Fyrispurningur um skógfriðað øki

100-34 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi skógfriðaða økinum úti í Grøv í Klaksvík

Orðaskifti

Ár 2000, fríggjadagin 10. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jógvan Lützen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hevur Skógrøkt Landsins møguleikar at luttaka fíggjarliga í endurreisingini av skógfriðaða fríøkinum Úti í Grøv?
  2. Um ikki, kann landsstýrismaðurin so stuðla Klaksvíkar kommunu fíggjarliga soleiðis, at verandi royndarvirksemi og gróðurseting í fríøkinum verður endurreist skjótast gjørligt?

Viðmerkingar

Fyri gott 20 árum síðani byrjaðu einstaklingar at gróðurseta Úti í Grøv, matr. nr. 1621, í Klaksvík. Henda gróðurseting mentist og førdi við sær, at Skógrøkt Landsins, eftir áheitan frá Klaksvíkar kommunu, skógfriðaði økið í 1980.

Síðani 1993 er nógv plantað Úti í Grøv, har eisini sera væleydnaðar royndir eru gjørdar á vísindaligum støði at gróðurseta ymsar plantur og trø, sum ikki vanliga vaksa um okkara leiðir. Økið, sum er 33.000 fermetrar stórt, vísir seg at vera avbera fruktagott og má sigast at hava eitt vistfrøðiligt virði fyri Føroyar.

Klaksvíkar Kommuna hevur seinnu árini arbeitt við at hugna um og fríðka økið soleiðis, at tað í dag er sera vakurt og nógv vitjað av fólki.

Í ódnarveðrinum og áarførinum, sum var 18. september í ár, var ein partur av gróðursetingini skolaður burtur, og tann vakri vøksturin er horvin. Hetta má fáast í rættlag aftur.

Ásannandi henda veruleika, verður fyrispurningurin settur landsstýrismanninum við vón um, at økið Úti í Grøv, verður endurreist.

Á tingfundi 14. november 2000 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 7. desember 2000 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Til spurning 1 og 2.

Skógrøkt Landsins hevur ikki, sum er, møguleika at luttaka fíggjarliga í endurreisingini av skógfriðaða fríøkinum Úti í Grøv. Viðmerkjast skal í hesum sambandi, at á rakstrarstaði "6.33.2.10 - Landbúnaðarstuðul" á løgtingsfíggjarlógini fyri komandi ár er nýggj undirkonto sett á stovn "09. Træplanting", áljóðandi 500 tús. kr. Endamálið við hesi játtan er at stuðla bóndum og øðrum jarðareigarum til at planta trø til tess at verja móti jørðildisoyðing (jorderosion), herímillum at røkja og fríðka landslagið, og skapa størri lívfrøðiligt fjølbroytni í Føroyum. Harumframt kann hetta eisini vera eitt amboð í sambandi við CO2-útlát og CO2-binding.

Sambært "C. Átekning" til § 6 í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2001, kann studningur verða veittur, treytað av:

Av tí at undirkonto "09. Træplanting" er nýggj, eru reglurnar fyri hesi studningsveiting ikki endaliga ásettar, men væntandi verður tað Jarðarráðið, sum eftir nærri ásettum reglum kann veita stuðul eftir tilmæli frá Skógrøkt Landsins.

Av tí at reglurnar fyri studningi til træplanting ikki eru endaliga ásettar, kann landsstýrismaðurin ikki frammanundan geva lyftir um fíggjarligan stuðul.

Givið er tó, at um verkætlanin hjá Klaksvíkar kommunu fellur undir endamálið við studninginum til træplanting, og Klaksvíkar kommuna annars lýkur treytirnar fyri at søkja nevnda studning, so skuldi møguleiki verið fyri, at stuðul verður veittur til Klaksvíkar kommunu soleiðis, at verandi royndarvirksemi og gróðurseting í fríøkinum Úti í Grøv verður endurreist.

Málið avgreitt.