Fyrispurningur um trygging av arbeiðsumhvørvi umborð á skipum

100-24 Fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, viðvíkjandi trygging av arbeiðsumhvørvinum umborð á skipum

A. Orðaskifti

Ár 2000, mikudagin 18. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at tryggja, at tað verða sett krøv til arbeiðsumhvørvið umborð á skipum á sama hátt sum á landi?
  2. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at tryggja eftirlitið við arbeiðsumhvørvinum umborð á skipum?
  3. Er ætlanin møguliga at lata hesa uppgávu verða undir eftirliti av Arbeiðseftirlitinum, eins og tað er á landi?

Viðmerkingar:
Við nýggju løgtingslógini nr. 70 frá 11.mai 2000 um arbeiðsumhvørvi, fingu vit umsíðir eina tíðarhóskandi lóg, sum skal tryggja arbeiðsviðurskiftini á øllum arbeiðsplássum á landi, privatum eins og almennum.

Í endamálsorðingini í § 1 í arbeiðsumhvørvislógini verður sagt, at
"Endamálið við lógini er at

  1. virka fyri einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi, sum altíð er í samljóð við teknisku og sosialu gongdina í samfelagnum,
  2. skapa grundarlag fyri, at virkini sjálvi kunnu loysa sínar trygdar- og heilsuspurningar eftir vegleiðing og í samstarvi við feløgini á arbeiðsmarknaðinum og við vegleiðing og undir eftirliti av Arbeiðseftirlitinum."

Men í somu lóg verður gjørt greitt, at hon fevnir ikki um arbeiðsviðurskiftini hjá fiskimonnum og øðrum sjómonnum umborð á føroyskum skipum. Tað sama er galdandi fyri Arbeiðseftirlitið.

Tá tað snýr seg um arbeiðsumhvørvi og arbeiðsviðurskifti yvirhøvur hjá sjómonnum, eru bara nakrar fáar ásetingar í Sjómannalógini og Lov om skibes sikkerhed galdandi. Henda seinna lógin er donsk ríkislóg, tí enn er tann parturin av sjóvinnumálum, ið snýr seg um trygd á sjónum, ikki yvirtikin.

Galdandi lóggáva um arbeiðsviðurskiftini hjá sjómonnum er í høvuðsheitum:
Løgtingslóg nr. 4 frá 1988 um sjómenn (seinast broytt við Ll.nr 62 frá 1998):
§ 52 og § 53, stk. 4, ið er nakrar fáar almennar reglur um verju móti vanlukkum og heilsuskaðum umborð, og § 55 um hvíld v.m., og
Lov nr. 98 frá 12.3. 1980 om skibes sikkerhed m.v. frá 1980:
§ 2, stk 3, um innrætting av arbeiðsøki og tilhaldsrúmum umborð,
§ 5, stk 1, um at vinnumálaráðharrin kann áseta nærri reglur um arbeiðsumhvørvi umborð,
§§ 24 og 25 um skyldur hjá skipara og yvirmonnum at tryggja, at arbeiðið umborð verður gjørt á tryggan hátt.

Men hesar ásetingar eru bara nakrar ógvuliga fáar alment og stuttorðaðar reglur um, hvør hevur skyldu at tryggja hesi viðurskifti og hava eftirlit við, at tey eru í lagi. Burtursæð frá nevndu § 55 um hvíld v.m, er onga aðrastaðni nærri tilskilað um arbeiðsumhvørvisviðurskiftini umborð.

Nú landsstýrið fyrireikar yvirtøku av skipaeftirlitinum, so øll sjóvinnumál verða føroyskt málsøki, kann tí spurningurin setast um ætlanirnar viðvíkjandi tí partinum, sum snýr seg um arbeiðsumhvørvisviðurskiftini umborð.

