Fyrispurningur um frí- og eftirskúlar

100-25 Fyrispurningur til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann,
viðvíkjandi frí- og eftirskúlum

Orðaskifti

Ár 2000, fríggjadagin 20. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Álvi Kirke, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Er ætlanin at geva møguleika til frí- og eftirskúlar?
  2. Nær kann væntast, at farið verður undir fyrireikingar til frí- og eftirskúlar?

Viðmerkingar:

Orsøkin til fyrispurningin er, at í samgonguskjalinum stendur, at "møguleiki skal vera fyri frí- og eftirskúlum", og at hóast meginparturin av valskeiðinum er farið afturum, havi eg einki hoyrt til nakrar fyrireikingar.

Á tingfundi 24. oktober 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 28. november 2000 svaraði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

SVAR:

Ad. 1. Álit og uppskot um lóg um frískúlar er latið landsstýrismanninum tíðliga á vári 2000. Løgtingslóg um eftirskúlar er samtykt av Føroya Løgtingi og lýst 17. mai 2000 at koma í gildi 1. august 2000.

Landsstýrismaðurin skal góðkenna ein eftirskúla, áðrenn farast kann undir undirvísingina. Arbeiðsbólkur hevur boðað landsstýrismanninum frá, at hann fyrireikar málið um ein eftirskúla, og at umsókn um ein slíkan verður send landsstýrismanninum í november 2000.

Ad. 2. Í fyrisitingarligum høpi eru fyrireikingarnar til frí- og eftirskúlar lidnar. Spurningurin um fyrireiking av eftirskúlum má metast at vera svaraður undir fyrra spurninginum.

Regluverkið um frískúlar er fyrireikað, men tann politiska viðgerðin í samgonguni um frískúlar er ikki liðug. So skjótt, hon er liðug, verður støða tikin til, um uppskot um løgtingslóg um frískúlar verður løgd fyri Føroya Løgting.

Málið avgreitt.