Fyrispurningur um mvg av ávísum veitingum til pensjónistar

100-32 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi mvg av ávísum veitingum til pensjónistar

Orðaskifti

Ár 2000, hósdagin 2. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Tekur landsstýrismaðurin undir við, at pensjónistar sleppa undan at gjalda MVG av sjónvarpsgjaldinum, útvarpsgjaldinum, olju og el-orku?
  2. Hvussu nógv rinda føroyskir pensjónistar í MVG av sjónvarpsgjaldinum, útvarpsgjaldinum,
  3. olju og el-orku?

  4. Kann landsstýrismaðurin vátta, at tað er umsitingarliga einfalt at gera hesar neyðugu útreiðslur hjá pensjónistum MVG-fríar?
  5.  

    Viðmerkingar:

    Føroyskir pensjónistar hava ikki ov nógv at liva av. Tann sera avmarkaða pensjón, teir fáa frá landinum, røkkur ikki langt.

    Tað er at "føje spot til skade", at landið samstundis tekur pensjónina innaftur í gjøgnum skattin.

    Fyri pensjónistin er tað tað sama, um skatturin eitur inntøkuskattur, ella hann eitur meirviðisgjald, ella okkurt heilt triðja.

    Føroyskir pensjónistar vóru ungir í teimum tíðum, tá nærum eingin hevði ráð til nakran lestur, og fá fingu nakra formliga útbúgving. Hóast tað, bygdu tey hetta land, virkaðu og rindaðu sín skatt.

    Umstøðurnar tá loyvdu ikki privatari pensjónsuppsparing. Yngru ættarliðini í dag hava fyri stóran part lut í eini pensjónsskipan, sum fer at gera teimum lívið lættari, tá aldurin kemur.

    Men fyri tey eldru í dag eru inntøkurnar sera smáar. Hóast tað, vilja okkara pensjónistar fegnir gjalda fyri seg, gjalda útvarp, sjónvarp, olju og el.

    Men tá MVG verður lagt á hesi gjøld – tá gerst húsarhaldið ov tungt.

    Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eigur at greiða tinginum og Føroya fólki frá, hvussu nógv vanligir pensjónistar lata landinum í MVG fyri útvarp, sjónvarp, olju og el. Bæði hvussu nógv stakir pensjónistar og giftir pensjónistar lata, bæði fólk í egnum húsum og leiguíbúðum.

    MVG’ið tykist lætt at taka av á hesum vørum og tænastum. Talan er bara um at leggja eina kodu inn í telduskipanina, so vøran til tann pensjóneraða kundan verður skrásett sum "ikki MVG skyldug". Hetta er nakað, allar telduskipanir klára.

    Til ber at nýta sama framferðarhátt, sum tá talan er um busskort. Eitt einfalt prógv fyri, at viðkomandi er pensjónistur, so verður ein annar prísur kravdur av sær sjálvum.

    Við einum metstórum yvirskoti í landskassanum eiga vit at lata ein skattalætta, sum merkist hjá teimum, sum mest tørva.

    At lætta um hjá teimum eldru á henda hátt er ikki meir enn sømiligt.

    Á tingfundi 10. november 2000 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

    Á tingfundi 5. desember 2000 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Til spurningin, um eg taki undir við, at pensjónistar sleppa undan at gjalda MVG av sjónvarpsgjaldinum, útvarpsgjaldinum, olju og el-orku, kann eg í stuttum svara, at eg í prinsippinum ikki taki undir við, at tey peningaliga veikastu í samfelagnum verða órímiliga hart rakt av skatti og avgjøldum. Hetta skal havast í huga, tá skatta-, avgjalds og almannalóggávan verður løgd til rættis, men eg taki ikki undir við, at penjónistar sleppa undan at gjalda MVG av nevndu útreiðslum.

Fyri at lætta um hjá pensjónistum verður stuðul veittur á fíggjarlógini, ið er ætlaður sum ískoyti til olju, sjónvarps- og útvarpsgjald hjá pensjónistum. Stuðulin verður veittur av játtanini á høvuðskonto "Viðbót til ávísar pensjónistar". Hetta er ein lógarbundin játtan, og allir pensjónistar hava rætt til henda stuðul sambært teimum treytum, sum eru nevndir í viðmerkingunum til kontoina. Á fíggjarlógaruppskotinum 2001 er viðbótarupphæddin 3.387,00 kr. um árið. Í løtuni er viðbótarupphæddin sostatt nakða hægri enn mettu MVG-útreiðlsurnar til sjónvarpsgjald, útvarpsgjald og olju.

