Fyrispurningur um grundlógararbeiðið

100-42 Fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann, viðvíkjandi grundlógararbeiðinum

Orðaskifti

Ár 2000, fríggjadagin 8. desember, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Eru ætlanir um at fáa broytt tíðarfreistina í lógini um setan av grundlógarnevnd?
  2. Um ein føroysk grundlóg verður sett í gildi, hvat hendir tá við stýrisskipanarlógini? Hvussu verður mannagongdin, um stýrisskipanarlógin skal setast úr gildi?
  3. Sambært nýggja fullveldisleistinum hjá landsstýrinum skal ein atkvøðugreiðsla um grundlógina vera tað sama sum ein atkvøðugreiðsla um fullveldið. Hvussu fer hetta at seta sín dám á innihaldið av grundlógini?
  4. Metir landsstýrismaðurin, at úrslitið av grundlógararbeiðinum møguliga við eini útbygging av stýrisskipanarlógini kann vera grundarlag í einum øðrum ríkisrættaligari loysn enn fullveldi?

Viðmerkingar
5. februar 1999 varð løgtingslóg um grundlógarnevnd samtykt við 15 atkvøðum fyri og 12 ímóti.

Í grein 1 í lógini verður sagt, at grundlógarnevndin skal gera uppskot til grundlóg fyri Føroyar við ásetingum um valdsbýtið millum lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið, ásetingar um grundleggjandi mannarættindi og ásetingar um rættindir og skyldur hjá føroyskum borgarum.

Stk. 1 sigur, at landsstýrismanninum verður heimilað at útgreina arbeiðssetning nevndarinnar, og í stk. 2 verður ásett, at arbeiði nevndarinnar skal vera liðugt í seinasta lagi 1. juni 2000, meðan stk. 3 sigur, at nevndin harumframt skal gera uppskot til føroyska rættarskipan.

Restin av lógini fyriskrivar praktisk viðurskifti eitt nú um manning av nevnd og um fígging av arbeiðinum.

Lógarteksturin sigur einki um, at grundlógin er ein partur av fullveldistilgongdini, meðan viðmerkingarnar frá landsstýrinum týðiliga greiða frá, at føroysk grundlóg er ein liður í fullveldistilgongdini.

Lýdnir lógum landsins fóru eisini umboð Javnaðarfloksins undir hetta arbeiðið. Landsstýrismaðurin hevur útgreinað arbeiðssetningin, og við hesum setningi hevur nevndin nú arbeitt í eina drúgva tíð. Tíðarfreistin er ikki hildin, og hóast long tíð enn gongur, áðrenn nakað uppskot fer at liggja á borðinum, so hevur landsstýrið ikki sett fram upskot til broytingar av greinini, sum fyriskrivar tíðarfreistina. Tað kann tykjast heldur løgið, at grundlógarbeiðið sjálvt leggur út við ikki at halda landsins lógir.

Men hóast Javnaðarflokkurin ikki hevur tikið undir við ætlanini um fullveldið, sum landsstýrið upprunaliga hevði, men nú hevur slept ella broytt, so var tað okkara greiða fatan, at hetta arbeiðið, har øll landsins viðurskifti komu til umrøðu, bara kundi vera styrkjandi og mennandi fyri politiska og samfelagsliga medvit okkara. Og hóast viðmerkingar landsstýrisins góvu greiðar ábendingar um, at hetta var ein liður í fullveldistilgongdini, so hava vit tó mett, at hetta sanniliga kundi gerast gott íkast til eina møguliga útbygging av verandi stýrisskipan okkara í einum øðrum ríkisrættarligum leisti.

Men nú eru so mong viðurskifti broytt. Landsstýrið fer nú í rúma tíð frameftir at halda fast um heimastýrislógina, og harumframt hevur landsstýrið boðað frá, at eina fólkaatkvøða um grundlógina er eina fólkaatkvøða um fullveldið Føroyar.

Stýrisskipan okkara krevur, at um broytingar skulu gerast, so skulu broytingarnar samtykkjast óbroyttar av tveimum løgtingum. Nú er ikki greitt, hvørja lagnu henda stýrisskipanarlóg fær í sambandi við eina nýggja føroyska grundlóg, men tað er tó mangt, sum bendir á, at hon verður tikin av. Tí er tað rímiligt at fáa lýst, um ikki ein avtøka av hesari lóggávu eigur at verða viðgjørd av tveimum løgtingum soleiðis, sum kravt verður av vanligum broytingum av lógini.

Til tess at fáa greiði á, hvussu grundlógararbeiðið frameftir verður, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í sjálvstýrismálum.

