verður tað av avgerandi týdningi, at vit her á landi hava samfelagsligar tilbúgvingarætlanir; herundir sjálvandi eisini fyri tann mentanarliga partin. Eins væl og tá ið talan er um tilbúgvingarætlan í sambandi við trygdarviðurskifti, skulu vit skipa soleiðis fyri, at vit, so hvørt avbjóðingar vísa seg, verða før fyri at ganga hesum á møti. Altjóða ávirkan (og trýst) hevur m.a. ført við sær, at vit í dag vanda okkum munandi betri um atburð okkara í sambandi við grindadráp; her hevur altjóða ávirkan og trýst verið til gagns fyri allar partar.

Fyrireikingar eru í gongd, sum skulu verða við til at menna okkara mentanarligu tilbúgving. Í løtuni arbeiður ein serfrøðingabólkur, við luttøku frá fleiri ymiskum føroyskum og útlendskum stovnum og universitetum, við eini kanning av avleiðingum og møguleikum í sambandi við oljuvinnutilgongdina; mentanarligi parturin er av avgerandi týdningi fyri hetta kanningararbeiðið. Hetta kanningararbeiðið, sum verður samskipað á Søgu- og Samfelagsdeildini hjá Setrinum, er lagt soleiðis til rættis,at fakfólk, sum arbeiða við økismenningarspurninginum fyri UMMS, somuleiðis hava ein leiðandi leiklut í kanningararbeiðinum í sambandi við oljuvinnuna. Eisini er vert at nevna, at øll kanningarúrslit, ið hava samband við kanningina, skulu gerast tøk á føroyskum.

Viðvíkjandi næsta spurninginum er at siga, at møgulig mentanarlig bakkøst, nú oljuvinnan er fyri framman, best kunnu fyribyrgjast, um vit í fyrsta umfari tryggja tað støði, vit standa á, og síðani útbyggja hetta støði í samsvari við økta mentanarliga tilvitsku og vilja til at fremja í verki tey virði, sum føroysk mentan, so víðfevnd hon er, umboðar.

Lat meg í hesum sambandi nevna nøkur av teimum tiltøkum, sum mentanarfyrisiting okkara virkar fyri:

Mentanargrunnur Landsins hevur fingið nýggja lóg og kunngerð, sum ger møguleikarnar fyri at stuðla føroyskari mentan og list nógv betur. M.a. verður nú gjørligt hjá føroyskum listafólkum at søkja sær starvslønir úr einum mánaða upp í tvey ár. Samstundis verður arbeitt við at hækka játtanina á hvørjum ári við kr. 500.000,00 yvir fimm ár, so Mentanargrunnur Landsins í 2005 hevur eina árliga játtan uppá 5 milliónir kr.

Á fíggjarløgtingslógini 2000 vóru settar kr. 400.000 av til stuðul til framleiðslu av føroyskum loftmiðlatilfari, og verður henda játtan í ár 2001 økt til kr. 1.000.000. Stuðulin verður játtaður til dygdargóðar føroyskar útvarps- og sjónvarpssendingar við aktuellum, siðsøguligum, listarligum, upplýsandi og alment mentanarligum innihaldi.

Undirvísingar- og Mentamálastýrið er í ferð við at orða ein orðabókapolitikk - fyri miðvíst at skipa arbeiðið við orðabókum, og fyri á tann hátt at tryggja, at føroyingar innan ikki alt ov langa tíð hava orðabøkur tøkar úr og í fremmand mál, sum eru undirvísingarmál í føroyska skúlaverkinum.

Nú tykist tíðin at vera búgvin til at virka málrættað og ítøkiligt fyri, at tjóðpallur verður settur á stovn í Føroyum. Ein slíkur er týðandi mentanarstovnur, sum styrkir og økir um samleikakenslu fólksins, varðveitir og mennir móðurmálið - og er týðandi partur av tjóðskaparliga mentanararvinum. Mál landsstýrismansins er, at Føroyar fáa ein tjóðpall, har leiklistafólk hava dagligt virki - og bæði klassiskur, nútímans, føroyskur og umsettur dramatikkur verður sýndur á palli. Uppskot um løgtingslóg til tjóðpall verður ætlandi lagt fyri tingið í hesi setuni.

