Fyrispurningur um Toll- og Skattstovuna í Rúnavík

100-41 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi Toll- og Skattstovuni í Runavík

Orðaskifti

Ár 2000, týsdagin 5. desember, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Dan Reinert Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hvussu stórur partur av avgreiðsluni á Toll- og skattstovuni í Runavík viðvíkur handli, ídnaði, avskipingum, tolli, skatti og skrásetingum í Fuglafirði?
  2. Fer landsstýrismaðurin út frá teimum í viðmerkingunum umrøddu viðurskiftum og út frá sínum svari til spurning 1 at endurreisa Toll- og skattstovuna í Fuglafirði?

Viðmerkingar
Í 1993 varð tann táverandi gjaldstovan í Fuglafirði niðurløgd, og virksemið flutt út til Runavíkar. Hetta var ein stórur smeitur fyri Fuglafjarðar kommunu, fyri vinnulívið og fyri borgaran. Samfelagið var tá í svárari kreppu, og hetta varð mett sum eitt krepputiltak sum so mangt annað hesi árini. Út frá tí álvarsomu samfelagsstøðuni varð tiltakið tolt av borgarunum hóast treyðugt.

Í dag er støðan ein onnur. Vinnulívið blómar, og fólk forvinna pening sum ongantíð fyrr – og gjalda skatt. Fuglafjarðar kommuna er tann fimta størsta í landinum við 15-1600 íbúgvum. Men í framleiðsluvirði bæði til útflutnings og heimamarknað er hon nr. 1 og teknar seg fyri einum 2-sifraðum %-tali av landsins samlaðu framleiðslu.

Skal vinnan mennast og støðast, og fólkið trívast á staðnum, eigur landið at ganga undan og gera karmar og skapa umstøður. Hjá einki kommunu við so mongum skattaborgarum og so mongum avskipingum og tollavgreiðslum er tað ein stórur meinbogi, at einasta avgreiðsla liggur 20 km burtur. Sumt kann sjálvandi avgreiðast við telefon, faxi ella posti og við tollkreditti, men nógv skal avgreiðast á staðnum á Toll- og skattstovuni, og tollkreditt fáa bara væl etableraðar og fíggjarliga sterkar fyritøkur og ikki tey, ið fara undir nýtt virksemi, og pengarnir eru smáir.

Úrslitið av verandi støðu verður ein sentralisering í øðrum endanum á Eysturoynni og ein stagnatión í hinum. Landsstýrið hevur við samgonguskjalinum frá 1998 bundið seg til:

  1. at geva borgarum javnbjóðis møguleikar
  2. at partar av almenna sektorinum verða lagdir nærri borgarunum
  3. at vinnulívið fær umstøður at mennast
  4. at dentur verður lagdur á økismenning
  5. at flyta tænastur nærri borgaranum

Út frá hesum fimm lyftunum úr samgonguskjalinum og við teimum lokalu umstøðunum og tørvi í huga slepst ikki undan hjá landsstýrinum at endurstovna Toll- og skattstovuna í Fuglafirði.

Á tingfundi 7. desember 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 31. januar 2001 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður fyrispurninginum soleiðis:

S v a r

Til spurning 1

Virksemið hjá Toll- og skattaøkinum í Runavík higartil í 2000:
Fuglafjørður Runavík Eysturoy annars Eysturoy íalt
Tollavgreiðslur innflutning 5.007 8.592 3.947 17.546
Tollavgr. av útflutningi 469 2.123 184 2.776
Tolling av skipum 206 108 94 408
Tal av borgarum 1.497 2.411 5.998 9.906

Til spurning 2
Sum tað sæst av teimum undir spurningi 1 nevndu hagtølum, eru tølini fyri Runavíkar Kommunu størri enn fyri Fuglafjarðar Kommunu, undantikið tollavgreiðslur av skipum. Hetta var eisini galdandi í 1993, tá samanleggingin varð gjørd, og mær kunnugt var hetta eisini grundgevingin fyri at leggja nýggju deildina í Runavík.

