Fyrispurningur um almannaveitingar

100-33 Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, viðvíkjandi ymiskum almannaveitingum

Orðaskifti

Ár 2000, fríggjadagin 10. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvussu nógv hava greinarnar 8 til 13 í kunngerð um persónliga viðbót sambært lóg um almannapensjónir kostað higartil í ár, og hvussu nógv verða hesar mettar at kosta fyri alt árið?
  2. Hvussu stórur er samlaði kostnaðurin higartil í ár av teimum persónligu viðbótunum, ið sambært landsstýrismanninum ikki eru heimilaðar í lóg, og hvussu nógv metir landsstýrismaðurin, at kostnaðurin verður fyri alt árið?
  3. Hvørjar eru hesar skipanir, ið ikki eru heimilaðar í lóg, ið sipað verður til í tilmælinum frá 21.januar 2000, og eru hesar skipanir endurskoðar, sum fráboðað í tilmælinum?
  4. Hvussu nógv hevur kunngerðin um hjálparráð kostað higartil í ár, og hvussu nógv metir landsstýrismaðurin, at kostnaðurin verður fyri alt árið?
  5. Ger Almannastovan tørvsmetingar, tá søkt verður um stuðul til hjálparráð? Er svarið noktandi ynskist svar uppá, hví hetta ikki verður gjørt?
  6. Sum fylgja av tíðindaskrivi um almannapensjónir og broytingar í skattinum fingu ávísir fyritíðarpensjónistar, frá 1. mai í ár og frameftir, størri part av pensjónini útgoldnan skattafrítt. Hava hesir fingið eftirgjald fyri tíðarskeiðið januar - apríl í ár? Um ikki, nær kunnu teir so vænta eftirgjaldið og frá hvørjum?
  7. Kann landsstýrismaðurin geva dømir um, hvussu hesin frádráttur verður umsitin, t.v.s nær ein fyritíðarpensjónistur fær fullan frádrátt, og nær frádrátturin fellur burtur orsakað av inntøku? Somuleiðis ynskjast dømi um, hvat giftir, stakir, hægstu- og miðal fyritíðarpensjónistar, ið hava so mikið av inntøku, at hesir ikki fáa henda frádrátt, hava eftir aftaná skatt, sæð í mun til fyritíðarpensjónistar, ið hava inntøku, ið liggur beint undir markinum fyri, at frádrátturin verður skerdur?

Viðmerkingar

Fyri at viðmerkingarnar skulu vera so greiðar sum gjørligt, eru hesar settar til einstøku spurningarnar hvør sær.

Viðmerking til 1. spurning
Spyrjarin er áhugaður í at fáa at vita og heldur tað eisini hava almennan áhuga, hvussu nógv serligu persónligu viðbøturnar, ið veittar verða eftir greinunum 8 til 13 í kunngerð um persónliga viðbót sambært lóg um almannapensjónir, hava kostað higartil í ár, og eisini hvat mett verður, at kostnaðurin verður fyri alt árið.

Spurningurin snýr seg um viðurskifti, ið eru vorðin viðgjørd bæði í Løgtinginum, í landsstýrismálanevndini og alment síðan einaferð í vár. Sjálvur eri eg ikki í iva um, at landsstýrismaðurin við greinunum 8 til 13 í kunngerðini hevur álagt Almannastovuni at umsita greinina um persónliga viðbót í lógini um almannapensjónir ólógliga, við tað at bara pensjónistar, ið hava serliga trupul kor í mun til aðrar pensjónistar, eiga at verða fevndir av hesi grein. Somuleiðis er tað ein treyt, at ein tørvsmeting eigur at verða gjørd í hvørjum einstøkum føri, áðrenn støða skal takast til, um persónlig viðbót skal veitast. Tað hevur altíð verið, og eigur eisini enn at vera ein heilt nattúrlig treyt, at móttakari av persónligari viðbót ikki er førur fyri at bera útreiðsluna sjálvur. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið um almannapensjónir, ið bleiv samtykt í Løgtinginum á vári í fjør, boðaði landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum frá, at hesar mannagongdir fóru at verða fylgdar. Ongar av hesum treytum eru loknar í dag, tá støða verður tikin til at veita persónliga viðbót eftir greinunum 8 til 13 í kunngerðini um persónliga viðbót.

