Fyrispurningur um avgjald á trygdarútgerð

100-21 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi avgjaldi á trygdarútgerð

Orðaskifti

Ár 2000, týsdagin 3. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

    1. Hevur landsstýrið nakra ítøkiliga ætlan um at taka av meirvirðisgjaldi á trygdarútgerð ?
    2. Hevur landsstýrið nakra ítøkiliga ætlan um at virka fyri, at gatt-tollur ikki verður kravdur av trygdarútgerð?

 

Viðmerkingar:

Hesi seinnu árini hava ymiskar royndir verið gjørdar fyri at bøta um trygdina hjá føroyingum, bæði á sjógvi og á landi. Nevnast kann sum dømi, at tað í dag verður kravt, at ferðandi í bili skulu sita bundin í trygdarbelti, og eisini kann verða víst til lógina um bjargingarútgerð á opnum bátum og á førum undir 20 tons, sum kom í gildi í 1992. Í 1999 kom í gildi kunngerð um bjargingarútgerð á kappróðrarbátum, og eisini kunnu vit staðfesta, at ymisk trygdarútgerð, sum eingin visti um fyri bara fáum árum síðani, er í dag ein náttúrligur partur av okkara gerandisdegi.

Eingin ivi er um, at trygdarútgerð hevur avmarkað avleiðingarnar av skaðatilburðum, og eisini hevur hon bjargað mongum mannalívum her á landi.

Trupulleikin fyri brúkaran er tó, at trygdarútgerðin er í mongum førum sera kostnaðarmikil. Sum dømi um hetta kann nevnast, at ein bjargingarvestur av tí slagnum, sum nýttur verður av kappróðrarfólki, kostar í dag umleið 800 krónur, men roknað verður við, at hann í komandi ári fer at kosta uml. 1.300 krónur. Av hesum eru umleið 30% meirvirðisgjald og gatt-tollur.

Tað kappróðrarfelagið, sum í ár hevði flestu bátsmanningarnar, hevði tvey 5-mannafør, tvey 6-mannafør, tvey 8-mannafør og eitt 10-mannafar. Hetta merkir, at felagið skuldi hava 57 bjargingarvestar, sum í ár kostaðu 45.600 krónur tilsamans, men sum næsta ár fara at kosta 74.100 krónur tilsamans. 30% av hesum svara til 22.230 krónur, sum landskassin fær í sín part. Umframt hetta, verður kravt, at hvør kappróðrarbátur skal hava kumpass, pøs/eyskar radarreflektor og floytu/blásilúður.

Fyri vanligar smábátar, ið verða nýttir til útróður ella at fara á flot við, eru krøvini um trygdarútgerðina munandi strangari. Eisini her er talan um eina kostnaðarmikla útreiðslu, harav landskassin fær stóran part.

Tað er vanligt í Føroyum at síggja børn í ongum bjargingarvesti standa einsamøll á keiini ella í einum báti og fiska. Eingin ivi er um, at ein bjargingarvestur her hevði økt munandi um trygdina hjá hesum børnum. Men spurningurin er, um foreldur at fleiri børnum hava ráð at keypa bjargingarvestar, sum hvør kostar umleið 400 krónur? Eisini her fær landskassin 25% í meirvirðisgjaldi, og 6,3% í gatt tolli, um vøran hevur sín uppruna uttan fyri ES. Er talan um ES-vøru, er eingin tollur, men meirvirðisgjaldið er tó framvegis 25%.

Meginreglan eigur at vera, at landsins myndugleikar skulu stuðla borgarunum í at nýta trygdarútgerð. Innkeypsprísin og vinningin hjá forhandlarunum kunnu vit frá politiskari síðu ikki gera so nógv við, men tað kann ikki vera rætt, at landskassin skal vinna stórar upphæddir, tá fólkið roynir at liva trygt og at halda landsins lógir. Tí hevði tað verið hóskandi, um meirvirðisgjald og tollur ikki vórðu løgd á hesa útgerð.

Á tingfundi 6. oktober 2000 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 24. november 2000 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Nógv verður gjørt og myndugleikarnir seta fleiri og strangari lógarkrøv fyri at bøta og menna um trygdina hjá fólki í dagligdegnum. Hetta er fyrst og fremst fyri at fyribyrgja álvarsligum vanlukkum, men eisini fyri at minka um avleiðingarnar av vanlukkum. Nógv trygdarútgerð er tí vorðin ein nattúrligur partur av gerandisdegi okkara, uttan at vit geva okkum far ella í nógvum førum yvirhøvur vita um hesa trygdarútgerð.

Bilídnaðurin er eitt gott dømi í hesum sambandi. Tað eru nógv ár síðan allir bilar vórðu útgjørdir við trygdarbelti og tað gjørdist lógarkrav, at øll ferðandi í bili skulu sita íbundin trygdarbelti. Nógv gransking er innan trygd í bilídnaðinum, og serstakliga hesi seinastu 10 árini er nógv framkomin tøknilig trygdarútgerð komin í bilarnar. Nevnast kann t.d. blokeringsfríar bremsur, trygdarbjølgar og mangt annað, sum vit ikki geva okkum far um. Vit kunnu fegnast um, at øll henda framkomna tøkniliga tygdarútgerðin er standardútgerð í nýggjum bilum í dag. Tað er tí ikki møguligt at keypa nýggjan bil uttan trygdarútgerðina.