Tað eru serliga høgu oljuprísirnir, sum tyngja nógv um húsarhaldið hjá pensjónistum í løtuni. Hetta eri eg greiður yvir, og eg ætli mær eisini at taka stig til, at nakað verður gjørt við henda trupulleika.

Tá uppskotið um avtøku av brennioljugjaldinum varð viðgjørt í tinginum herfyri, nevndi eg millum annað, at brennioljugjaldið er ein umhvørvisskattur og ein avtøka av gjaldinum ikki eggjar fólki til at brúka minni olju til gagns fyri umhvørvið. Eg nevndi eisini, at um útreiðslurnar til olju gerast órímiliga stórar hjá pensjónistum, so skal hetta loysast við almannalóggávuni, men hetta er ikki mítt málsøki. Eg má nú ásanna, at oljuprísirnir hava verið støðugt vaksandi, og eingi útlit eru fyri, at prísirnir fara at lækka stórvegis í bræði. Eg fara tí sjálvur at taka stig til at lætta um hjá pensjónistum og venda mær til landsstýrismannin í almanna og heilsumálum, Helenu Dam á Neystabø, og biðja hana endurskoða játtanina á kontoini "Viðbót til ávísar pensjónistar", soleiðis at pensjónistar fáa eina hægri viðbót, nú oljuprísirnir eru so høgir. Tað skal í hesum sambandi viðmerkjast, at tað ikki eru avgjøldini, men hækkandi prísir á heimsmarknaðinum, sum eru orsøkin til, at prísirnir eru hækkaðir so nógv. Brennioljugjaldið er lægri nú enn tað var í bæði 1998 og 1999.

Føroyskir pensjónistar rinda 25% í MVG av sjónvarpsgjaldinum, útvarpsgjaldinum, olju og el-orku. Árliga sjónvarpsgjaldið er 1.500,00 kr., og árliga útvarpsgjaldið er somuleiðis 1.500,00 kr. Sambært fíggjarætlanunum, ið peningastovnarnir gera fyri kundar sínar, í sambandi við fíggjarkonto, eru árligu miðal útreiðslurnar til olju 12.000,00 kr. og til el-orku 7.000,00 kr. fyri hvørt húski. Árligu miðal útreiðslurnar til olju og el-orku hjá pensjónistum eru helst nakað lægri, men um miðaltølini hjá peningastovnunum verða nýtt, so rinda pensjónistar (1.500,00+1.500,00+12.000,00+7.000,00) x 20% = 4.400,00 kr. árliga í MVG av sjónvarpsgjaldinum, útvarpsagjaldinum, olju og el-orku.

Til spurningin um eg kann vátta, at tað er umsitingarliga einfalt at gera sjónvarps-, útvarps-, olju- og el-orkuútreiðslurnar hjá pensjónistum MVG-fríar, er svari, at tað er tað ikki. Annars havi eg fylgjandi viðmerkingar til spurningin.

Myndugleikarnir hava álagt virkjum, sum eru skrásett sambært MVG-lógini, at krevja meirviðisgjald av vinnuligari sølu av vørum, tænastum og innflutningi til landskassan. MVG- skrásett virki krevja tí meirvirðisgjaldið inn fyri landskassan, og er hetta tí ein tænasta, sum vinnan ger fyri landskassan.

Áðrenn MVG-lógin kom í gildi 1. januar 1993 var vinnan samd um, at lógin skuldi vera so einføld sum tilbar, við so fáum undantøkum som møguligt. Síðan tá eru fleiri undantøk komin í MVG-lógina og vinnan hevur stundum gramt seg um, at lógin er vorðin truplari at umsita, so hvørt fleiri undantøk eru komin í lógina.

Í prinsippinum eri eg tí ímóti, at fleiri undantøk koma í MVG-lógina. Eg vil tí heldur mæla til, at hesar útreiðslur hjá pensjónistunum gerast lættari við at hækka játtanina á kontioini "Viðbót til ávísar pensjónistar". Á henda hátt fáa vit eisini eitt betri yvirlit yvir hvussu tyngjandi høgu oljuprísirnir eru vorðnir hjá pensjónistunum, og viðbótin verður sostatt eisini rættvísari.

Hetta er eisini í tráð við stevnumiðið um bruttofisering av útreiðslum og inntøkum landskassans. Við hesum verður stuðulin veittur beinleiðis gjøgnum almannalóggávuna, ístaðin fyri óbeinleiðis gjøgnum MVG-lógina.

Samanumtikið eigur hetta at hjálpa meira um hjá pensjónistunum, enn at sleppa teimum undan at gjalda MVG av sjónvarpsgjaldinum, útvarpsgjaldinum, olju og el-orku.

Málið avgreitt.