Eisini verður virkað fyri tíðarhóskandi barna- og ungdómspolitikki. Millum annað av teirri orsøk, at landsstýrismaðurin nú hevur fingið 20% av veddingarpengunum ber betur til at stuðla verkætlanum og tiltøkum, sum hava til endamáls at geva børnum og ungum møguleikar at taka lut í virksemi, sum kann stimbra, menna og styrkja tey til likams og sálar, stimbra og menna teirra virkandi og skapandi evni, teirra samleika sum føroyingar, norðbúgvar og heimsborgarar, menna førleikar teirra at liva í fólkaræðiligum samfelagi.

Stundir eru ikki at fara út í æsir hesum viðvíkjandi júst her; men tað er vert at nevna, at tey aðalhugtøk, ið eg júst her havi nevnt, eisini eru at finna í teimum yvirskipaðu sjónarmiðunum, ið seta karmar um virkið og innihaldið í skúlaskipan okkara. Her hugsi eg í fyrsta umfari um Fólkaskúlan, tí at einum hvørjum eigur at vera greitt, at hesin stovnur hevur almiklan týdning, tá tað snýr seg um at varðveita mentan okkara og tryggja og menna tað mentanarliga støðið í landinum. Skulu vit av álvara tosa um at fyribyrgja møguligum mentanarligum bakkøstum, nú oljuvinnan eftir øllum at døma stendur fyri framman, má skúla- og útbúgvingarskipan okkara styrkjast, so til einahvørja tíð kann verða lagt upp fyri teimum avbjóðingum, sum henda vinna uttan iva fer at seta mentanarviðurskiftum okkara.

Viðvíkjandi triðja og seinasta spurninginum er at siga, at landsstýrismaðurin hevur hugsað um møguligar tillagingar innan undirvísingarverkið í sambandi við komandi oljuvinnuna. Eisini eru týðandi tiltøk umhugsað og framd í verki í hesum høpi.

Í sambandi við at Føroyar eru farnar undir at fyrireika eina oljuvinni eiga vit at læra av royndum úr eitt nú Noregi, Hetlandi og Alaska - og vit eiga at gagnnýta tær royndir og tann kunnleika, vit fáa burtur úr hesum, á ymiskum stigum. Eitt nú innan føroyska granskingarheimin.

Samstundis sum virkað verður fyri at menna eitt nú jarðalisfrøði á Fróðskaparsetrinum, eiga søgu-, samfelags-, løgfrøði- og hugvísindi at vera høgt raðfest granskingarøki. Í Føroyum mega vit bera so í bandi, at her eftir ávísum áramáli verður eitt sjálvberandi granskingarumhvørvi, sum kann mennast og dyrkast til tess, at tað kann átaka sær neyðugar og viðkomandi granskingaruppgávur.

Eg havi fyrr í hesum samanhangi tosað um at menna mál og mentan. Harumframt er neyðugt at menna føroyska gransking innan búskap, fyrisiting, søgu, økismenning v.m.

Størsti trupulleikin innan føroyska gransking er, at ov lítið av peningi higartil er játtaður til gransking og granskingarendamál. Av hesi orsøk og øðrum hava vit enn onga rættiliga heildarætlan um tað, ið vit meta, at granskað eigur at vera í. Tó hevur leiðslan í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum tikið stig til skipað og gjøgnumhugsað viðurskifti á hesum øki. Lat meg í hesum sambandi leggja afturat, at vit eiga at bera so í bandi, at oljufeløg, ið fáa virkisloyvi á leiðum okkara, fáa áhuga og møguleikar fyri at stuðla føroyskari gransking og mentan.