Á tingfundi 13. desember 2000 var samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 13. februar 2001 svaraði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

S v a r

Samanumtikið:

Grundlógarnevndin er sett við løgtingslóg nr. 10, 1999. Sambært lógini skal nevndin gera álit og fullfíggjað uppskot til føroyska grundlóg innan 1. juni 2000. Í nevndini eru 5 serfrøðingar við varalimum, 2 umboð fyri hvønn av størru flokkunum á tingi við varalimum, eitt umboð fyri hvønn av smærru flokkunum á tingi við varalimum (tó hevur Miðflokkurin ikki varalim) og eitt umboð fyri landsstýrið við varalimi. Harafturat er, sambært lógini, skrivari settur í fult starv.

Sostatt eru 17 fólk fast knýtt at nevndararbeiðinum, og við varalimum er talan um meira enn 30 fólk.

Grundlógarnevndin hevur somuleiðis sambært lógini sett eina rættarskipanarnevnd at gera uppskot til føroyska rættarskipan. Hjá henni er tíðarfreistin fyri arbeiðið ikki avmarkað.

Endamálið hjá grundlógarnevndini er at viðgera út í æsir tað rættarliga grundarlagið undir føroyska samfelagnum og at gera uppskot til ásetingar um tað grundleggjandi valdsbýtið, um tilfeingisumsiting, grundleggjandi mannarættindi, um rættindir og skyldur hjá føroyskum borgarum o.a.

Landsstýrismaðurin hevur útgreinað arbeiðssetning nevndarinnar og hevur avgreitt tey formligu viðurskiftini, men hevur annars ikki verið uppi í arbeiðinum hjá nevndini.

Í mai 2000 fekk landsstýrismaðurin fráboðan frá formanninum um, at tíðarfreistin hjá nevndini fór ikki at verða hildin. Landsstýrismaðurin bað um eina ávegisfrágreiðing, ið varð send Føroya Løgtingi til kunningar.

Frá formanni og skrivara hevur landsstýrismaðurin fingið frágreiðing um, at tað útgreinandi arbeiðið hevur gingið væl. Tað stóra takið er at fáa tey ítøkiligu uppskotini til ásetingar í grundlógini gjørd og viðgjørd.

Høvuðsorsøkin til, at tíðarfreistin ikki er hildin, eru trupulleikar við at leggja fundir til rættis, so tingfólk kunnu møta regluliga.

Seinni hevur landsstýrismaðurin verið á fundi hjá nevndini til tess at røða um, hvussu arbeiðið á besta hátt kann gerast liðugt sambært lógini.

Dentur hevur verið lagdur á, at tað týdningarmesta við grundlógararbeiðinum er sjálv tilgongdin, har politikarar og serfrøðingar kunnu semjast um eina grundleggjandi fatan og um tær grundleggjandi ásetingarnar og síðani tær almennu hoyringarnar, sum eru ásettar í lógini.

Tað er við øðrum orðum sjálv "prosessin", sum hevur eins stóran týdning og tað lidna uppskotið.

Landsstýrismaðurin hevur á fundi við grundlógarnevndina og gjøgnum samrøður við formann og skrivara fingið váttan fyri, at um neyðugar praktiskar fortreytir verða hildnar, so kunnu almennar hoyringar haldast, og liðugt álit og uppskot gerast til grundlóg fyri ólavsøku 2001. Neyðugt er, at neyvar upplýsingar fáast frá Løgtinginum um, nær grundlógarnevndin kann halda regluligar fundir. Neyðugt er at seta eyka fólk at skipa fyri almennu hoyringunum, og neyðugt er, at serfrøðingarnir í nevndini í tíðarskeiðum kunnu fáa arbeiðstíð burturav til grundlógina.

Til spurning 1:
Landsstýrið heldur, at uppskotið til grundlóg eigur at gerast liðugt sambært ætlanunum í lógini.

Landsstýrismaðurin heldur, at rættast er at leggja uppskot fyri tingið um at broyta tíðarfreistina í lógini, so hon verður sett til á ólavsøku 2001. Samstundis verður ein ávegis frágreiðing løgd við sum skjal til tingið.

Til spurning 2:
Føroya fólk hevur ongantíð sett sína egnu stjórnarskipan í verk á fólkaatkvøðu. Bert ein fólkaatkvøða hevur verið um stjórnarstøðu Føroya – nevniliga fólkaatkvøðan í 1946. Úrslitið av henni varð ikki framt í verki, men ístaðin samtykti meirilutin á Løgtingi heimastýrislóg og stýrisskipanarlóg uttan fólkaatkvøðu.