Viðmerking til 2. og 3. spurning
Undir viðgerð av løgtingsmáli í heyst boðaði løgmaður frá á tingsins røðarapalli, at hann hevði tilfarð, ið landsstýrismálanevndin ikki hevði, sum hann metti var relevant fyri viðgerðina av "pensiónsmálinum".

Hetta tilfarið, snýr seg um 2 nærum identisk tilmæli, annað er dagfest tann 14. januar í ár og hitt tann 21. januar í ár. Í tilmælinum til landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum frá 21.januar, ið landsstýrismaðurin sjálvur hevur skrivað undir saman við ovastu embætisfólkum sínum, sigur landsstýrismaðurin, at Almannastovan í longri tíð hevur útgoldið persónligar viðbøtur, ið eingin beinleiðis lógarheimild hevur verið fyri.. Hóast hetta, so sigur landsstýrismaðurin eisini í tilmælinum, at hesar ólógligu, persónligu viðbøtur skulu halda áfram at verða veittar í ár 2000, til øll tey, ið fingu tær áðrenn 1. januar 2000. Viðbøturnar verða veittar eftir grein 14, stk 2, í kunngerð um persónliga viðbót sambært lóg um almannapensjónir.

Í tilmælinum sigur landsstýrismaðurin eisini at "Av tí, at Almannastovan hevur veitt persónligar viðbøtur til leypandi útreiðslur, uttan at vanligu fíggjarligu treytirnar fyri hesum hava verið uppfyltar, merkir hetta, at onkrir pensjónistar, sum hava fingið hesar veitingar, ikki longur koma at hava rætt til hesar, tá tær einstøku skipanirnar verða endurskoðaðar seinni í hesum árinum". Nú eru vit í november, og kundi tí verið áhugavert at fingið at vita, hvørjar hesar ólógligu skipanir eru. og hvussu tað gongst við endurskoðanini av teimum.

Viðmerking til spurning 5
Tann 25.05.2000 boðaði landsstýrismaðurin í skrivi til landsstýrismálanevndina frá viðvíkjandi spurningi frá nevndini um kunngerðina um hjálparáð, at "Rættast hevði tó verið, at ein konkret meting varð gjørd fyri hvønn einkultan, men av tí at tað vóru kr. 1.870, sum var tann konkreti missurin av lógarbroytingini hjá hvørjum einkultum og orka var ikki til at tørvsmeta hvønn einkultan persón, var mett rættast, í fyrsta umfari, at geva øllum ta fullu upphæddina og hareftir heita á Almannastovuna um at tørvsmeta hvønn einkultan persón." Orsøkin til henda spurning er, at eg ikki meti, at grein 18 í forsorgarlógini heimilar hesi kunngerð, og at eingin heimild yvirhøvur er í grein 18 í forsorgarlógini at veita upphæddir til einstaklingar, uttan at ein tørvur er staðfestur.

Viðmerkingar til spurning 6 og 7
Í vár samtykti Løgtingið broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, ið ásetti ein frádrátt í skattskyldugu inntøkuni hjá giftum og støkum persónum, ið fáa hægstu fyritíðarpensjón, upp á ávikavist kr. 17.900,- og kr.16.700,- í mesta lagi um árið, og hjá giftum og støkum persónum, ið fáa miðal fyritíðarpensjón, upp á ávikavist kr.15.900,- og kr. 16.200,- í mesta lagi um árið. Hesin inntøkufrádráttur verður umsitin soleiðis við vælsignilsi frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, at Almannastovan útgjaldir ein stóran part av pensjónsviðbótini, ið er skattskyldug, skattafrítt. Teir fyritíðarpensjónistar, ið hava so mikið av aðrari inntøku umframt pensjónina, at pensjónsviðbótin fellur burtur, fáa ikki henda frádrátt.

Tað er ófatiligt, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, ið hevur ábyrgd av, at ásetingarnar í lógini um landsskatt og kommunuskatt verða umsitnar lógliga, hevur góðkent, at allir fyritíðarpensjónistar ikki eru líka fyri lógini.

Harumframt er tað sosialpolitiskt heilt burturvið, at teir fyritíðarpensjónistar, ið hava førleika og umstøður at forvinna nakað umframt pensjónina, á henda hátt kanska hava minni eftir aftaná skatt, enn ein fyritíðarpensjónistur, ið ikki forvinnur meira enn, at hann hevur rætt til fulla pensjónsviðbót og fullan frádrátt.