Tá vit hava lagt lunnar undir føroysku granskingina, fara møguleikarnir fyri at taka lut í norðurlendskum og altjóða granskingararbeiði at gerast munandi størri. Eisini fer hetta at økja um møguleikarnar at fáa veruligan ágóða av studningsmøguleikum, sum eru at finna uttan fyri Føroyar. Hetta eru dømi um mál, sum fyrisiting landsstýrismansins arbeiðir við í løtuni.

Samstundis verður virkað fyri at menna teir stovnar okkara, sum hava um hendi varðveittu mentanina og listina. Her verður serliga hugsað um bókasøvn, skjalasavn, fornminnissavn og listasavn. Ætlanin er, at hesi søvn skulu arbeiða meira saman og til fulnar gagnnýta tilfeingi teirra. Samstundis mega vit tó hava í huga, at korini hjá hesum stovnum - bæði tá tað snýr seg um pening til rakstur, og tá tað snýr seg um hølisviðurskifti teirra, - mega betrast munandi.

Av heilt ítøkiligum tiltøkum innan undirvísingarverkið, nú oljuvinnan er um at gerast veruleiki, kunnu nevnast:

Fyri nøkrum árum síðani var givin stuðul til ungfólk, sum vóru á kavaraskeiði í Fort William - og til 5 navigatørar og maskinmeistarar, sum vóru á DP-skeiði í Aberdeen.

Miðskeiðis í 1990-árunum var kunnað um útbúgvingarmøguleikar við atliti at vinnu- og starvsmøguleikum í oljuvinnuni.
Í 1995 var sett nevnd at kanna, hvørji førleikakrøv kundu verða sett føroyska samfelagnum, um vit fingu eina oljuvinnu.

Í februar 1997 var gjørd avtala millum Stavanger Maritime Videregående Skole og Oljuútbúgvingarsamtakið, sum bar við sær møguleikar fyri útbúgvingarsamstarvi millum Noreg og Føroya á serligum økjum. Eisini var undirskrivað útbúgvingaravtala millum Fróðskaparsetrið og Høgskolen í Stavanger. Hetta gav møguleikar fyri teoretiskari útbúgving í sambandi við oljuvinnuna.

Ætanin við øllum hesum var at útbúgva føroyingar til framtíðar størv í oljuvinnuni, og í hesi útbúgving er eisini menning av førleika til staðar. Møguligt skuldi sostatt eisini vera at bera so í bandi, at føroyska útbúgvingarskipanin skuldi megna at útbúgva arbeiðsmegi til oljuvinnuna.

Tíðliga á heysti 1997 fóru 5 lærarar frá Maskinmeistaraskúlanum, Sjómansskúlanum og teknisku stúlunum á grundskeið í boring. Síðani var farið undir at undirvísa føroyskum næmingum.

Í øllum førum - eisini har tað snýr seg um útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum - er stórur dentur lagdur á, at hesar útbúgvingar skuldu lúka millumtjóða krøv. Í løtuni verður arbeitt við at menna føroyskar útbúgvingar á oljuøkinum, at tryggja, at hesar útbúgvingar eru førleikagevandi í Føroyum og øðrum londum - og at tryggja, at útbúgvingarnar eru á nóg høgum støði. Eisini er at siga, at vit eru áhugað fyri samstarvi við oljufeløgini á hesum øki.

Samanumtikið mega allar góðar kreftir virka fyri, at tjóðin kemur turskødd burturúr aftur tí ógvisliga meldri, sum ein so tung vinna sum oljuvinnan, kann viðføra, serliga í einum so lítlum landi sum Føroyum. Tað skal áhaldandi miðast eftir, at hetta framvegis er eitt siviliserað vælferðarsamfelag, stjórnað eftir okkara treytum, eisini tá ið oljuvinnan, eftir eini 50-70 ár er farin aftur við borðinum, harið tað er hugaligt, avbjóðandi og vert at búgva í hjá okkara eftirkomarum. Nú er ábyrgdin okkara, - og bara okkara.

Málið avgreitt.