Fyrispurningur um kommunalt sjálvræði

100-19 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi kommunalum sjálvræði

 

Ár 2000, fríggjadagin 29. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvat mark heldur løgmaður, at grundlógin og stýrisskipanarlógin seta fyri uppílegging frá landsins síðu í viðurskiftini hjá kommunum?
  2. Eru fyrilit tikin fyri tí Europeiska sáttmálanum um lokalt sjálvræði, tá viðvíkur kommuálitinum, kommunulógini, kommunuvallógini, íløgumarkinum hjá kommunum og eftirlitinum við kommunum?

Viðmerkingar:

Grundlógin og stýrisskipanarlógin siga við næstan somu orðum, at viðurskiftini hjá kommunum verða skipað í lóg.

Í stýrisskipanarlógini eru viðurskiftini hjá kommunum sett í ein kapittul fyri seg:

"Kommunurnar
§ 56.
Rættur kommunanna at skipa egin viðurskifti undir eftirliti landsstýrisins verður ásettur í løgtingslóg, m.a. í hvønn mun kommunur og millumkommunufelagsskapir kunnu skuldbindast við láni, borgan o.ø.m."

Tað eru tann fyrri liðurin, sum serliga hevur áhuga. Rættur kommunanna. Stýrisskipanarlógin sigur okkum, at tað lokala samfelagið hevur ein rætt at skipa egin viðurskifti.

Hesin rættur kann útinnast undir eftirliti frá landsstýrinum og eftir nærri ásetingum í løgtingslóg. Men hesin rættur er eingin rættur, um hann verður stikaður inni í ein tronga. Fáa kommunurnar so stutt boð, at tær ikki fáa røkt sínar skyldur mótvegis borgarunum, ikki skipað egin viðurskifti á ein skilagóðan og miðvísan hátt, er brot framt á stýrisskipanarlógina.

Danska orðingin er: "§ 82. Kommunernes ret til under statens tilsyn selvstændigt at styre deres anliggender ordnes ved lov." Stýrisskipanarálitið sigur bara, at sama skal galda í Føroyum sum niðri.

Í donskum rætti verður hildið, at landið kann avmarka, men ikki taka av kommunala sjálvræðið. Men tá nú landsstýrið fremur alskyns broytingar í tí veruliga valdsbýtinum millum land og kommunur, mugu vit spyrja, um ikki løgmaður og landsstýrið gera seg inn á stýrisskipanarlógina.

Tí við at seta mark fyri kommunalum íløgum – uttan nakra skilagóða frágreiðing um, hvussu komið er fram til upphæddina – við at áleggja kommunum uppgávur uttan samstundis at lata kommunurnar fáa samsvarandi størri part av skattainntøkunum, við at broyta kommunlógina eftir útlendskari fyrimynd, við at broyta kommunuvallóg, eftir at uppstillingin er gjørd, við at taka av skúlanevndirnar í óðum verkum – við øllum hesum og øðrum við sýgur landsstýrið allan merg úr kommunala sjálvstýrinum.

Samstundis verður sagt í Europeiska sáttmálanum um lokalt sjálvstýrið, at eitt nøktandi og nærleikakent demokrati: "forudsætter eksistensen af lokale myndigheder, der har demokratisk valgte besluttende organer og en udstrakt grad af selvbestemmelse med hensyn til deres opgaver, de måder, på hvilke opgaverne varetages, og de midler, der er nødvendige for deres udførelse."

Vit síggja tíverri, at okkara kommunur missa bæði sjálvræði og neyðugar miðlar.

Á løgtingsfundi 3. oktober 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á tingfundi 31. oktober 2000 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Til spurning 1

Viðvíkjandi spurninginum um, hvat mark løgmaður heldur, at grundlógin og stýrisskipanarlógin seta fyri uppílegging frá landsins síðu í viðurskiftini hjá kommunum, skal viðmerkjast:

Løgfrøðiliga grundarlagið er § 82 í grundlógini og § 56 í stýrisskipanarlógini. Sambært hesum greinum hava kommunurnar rætt til sjávstøðugt at stýra ella skipa egin viðurskifti.

Viðvíkjandi grundlógarinnar og stýrisskipanarlógarinnar marki fyri uppílegging frá landsins síðu í viðurskifti kommunanna skal fyrst viðmerkjast, at hvørgin av nevndu greinunum setir serliga greitt mark fyri hesum.