Hugtakið trygdarútgerð er annars rættiliga umfatandi, og tað kann í nógvum førum vera trupult at avgera, nær talan er um trygdarútgerð. Fyri 1993 var innflutningsgjaldi á trygdarútgerð 33%. Í nøkrum førum vórðu eisini eykainnflutningsgjøld løgd omaná hesi 33%, t.d. tá talan var um eykaútgerð til bilar. Í 1993 varð innflutningsgjaldið avloyst av mvg-lóggávuni og nú skal bert mvg rindast av trygdarútgerð, eins og flest øllum øðrum innflutningi. Um vøran hevur sín uppruna í einum landi uttanfyri ES, skal GATT-tollur eisini rindast. Mvg-gjaldið er 25% og GATT-tollurin á trygdarútgerð er 6,3%. Avgjaldið á trygdarútgerð er tí minkað eftir 1993. Tað skal eisini viðmerkjast, at trygdarútgerð til fiskiskip er undantikin mvg.

Í viðmerkingunum til spurningin verður sagt, at tað í mongum førum er ein trupulleiki fyri brúkaran, at trygdarútgerð er so kostnaðarmikil. Nevnt verður dømi um bjargingarvestar til kappróðrarfólk, sum í dag kosta umleið 800 kr., men næsta ár fara at kosta umleið 1.300 kr. Talan er um eitt ávíst slag av bjargingarvestum, sum framleiðari í Svøríki framleiðir. Frá føroyska forhandlaranum er upplýst, at hesin svenski framleiðarin av bjargingarvestum setir prísin munandi upp komandi ár, soleiðis at prísurin fer úr umleið 800 kr. upp í umleið 1.300 kr. Forhandlarin upplýsir eisini, at tað finnast aðrir framleiðarir, ið selja líknandi bjargingarvestar væl bíligari. Kappróðrarfeløgini hava tí møguleika at útvega sær bíligari bjargingarvestar av øðrum merki. Tað er ikki vanligt, at avgjaldslóggávan verður tillagað ávísum framleiðara. Eisini skal viðmerkjast, at kappróðrarfeløgini ikki skifta allar bjargingarvestarnar út á hvørjum ári.

Í viðmerkingunum til spurgningin verður eisini nevnt, at tað er vanligt í Føroyum at síggja børn í ongum bjargingarvesti standa einsamøll á keiini ella í einum báti og fiska. Prísurin á einum bjargingarvesti til børn liggur um 300-400 kr. Meirvirðisgjaldið er tí í mesta lagi 80 kr. av einum slíkum bjargingarvesti. Meirvirðisgjaldið er ikki orsøkin til, at hesi børn ikki nýta bjargingarvest. Tað eru neyvan 80 kr., sum eru avgerandi fyri um foreldur hugsa um trygdina hjá børnum sínum ella ikki.

Samanumtikið kann tí ikki sigast, at mvg-lógin ger trygdarútgerð so kostnaðarmikla, at tað heldur fólki aftur í at nýta trygdarútgerð. Royndirnar vísa eisini, at tað er ikki brúkarin, ið fær allan ágóðan um avgjøldini lækka ella verða avtikin. Myndugleikarnir skulu sjálvandi gera sítt til, at fólk nýta trygdarútgerð, men hetta skal fyrst og fremst gerast við lóggávu, sum áleggur fólki at nýta trygdarútgerð.

Tá meirvirðisgjaldslóggávan kom í gildi í 1993 var dentur lagdur á, at lógin skuldi vera so einføld sum til bar, og undantøkini í lógini so fá sum møguligt. Síðan tá eru fleiri undantøk gjørd, og tosað verður javnan um at gera uppaftur fleiri undantøk. Undantøkini skapa oftast umsitingarligar trupulleikar bæði fyri vinnuna og umsitingina. Tann stóri trupulleikin er tó tann, at undantøkini máa støðið undan skipanini, soleiðis at hon ikki longur hongur saman. Ætlanin var ikki, at mvg-lógin skuldi virka sum ein stuðulslóggáva, men hvørt einstakt undantak virkar sum ein óbeinleiðis stuðul. Arbeitt verður tí við at breiðka mvg-grundarlagið, samstundis sum flest onnur punktgjøld verða strikaði. Ongar ætlanir eru tí um, at taka av meirvirðisgjaldið á trygdarútgerð.

Viðvíkjandi GATT-tollinum er politikkurin hjá landsstýrinum tann, at GATT-tollurin verður avtikin so hvørt fríhandilsavtalur verða gjørdar við tey ymisku londini uttanfyri ES.

Málið avgreitt.