Fyrispurningur um aliloyvi á Sands vág

100-26 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi aliloyvi á Sands vág

A. Orðaskifti

Ár 2000, týsdagin 24. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Eyðun Viderø, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Er møguleiki fyri, at landsstýrismaðurin gongur umsóknini um aliloyvi á Sands vág á møti?
  2. Um so er, nær verður loyvið givið?
  3. Um ikki, kann Løgtingið so fáa nágreiniligar grundgevingar fyri støðutakanini?

Viðmerkingar
Ávís fyritøka í Sandoynni hevur søkt landsstýrið um aliloyvi á Sands vág, men hevur landsstýrið óbeinleiðis givið noktandi svar.

Í nevnda svari verður víst á, at Vinnumálastýrið saman við Landsverkfrøðinginum arbeiðir við at tekna upp verandi aliøki av nýggjum, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan við støði í hesum uppmátingum skal gera kemiskar oig biologiskar kanningar, og í hesum sambandi fáa til vega burðardygdina á økjunum.

Víst verður á, at Vinnumálastýrið, grundað á møguligan umhvørvisvanda, er sinnað at halda aftur í vøkstrinum av framleiðsluni av alifiski í Føroyum.

Soimuleiðis verður víst á Lívfiskastøðina í Skopun, at umhugsað hevur verið ikki at loyva aðrari aling í Sandoynni.

Sum kunnugt hevur alivinnan stóran vinnuligan týdning í Føroyum. Vanliga fiskivinnan og virksemi á flakavirkjunum eru sera óstøðug, tí hesi til eina og hvørja tíð eru treytað av fiskatilfeingi, veðri v.m., og tí er inntøkan á landi rættiliga óstøðug.

Tá talan er um inntøku av alivinnuni, so er øðrvísi, her er møguligt at leggja framleiðslu og arbeiðsgongd neyvt tilrættis, og er inntøkan og arbeiðsgongdin rættiliga støðug.

Høvuðsvinnuliga innatøkan í Sandoynni kemur frá fiskivinnuni, og tí er hetta mál sera viðkomandi. Í løtuni eru tvey flakavirki virkin í samarbeiði um ráfiskin, ið kemur til Sandoynna, og samstudis er nýtt virki sett í gongd við høvuðsmáli at fáa meiri góðskað virði burtur úr rávøruni. Her er talan um ymiskar rættir til tann kræsna marknaðin, og í hesum samabandi høvdu verið upplagdir møguleikar at meirviðgjørt úrdráttir úr síli og laksi. Hetta hevði eisini styrkt vinnumøguleikarnar í Sandoynni.

Tá víst verður til dálkingarvandan í samabandi við Lívfiskastøðina, so er kunnugt, at støðin hevur beinleiðis samband við aliringar hjá sama í Hesti, eins og aliringar eru í havnini við Gomlurætt. Millum Skopun og hesi støð er regluligt ferðasamband, so tað er ilt at skilja, at støðin verður útsett fyri serligum smittuvanda av aliringum á Sands vág.

Tað er stórt spell, at stóru møguleikarnir innan alivinnunan skulu verða forðaðir í Sandoynni, tí ein lívfiskastøð er løgd í oynni, tí sum kunnugt er tað rættiliga avmarkað, hvat henda støð kastar av sær í umsetningi og lønum í oynni. Skal talan harafturímóti verða um, at Sandoyggin skal gerast miðdepil fyri lívfisk, so eiga nógv meiri víðfevnandi útbygggingar at verða gjørdar, og harvið hevði oyggin so fingið sín part av inntøkuni av alivinnuni.

Løgtingsmenninir fyri Sandoynna hava bæði saman og hvør sær fleriri ferðir havt samband við skiftandi landsstýrismenn við fyrispurningi um hetta loyvið, men hvørja ferð er svarað, at endaligar kanningar og tilmæli ikki eru greið enn fyri at kunna geva endaligt svar.

Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum.

Á tingfundi 25. oktober 2000 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 23. november svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar: 

Spurningarnir verða svaraðir í einum:

Farnu árini er tøkan/framleiðslan av aldum laksi (og sílum) økt munandi – frá um 17.000 tonsum í 1996 til 39.000 tons í 1999. Í 2000 verður tøkan um 36.000 tons. Henda minking í mun til í fjør er orsakað av einum lutfalsliga minni biomassa enn upprunaliga ætlað, grundað á, at høgi prísurin, sum hevur verið - serliga fyrra partin av hesum árinum - hevur havt við sær, at alifiskurin er tikin skjótari enn vanligt (er ikki sloppin at vaksa upp til ta vanligu sláturvektina). Framskrivingarnar frá vinnuni til 2004 vísa annars eina samlaða framleiðslu upp á um 100.000 tons.