Í tí uppskoti til nýggja føroyska lóg um trygd á sjónum, sum er at lesa í nýútkomnu frágreiðingini frá Fiskimálastýrinum um yvirtøku av skipaeftirlitinum, eru tó heldur ikki aðrar nærri ásetingar um arbeiðsumhvørvi hjá sjómonnum enn júst somu orðingar sum í gomlu ríkislógini "om skibes sikkerhed".

Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á tingfundi 15. november 2000 svaraði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

  1. Lógarøkið er tøkt í dag í danskari lóggávu. Framyvir ætlar landsstýrismaðurin at tryggja arbeiðsumhvørvið um borð á skipum við atlitið at málinum um yvirtøku av skipaeftirlitinum.
  2. Eftirlitið verður í dag framt av skipaeftirlitinum, og landsstýrismaðurin fer framyvir at styrkja tann føroyska partin við atliti at ætlaðu nýggju lóggávuni.
  3. Ætlanin er ikki at leggja eftirlitið til Arbeiðseftirlitið, tí hetta er ein uppgáva hjá Skipaeftirlitinum. Tað er eingin fyrimunur at blanda fleiri eftirlitsstovnar í arbeiðið um tryggleikan um borð. Trygd og arbeiðsumhvørvi eiga ikki at skiljast sundur.

Viðmerkingar:

Sambært lóg um skipatryggleikan "Lov om skibets sikkerhed" dagførd 18. juni 1993 hevur Skipaeftirlitið eftirlit við:

  1. Mest loyvda larmi
  2. Mest loyvdum ristingum
  3. Mest loyvdum skaðiligum gassmongdum
  4. At manningarrúm eru rein, ljós og nosslig
  5. At luftskiftið er sambært ásettu skipan
  6. Kunngerðini um trygdararbeiði um borð á skipum.

Framstig eru gjørd innan arbeiðsumhvørvið umborð og er her at taka fram t.d. rulludoyvitangarnar, ið eru komnir um borð á tey flestu føroysku fiskiskipini í dag. Eisini eru slingrikjølar settir á tey smærru skipini og útróðrabátarnar.

Við broytingunum í lógini frá 1993 vórðu arbeiðsumhvørvisreglurnar innførdar um borð á skipum. Aftan fyri hetta vóru reglur frá ES um arbeiðsviðurskifti á skipum og tillagingar til donsk krøv. Hesin parturin setti krøv til umsiting og eftirlit eisini á fiskiskipum. Veljast skal arbeiðsumhvørvisráð umboðandi reiðarar og fiskimenn. Hesin parturin av lógini varð ikki settur í gildi fyri Føroyar, men kann til ein hvørja tíð verða settur í gildi. Reglurnar hava verið til hoyringar í føroyska vinnulívinum, men tað er ikki enn tikin avgerð um at nýta somu reglur í Føroyum sum í Danmark.

Í álitinum um trygd á sjónum, sum er lagt fyri Løgtingið, er uppskot um løgtingslóg um trygd á sjónum, sum í høvuðsheitinum er ein heimildarlóg. Kapittul 2 í uppskotinum fevnir m.a. um heimildirnar at seta reglur í verk innan arbeiðsumhvørvi um borð á skipum. Í viðmerkingunum til álitið á síðu 103 og síðu 107-109 verða hesi viðurskifti útgreinað.

Við at samanbera arbeiðsumhvørvi á landi við tað, sum er galdandi um borð á skipum, so íresta krøv um, hvussu sjómenn handfara vandamiklan løg á ein óskaðiligan hátt, og hvussu arbeiðsumstøðurnar ávirka kroppin á minst skaðiligan hátt.

Trygd er partur av arbeiðsumhvørvinum eins og arbeiðsumhvørvi er partur av trygdini umborð. Trygd og arbeiðsumhvørvi eiga ikki at skiljast sundur.

Við yvirtøkuni av skipaeftirlitinum verður alt málsøkið trygd á sjónum hjá føroysku myndugleikunum, og í hesum verður trygd og arbeiðsumhvørvið á sjónum í framtíðini skipað.

Málið avgreitt.