Sambært fyrireikingunum og orðaljóðinum í § 56 í stýrisskipanarlógini, er ásetingin ein endurtøka av § 82 í grundlógini. Tulkingin av grundlógargreinini verður tískil avgerandi fyri, hvussu hesar ásetingar um kommunalt sjálvræði skulu skiljast í roynd og veru.

§ 82 í grundlógini (og sostatt eisini § 56 í stýrisskipanarlógini) um kommunala sjálvræðið hevur vanliga ikki havt stóran rættarligan áhuga. Hóast ásetingin mangan verður viðgjørd politiskt, tá tosað verður um viðurskiftini millum land og kommunur, er hon sjáldan nýtt í brúki. Breið semja er eisini millum teoretikararnar um, at § 82 í grundlógini meira er ein yvirlýsing, sum hevur avmarkaðan týdning sum rættarligt mark í mun til lóggávuvaldið.

Tað ber sostatt ikki til at siga neyvt, hvar løgfrøðiliga markið fyri uppílegging gongur. Orsøkin til hetta er m.a., at ásetingin sum nevnt er breitt orðað, og lóggávuvaldið hevur av somu orsøk rættiliga stórt rásarúm í sambandi við ítøkilig reguleringstiltøk. Í teoriini verður tað summastaðni enntá tikið soleiðis til, at hóast ásetingin í § 82 ikki beinleiðis er uttan rættarligan týdning, er tað trupult at hugsa sær lóggávutiltøk, sum kundu verið sett til síðis, vísandi til ásetingina. 

Greitt er tó, at kommunurnar sambært grundlóg og stýrisskipanarlóg altíð skulu hava eitt ávíst minstamark av sjálvræði, og lóggávuvaldið noyðist tí eisini at lata ávíst virksemi við ítøkiligum týdningi, upp í hendurnar á kommununum.

Av forsøguni til ásetingina í grundlógini fylgir, at tað, sum verður lagt til kommunurnar at stýra, altíð skal verða stýrt í einum demokratiskum stýriformi, sum skal verða valdur eftir reglunum í kommunuvallógini og stýrdur eftir reglunum í kommunulógini.

Tey viðurskifti, sum sambært grundlógini verða løgd til kommunurnar at stýra, eru ikki bara viðvíkjandi teim vanligu - upprunaligu - felags viðurskiftunum í kommununi, men eisini aðrar ítøkiligar uppgávur, sum sambært lóggávuni eru lagdar til kommunurnar at taka sær av.

Í kommunala sjálvræðinum liggur sostatt ikki bara ein rættur til at stýra ávísum egnum viðurskiftum, men eisini ein skylda til at taka sær av ávísum øðrum uppgávum, sum verða latnar kommunum upp í hendi at umsita. Í tann mun, uppgávan er løgd út til kommunurnar, verða tað tí einstøku – av borgarunum valdu – kommunustýrini, sum innan karmarnar í lóggávuni koma at gera ítøkiligu tillagingarnar av lógarendamálinum og hava ábyrgdina av lokalu almennu uppgávunum.

Tað er tí í fullum samsvari bæði við grundlóg og stýrisskipanarlóg, tá tað við lóggávuni verða ásettir karmar fyri kommunalum uppgávum. Løgfrøðiliga kunnu karmarnar fyri kommunalum sjálvræði ikki sigast at vera ov trongir. Politiskt er ætlanin at víðka karmarnar fyri tí kommunala sjálvræðinum.

Til spurning 2

Viðvíkandi Evropeiska sáttmálanum um lokalt sjálvræði skal fyri tað fyrsta viðmerkjast, at tá hesin varð settur í gildi í Danmark í 1988, sbr. bekendtgørelse nr. 104 af 2. september 1988 af europæisk konvention af 15. oktober 1985 om lokalt selvstyre, var sambært artikli 18 tikið sonevnt territorialt fyrivarni viðvíkjand Føroyum og Grønlandi soleiðis, at sáttmálin hvørki er galdandi fyri Føroyar ella Grønland.

Víðari skal tó viðmerkjast, at tá Danmark tók undir við Evropeiska sáttmálanum um lokalt sjálvræði, stóðust eingir trupulleikar av hesum.

Tá danska kommunala sjálvræðið lýkur tær treytir, sum eru settar í Evropeiska sáttmálanum um lokalt sjálvræði, má niðurstøðan, grundað á tað, ið er ført fram undir sp.1, vera, at føroyska kommunala sjálræðið eisini lýkur treytirnar.

