Fyrispurningur um leigulóg við skattalætta

100-38 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi leigulóg við skattalætta

Orðaskifti

Ár 2000, mikudagin 15. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera skattingina av inntøkum av privatum bústaðarleigumálum lagaligari?

Viðmerkingar

Sum støðan er í dag, er íbúðarneyðin stór - bæði í høvuðsstaðnum og kring alt landið. Útboðið av leigumálum er ov lítið í mun til eftirspurningin.   Hetta ger, at prísurin á húsaleigu er í hægra lagi.  Hóast nógv hús eru so stór, at ein partur av húsinum kundi verið nýttur til útleigan, verður hetta í flestu førum ikki gjørt.  Ein kann undrast á, hví so fá leiga út, tá tørvurin er so stórur.  Svarið er tó nærum givið:  "Tað loysir seg alt ov illa at leiga út".

Í dag verður nettoinntøka av húsaleigu, t.e. inntøka eftir frádrátt av útreiðslum av leigumálinum, skattað sum skattskyldug inntøka hjá útleigara.   Skattingin av leiguinntøkuni hongur saman við samlaðu skattskyldugu inntøkuni hjá tí, sum leigar út.  Tað er sostatt misjavnt, hvørt tað loysir seg at leiga út ella ei.

Líta vit eftir grannum okkara í Noregi, síggja vit, at fortreytirnar fyri útleigan eru nógv betri enn her heima.   Í Noregi kunnu fólk, ið hava egnan bústað, so sum sethús ella raðhús, leiga út skattafrítt eftir hesum fortreytum: 

Leigast kann út skattafrítt, um: 

Leigumarknaðurin í Noreg broyttist nógv, tá leiguonntøka eftir nevndu treytum gjørdist skattafrí: 

Vit mugu síggja í eyguni, at tørvur er á broytingum á økinum í Føroyum.    

Í samgonguskjalinum standa hesi orð um íbúðarmál:
Ein greiður íbúðarpolitikkur verður raðfestur. Alternativir íbúðarmøguleikar skulu skapast kring landið í samstarvi millum landið og kommunurnar, bæði sum kommunalar/privatar leiguíbúðir, lutafelagsíbúðir, eldraíbúðir, íbúðir til rørslu- og menningartarnað, ungdómsíbúðir o. a. 

Landslagið í Føroyum við tí jarðarmuni, ið er, ger, at flestu hús eru bygd við kjallara undir. Tí eru nógvir 1000 fermetrar í avlopsplássi, sum alt ov sjáldan koma til nyttuna.

Um skattingin av leiguinntøkum til bústaðarendamál varð gjørd lagaligari, má roknast við, at útboðið av leigumálum øktist munandi, og at príslegan á leigumálum lækkaði.  Hetta hevði lætt um trýstið á tað almenna til at byggja leiguíbúðir, samstundis sum leigarar fingu størri útboð av leigumálum til lagaligari prís. 

Landsstýrismaðurin má gera sær greitt, at verður tað at leiga út gjørt meira lønandi, kann hetta fáa tað positiva hjáárin, at fólk við lágum inntøkum fáa møguleikan at leiga sær ein bústað, og at fleiri av teimum í samgonguskjalinum ásettu málsetningum verða náddir.  Um leiguinntøkur gjørdust heilt ella partvíst skattafríar, hevði hetta havt positiva ávirkan á leigumarknaðin.

Á tingfundi 16. november 2000 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi31. januar 2001 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Sum løgtingskvinnan vísir á í viðmerkingunum til fyrispurningin, er tað nógv, ið týður upp á, at íbúðarneyð er íkomin ymsastaðni kring landið. Útboðið av íbúðum tykist vera minni enn eftirspurningurin, og ger hetta seg einamest galdandi á teimum størru plássunum og ikki minst í høvuðsstaðnum.

Landsstýrið - og kommunurnar - eiga at taka hetta mál í størsta álvara, ásannandi at alt samfelagið gerst tapari, um ikki bústaðarviðurskiftini í landinum eru nøktandi. Eingin ivi skal tí vera um, at landsstýrið raðfestir hendan spurningin frammarlaga.

Hyggur man eftir, hví bústaðartrupulleikin er vaksin, so kemst valla uttan um, at høga ferðin á føroyska búskapinum er ein av høvuðsorsøkunum. Vaksandi upphitingin av búskapinum sæst aftur í øktum eftirspurningi eftir tænastum og arbeiði til nærum meira enn allar hendur. Hesin økti eftirspurningurin merkist serliga væl á stórplássunum, tí her búgva flestu fólkini. Og tað er einki, ið týður upp á, at tilflytingin til stórplássini - serliga høvuðsstaðarøkið - fer at minka í bræði.