Henda sera positiva gongd í alivinnuni tryggjar samfelagnum samsvarandi munandi vøkstur í útflutningsvirðinum, og er alivinnan tí um at gerast størsta inntøkukelda okkara.

Vandi er tó í hvørjari vælferð. Alivinnan bindur í dag um 500 mió. kr., og halda framskrivingarnar hjá alivinnuni, so verða helst yvir 1.000 mió. kr. bundnar í vinnuni 2004. Við atliti at sjúku og øðrum møguligum trupulleikum í vinnuni, ger henda likviditetsbinding alivinnuna sera viðkvæma, eins og støðan fyri samfelagsbúskapin kann gerast sera ivasom, verður vinnan rakt av álvarsligum bakkøstum.

Vøksturin í útflutningsnøgdini er í verandi alibrúkum, t.v.s. at framskrivingin hevur ikki støði í, at fleiri aliloyvi verða givin. Framskrivingin tekur heldur ikki til fulnar fyrilit fyri møguligari umhvørvisforðing. Tað er tó nógv, ið bendir á, at skal ætlaði vøksturin náast, so er neyðugt at fara longri frá landi við alingini.

Í sambandi við umsóknina um aliloyvi á Sands vág hevur Vinnumálastýrið fyrr m.a. boðað frá, at umhugsað hevur verið ikki at loyva aðrari aling á Sandoynni, enn aling, sum hevur við lívfiskavirksemi at gera.

Í fyrispurninginum verður víst á, at støðin hevur beinleiðis samband við aliringar í Hesti, eins og aliringar eru í havnini við Gomlurætt, og at tað er regluligt ferðasamband millum hesi støð.

Landsstýrismaðurin metir tað var óheppið, at aliloyvi í sínari tíð varð givið við Gomlurætt, og at tað loyvið ikki eigur at vera vegleiðandi fyri veitan av øðrum aliloyvum. Fjarstøðan millum Gomlurætt og Skopun er umleið 9 km.

Alingin í Hesti er ein reservi (trygd) hjá Lívfiskastøðini í Skopun, soleiðis at skilja, at um eitt óhapp skuldi hent í Skopun, og fiskurin fór fyri skeyti har, so er lívfiskur tøkur av somu kynbótafamiljum, sum svimja í Lívfiskastøðini í Skopun. Talan er annars ikki um vanliga aliframleiðslu úti í Hesti – har svimja í løtuni umleið 15.000 laksar og umleið tað sama av sílum, og harvið eru nøgdirnar munandi minni enn framleiðsan á øðrum vanligum alistøðum. Laksurin er, sum nevnt, trygd í kynbótararbeiðinum, meðan Hestur er einasti møguleiki, felagið hevur til aling av lívsílum. Hetta verður ikki mett sum ein varandi loysn, men henda loysn er vald vegna vantandi betri loysn, sæð í stutttíðarhøpi. Ein endalig loysn á hesum trupulleika er helst at byggja aðra lívfiskastøð.

Higartil hevur fatanin verið, at Sandoyggin eigur at verða løgd burturav til aling av lívfiski, og at vanlig aliloyvi eiga ikki at verða latin har. Eisini hevur verið ført fram, at tað helst átti at verið ein lívfiskastøð afturat støðini í Skopun, tí um illa vil til, og sjúka ella skaði hendir í Skopun, kann í ringasta føri fleiri ára kynbótaarbeiði fara fyri skeyti til stóran skaða fyri føroysku alivinnuna.

Lívfiskastøðin er kjarnin undir allari aling í Føroyum. Týdningurin av virkseminum á støðini má tí undir ongum umstøðum undirmetast. Sum eisini áður nevnt, var frástøðan frá aðrari aling ein av orsøkunum til, at Sandoyggin varð vald til aling av lívfiski. Spurningurin er so, hvussu alingin av lívfiski í Føroyum verður skipað á skilabesta hátt, og soleiðis at hon í størst møguligan mun kann verða føroysku alivinnuni at gagni. Skal ein alternativ lívfiskastøð byggjast, er Sandoyggin eitt av teimum fáu støðunum í Føroyum, har onnur aling ikki er tætt við, samstundis sum oyggin er lætt atkomulig.