Mín áskoðan er, at fyri at tryggja borgarum landsins tænastu á høgum støði, er tað neyðugt, at uppgávurnar í flestu førum verða loystar so nær borgarunum sum tilber, og verður tað tí eisini framhaldandi neyðugt at flyta almennar uppgávur út um landið.

Í viðmerkingunum til spurningarnar verður annars sagt, at tað, at Tolldeildin í Fuglafirði varð niðurløgd í 1993, var at meta sum eitt krepputiltak.

Hetta er ikki rætt. Tað, sum hendi í 1993, var ein umfatandi bygnaðarlig rationalisering av øllum toll- og skattaøkinum. Toll- og skattauppgávurnar úti um landið vóru fram til 1993 røktar av 14 líkningarráðs- og tolldeildum, umframt nøkrum tollarum, ið bygnaðarliga ikki hoyrdu til nakra deild. Í 1993 varð toll- og skattaumsitingin úti um landið savnað á 5 økisskrivstovum. Nevnast kann í hesum sambandi, at kostnaðurin av toll- og skattaøkinum í 1992 var umleið 60 mió. kr., í dag er kostnaðurin slakar 50 mió. kr. Omanfyrinevndu samanleggingar eru ein av orsøkunum til hesa gongd.

Vert er at merkja okkum, at umframt at fáa eina virknari og bíligari umsiting, var málið við rationaliseringini eisini at fáa nakrar sterkar fyrisitingarligar eindir úti um landið.

Eg eri sjálvsagt fullkomiliga samdur við spyrjaranum, tá hann siterar hesi 5 punkt úr samgonguskjalinum:

  1. at geva borgarum javnbjóðis møguleikar
  2. at partar av almenna sektorinum verða lagdir nærri borgarunum
  3. at vinnulívið fær umstøður at mennast
  4. at dentur verður lagdur á økismenning
  5. at flyta tænastur nærri borgarunum

Mín áskoðan er, at besti máti at náa omanfyrinevndu setningum er at hava umsitingarliga sterkar eindir úti um landið. Verður farið undir at taga eindirnar sundur, verða avleiðingarnar bara tær, at deildirnar ikki koma at megna at røkja stórar partar av sínum uppgávunum, og hesar koma tí at enda aftur í Havn.

Í hesum sambandi kann eg eisini nevna, at eg, samsvarandi teimum í samgonguskjalinum nevndu setningum, fyrr í ár havi flutt innkrevjingaruppgávuna úr Havn og út á toll- og skattaøkini.

Tollautomatisering
Av viðmerkingunum til spurningin haldi eg meg skilja, at ein av høvuðsorsøkunum til, at spyrjarin vil hava sett Toll- og skattstovuøkisskrivstovu á stovn í Fuglafirði er, at vinnilívsfólk í Fuglafirði kunnu sleppa undan at fara út til Runavíkar at tolla sínar vørur.

Her kann eg upplýsa, at eg arbeiði við eini skipan, har góðkend vinnuvirki og feløg framyvir fáa møguleika at tolla sjálvi. Hetta merkir í høvuðsheitum, at ikki verður neyðugt at fara á Toll- og skattstovuna við pappírum fyri at fáa eina vøru tollavgreidda. Tollingin kemur at verða gjørd av virkinum sjálvum úti á virkinum. Pappírini verða tí eisini verandi á virkinum.

Arbeiðið við tollautomatiseringini er í gongd, men eg kann her upplýsa, at eg havi ætlanir um at seta størri orku inn á hesa uppgávu.

Eg meti tí, at automatiseringin av tollingini kemur at loysa trupulleikarnar, ið standast av, at eingin økisskrivstova hjá toll- og skattstovuni liggur í Fuglafirði.

Niðurstøða
Grundað á omanfyrinevndu frágreiðing kann eg tí upplýsa, at eg ikki ætli at stovnseta fleiri Toll- og Skattstovusøkisdeildir, men eg ætli mær at kanna, um tað møguliga eru aðrar uppgávur, ið kunnu leggjast út á økini.

Málið avgreitt.