Fyrispurningur um vegsnaringina į Oyrareingjum

100-31 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstżrismann, višvķkjandi vegsnaringini į Oyrareingjum

Oršaskifti

Įr 2000, tżsdagin 31. oktober, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Jįkup Suna Joensen, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur

  1. Nęr byrjar arbeišiš at gera nżggju vegsnaringina į Oyrareingjum?
  2. Hvat ętlar landsstżrismašurin viš teimum uml. 800 metrunum av landsvegi frį snaringini yvir į Signabų?

Višmerkingar:

Ķ višmerkingunum til fķggjarlóg fyri 2000, undir § 6 į sķšu 153, stendur, at 400.000 kr. eru settar av til nżggja vegsnaring į Oyrareingjum. Meginparturin av upphęddini er til keyp av lendi.

Į komandi fķggjarlóg er skotiš upp at seta 1,5 mió.kr. av til sjįlvt arbeišiš at gera svingiš.

Higartil eru bara steyrar settir nišur. Men nś er so langt lišiš śt į įriš, at um arbeišiš ikki fer ķ gongd įšrenn įrslok, skulu śtvegir finnast fyri nżggjari jįttan eitt seinni fķggjarįr.

Tķ vóni eg, at landsstżrismašurin kann vįtta, at tęr 400.000 kr., sum eru settar av ķ įr, verša nżttar, so skjųtil veršur settur į hetta arbeišiš.

Um vegin śt į Signabų er at siga, at har hava fleiri feršsluóhapp veriš enn į nųkrum ųšrum vegastrekki av lķknandi longd. Hann liggur oman fyri eitt ķdnašarųki og ber tķskil tunga feršslu. Vķst veršur eisini til ta vaksandi vinnuliga virksemiš į Signabų, bilverkstašur, fleiri lastbilavirki, timburvirki, bóndagaršur, handil, bįtahylur og vaksandi fólka- og barnatal.

Tķ trokar į at fįa henda landsveg breiškašan og gjųrdan tryggari til fólk og bilar.

Heitt veršur į landsstżrismannin at fįa hetta vegarbeišiš gjųrt lišugt sum eina heild frį nżggju snaringini į Oyrareingjum og heilt yvir į Signabų.

Į tingfundi 2. november 2000 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 29. november 2000 svaraši Bjarni Djurholm, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

Svar:

Til spurning 1 og spurning 2:

Arbeišiš at gera vegsnaringina į Oyrareingjum veršur bošiš śt ķ almennum śtboši. Bošini skulu vera innkomin ķ seinasta lagi 10. desember 2000, og kann arbeišiš vęntandi byrja ķ seinnu hįlvu ķ desember mįnaši.

Įheitan er komin frį Tórshavnar kommunu um at fįa ein veg gjųrdan śr tunnilsvegnum yvir į Signabų. Vķst veršur į fleiri fyrimunir ķ įheitanini. Įšrenn stųša kann verša tikin, er neyšugt at greiša ymiskar spurningar, m.a. spurningin um verandi landsveg yvir į Signabų.