Í árbókini fyri ár 2000 hjá Hagstovu Føroya sæst, at íbúgvaratalið í Føroyum í fjør kom upp aftur á tað talið, ið tað var áðrenn herviliga kreppan í nítiárunum noyddi fólk í túsundatali av landinum. Men feskastu hagtølini vísa eisini, at bústaðarmynstrið í landinum nú er nógv broytt, tí í dag búgva lutfalsliga nógv fleiri fólk í høvuðsstaðnum. Í 1993 búðu góð 31% av landsins íbúgvum í høvuðsstaðnum, men hetta talið var í fjør komið upp á meira enn 36%. Samstundis sæst, at lutfalsliga íbugvaratalið á hinum stórplássunum hevur staðið í stað ella er minkað. Og av tilflytingini úr útlondunum, flytir nærum helvtin til høvuðsstaðin. Tískil er ikki løgið, at eftirspurningurin eftir íbúðum í høvuðsstaðarøkinum er stórur. Spurningurin er so, hvussu myndugleikarnir kunnu vera við til at loysa hendan trupulleikan.

Víst verður í viðmerkingunum til fyrispurningin á, at man í Noregi hevur loyst ein stóran part av bústaðartrupulleikanum við at gera skattingina av leiguinntøkum lagaligari, tí útboðið av leiguíbúðum øktist, og leiguprísurin lækkaði.

Í Føroyum verður avlopið av privatari útleigu skattað sum skattskyldug inntøka. Tvs. at avlopið av leiguinntøkuni verður skattað við sama prosentstigi sum restin av inntøkuni. Hetta er sambært spyrjaranum orsøkin til, at nógvar familjur aftra seg við at leiga partar av teirra íbúðum út. Eg skal ikki her taka dagar ímillum, um hetta er einasta orsøkin til, at fólk aftra seg við at leiga út, men eg hugsi, at ein onnur orsøk eisini man vera, at flestu familjur allarhelst vilja hava húsini ella íbúðirnar hjá sær fyri seg sjálvan, heldur enn at leiga út.

Viðvíkjandi spurninginum um at gera broytingar í skattalógini til frama fyri leiguinntøkur, so áliggur tað mær at vísa á tað prinsipielt skeiva í at gera undantøk og broytingar í skattalógini, um so er, at hesar broytingar ella undantøk er stuðul ætlaður til at loysa einhvønn akuttan trupulleika. Tá eigur stuðulin hinvegin at verða útgoldin, soleiðis at stuðulin er sjónligur á fíggjarlógini og í landsroknskapinum. Lagaligari skatting av t.d. leiguinntøkum kann harumframt eggja til økt krøv um lagaligari skatting á øðrum økjum.

Lat meg tó leggja dent á, at eg ikki útiloki møguleikan fyri at gera broytingar í skattingini av leiguinntøkum, hóast tað kann vera torført at siga við vissu, í hvønn mun útboðið av leiguíbúðum hevði vaksið, um so varð gjørt. Men tá ið nú alt týður upp á, at bústaðartrupulleikin ikki hasar av, so má eitthvørt gerast fyri at bøta um hetta. Spurningurin er so, hvussu tað verður gjørt á ein skynsaman hátt, so at bæði leigari og útleigari fáa ágóðan av tí.

Fyri leigaran haldi eg, at man átti at nýtt høvið til at skundað undir eina føroyska leigulóg, soleiðis at rættartrygdin bleiv betri. Tað einasta, sum vit í løtuni hava, ið minnir um eina leigulóg, er eitt "lejeregulativ for Thorshavns kommune", og tað er meira enn fimti ára gamalt.

Fyri útleigaran kundi verðið kannað eftir, um ikki ein lagaligari skatting kundi komið t.d. eldri fólkum, ið sita einsimøll í stórum húsum, til góða. Leiguinntøka hjá pensjónistum verður í løtuni mótroknað í viðbótum, sum teir fáa umframt fólkapensjónina. Umhugsað kundi verðið, um hendan mótrokningin kundi verðið tikin av, soleiðis at tað loysir seg betur hjá pensjónistum at leiga út. Tað kundi verið við til at økt um trivnaðin hjá pensjónistunum at fingið leigarar inn í húsini.

Samanumtikið skal eg her frá tingsins røðarapalli siga, at Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovan fara at kanna, hvussu man í Noregi hevur sett skattligu tiltøkini í verk, og hvussu tey hava virkað. Út frá hesum kanningunum fæst uttan iva eitt gott grundarlag fyri at taka støðu til, um skattingin av leiguinntøku skal gerast lagaligari.

Málið avgreitt.