Til viðmerkingar spyrjarans

Í viðmerkingunum verður sagt: "Men tá nú landsstýrið fremur alskyns broytingar í tí veruliga valdsbýtinum millum land og kommunur, mugu vit spyrja, um ikki løgmaður og landsstýrið gera seg inn á stýrisskipanarlógina"

Grundtankin aftan fyri nýggju kommunustýrislógina er, at kommunurnar skulu sleppa at stýra egnum viðurskiftum innan fyri lógarinnar karmar uttan góðkenningar av øllum handaslagi frá landinum. Nýggja kommunustýrislógin er fyrsta stig á leiðini at geva kommunala sjálvræðinum meiri innihald.

Nú nýggja kommunustýrislógin er samtykt, verður farið undir arbeiðið, við at fáa eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur. Í hesum døgum verður settur ein arbeiðsbólkur, sum við støði í kommunuálitinum skal staðfesta og raðfesta øll økir í øllum aðalstýrum, har ynskiligt er við einum greiðari býti millum land og kommunur.

Tað verður galdandi fyri hetta arbeiðið, eins væl og onnur arbeiði av hesum slag, at umboð fyri kommunurnar luttaka í tí fyrireikandi arbeiðinum.

Víðari verður sagt í viðmerkingunum:

Tí:

  1. við at seta mark fyri kommunalum íløgum – uttan nakra skilagóða frágreiðing um, hvussu komið er fram til upphæddina
  2. við at áleggja kommunum uppgávur uttan samstundis at lata kommunurnar fáa samsvarandi størri part av skattainntøkunum
  3. við at broyta kommunulógina eftir útlendskari fyrimynd
  4. við at broyta kommunuvallóg, eftir at uppstillingin er gjørd
  5. við at taka av skúlanevndirnar í óðum verkum
  6. við øllum hesum og øðrum við sýgur landsstýrið allan merg úr kommunala sjálvstýrinum.

Ad 1:
Íløgukarmurin er ein háttur hjá tí almenna at stýra øllum tí føroyska búskapinum. Hetta verður gjørt á ikki-lógreguleraðum grundarlagi. At íløgukarmurin verður funnin á slíkum grundarlagi er av praktiskum orsøkum, men hetta ger ikki skipanina ósambæriliga við hvørki grundlóg ella stýrisskipanarlóg. Karmurin kundi eins væl verið ásettur við lóg, men hetta hevði verið ein meira stirvin skipan, sum hevði verið truplari bæði at tillagað, broytt og dagført.

Íløgukarmurin er ásettur við støði í eini meting av, hvat er ráðiligt landsbúðskaparliga. Karmurin er síðani býttur millum land og kommunur, og kommununnar partur er eftir samráðingum við kommunurnar býttur millum kommunurnar eftir fólkatalinum.

Ad 2:
Broytingarnar í uppgávubýtinum millum land og kommunur eru framdar á barnaansingarøkinum. Tað er rætt, at ongar broytingar eru viðvíkjandi býtinum av skattainntøkunum í hesum sambandi, men samstundis sum barnaansingin varð løgd út til kommunurnar, varð lógin um býtið av almannaútreiðslum avtikin. Í tí framhaldandi arbeiðinum við uppgávubýtinum er ætlanin, at kommununnar partur av skattainntøkunum verður tillagaður, alt eftir hvørjar uppgávur verða lagdar út til kommunurnar.

Ad 3:
Bæði galdandi kommunulóg og kommunustýrislógin, ið kemur í gildi á nýggjárinum, eru gjørdar við íblástri frá okkara grannalondum.

At lógir líkjast útlendskum lógum ella hava útlendska lóggávu sum fyrimynd er hvørki nakað nýtt ella løgið.

Taka vit t.d. Norðurlond, eru flestu lóggávuøkini rættiliga lík hvørjum øðrum, og mangan eru tey nærum eins. Fleiri fyrimunir kunnu nevnast í hesum sambandi, m.a. verður samarbeiðið yvir landamørk, bæði privat og alment, lættari, tá lógirnar í viðkomandi londum líkjast ella kanska eru eins.

At kommunustýrislógin er broytt eftir útlendskari fyrimynd er tí eingin loyna, og hetta eru tað somuleiðis fleiri góðar orsøkir til.

Fyrst av øllum er galdandi kommunulóg tilevnað við útlendskari lóggávu sum fyrimynd. Hetta merkir samstundis, at kommunalrætturin í Føroyum, sum vit kenna hann í dag, frá fyrstantíð hevur havt útlendska lóggávu sum fyrimynd.

