Fyrispurningur um venjingartilboð til rørslutarnað

100-36 Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, viðvíkjandi venjingartilboðum til rørslutarnað

Orðaskifti

Ár 2000, týsdagin 14. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Eru ítøkiligar ætlanir um at gera eina skipan fyri rørslutarnað soleiðis, at hesi verða tryggjað neyðuga vegleiðing og venjingar í Føroyum?
  2. Um so er, nær kann roknast við, at ein slík skipan kemur at virka?

Viðmerkingar

Avvarðandi feløg hjá teimum rørslutarnaðu í Føroyum hava í fleiri ár ynskt, at uppvenjingarmøguleikarnir her heima vóru betri. 

Kanningar vísa, at røtt venjing og vegleiðing í rættari tíð hava sera stóran týdning fyri tey rørslutarnaðu, bæði likamliga og sosialt.  Hóast venjingar og serkøn vegleiðing kostar pening, má roknast við, at hesin peningur verður vunnin inn aftur í framtíðini - kanska enntá fleiri ferðir.  

Um rørslutarnað fáa røttu venjingartilboð, fer tørvurin á m.a. stuðulsfólki, koyristólum og skurð-viðgerðum minka.  Sum heild verða tey rørslutarnaðu meiri sjálvbjargin, og hetta fer at hava tað positiva hjáárin, at lívsvirðið hjá teimum gerst hægri. 

Áhugafeløg hjá teimum rørslutarnaðu hava samstarva við felagsskapin Move&Walk, sum hevur drúgvar og góðar royndir við uppvenjingum av spastikarum í øllum aldri, umframt fólki við sclerose, afasi (heilaskaða), Faroe Syndrom (vøddasvinn) og parkinsonsjúku.  Nevndu áhugafeløg kunnu vísa á, at tørvur er í Føroyum á at veita venjingar, møguliga samsvarandi Move&Walk-konseptinum, sum byggir á, at rørslutarnað fáa miðvísa venjing og vegleiðing rættstundis. 

Tað eru fleiri góðar grundgevingar fyri, hví neyðugt er at seta eina venjingarskipan í verk í Føroyum: 

Sum støðan er í dag, er tørvur á fólki, sum hava neyðugan førleika til at geva júst ta uppvenjing, sum hvør einstakur hevur brúk fyri.  Harafturat kenna avvarðandi feløg hjá teimum rørslutarnaðu, at ov lítil samskipan er innan heilsu- og almannaverkið. 

Barnaforsorgarlógin heimilar, at børn og ung undir 18 ár verða send uttanlands til venjingar.  Eftir hesum verður m.a. uttanlandsferð, uppihald, hjálparfólk við á ferðini, endurgjald fyri mista inntøku og venjingar í útlondum goldið. Neyðugar venjingar fáast ikki í Føroyum við tí grundgeving, at peningur ikki er til hetta.   Tað er á leið dupult so dýrt at senda fólk uttanlands til uppvenjingar heldur enn at skipa fyri venjing her heima.   

Landsstýrismaðuin má gera sær greitt, at verður ikki ein skipan sett í verk við venjingartilboðum til rørslutarnað í Føroyum, kemur hetta at verða dýrari fyri landskassan, við tað at heimild finst í aðrari lóg, sum gevur rætt til viðgerð v.m.uttanlands.

Á tingfundim15. november var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 18. januar 2001 svaraði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Viðvíkjandi spurninginum um ein ítøkilig ætlan er gjørd fyri at tryggja at rørslutarnað fáa neyðuga vegleiðing og venjingarmøguleikar í Føroyum er svarið, at Almanna- og heilsumálastýrið arbeiðir við at seta ein royndarskipan í verk við økisterapi og fer eftirfylgjandi at arbeiða við, at samskipa ta intensivu viðgerðina/uppvenjingina, sum fer fram á sjúkrahúsunum.

Um løgtingið játtar peningin, sum skotin er upp í fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2001, verður royndarskipan við økisterapi sett í gongd fyrst komandi ár, helst í tveimum støðum, og ein meira skipað intensiv viðgerð seinni í 2001.

