Fyrispurningur um Fossábrúnna í Vestmanna

100-27 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi Fossábrúnni í Vestmanna

Orðaskifti

Ár 2000, týsdagin 24. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jógvan Durhuus, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

Nær metir landsstýrismaðurin, at brúgvin um Fossá í Vestmanna verður breiðkað, og gongubreyt verður gjørd fram við landsvegnum - frá brúnni inn til gongubreytina niðan fyri matr.nr. 255a ?

Viðmerkingar:
Sum landsstýrismanninum og teimum, sum ferðast til Vestmanna kunnugt, so er Fossábrúgvin (bygd síðst í trátiárnum) sera smøl og long, og tá eingin gongubreyt er fram við, so er hon sera vandamikil hjá fólki, sum skulu til gongu eftir brúnni. Nógv ferðsla er eftir brúnni, tá stórsti parturin av teimum, sum skulu til og frá Vestmanna koyra henda vegin. Øll tann tunga ferðslan til og frá virkjum, lastvognar, stórir trailarar, tangabilar og bussar koyra eftir Fossábrúnni fleiri ferðir um dagin, og ikki er óvanligt at síggja fólk noyðast at skora seg upp móti rekkverkinum, tá akfør koyra eftir brúnni, tí akfør steðga vanliga ikki, um fólk er á brúnni.

At brúgvin um Fossá er partur av landsveganetinum, hevur Vestmanna Bygdarráð víst á í áheitan um sama mál í brævi til Vinnumálastýrið 24. mars 1999, sum staðfestir soljóðandi:

Við heimild í § 1, stk. 3, í løgtingslóg nr. 51 frá 25. juni 1972 um landsvegir hevur Føroya Landsstýri við kunngerð nr. 122 frá 20. juni 1997 kunngjørt landsvegaskrá. Sambært § 1, stk. 1, í hesi skrá er landsvegur frá rundkoyringini í Kollafjarðadali til Fossá í Vestmanna, og sambært § 1, stk. 2, hoyrir brúgvin við til landsvegin, um landsvegurin endar við á, gil ella gjógv.

Sostatt er eingin ivi um, at brúgvin um Fossá í Vestmanna er partur av landsveganetinum, og er tað tí mín vón, at tað av svari landsstýrisins fer at síggjast, at landsstýrið kennir sína ábyrgd og setir trygdina í fremstu røð.

Á tingfundi 25. oktober 2000 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 18. januar svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Sum spyrjarin vísir á, so er Fossábrúgvin bygd í tríatiárunum, og tí neyvan ætlað ferðslu ¾ øld seinni. Í uppskotinum til fíggjarløgtingslóg fyri 2001 er tó eingin peningur settur av til at breiðka ella at gera aðrar ábøtur á brúnna. Um Løgtingið metir, at nevnda verkætlan skal fremjast, kann Løgtingið tó gera av at játta neyðuga peningin.

Verður neyðugur peningur játtaður, mælir Landsverkfrøðingsstovnurin til, at gongubreyt verður gjørd við síðuna av brúnni í ovara borði, og at gongubreytin heldur fram omanfyri vegin frá brúnni og inn til gongubreytina niðanfyri matr. nr. 255a. Eisini eigur vegstokkur ella onnur verja at verða sett upp ímillum vegbreyt og gongubreyt, soleiðis at tey, sum ganga um brúnna, eru og kenna seg trygg. Av tí, at talan er um eina gamla, vakra bogabrúgv, laðað úr gróti, verður dentur lagdur á, at sjálv brúgvin í mest møguligan mun eigur at verða varðveitt í verandi líki, hóast umstøðurnar hjá fólkum til gongu eiga at verða betraðar við nevndu gongubreyt. Samlaði kostnaðurin fyri hesa verkætlan er leysliga mettur at verða 1,2 mió. kr., og fer arbeiðið helst at taka okkurt um ½ ár at gera.

Spurt verður eisini um, nær brúgvin verður breiðkað. Undir verandi umstøðum, við einum rættiliga smalum kommunalum vegi við víkiplássum, er brúgvin ikki beinleiðis ein fløskuhálsur fyri ferðsluna á hesum vegastrekki, og ætlanin er tí ikki, sum er, at breiðka brúnna. Um kommunan tekur avgerð um at breiðka vegin inni í bygdini, eigur spurningurin um eina møguliga breiðkan av brúnni tó at verða viðgjørdur av nýggjum.

Málið avgreitt.