Nýggja kommunustýrislógin varðveitir, sum viðmerkingarnar til lógaruppskotið eisini gera vart við, meginreglurnar og grundleggjandi bygnaðin í galdandi lóggávu um kommunustýri, hóast nógvar smærri broytingar og dagføringar eru í hesum sambandi. Tað er heilt náttúrligt at hyggja at, hvussu somu lógirnar í grannalondunum eru dagførdar, og kunnu vit tí í ávísan mun læra av teirra royndum.

Broytingarnar í kommunustýrislógini hava tó ikki einans útlendska fyrimynd. Upprunaliga uppskotið er tilevnað av serligu kommununevndini. Løgmansskrivstovan hevur síðani sent uppskotið til nýggja kommunustýrislóg, sum í størsta mun tekur útgangsstøði í uppskotinum hjá kommununevndini, til hoyringar, áðrenn endaliga uppskotið varð lagt fyri tingið tíðliga í ár.

Í hesum sambandi hava verið ríkir møguleikar at koma við ítøkiligum viðmerkingum og uppskotum til broyting av uppskotinum, og endaliga úrslitið er tí eisini nakað, sum flestu viðkomandi partar hava havt beinleiðis ávirkan á.

Ad 4:
Broytingarnar í kommunuvallógini kundu verið framdar fyrr á árinum. Men hóast hetta hevði verið praktiskt, standast eingir løgfrøðiligir trupulleikar mótvegis kommunala sjálvræðinum av hesum.

Broytingarnar í kommunuvallógini nema t.d. hvørki við reglurnar um valrætt og valbæri, nær ein er valdur, samansetingina av kommunustýrunum ella valskeiðið. Hinvegin er einans talan um nakrar smávegis dagføringar, ið eru av praktiskum slag og ætlaðar at gera lógina greiðari og lættari at umsita.

Broytingarnar taka eingi rættindi frá valevnum, teimum, ið verða vald ella teimum, sum skulu velja. Tvørturímóti verða reglurnar um rættindini hjá valevnum og teimum, ið verða vald, í ávísum føri víðkað og gjørd greiðari.

Ad 5:
Tað, at politiskt valdu skúlanevndirnar eru tiknar av, er ein avleiðing av, at løgtingið á sumri 1997 samtykti nýggja lóg um fólkaskúlan. § 67, stk. 8 ásetur, at hesar nevndir halda á fram til 1. januar 2001.

Ad 6:
Viðvíkjandi sjálvari kommunustýrislógini og kommunuvallógini er at viðmerkja, at hesar eru at meta sum yvirordnaðir karmar, har kommunala "stýrisskipanin" verður regulerað. Har verður m.a. veitt trygd fyri, at kommunustýrini eru lokal, hava lokalt mandat frá veljarunum, verða vald, stýrd og taka avgerðir á demokratiskan hátt eins og eftirlit er við, at tey halda lóggávuna í landinum.

Hóast sjálv kjarnan í kommunala sjálvræðinum - nevniliga tann kollegiala avgerðarmannagongdin og sjálvstøðugi álíkningar- og játtanarmyndugleikin, verður regulerað í kommunulógini, er talan heldur um at áseta og tryggja ávísar grundleggjandi mannagongdir í sambandi við, at einstøku kommunurnar og kommunustýrislimirnir hava heimild til og ábyrgd av at stýra egnu viðurskiftum sínum, heldur enn beinleiðis at áseta, í hvønn mun kommunurnar hava sjálvræði ella hvørja stødd, hetta sjálvræði møguliga hevur.

Tær uppgávur, sum kommunur kunnu og/ella skulu átaka sær, eru flest allar at finna í serligum lógum og óskrivaðum reglum. Materiella innihaldið í kommunala sjálvræðinum kann tí eisini sigast at vera fylt út ella allýst við hesum lógum og óskrivaðu reglum, hóast tað ikki beinleiðis kann verða mátað og vigað.

Tað ber tí ikki til at siga, at m.a. broytingarnar í kommunulógini og kommunuvallógini kunnu metast at gera inntriv í tí í grundlógini og stýrisskipanarlógini tryggjaða kommunala sjálvræðinum. Sjálvt endamálið við hesum tiltøkum er júst at bøta um verandi karmar og harvið møguleikarnar hjá kommununum at hava ávirkan og stýra egnum viðurskiftum, og á henda hátt at styrkja um tað kommunala sjálvræðið, sum er tryggjað bæði í grundlógini og stýrisskipanarlógini.

Málið avgreitt.