Fyrispurningur um berghol til Tjørnuvíkar

100-23 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi bergholi til Tjørnuvíkar

 

Ár 2000, týsdagin 10. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hví er farleiðin til Tjørnuvíkar ikki tikin við í raðfestingina á samferðsluøkinum, sum boðað verður frá í uppskoti landsstýrisins til nýggja løgtingsfíggjarlóg?
  2. Hví er farleiðin til Tjørnuvíkar heldur ikki tikin við í raðfestingina í 10-ára íløguætlanini, sum landsstýrið hevur lagt fyri flokkarnar sum grundarlag fyri eini breiðari semju um eina langtíðaríløguætlan?
  3. Hvørjar kanningar hevur landsstýrismaðurin/landssverkfrøðingurin gjørt av vegasambandinum til Tjørnuvíkar, herundir fyrireikandi kanningar av gerð av bergholi til Tjørnuvíkar
  4. Hvat metir landsstýrismaðurin/landsverkfrøðingurin, at kostnaðurin kann verða av einum bergholi til Tjørnuvíkar, alt eftir hvussu stutt tað kann gerast?
  5. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin/landsverkfrøðingurin um vegasambandið til Tjørnuvíkar?

Viðmerkingar:

Tann 10. februar 1999 settu løgtingsmenninir í Norðstreymoy, Jógvan Durhuus, Jákup Suni Joensen og Hans Pauli Strøm, fyrispurning til táverandi landsstýrismannin um, hví einki varð sagt um Tjørnuvíkarvegin í teirri samferðsluætlanin, sum landsstýrismaðurin tá hevði lagt fram. Og spurt varð, hvørjar ætlanir landsstýrið hevði um Tjørnuvíkarvegin.

Í fyrispurninginum varð víst á, at henda farleiðin er ótrygg og vandamikil. Og sum sagt varð:

"Serliga í brattanum oman til Tjørnuvíkar – ella Líðin, sum staðið verður rópt – er vegurin smalur og brattur. Somuleiðis er ógviliga bratt bæði oman fyri og niðan fyri vegin, so har er hættisligt at koyra allar árstíðir. Tá nógv regn og toybil er, ryður nógv oman á vegin, og í kava og hálku er hetta ein vandaleið hjá størri akførum so sum bussum, ið dag og dagliga koyra við skúlabørnum. Haldórsvíkar bygdarráð hevur ferð eftir ferð gjørt vart við hesar vandar, uttan at nakað munandi er gjørt."

Sum skjal við fyrispurninginum var bræv frá Haldórsvíkar kommunu til tingmenninar í Norðstreymoy, har víst verður á, at tað er átroðkandi neyðugt at nakað munandi verður gjørt við hesa vandamiklu farleiðina, og verður sagt soleiðis: "Haldórsvíkar Kommuna vil við hesum skrivi heita á tykkum um at bera so í bandi, at ein tunnil til Tjørnuvíkar verður settur inn í eina raðfesting , sum møguliga verður gjørd á samferðsluøkinum". Hesum sjónarmiði tóku tingmenn fult undir við, at einasta munandi og varandi loysn á hesum trupulleikanum var, at berghol varð gjørt til Tjørnuvíkar. Og at hetta kundi gerast bæði stutt og bíligt.

Svarið frá landsstýrismanninum tá var, at tann samferðsluætlanin hjá landsstýrinum bara skuldi lýsa høvuðsmyndina, og tískil høvdu "smærri verkætlanir" sum hendan ikki fingið innivist. Men, legði landsstýrismaðurin aftrat: "Seinni samferðsluætlanir ella konkretar kostnað/nyttu kanningar fara at viðgera eisini smærri verkætlanir, og tá kemur vegurin til Tjørnuvíkar ivaleyst eisini á borðið aftur."

Í orðaskiftinum um fyrispurningin legði landsstýrismaðurin tó aftrat, at landsverkfrøðingurin hevði hugt upp á spurningin og metti, at tað vanliga lapparíið upp á vegin bøtir ikki nóg væl, og at tað einasta, sum nóg væl kundi loysa henda trupulleikan, er eitt berghol til Tjørnuvíkar.

Undir viðgerðini av løgtingsfíggjarlógini fyri 2000 í desember 1999 setti ein minniluti í fíggjarnevndini, umboðini fyri Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, fram eitt broytingaruppskot um at játta 400.000 kr. til fyrireiking til tunnilsgerð til Tjørnuvíkar. Hesin minnilutin helt ikki, "at nøkur meining er í framhaldandi bara at bøta um vánaliga vegin til Tjørnuvíkar, og mælir tí til, at játta pening soleiðis, at farast kann undir at fyrireika tunnilsgerð til bygdina."

