Fyrispurningur um fornminni

100-35 Fyrispurningur til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, viðvíkjandi fornminnunum úti í Grøv í Klaksvík

Orðaskifti

Ár 2000, fríggjadagin 10. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jógvan Lützen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Kann landsstýrismaðurin at seta pening av til útgrevstur av forminnunum Úti í Grøv?
  2. Um ikki, hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin, sum kunnu tryggja, at økið við fornminnunum ikki ferst, sum frálíður?

Viðmerkingar

Fyri uml. 20 árum síðani varð økið Úti í Grøv, matr. nr. 1621, í Klaksvík, skógfriðað, m.a. tí at tað eru fornminnir í økinum. Nakað áðrenn hetta vóru einstaklingar farnir at gróðurseta trø og runnar í økinum.

Kønir menn meta, at fornminnini eru toftir frá víkingatíðini. Peningur hevur ikki verið tøkur til fornfrøðiligan útgrevstur á økinum.

Tá serliga nógv vatn er í ánni, sum rennur oman í gjøgnum økið, hendir tað ofta, at áin floymir yvir toftirnar. Vandi er fyri, at hetta, sum frálíður, kemur at skaða virðið á fornminnunum. Í ódnarveðrinum og regninum, sum var 18. september í ár, var áarførið so nógv, at áin ikki svølgdi. Hetta hevði við sær, at vatn floymdi yvir toftirnar, og stórur vandi var fyri, at toftirnar kundu fingið stóran skaða. Í ringasta føri kundu tær skolað út á sjógv.

Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum.

Á tingfundi 14. november 2000 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 7. desember 2000 svaraði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Fyrst vil eg takka spyrjaranum fyri áhugan fyri tí parti av okkara felags mentanararvi, sum fornminni umboða.

Til tann fyrra spurningin er at siga:

Lóggávan skilir millum tvey sløg av fornminnum. Hesi eru jarðføst fornminni og friðað hús og bygningar.

Í § 1 í løgtingslóg nr. 19 frá 16. september 1948, við seinri broytingum, um friðan av fornminnum og bygn-ingum er ásett, at øll jarðføst fornminni, tað eru bústaðarleivdir, gravstaðir, minnismerki, innskrivt-ir, skansar, húsatoftir osfr. eru friðað.

Tey í fyrispurninginum nevndu fornminni Úti í Grøv í Klaksvík eru jarðføst fornminni og tey eru sostatt friðað sambært § 1 í nevndu lóg.

Í Føroyum eru umleið 500 jarðføst fornminni, sum ikki eru grivin út. Eftir løgtingslóg nr. 32 frá 2. mai 1992 við seinni broytingum er álagt Føroya Fornminnissavni at standa fyri fornfrøðiligum útgrevstri og at hava friðingarmál um hendi.

Undirvísingar- og Mentamálastýrinum kunnugt hevur Føroya Fornminnissavn, sum er, ikki ætlanir um at grava út jarðføstu fornminnini Úti í Grøv. Av hesi orsøk er eingin peningur avsettur á fíggjar-lógaruppskotinum fyri 2001 til hetta serliga endamál. Í hesum sambandi kann verða nevnt, at tað millum fornfrøðingar úti sum heima er ein standandi spurningur, hvørt tað er rætt at grava øll kend fornminni út. Vanlig fatan millum fakfólk er, at fornfrøðiligir útgrevstrar bert eiga at fara fram eftir einari skipaðari ætlan - ella tá hetta er neyðugt, t.d. í sambandi við bygging, vegagerð ella tílíkt.Tað er sostatt Fornminnissavnið, ið út frá fakligum meginreglum ger av, hvørji fornminni, ið eiga at verða grivin út, annaðhvørt tí tey ikki standa til at bjarga, ella tí ein rannsókn er liður í eini kanning av ávísum fornfrøðiligum spurningum.