Hesin inntøkufrádráttur, ið sum sagt verður umsitin við, at pensjónsviðbótin, ið er skattskyldug, verður útgoldin partvís uttan um skattalógina, fór at virka við pensjónsútgjaldingunum mánaðarskiftið apríl/mai. Pensjónistar hava ikki fingið ágóðan av hesum frádrátti fyri fyrstu 4 mánaðirnar í ár, og tí hevur tað áhuga at fáa at vita, nær hetta eftirgjaldið verður veitt teimum, ið hava rætt til tað, og hvussu og av hvørjum tað fer at verða útgoldið.

Á tingfundi 14. november 2000 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 18. januar 2001 svaraði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

ad 1.
Tað finst eingin endalig uppgerð av, hvussu nógv tær ymisku greinarnar í kunngerð nr. 8 hava kostað higartil í ár. Um ein uppgerð skuldi verið gjørd av hesum, hevði verið neyðugt at biðið Almannastovuna at gjøgnumgingið flest øll pensjónsmálini. Hetta er ein sera stór og krevjandi uppgáva, sum landsstýrismaðurin ikki fer at áleggja Almannastovuni, sum í løtuni hevur sera trongar karmar at virka undir. Svarið byggir tí á metingar og tær faktisku upplýsingarnar, sum fyriliggja í løtuni. Hetta eru í stóran mun somu tølini, sum latin vóru landsstýrismálanevndini 1. juni í ár.

Kostnaðurin higartil í ár og samlaði kostnaðurin fyri alt ári skuldi verið hin sami, tí seinasta pensjónin fyri 2000 er útgoldin.

§ 8 - sjúkrakassaviðbótin
Hendan var mett at kosta 8,57 mió. kr. Í hvønn mun henda meting fer at halda, veldst um, hvussu nógv talið av pensjónistum er vaksið í ár.

§ 9 - barnaviðbótin
Hendan var mett at kosta uml. 800.000 kr. Talið av barnaviðbótum, sum vóru útgoldnar í apríl var sambært tølum frá Almannastovuni 219; mett var tá, at uml. 85 stavaðu frá kunngerðini. Talið av barnaviðbótum er økt munandi gjøgnum árið, men orsøkin til hetta kann ikki finnast í kunngerðini, tí sambært kunngerðini verður barnaviðbót einans veitt teimum, sum fingu hesa frammanundan, og sum mistu hana orsakað av lógarbroytingini.

§ 10 - skiftisveitingin til grundupphæddina, sbrt. § 7 stk. 2 í ásetingarlógini
Eingin eykakostnaður stendst av hesari greinini, tí hon sigur einans, hvussu § 7, stk. 2 í lógini um áseting og javning av almannaveitingum skal umsitast.

§ 11 & § 12 - skiftisveitingin til viðbótina / hægstu og miðal fyritíðarpensjónistar
Hesar báðar veitingarnar vóru mettar at kosta 2,36 mió. kr., og sambært tølum frá Almannastovuni hava 414 persónar fingið útgoldið skiftisveiting eftir hesum greinum í okt. í ár. Við lutfallinum millum talið av hægstu og miðal fyritíðarpensjónistum sum grundarlag, merkir hetta, at útgoldnar eru slakar 203.000 kr. í okt. og svarar hetta til 2,43 mió. kr. fyri árið. Hetta merkir, at metta útreiðslan fer at liggja rættuliga neyvt veruliga kostnaðinum.

ad 2.
Eingin uppgerð finst av kostnaðinum av teimum veitingum, sum sipað er til í tilmælinum. Arbeitt verður í løtuni við at gera ein nýggjan kontoplan fyri alt pensjónsøki, og tá hesin er komin at virka pr. 1. jan. 2001, verður tað møguligt framyvir at siga greitt, hvat hvør einstøk veiting eftir pensjónslógini kostar, men hetta er ikki gjørligt í dag. Tískil ber heldur ikki til at gera nakra meting av kostnaðinum.

ad 3.
Trupulleikarnir, sum tilmæli vísir til eru serliga barnaviðbótin og tær leypandi persónligu viðbøturnar. Hesar eru oftast veittar til bústaðarútreiðslur ( húsalán / húsaleigu).