Samgonguflokkarnir feldu hetta uppskotið, og settu ístaðin fram annað uppskot um at játta somu upphædd, men við øðrum endamáli: "Skal nýtast at gera neyðugar ábøtur o.a. á vegin oman til Tjørnuvíkar". Samgonguumboðini søgdu, at uppskotið hjá minnilutanum var óneyðugt, tí teirra egna uppskot umframt neyðugar ábøtur á vegin eisini miðaði eftir at fáa gjørt tær kanningar, sum kundu verða neyðugar í sambandi við møguliga tunnilsgerð."

Tá samgongumeirilutin feldi uppskotið hjá minnilutanum um at játta pening til fyrireikingar til tunnilsgerð til Tjørnuvíkar, varð uppskotið hjá meirilutanum um at játta líknandi upphædd til "at gera neyðugar ábøtur o.a." einmælt samtykt av tinginum.

Nú hevur landsstýrið so aftur lagt uppskot fram um løgtingsfíggjarlóg fyri 2001. Her eru m.a. settir nógvir pengar av til stórar og víðfevndar útbyggingar av samferðslukervinum. M.a. eru til bara hetta eina fíggjarárið 2001 settar av heilar 62 mió. kr. til landsvegir, berghol og undirsjóvartunnlar. Haruppií eru longu nú 3 mió. kr. settar av til fyrireikandi kanningar av bergholi millum Kambsdal og millum Fjarða og undirsjóvartunnil millum Leirvík og Klaksvík.

Tjørnuvíkarvegurin er ikki tikin uppá tungu. Ikki eitt orð og ikki ein króna til nakrar kanningar ella fyrireikingar til tunnilsgerð til Tjørnuvíkar.

Haraftrat hevur landsstýrið latið gera eitt uppskot til eina 10-ára íløguætlan. Í hesum uppskotið hevur landsstýrið útgreinað niður í allarminstu smálutir, hvørjar íløgur landsstýrið ætlar at fáa í eina langtíðar íløguætlan. Og her eru sanniliga alskyns íløgur tiknar við, eisini á samferðsluøkinum. Men ikki eitt orð og ikki ein króna viðvíkjandi tunnilsgerð til Tjørnuvíkar.

Jú, landsstýrið raðfestir, so tað stendur eftir. Men tá ið landsstýrið heldur seg kunna raðfesta ikki bara 2, men 10 ár fram - tvs. 8 ár út um sítt egna valskeið – so kann tað undra, at millum hesar nógvu hundraðtals milliónirnar kann landsstýrið ikki finna innivist fyri eini so átroðkandi neyðugari og samstundis so avmarkaðari íløgu, sum tunnilsgerð til Tjørnuvíkar.

Tað allar fremsta fyrilitið fyri eini raðfesting av íløgum á samferðslukervinum má vera at tryggja tær farleiðirnar, har vandi er fyri lív og heilsu hjá tí fólki, sum hevur tørv á hesum farleiðum. Farleiðin til Tjørnuvíkar er ein av hesum.

Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.

Á tingfundi 18. oktober 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 15. november 2000 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Til spurning 1 og spurning 2.

Tørvurin á útbyggingum av samferðslukervinum er stórur kring alt landið, tó so, at summi øki eru verri fyri enn onnur. Íløgukarmurin er avmarkaður, og merkir hetta, at um landið fer undir at fremja eina ávísa verkætlan, eru aðrar, ið mugu bíða. Varð arbeitt spakuliga við øllum verkætlanum í senn, hevði hetta ført við sær, at tað hevði tikið nógv longri tíð, áðrenn tær vórðu lidnar, og at arbeiðini gjørdust nógv dýrari enn neyðugt. At raðfesta merkir tí ikki bert at gera metingar um, hvørjar íløgur eru neyðugar, men eisini, hvørjar neyðugar íløgur skulu fremjast fyrst. Við einari skilagóðari raðfesting ber til at tryggja, at verkætlanirnar gerast skjótari lidnar, og at skattaborgarin fær sum mest burturúr teimum pengum, ið nýttir verða til íløgur.

Vegurin til Tjørnuvíkar er sum so mangir aðrir landsvegir her í landinum ótíðarhóskandi í mun til krøvini í nútíðarsamfelagnum, hóast ferðslan á vegnum ikki er tann nógva. Spurningurin um at gera ábøtur á verandi veg ella møguliga gera ein tunnil er í stóran mun ein fíggjarligur spurningur. Ein einbreytaður tunnil hevði sambært fyribils metingum hjá landsverkfrøðingsstovninum kostað uml. 40 mió. kr., og um hendan verkætlanin skal fremjast, er neyðugt at útseta aðrar verkætlanir, ið ætlanin er at fremja, um ikki Løgtingið ger av at játta meira til nýggjar landsvegir, enn hildið verður ráðiligt í uppskotinum til fíggjarløgtingslóg fyri ár 2001.

