Fyrispurningur um rakettverjuætlan NATO og USA

100-43 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi rakettverjuætlanini hjá Nato og USA

Orðaskifti

Ár 2000, hósdagin 21. desember, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

Kann løgmaður við fullari vissu tryggja Løgtinginum, at Føroyar og føroyingar ikki eru við í framtíðar rakettverjuætlanini hjá Nato og USA, teirri, ið summir, uttan iva av órøttum, nevna stjørnukrígsætlanin?

Viðmerkingar: 
Serliga í Grønlandi, men eisini í Danmark, hevur omanfyrinevnda framtíðarverjuætlan amerikumanna verið nógv frammi seinasta árið. Grønlendingar tykjast óttafullir, ræðast hugsanina um at koma at standa fyrstir fyri skotum, um vápnað millumlandsstríð tekur seg upp. 

Danir harafturímóti tykjast meira ivasamir, tvídeildir millum loyalitet móti grønlendingum og/ella verjupolitisku samstarvsfeløgunum í Nato og USA. 

Á vitjan í Amerika, á fundi í Pentagon, hevði undirritaði høvi at seta omanfyri setta spurning til umboð fyri amerikansku stjórnina - umboð, sum hevði verið fleiri ferðir á vitjan, bæði í Grønlandi og í Danmark við tí í hyggju at sannføra um rættleikan í hesari ætlan. Uppgáva hansara hendan dagin  í Pentagon tyktist heilt greitt at vera at ávirka donsku og grønlendsku parlamentarikararnar at fara heim at ávirka politiska heilmliga umhvørvið.

 Svarið, mær var givið, var skakandi. Ikki tí, hann vísti blankt frá sær, at Føroyar vóru við í ætlaðu verjuætlanini, men samstundis rættaði hann tær viðmerkingar, eg nýtti í spurningi mínum, førdi avgjørdur fram, at í Føroyum hvørki var ella hevði verið  nøkur herstøð, og at kunning mín um, at Føroyar høvdu verið ein partur av Early Warning  ketuni,  var beinleiðis ósonn. Føroyar høvdu, sambært honum, ongantíð havt minsta áhuga hjá Nato ella USA, og hesi høvdu ongantíð havt virksemi í Føroyum.

Tað er við hesum í huga at undirritaði spyr løgman, um hann við vissu kann tryggja føroyingum, at vit ikki, uttan at vita tað, longu eru partar av framtíðarætlanum amerikumanna, og harvið, sum grønlendingar, í frontlinjuni, um stríð skuldi brostið á.

Á tingfundi 21. desember var samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 31. januar 2001 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Sambært heimastýrislógini eru trygdarmál og verjumál felagsmál. Tískil hava føroyskir myndugleikar ikki málsræði á hesum máli.

Í hvønn mun Føroyar og føroyingar eru við í framtíðar rakettverjuætlanini hjá NATO og USA er at siga, at løgmaður hevur ongar upplýsingar um tílíkar ætlanir í Føroyum.

Annars hava danskir myndugleikar borið upp á mál, at NATO hevur ávísar ætlanir um at byggja út í Føroyum í framtíðini. Danskir myndugleikar hava harumframt borið upp á mál, at teir fara at kunna føroyskar myndugleikar um hesar ætlanir.

Málið avgreitt.