Viðv. barnaviðbótini hevur praksis svinga nógv gjøgnum tíðina viðv., hvørjum hendan hevur verið veitt. Onkuntíð hevur hon einans verið veitt einum persónsskara og seinni einans einum øðrum skara, uttan at lógarbroytingar hava verið orsøkin til tess.

Treytin fyri persónligari viðbót er, at pensjónisturin hevur serliga trupul kor ella "særligt vanskelige forhold", sum hetta var nevnt í gomlu lógini. Hesi serliga truplu viðurskifti eru defineraði í vegleiðingum hjá Almannastovuni, m.a. við at ásett eru nøkur inntøkumark fyri, nær viðurskiftini kunnu metast serliga trupul. Inntøkumarkini hava verið nýtt í flestu førum, men t.d. ikki tá talan hevur verið um leypandi viðbøtur til bústaðarútreiðslur. Tá hava ístaðin verið nýttar tørvsmetingar, sum byggja á nettoinntøkuna, eftir at føstu útreiðslurnar eru goldnar. Hetta hevur verið ein trupulleiki, tí skipanin fyri, nær korini eru at meta serliga trupul, harvið hevur verið rættuliga svingandi, alt eftir hvørja veiting talan er um. Við nýggju kunngerðini eru hesi viðurskiftini løgd í eina fasta legu, tí nú eru inntøkutreytirnar ófrávíkiligar, um persónlig viðbót skal veitast.

Tá kunngerðin í § 14 stk. 2 sigur, at játtaðar leypandi persónligar viðbøtur ikki verða ávirkaðar av kunngerðini fyrr enn tær annars vildu verið endurskoðaðar, kemst hetta av, at borgarin hevur fingið játtanina í góðari trúgv, og at hendan tískil hvørki kann ella eigur at vera afturkalla í úrtíð. Talan er um tað sum á løgfrøðimáli verður kallað ein "begunstigende forvaltningsakt" ella ein "fyrisitingarlig avgerð til frama fyri borgaran". Tá veitingarnar so verða endurskoðaðar ( eina ferð um árið ), verður veitingin mett í mun til nýggju treytirnar. Landsstýrismaðurin hevur annars onga orsøk til at halda, at Almannastovan ikki hevur endurskoðað tær leypandi veitingarnar.

ad 4.
Kostnaðurin var mettur at fara at vera 1,91 mió. kr. Tá talan er um ein fastan skara av persónum, sum fáa eina fasta upphædd, eigur samlaða nýtslan at samsvara við metta kostnaðin.

ad 5.
Svarið er nei. Í staðin fyri at halda fram við hesari skipanini, verður arbeitt við at leggja avlamisveitingina innaftur í pensjónslógina. Samstundis verður kunngerðin um hjálparráð avtikin. Av somu orsøk er eingin tørvsmeting gjørd í ár. Víst verður annars til svarið, sum var latið landsstýrismálanevndini viðv. hesum spurningi ( skjal 1).

ad 6.
Spurt verður, um pensjónistarnir hava fingið skattafría eftirgjaldi fyri fyrstu mánaðirnar í ár, tvs. jan. - mars og ikki apríl, sum nevnt í fyrispurninginum.

Svarið er: nei.

Teir einstøku persónarnir verða nú funnir fram í skipanini og verður fráboðan um hetta send Toll & Skatt, soleiðis at skattskylduga inntøkan hjá hesum verður niðurskrivað við umrøddu upphæddini fyri 2000. Hetta merkir, at hesir pensjónistar skuldu fingið ein restskatt útgoldnan í mei-mánaði 2001, um teir annars ikki skylda skatt.

ad 7.
Skipanin virkar soleiðis, at ein partur av viðbótini, sum er ymiskur fyri teir ymisku bólkarnar av pensjónistum, verður útgoldin uttanum skattaskipanina, á sama hátt sum við sjómansskattinum.

Av tí, at viðbótin er inntøkuregulerað merkir hetta, at hesin skattafríi parturin líðandi verður burtur, so hvørt sum inntøkan við síðuna av pensjónini veksur. Tað er hetta, sum liggur í orðingini "í mesta lagi" í lógartekstinum.