Landsstýrið hevur lagt dent á ta fólkaræðisligu mannagongdina, at føroyska grundlógin verður sett í gildi við løgtingslóg og fólkaatkvøðu. Tá fer stýrisskipanarlógin natúrliga úr gildi – og hetta verður ásett í gildiskomureglunum í grundlógini.

Manngongdin verður sostatt soleiðis, sum grundlógin ásetur, tí hon verður hægsta lóg í landinum.

Til spurning 3:
Landsstýrið hevur boðað frá, at tá fullveldisríkið Føroyar verður skipað, eigur hetta at gerast við fólkaatkvøðu um eina føroyska grundlóg, sum ásetir øll rættarviðurskiftir í føroyska ríkinum.

Grundlógarnevndin skal sambært lógini gera eitt fullfiggjað uppskot til føroyska grundlóg, herundir ásetingar um stjórnarskipanina og grundleggjandi valdsbýtið.

Grundlógarnevndin skal sostatt eisini gera uppskot til, hvør hevur evsta valdið, og hvør umboðar hetta vald. Í øllum fólkaræðisligum skipanum er tað fólkið, sum hevur evsta valdið og sum letur ávísum myndugleikum heimildina at umsita hetta vald. Landsstýrismaðurin gongur út frá, at grundlógarnevndin er samd um at áseta, at føroyska fólkið hevur evsta valdið.

Grundlógarnevndin fer sjálvsagt eisini at gera uppskot til, hvør er ríkisovasti, og hvør hevur lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið. Vónandi fæst semja um eitt uppskot til hetta í nevndini.

Um limir í nevndini vilja skjóta skipanir upp, har myndugleikin til at útinna vald í Føroyum skal liggja aðrastaðni enn hjá føroyskum myndugleikum, stendur tað sjálvsagt nevndarlimunum frítt.

Sambært landsstýrisins ætlan verður tað Føroya fólk, sum hevur endaligu avgerðina á fólkaatkvøðu, um tey ynskja uppskot nevndarinnar sett í verk.

Til spurning 4:
Sum boðað frá undir viðgerðini, tá uppskotið um grundlógarnevnd var fyri á tingi, so er ongin ivi um, at úrslitið av grundlógararbeiðnum hevur alstóran týdning undir øllum umstøðum – uttan mun til partapolitiskar ætlanir.

Um ein meiriluti á tingi ynskir at brúka úrslitið av grundlógararbeiðnum til at gera broytingar í núverandi stýrisskipanarlóg, so ber hetta sjálvsagt væl til.

Tá spyrjarin spyr, um landsstýrismaðurin metir, at hetta kann vera grundarlag fyri eini aðrari ríkisrættarligari loysn enn fullveldi, so skilir landsstýrismaðurin ikki spurningin. Roynt skal tó verða at svara eftir førimuni.

At Føroyar verða skipaðar sum eitt land við fullveldi, merkir, at føroyska tjóðin hevur evsta valdið í øllum viðurskiftum, og at vit skipa okkara egna ríki.

Føroyska tjóðin kann tó við sínum sjálvsavgerðarrætti velja sína egnu stjórnarskipan.
Føroyska tjóðin kann velja at stovna sítt egna ríki við egnari grundlóg.
Føroyska tjóðin kann velja at gera eitt ríkjasamband millum sjálvstøðug ríkir, har hvørt ríki hevur sína egnu grundlóg. (So sum landsstýrið skjeyt upp við sáttmálanum um frælsan felagsskap).
Fólkið kann velja at melda seg inn í eitt sambandsríki (Forbundsstat) við eini felags stjórn og felags myndugleikum (sum í Týsklandi).
Og fólkið kann melda seg inn í eitt annað ríki og harvið lata sítt fullveldi endaliga frá sær.

Fortreytin fyri øllum hesum er, at tú hevur staðfest, hvar evsta valdið og avgerðarrætturin liggur.

Landsstýrismaðurin veit ikki, um spyrjarin hugsar um nakrar av hesum møguleikum. Um tað eru tveir teir seinastu møguleikarnar, hann hugsar um, so eru tað broytingar í donsku grundlógini, sum krevjast fyri at áseta valdsbýtið – og tað er bert danska fólkið, sum kann avgera hesa lagnu.

Landsstýrismaðurin kann tó upplýsa, at danska stjórnin í samráðingum hevur gjørt greitt, at hon viðurkennir ikki føroyingar sum tjóð, ið hevur rætt til at velja sína egnu stjórnarskipan.