Orsøkin til, at ein møguligur tunnil til Tjørnuvíkar ikki er við á uppskotinum til tíggju-ára íløguætlan er fyrst og fremst, at tørvurin á samferðsluútbyggingum kring landið er so mikið stórur, at pláss var ikki fyri øllum íløgum í hesum 10-ára skeiðnum. Vísir tað seg, at breið semja er um, at ein slíkur tunnil skal setast á 10-ára íløguætlanina, kann verkætlanin sjálvandi takast við, men hetta fer samstundis at merkja, at aðrar verkætlanir mugu verða tiknar av ætlanini, um ikki íløgukarmurin hækkar.

Sum spyrjarin eisini ger vart við í viðmerkingunum til fyrispurningin, eru 400 tús. kr. avsettar á fíggjarløgtingslógini fyri ár 2000 til ábøtur o.a. á Tjørnuvíkarvegnum, og verður hesin peningur nýttur til at breiðka vegin omanfyri Lundagjógv. Um Løgtingið metir, at ábøturnar á vegin ikki eru nøktandi, og at tunnil eigur at verða gjørdur, kann Løgtingið játta pening til at fremja hesa verkætlan.

Til spurning 3.

Fyrst í 70’unum varð byrjað uppá at breiðka vegin um Enni, og var ætlanin at halda fram við hesum arbeiði oman gjøgnum Líðina. Av tí, at hetta arbeiði var sera kostnaðarmikið, og ikki bøtti stórvegis um høvuðstrupulleikan, varð semja um, at hetta ikki var ein gongd leið, og arbeiðið varð steðgað.

Í 1975 varð hugt eftir møguleikanum fyri einum tunnilssambandi til Tjørnuvíkar, og vórðu tvey uppskot gjørd. Annað var ein tunnil á uml. 2950 m millum Víkanes og Tjørnuvík, og hitt ein tunnil á uml. 2150 m millum Marmanskallará og Tjørnuvík.

Síðani 1975 eru smærri ábøtur gjørdar á verandi vegastrekki. M.a. varð vegurin um Lundagjógv rættaður upp og brúgvin útbygd í 1990, og bøtti hetta nakað um umstøðurnar hjá eitt nú bussleiðini, serliga í hálku.

Sum nevnt omanfyri verða 400 tús. kr. í ár nýttar til at breiðka vegin oman fyri Lundagjógv, og er arbeiðið farið í gongd. Hetta bøtir væl um sýnið í Líðini, men ikki um trupulleikan við gróti, sum ríður oman.

Í ár er so aftur hugt eftir møguleikanum fyri einum tunnilssambandi til Tjørnuvíkar. Landsverkfrøðingsstovnurin hevur gjørt eitt nýtt uppskot, sum er ein tunnil á uml. 1450 m millum Fjøruglyvrar og Tjørnuvík.

Til spurning 4.

Út frá teimum fyribilskanningum, sum eru gjørdar av einum møguligum tunli til Tjørnuvíkar, verður mett, at tveir møguleikar eru áhugaverdir, hóast neyðugt verður at kanna uppskotini nærri, um tunnil skal gerast (sí eisini hjálagda skjal).

Uppskot 1:
Tunnil millum Marmanskallará og Tjørnuvík. Longdin er 2150 metrar, og hallið umleið 10 ‰. Sum einbreytaður tunnil við víkiplássum verður kostnaðurin mettur at verða góðar 40 mió. kr. Í hesum uppskoti er ikki neyðugt við vegagerð ella ábótum á verandi veg í sambandi við tunnilin.

Uppskot 2:
Tunnil millum Fjøruglyvrar og Tjørnuvík. Longdin er 1450 metrar, og hallið uml. 60 ‰. Sum einbreytaður tunnil við víkiplássum verður kostnaðurin mettur at verða uml. 28 mió. kr. fyri sjálvan tunnilin, og uml. 9 mió kr. fyri umbygging av vegnum millum Marmanskallará og Fjøruglyvrar. Samlaði kostnaðurin er uml. 37 mió. kr.

Til spurning 5.

Sum nevnt omanfyri er spurningurin um at gera ein tunnil í stóran mun ein spurningur um fígging. Um valt verður at gera ein tunnil, eru aðrar verkætlanir, ið mugu bíða, um ikki íløgukarmurin verður hækkaður. Um Løgtingið ynskir at játta neyðuga peningin til tunnil, verður mælt til at velja uppskot 1, ið er tunnil millum Marmanskallará og Tjørnuvík. Neyðugt verður tó at gera jarðfrøðiligar kanningar, áðrenn endalig støða verður tikin.

 Hjálagt skjal: kort yvir Tjørnuvíkarvegin og møguligir tunlar (ikki teldutøkt)

Málið avgreitt.