Fyri allar hægstu og miðal fyritíðarpensjónistar er tað galdandi, at um teir ikki hava meira inntøku við síðuna av pensjónini enn 44.400, so fáa teir fulla nyttu av skattalættanum. Pensjónin lækkar við 60 % av teirri inntøkuni ( við síðuna av pensjónini ), sum er omanfyri 41.200 kr. árliga. Fyrst hvørvur sjúkrakassaviðbótin, og er hon burtur, tá inntøkan gerst 44.400 kr. Síðani byrjar tann skattafríi parturin av viðbótini at minka, og er hann heilt burtur, tá inntøkan við síðuna av pensjónini gerst:

Spurt verður eisini, hvussu nógv hesir pensjónistar hava eftir aftaná, at skattur er goldin ?

Hetta er ein spurningur, sum AHS ikki er ført fyri at svara, og verður tí heitt á løgtingsmannin um, at seta hendan spurningin til landsstýrismannin í fíggjarmálum. AHS kann svara uppá, hvussu stórur partur av pensjónini verður útgoldin skattafrítt, men ikki hvussu nógv ein pensjónistur hevur eftir aftaná skatt av sjálvari pensjónini

Skjal 1)

b. Viðvíkjandi kunngerð um stuðul til hjálpiráð
Landsstýrismálanevndin biður um upplýsing og nærri frágreiðing um ítøkiliga heimildargrundarlagið fyri kunngerðini um hjálpiráð.

Kunngerðin hevur heimild í § 18, stk. 6 í lóg nr. 56 frá 15. mars 1967 "for Færøerne om offentlig forsorg", jb. lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988 við seinni broytingum.

Sjálv lógarheimildin er í § 18, stk. 5, har m.a. er staðfest : "at personer med invaliditet….. kan der ydes støtte til hjælpemidler, herunder merudgifter til særlige beklædningsgenstande, som: 1) er nødvendige for, at den pågældende kan udøve et erhverv, 2) i væsentlig grad kan afhjælpe pågældendes lidelse 3) i væsentlig grad kan lette den daglige tilværelse i hjemmet".

Víst verður eisini til kæruavgerð hjá kærunevndini í almannamálaum ( avgerð nr. 1060-432 ), har hon staðfestir at: " at hjálp eftir § 18, stk. 5 í forsorgarlógini kann veitast uttan mun til persónskarða, herundir til avlamispensjónistar…"

Síðani spyr Landsstýrismálanevndin um kunngerðin skal lesast soleiðis, at tað er eitt krav fyri at kunna móttaka stuðul, at tann einstaki móttakarin, út frá eini konkretari meting, uppfyllir treytirnar í § 18 í forsorgarlógini og um kunngerðin verður umsitin á tann hátt, at stuðul bara verður veittur, um tann einstaki móttakarin, út frá konkretari meting, uppfyllir treytirnar í § 18 í forsorgarlógini.

Sambært lov nr. 55 frá 15. mars 1967 "for Færøerne om invalidepension m.v." sbr. lógarkunngerð nr. 101 frá 2. mars 1988 við seinni broytingum, sum fór úr gildi 1. januar 2000, stóð:

"§ 16. Invalider, der har en sådan erhvervsindtægt, at de efter den i § 3, stk. 5, foreskrevne bedømmelse ikke har ret til invalidepension, men hvis invaliditet lægeligt bedømt er så alvorlig, at de ville have ret til pension efter § 3, stk. 2 eller stk. 3, hvis de ikke havde erhvervsmæssigt arbejde, er berettiget til en invaliditetsydelse. Berettiget hertil er også personer, der på grund af alvorlig høreskade har svære kontaktvanskeligheder. "

Avlamisveitingin kundi tillutast persónum, sum vegna inntøku ikki kundu fáa pensión, tá avlamnið læknaliga mett var so mikið umfatandi, at teir vildu havt rætt til hægstu ella miðal fyritíðarpensión.

Tað var tá Vanlukkutryggingarráðið, sum gjørdi eina konkreta meting av um tann einkulti avlamispensionisturin skuldi fáa veitingina. Í Vanlukkutryggingarráðnum situr m.a. landslæknin. Fyri at Vanlukkutryggingarráðið skal kunna taka avgerð, um ein persónur yvirhøvur hevur rætt til pensjón, krevst m.a. ein læknaváttan.