Rúna Siversen, sum setir spurningin, hevur sjálvsagt rætt, tá ið hon førir fram, at samskipaði viðgerðartilboð í Føroyum til øll rørslutarnað, kundu spart pening. Men áðrenn komið verður hartil er neyðugt at brúka orku til at seta dyggar skipanir á stovn í Føroyum. Og tað skerst ikki burtur, at sparingarnar koma ikki innan eitt stutt áramál, tær eru í einum longri tíðarhøpi. Týdningararmiklari er tó at fólk við rørslubreki fáa ein nógv betri lívskvalitet, um tey fáa góða og neyðuga og regluliga venjing.

Viðgerðar- og venjingarmøguleikar fyri rørslubrekaði o.o.
MBF og onnur feløg hava fleiri ferðir gjørt vart við, at tað er ein stórur trupulleiki, at eingir samskipaðir viðgerðar- og venjingarmøguleikar eru til rørslutarnað í Føroyum.

Víst verður á, at vit standa við einum alsamt vaksandi trupulleika, og at vantandi tilboð sum frá líður, fara at føra til eyka útreiðslur innan almanna og heilsuverkið, umframt teir mongu menniskjasligu sorgarleikir, ið standast av, at fólk ov tíðliga gerast avlamin, og missa møguleikan at lívbjarga sær sjálvum, og at viðgerð, sum hevur bøtt um førleikan hjá mongum ikki verður hildin við líka. Talan er um ein samansettan spurning, ið bæði snýr seg børn, ung og gomul.

Fyri at bøta um hesa støðu hevur Almanna- og heilsumálastýrið saman við landssjúkrahúsinum sett eina royndarskipan í verk, sum hevur til endamáls, at bøta um viðgerðartørvin hjá børnum.

Fleiri feløg hjá øðrum rørslutarnaðum bólkum hava vent sær til Almanna- og heilsumálastýrið og víst á, at tørvurin er eisini hjá øðrum at sleppa uttanlanda til viðgerðar. Talan er bæði um ung og eldri. Hesi feløg hava víst til ein viðgerðastovn í Svøríki, ið verður mettur at verða framkomin inna viðgerð og uppvenjing.

Hesari umsókn hevur Almanna- og heilsumálastýrið ongan fíggjarligan møguleika havt at ganga á møti. Tí varð avgjørt, at kalla Sernámsdepilin og MBF til fundar við tí endamálið at finna eina loysn á trupulleikanum.

Ein arbeiðsbólkur var formliga settur á heysti 1999. Í arbeiðsbólkin vóru vald umboð fyri:

Seinni er Ergoterapifelagið komið uppí arbeiðsbólkin.

Landsstýrismaðurin hevur heitt á arbeiðsbólkin um at gera eina frágreiðing har arbeiðssetningurin er soljóðandi:

  1. Sum lýsir hvussu samansetingin er millum rørslutarnaðar føroyingar viðvíkjandi aldri, sjúkum og øðrum tilburðum, ið elva til rørslubrek millum føroyingar. Gera eina meting um, hvussu talið og samansetingin verður nøkur ár fram í tíðini.
  2. Sum lýsir, á hvønn hátt vit í Føroyum kunnu nøkta tørvin á viðgerð, eftirviðgerð og venjing á besta og á mest skynsaman hátt.
  3. Sum lýsir á hvønn hátt almanna, heilsu, og skúlaverkið kunnu samstarva um at loysa henda tørv við atliti til, at bæði almanna- heilsu og skúlaverkið hava avmarkaða fíggjarorku at ráða yvir. Og at meta um, hvønn leiklut privatir terapeutar skulu hava á økinum.

Ætlanin er nú at álitið skal verða liðugt síðst í hesum ári.

Fyri at lýsa tørvin á viðgerð, eftirviðgerð og venjing sum spurt verður um er avgjørt, at seta eina royndarskipan í verk við økisterapi. Á henda hátt metir arbeiðsbólkurin at tørvurin verður lýstir, tí eingin rehabiliteringsskipan er innan tann primæra sektorin í Føroyum og eingin tørvskanning er gjørd.

Arbeiðsbólkurin er komin til ta niðurstøðu, at mæla landsstýrismanninum í almannamálum til, at seta eina royndarskipan í verk við økisterapi í tveimum støðum í Føroyum. Arbeiðast skal síðan eisini við at gera eina meira samskipaða intensiva viðgerð eftirfylgjandi.

Skipanin við økisterapi kemur at virka fyrst í kamandi ári.

Málið avgreitt.