Tað er eisini vanliga viðurkend mentanarpolitisk siðvenja, at ein ikki grevur út øll kend fornminni í einum landi - millum annað av teirri orsøk, at nøkur fornminni eiga at fáa frið at liggja ónomin í jørðini til komandi ættarlið at granska.

Ein av orsøkunum til hetta sjónarmið er, at fornfrøðiliga tøknin eins og faklig teori og áskoðan broytist við tíðini. Hetta er sjálvandi ikki bert galdandi fyri fornfrøðina, men fyri flestallar aðrar vísindagreinir.

Viðvíkjandi seinra spurninginum skal verða svarað:

Frá Norðuroya Fornminnafelag hevur Mentamáladeildin fingið upplýst, at matr. nr. 1621 í Klaksvík er Grøvin sjálv, og at hetta er øki, sum Klaksvíkar kommuna eigur, og sum henda kommuna hevur lagt út sum fríøki í kommunalu byggiætlanini.

Bæði Klaksvíkar býráð, Norðoya Fornminnafelag og Føroya Fornminnissavn vita, at fornminni eru at finna í nevnda øki, hvar hesi fornminni liggja, og hvat slag av fornminnum talan er um. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur eisini havt samband við Fornminnissavnið, við Norðroya Fornminnissavn og við Teknisku deild hjá Klaksvíkar Býráð, eftir at spurningurin er settur fyri at fáa eina meting av støðuni júst nú. Niðurstøðan er, at grótlaðingin fram við áarbakkunum er illa farin av áarførinum. Økið er sum sagt ogn Klaksvíkar kommunu. Hetta áleggur tó ikki kommununi varðveitingarskyldu - júst tí talan er um jarðføst fornminni. Varðveitingarskylduna av jarðføstum fornminnum hevur landið, í hesum føri Undirvísingar- og Mentamálastýrið við Føroya Fornminnissavni sum fyrisitandi stovni. Tað er sjálvandi einki sum forðar fyri, at Klaksvíkar Kommuna og Føroya Fornminnissavn tosa saman um jarðføstu fornminnini Úti í Grøv í Klaksvík. Hesi viðurskifti hevur Undirvísingar- og Mentamálastýrið tikið upp í brævi, dagfest 21.11 í ár, til Føroya Fornminnissavn og til Klaksvíkar kommunu.

At enda skal gerast vart við, at um tann í fyrispurninginum nevnda áin hóttir við at skola forn-minnini burtur, so má nakað gerast beinanvegin, eitt nú við at tryggja áarbakkarnar. Á tann hátt fáa fornminnini frið at liggja, har tey eru varðveidd á náttúrligan hátt. Hetta, til sakkunnleikin kann taka fakliga støðu til loysn av málinum. Í hesum sambandi eigur eisini verða mett um, hvussu stórur vandin er fyri, at tey fornminnini, sum liggja næst sjóvarmálanum, kunnu fáa skaða av briminum. Um so er, at avvarðandi mynguleikar, Fornminnissavnið og Klaksvíkar býráð halda vandan fyri at fornminnini skola burtur vera beinleiðis hóttandi her og nú, so mugu útvegir finnast fyri skjótum varðveitingartiltøkum. Undirvísingar- og Mentamálastýrið fer sjálvsagt at fylgja væl við málinum og at ansa eftir, at fyrisitingarmyndugleikin, sum í hesum føri er Fornminnissavnið, ger sína skyldu.

Samanumtikið kann verða sagt, at eingin peningaupphædd er sett av á komandi løgtingsfíggjarlóg til serstakliga fornminnini Úti í Grøv. Um Føroya Fornminnissavn kemur til ta faklig niðurstøðu, at farast skal undir eitt nú útgrevstur av fornminnunum Úti í Grøv í Klaksvík í næstum, vil landsstýrismaðurin sjálvandi gera sítt til, at peningur verður settur á løgtingsfíggjarlógina til nevnda endamál.

Málið avgreitt.