Leggjast kann afturat, at orðað er tilmæli frá Aliráðleggingarnevndini1 um fyrisitingarligt uppbýti av aliøkjum á sjónum, har m.a. verður mælt til, at aliloyvi verða umsitin á ein slíkan hátt, at minsta fjarstøða millum tvey aliloyvi verður 5 km, hetta fyri at gera møguleikan fyri sjúkuspjaðing minni og fyri so vítt gjørligt at kunna byrgja fyri, at møgulig smitta og sjúka annars spjaðist gjøgnum sjógv. Har talan er um loyvir til aling av lívfiski, verður mælt til, at minsta fjarstøða til næsta alibrúk er 10 km.

Viðvíkjandi Sandoynni mælir Aliráðleggingarnevndin til, at oyggin verður løgd burturav til aling av lívfiski. Hetta inniber samstundis, at nevndin mælir frá, at nakað vanligt aliloyvi verður útskrivað á Sandoynni og innan tær frástøður, nevndar eru omanfyri.

Viðmerkjast kann eisini, at nýggja heilsufrøðiliga avtalan við ES kemur at hava við sær krøv um, at Føroyar verða býttar upp í sjúkuøki (sonur). Tað er ikki greitt enn, hvussu hetta uppbýtið verður, men mangt bendir á, at økið kring Sandoynna verður ásett sum eitt sjúkuøki. Verður aling loyvd t.d. á Sands vág, og sjúka, sum frálíður, verður staðfest í økinum (t.d. ILA), verður hetta eitt álvarsligt bakkast fyri Lívfiskastøðina og harvið alla alivinnuna, tí lítil ivi er um, at í slíkari støðu verður Sandoyggin og økið har um vegir lýst sum eitt sjúkuøki.

Annað, sum hevur týdning, tá støða verður tikin til møgulig nýggj aliloyvi, eru møguleikarnir fyri skiftisøkjum. Við atliti at komandi uppbýtinum av ali- og sjúkuøkjum má støðan viðvíkjandi skiftisøkjunum eisini verða greidd. Møguleikarnir fyri at kunna skifta í millum øki koma nevniliga at vera avgerandi fyri, hvørt møguleikar verða fyri einari skynsamari stýring av umhvørvis- og smittuárinum frá alingini, hetta fyri at lættast kann um dálkingar- og smittutrýst av framleiðsluni í millum hvørja útseting/árgang. Í hesum sambandi er tað eisini ein avgjørd fortreyt, at so fá loyvi sum gjørligt eru í hvørjum øki.

Onnur viðurskifti, sum eisini hava týdning í sambandi við viðgerð av einum møguligum aliloyvi á Sands vág, er flutningurin av alifiski, sum má væntast at verða førdur um Skopunar havn, ið er flutningsvegurin til meginlandið. Her má eisini greiða fáast á, um fjarstøðan landvegis eisini hevur týdning, tá møgulig avgerð verður tikin um at lýsa økið sum sjúkuøki.

Við positivu menningini í alivinnuni í huga, er tað sannlíkt, at støða í næstum verður tikin til, at bygd verður nýggj lívfiskastøð. Sum nevnt, er Sandoyggin og leiðirnar har um vegir fyribils sett av til hetta endamálið. Tað er trupult við vissu at siga, nær henda bygging verður framd, og um tað verður tað almenna ella vinnan sjálv, sum fer at taka stig til byggingina. Tó er mangt, sum bendir á, at støða skal takast til spurningin í næstum.

Atlit at omanfyrinevndu viðurskiftum tala tí fyri, at ikki verður lopið framav í spurninginum um nýggj aliloyvi, og er landsstýrismaðurin tí av teirri fatan, at størsta varsemi eigur at verða víst í sambandi við veitan av nýggjum aliloyvum sum heild.

Samanumtikið metir landsstýrismaðurin tí, at grundarlag enn ikki er fyri endaligari støðutakan til umsóknina um aliloyvi á Sands vág. Væntandi kann endalig støða takast til spurningin um aliloyvi á Sands vág miðskeiðis í komandi ári.

Landsstýrismaðurin stuðlar sjónarmiðunum hjá spyrjaranum í ynski hansara um størri vinnuligt alivirksemi í Sandoynni. Tí verður henda sjálvsagda støða spyrjarans tikin við, tá ið endalig støða kann takast til møguligt aliloyvi á Sands vág.

1 Aliráðleggingarnevndin: Símun Joensen, form. – Signar Heinesen – Bjørn Harlou – Jákup Pauli Joensen – Høgni Jacobsen – Ari Johanneson, skrivari

Málið avgreitt.