Fyrispurningur um ríkisrættarligar broytingar

100-40 Fyrispurningur til Vibeke Larsen, ríkisumboðsmann, viðvíkjandi møguleikum til ríkisrættarligar broytingar

Orðaskifti

Ár 2000, týsdagin 5. desember, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Metir ríkisumboðsmaðurin, at høvuðsstevnumið Javnaðarfloksins sum støði undir uppskoti til sjálvstýrislóg kann vera grundarlagið undir einari nýggjari skipan av viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark?
  2. Metir ríkisumboðsmaðurin, at Løgtingið, vísandi til høvuðsstevnumiðini til eina sjálvstýrislóg, kann gerast hægsti myndugleiki í øllum yvirtiknum málum, og at hesin myndugleiki ikki kann takast aftur?

Viðmerkingar
Javnaðarflokkurin vil, at heimastýrislógin verður tikin av, og at ein nýggj sjálvstyrislóg verður sett í staðin:

Sjálvstýri eftir hesum leisti hevur sostatt ongar avmarkingar, tí við samveldissáttmálanum kunnu vit økja okkara sjálvstýri frá partvísum til fullfíggjað sjálvstýri, so hvørt sum vit skapa fíggjarligar og fyrisitingarligar fyritreytir.

Eftir seinastu samráðingarnar millum landsstýrið og ríkisstjórnina 26. okt. 2000 hevur løgmaður sagt alment, at danska stjórnin við hesar samráðingar endaliga hevur staðfest, at Løgtingið ikki kann fáa fult lóggávuvald innan karmarnar av tí danska ríkinum.

Somuleiðis hevur løgmaður sagt frá tingsins røðarapalli, at sambært donsku stjórnina finst bara ein lóggevandi myndugleiki í tí danksa ríkinum, nevniliga danska Fólkatingið. V.ø.o. eru Løgtingsins heimildir avmarkaðar og eru bara at skilja sum ein delegasjón, og at hesi viðurskifti bara kunnu broytast, um so er, at Føroyar gerast eitt fullveldi.

Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum hevur sagt alment, at sambært seinastu samráðingunum ber uppskotið um eina sjálvstýrislóg als ikki til.

Forsætismálaráðharrin hevur fleiri ferðir frá røðarapallinum í Fólkatinginum sagt, at sjálvstýrislógin so avgjørt er eitt skilagott alternativ, og at hetta uppskot meira enn so kann setast í verk.

Og júst Løgtingsins støða sum hægsti myndugleiki í øllum yvirtiknum málum, og at hesin myndugleiki ikki kann kallast aftur, er ein hornasteinur í uppskotinum um eina sjálvstýrislóg.

Tí er nú neyðugt at fáa hesar spurningar greiddar.

Á tingfundi 7. desember 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 1. februar 2001 svaraði Vibeke Larsen, ríkisumboðsmaður, fyrispurninginum soleiðis:


Svar:

Til brug for besvarelsen har jeg indhentet følgende udtalelse fra Statsministeriet:

"Der henvises til statsministerens skriftlige besvarelse af 14. december 2000 på spørgsmål nr. S 719 og S 720 stillet af folketingsmedlem Jóannes Eidesgaard. Besvarelserne vedlægges til orientering.

Det bemærkes, at rigsombudsmanden ikke herudover kan gå ind i en besvarelse af de stillede spørgsmål med udgangspunkt i den række af problemstillinger, der rejses i bemærkningerne til forespørgslen."

Málið avgreitt.