Fyrispurningur um útjaðaran og kolvetni

100-39 Fyrispurningur til Eyðun Elttør, landsstýrismann, viðvíkjandi útjaðaranum í sambandi við leiting og framleiðslu av kolvetnum

Orðaskifti

Ár 2000, týsdagin 5. desember, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Henrik Old, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

Hvørji stig hevur landsstýrismaðurin tikið fyri at tryggja sær, at grein 3, stk. 2, í løgtingslóg nr. 5 frá 8. februar 2000 um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetni verður fylgt? 

Viðmerkingar
Í vetur samtykti Løgtingið lóg um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.

Undir tí viðgerðini skeyt Javnaðarflokkurin upp, at leitingar- og framleiðsluvirksemi úr Føroyum, herundir m.a. við útgerðarstøðum, skal ganga úr Suðuroy.

Hetta uppskot bleiv ikki samtykt, men ístaðin samtykti Løgtingið eitt uppskot frá nøkrum tingfólkum til grein 3, stk. 2, sum bleiv soljóðandi: "Tá landsstýrismaðurin veitir loyvi, skal hann leggja dent á, at leitingar- og framleiðsluvirksemi úr Føroyum, eisini fer fram í útjaðaranum."

Nú er helst síðsta útkall, um hetta skal gerast veruleiki, tí nú eru oljufeløgini í holt við at innheinta tilboð upp á útgerðarstøðir, og sum skilst, er ætlanin hjá oljufeløgunum at ganga saman um eina útgerðarstøð.

Tí verður hesin spurningur settur landsstýrismanninum.

Á tingfundi 7. desember 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 14. februar 2001 svaraði Eyðun Elttør, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

§ 3, stk. 2 í lógini um fyrsta útbjóðingarumfar er soljóðandi:

"Tá landsstýrismaðurin veitir loyvi, skal hann leggja dent á, at leitingar- og framleiðsluvirksemi úr Føroyum eisini fer fram í útjaðaranum."

Undir løgtingsviðgerðini av uppskoti landsstýrisins til lóg um fyrsta útbjóðingarumfar varð spurningurin um útgerðarstøðir gjølliga viðgjørdur. Spurningurin var, um Løgtingið skuldi áseta, hvar í Føroyum hesar útgerðarstøðir skulu liggja.

Í lógaruppskotinum um fyrsta útbjóðingarumfar varð krav ikki sett um, at útgerðarstøðir skulu liggja á ávísum staði í landinum. Sum nevnt í fyrispurninginum frá Henriki Old, varð broytingaruppskot sett fram um, at leitingar- og framleiðsluvirksemi skuldi ganga úr Suðuroy. Uppskotið vann ikki frama. Í staðin samtykti Løgtingið, at landsstýrismaðurin, tá hann veitir loyvi, skal leggja dent á, at leitingar- og framleiðsluvirksemi úr Føroyum eisini fer fram í útjaðaranum.

Endamálið við samtykta uppskotinum var at tryggja, at virksemið verður um alt landið, so ikki eitt pláss ella øki í landinum fær allar avleiðingar – bæði fyrimunir og óhepnar avleiðingar. Løgtingið ásannaði í hesum sambandi, at tað kundi verða trupult at náa hesum endamáli í einum leitiskeiði við avmarkaðum virksemi.

Sambært teimum loyvum, sum vórðu veitt tann 17. august í ár, skulu 8 leitibrunnar borast á føroyskum landgrunsøki næstu 6 árini. Virksemið á landi í sambandi við boringarnar verður avmarkað. Loyvishavararnir, sum skulu bora, eru m.a. av hesi orsøk gingnir saman um at finna eina útgerðarstøð at brúka í sambandi við boringarnar fyrstu tvey árini.

Talan verður sostatt bert um eina útgerðarstøð, og sáttmálin um at veita hesa tænastu verður boðin út í næstum. Fleiri feløg, summi føroysk burturav, onnur samtøk millum føroysk og útlendsk feløg, eru áhugað í at veita útgerðartænastuna. Sambært teimum upplýsingum, sum eru Oljumálastýrinum tøkar, fer útgerðarstøðin annaðhvørt at liggja í Runavík, á Sundi, í Havn ella á Drelnesi.

Skipanin av virksemi loyvishavarans á landi, herundir m.a. við útgerðarstøðum, skal góðkennast av landsstýrismanninum, áðrenn farið verður undir leitingarvirksemi.

Síðani tað gjørdist mær greitt, at talan bert verður um eina útgerðarstøð, í hvussu er at byrja við, havi eg mint loyvishavararnar á, at eg samsvarandi vilja Løgtingsins leggi dent á, at leitingarvirksemið eisini fer fram í útjaðaranum. Løgtingið feldi sum kunnugt uppskotið um, at leitingar- og framleiðsluvirksemi skuldi ganga úr Suðuroy. Hinvegin man lítil ivi vera um, at løgtingsmenn m.a. høvdu Suðuroynna í huganum, tá tað varð álagt landsstýrismanninum at leggja dent á, at leitingar- og framleiðsluvirksemið eisini skal fara fram í útjaðaranum.

Oljufeløgini, sum hava brúk fyri útgerðartænastum í sambandi við boringarnar, bjóða sum nevnt hetta arbeiðið út í næstum, og tí ber ikki enn til at siga, hvar útgerðarstøðin fer at liggja. Møguliga velja oljufeløgini at leggja útgerðarstøðina á Drelnesi, og um so verður, fari eg at taka hettar til eftirtektar. Mæla oljufeløgini hinvegin til at leggja útgerðarstøðina norðanfjørðs, havi eg gjørt teimum greitt, at tey tá verða noydd at leggja eitthvørt virksemi í sambandi við boringarnar í Suðuroy.

Í hesum sambandi kann verða nevnt, at eini tvey oljufeløg í teirra umsóknum seinasta summar nevndu, at uttan mun til, hvar útgerðarstøðin verður løgd, kann tað vera skilagott at leggja útgerð til avbyrging og upptøku av olju í Suðuroy. Hildið verður, at slík tilbúgvingarútgerð eigur at vera tøk á einum staði, ið ikki liggur ov langt burtur frá leiðini, har borað verður.

Fyri at taka samanum:

Áðrenn leitingarvirksemið byrjar komandi summar, skal eg góðkenna virksemi loyvishavaranna á landi. Í hesum sambandi fari eg at tryggja, at útjaðarin verður tikin við í virksemið. Hinvegin ætli eg ikki at tvinga oljufeløgini at leggja sjálva útgerðarstøðina til Suðuroyar, tí sum nevnt feldi Løgtingið uppskotið um, at alt leitingar- og framleiðsluvirksemi úr Føroyum skal ganga úr Suðuroy.

Málið avgreitt.