Eins og sambært pensiónslógini, kunnu viðskiftafólk sambært grein 18 í forsorgarlógini fáa kompensatión fyri avlamni. Hvussu metingin fer fram, hvat fyri kriterier skulu leggjast til grund og um Almannastovan kann leggja eina meting frá Vanlukkutryggingini til grund, er ikki ásett nakrastaðni. Metingin liggur í um tað er neyðugt fyri at viðkomandi kann " udøve et erhverv " um tað í stóran mun lættir breki og um tað í stóran mun kann lætta um dagligu tilveruna í heiminum. Hetta er tað sum Almannastovan hevur at meta seg eftir, og eru hetta rættuliga víðir karmar.

Metingin hjá Vanlukkutryggingarráðnum verður tí løgd til grund fyri veitingini og mett verður tí, at tann einstaki móttakarin hevur fingið eina konkreta viðgerð, áðrenn hann fær stuðul sambært forsorgarlógini. Mett varð, at hesir persónar uppfyltu treytirnar í § 18 í forsorgarlógini.

Tað stendur ongastaðni, um stuðulin skal veitast í reiðum peningi ella ikki. Í Danmark er man farin at geva fólki reiðan pening ístaðin. Landsstýrismaðurin er greiður yvir, at grein 18 kann tulkast ógvuliga vítt, og tað hevur eisini skapt nógvar trupulleikar gjøgnum árini. Almanna- og heilsumálastýrið er farið í gongd við at gera eina nýggja forsorgarlóg, og vónandi verður henda lógin greiðari at umsita enn verandi lóg.

Tað mest vanliga er, at ein konkret meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri, men í onkrum førum er viðgerðin standariserað, t.d. í mun til heilivág. Fyrst verður staðfest at viðkomandi lýkur treytirnar í mun til § 18, og síðan kann ein játtan halda áfram í fleiri ár, uttan nakra nýggja tørvsmeting.

Í viðmerkingunum í almannapensjónslógini, sum kom í gildi 1. januar 2000 stendur:

"Avlamisveiting kann sambært galdandi lóg tillutast persónum, sum vegna inntøku ikki kundu fáa pensión, tá avlamni læknaliga mett er so mikið umfatandi, at teir vildu havt rætt til hægstu ella miðal fyritíðarpensión. Henda veiting fellur burtur. Hetta kemst av, at sambært uppskotinum, verður øll fyritíðarpensiónin inntøkuregulera og fellur pensiónin harvið burtur tá pensionisturin hevur inntøku yvir eina vissa upphædd. Tí verður mett at rættast er at avlamisveitingin fellur burtur. Mett verður eisini, at henda veiting ikki er so neyðug sum fyrr. Avlamisveitingin skuldi dekka tær eykaútreiðslur brekið hevði havt við sær. Aðrar lógir og aðrar skipanir, so sum forsorgarlógin og avsláttur við strandferðsluni, dekka sama endamál."

Harumframt var mett, at tað var rættast, at pensjónslógin bert var fyri pensjonistar, meðan aðrir persónar vórðu reguleraðir eftir aðrari lóggávu.

Sum kunngerðin er orðað eru tað tey, sum fingu avlamisveiting, men sum mistu hana sum avleiðing av, at løgtingslógin um almannapensjónir kom í gildi 1. januar 2000, og sum ikki heimilaði eina tílíka avlamisveiting, sum fáa hesa veiting. Almannastovan hevur fingið boð frá Landsstýrismanninum um, at øll millum 18 og 67 ár, sum fingu avlamisveiting, men mistu hana sum avleiðing av almannapensjónslógini, skulu fyribils hava kr. 1.870 frá 1. januar 2000, men kunngerðin er soleiðis orðað, at talan er um eina maximala veiting. Sum sagt fyrr var ætlanin, at hesir persónar, talan er um, skuldu fáa dekkað tær eykaútreiðslur brekið hevði havt við sær við heimild í forsorgarlógini frá 1. januar 2000. Hetta er eisini tað kunngerðin gevur heimild til. Rættast hevði tó verið, at ein konkret meting var gjørd fyri hvønn einkultan, men av tí at tað vóru kr. 1.870 sum var tann konkreti missurin av lógarbroytingini hjá hvørjum einkultum og orka var ikki til at tørvsmeta hvønn einkultan persón, var mett rættast, i fyrsta umfari, at geva øllum ta fullu upphæddina og hareftir heita á Almannastovuni um at tørvsmeta hvønn einkultan persón.

Sambært grein 18, stk. 6 er eisini heimild fyri at áseta eitt ávíst egingjald.

Málið avgreitt.