Fyrispurningur um inntøkujavnstilling av hjúnum

100-46 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi inntøkujavnstilling av hjúnum

Orðaskifti

Ár 2001, týsdagin 30. januar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

 

Nær fer landsstýrismaðurin, soleiðis sum samgonguskjalið sigur, at leggja lógaruppskot fyri tingið, sum fer at javnstilla hjún, ið bara hava eina inntøku, við hjún, har bæði hava inntøku?

Viðmerkingar:

Í samgonguskjalinum, sum sitandi samgonga skrivaði undir 9. mai 1998, varð stórur dentur lagdur á, at samgongan skuldi miða ímóti at linka skatta- og avgjaldstrýstið á húsarhald og familjur. M. a. verður sagt, at "skattalógin skal ikki darva virkishugin" og "lagt skal vera upp fyri, at láginntøkur og barnaríkar familjur verða ikki fyri vanbýti".

Ein onnur orðing í samgonguskjalinum er henda: "Hjún, har annað hevur alla inntøkuna, verða at javnstilla við hjún, har bæði hava inntøku".

Endamálið við hesum fyrispurninginum er - nú bara eitt gott ár er eftir av hesum samgonguskeiðinum - at spyrja landsstýrismannin í skattamálum, hvussu langt hann er komin við hesum spurninginum, og nær hann fer at leggja lógaruppskot fyri tingið samsvarandi hesum.

Fyri stuttum varð, samsvarandi samgonguskjalinum, uppskot til løgtingslóg um barsilsskipan lagt fyri tingið. Í viðmerkingunum til hetta uppskotið verður sagt, at 13% av kvinnum, sum fáa børn, hava ikki tilknýti til arbeiðsmarknaðin, og hesar kvinnur og familjur teirra fáa tí ongan ágóða av barsilsskipanini.

Í uppskotinum um løgtingslóg til nýggja dagpeningaskipan verður møguleikin at tekna sjálvbodna trygging, sum heimaarbeiðandi húsmøður higartil hava havt, tikin burtur, tí hildið verður ikki, at tær lúka treytirnar til endamálið í lógini, sum er at veita endurgjald fyri inntøkumiss orsakað av sjúkrafráveru.

Sostatt mugu vit ásanna, at myndugleikarnir góðtaka, at hesar kvinnur og familjur teirra eru fyri vanbýti!! Hesar familjur spara tí almenna einar 40-50.000 kr. um árið pr. barn bara í vøggustovu- og barnagarðsplássum, og hjúnafelagin, sum noyðist at arbeiða meira enn onnur fyri at fáa endarnar at røkka saman, rindar lutfalsliga hægri skatt og fer sanniliga eisini at gjalda til barsilsskipanina. Men hóast alt hetta, so verður tann heimaarbeiðandi kvinnan hildin uttan fyri allar almennar skipanir.

Tað er m.a. við hesum í huga, at orðingin í samgonguskjalinum er sett inn. Tað má bera til gjøgnum skattaskipanina at bøta tann misjavna, sum hesum familjum er fyri. Hugsa vit okkum, at inntøkan hjá einari familju, har maðurin forvinnur 300.000 kr., og konan onga inntøku hevur, varð býtt í tvey, 150.000 kr. til hvønn, so hevði familjan spart einar 30.000 kr. í skatti. Hetta hevði verið ein virðiligur máti at bøtt um hjá hesum familjum og verið myndugleikunum til miklan heiður.

Tað verður ongantíð lagdur nóg stórur dentur á, at familjan er kjarnin í samfelagnum og heldur samfelagnum saman, og tí eigur alt at verða gjørt fyri at gera tað so liviligt hjá familjuni sum gjørligt.

Á tingfundi 31. januar 2001 var samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 13. mars 2001 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

S v a r 

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur áður í hesum landsstýrisskeiðnum fingið tveir fyrispurningar um samskatting av hjúnum. Felags fyri hesar báðar fyrispurningar og hendan, ið eg nú havi fingið frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsmanni, er, at dentur verður lagdur á, at familjan er hornasteinurin og kjarnin í føroyska samfelagnum. Og tí eigur alt at verða gjørt fyri, at tað skal vera so liviligt hjá familjuni sum gjørligt.

Lat tað ikki vera nakran iva um, at eg eri samdur við spyrjaran í hesum sjónarmiðnum. Familjan er hornasteinurin, ið føroyska samfelagið byggir á. Familjan er kjarnin í okkara samfelagi.

Batar eru framdir barnafamiljunum at frama í hesum landsstýrisskeiðnum. Skattalættin, sum varð samtyktur fyri árslok í fjør, er farin at virka og økist nakað komandi ár. Eisini er barnafrádrátturin hækkaður úr 2.900 upp í 4.000 krónur, og aldursmarkið fyri barnafrádráttin er hækkað úr 16 árum upp í 18 ár.

Ein av teimum heilt stóru broytingunum í skattaskipanini, sum varð framd av undanfarna landsstýri, var, at hjúnabandsskattingin bleiv broytt. Endamálið við broytingini var, at hjúnabandsstøðan ikki skuldi hava skattliga ávirkan. Áður var tað soleiðis, at húskið var skattasubjekt, tvs. maður og kona vórðu skattað saman, men skattalóggávan er nú tillagað tí meginreglu, at einstaki borgarin er skattasubjekt.

Um man ger tær broytingarnar, ið løgtingsmaðurin mælir til í hesum fyrispurninginum, t.e. at leggja inntøkurnar saman og býta hana í tveir partar, áðrenn hon verður skattað, so er hetta eitt stórt stig á vegnum aftur til gomlu skattaskipanina, tá ið maður og konu vórðu skattað saman.

Ein sovorðin broyting vildi eisini havt við sær, at ógreiða hevði staðist um hugtakið skattskyldug inntøka. Hetta hevði verið óheppið, tí skattskylduga inntøkan verður í dag nýtt í fleiri ymiskum samanhangum, m.a. útrokning av arbeiðsmarknaðargjøldum og almannaveitingum. Í sambandi við almannaveitingarnar hevði tað t.d. verðið neyðugt at enduskoða inntøkuhugtakið, ið nýtt verður, tá ið Almannastovan skal meta um tørvin á almannaveiting. Í løtuni verður skattskylduga inntøkan nýtt.

Tá tað so stutt síðani sum av undanfarna landsstýri eru framdar grundleggjandi broytingar í hjúnabandsskattingini, sum m.a. høvdu stórar umsitingarligar broytingar við sær, meti eg tað ikki vera ráðiligt longu nú at broyta lóg og skattaskipan aftur á hesum øki.

Í heilt nógvum av fyrispurningunum, sum eg áður havi fingið – eisini fyrispurningar viðvíkjandi øðrum enn samskatting - hevur tíðum verið mælt til, at gjørd verða undantøk í skattalóggávuni soleiðis, at ávísir bólkar av skattgjaldarum á einhvønn hátt fáa lætta í skattinum. Aloftast havi eg svarað, at eg meti tað ikki vera gongda leið at gera undantøk í skattalóggávuni, tá ið endamálið í veruleikanum er at veita stuðul til ávísar bólkar av skattgjaldarum. Tá er rættari at veita stuðulin beinleiðis, so hildið verður fast við grundprinsippið um, at allur stuðul skal vera sjónligur á fíggjarlógini, og skattaskipanin skal vera so einføld sum gjørligt.

Skattalóggávan eigur í mestan mun bert at verða nýtt til at krevja skatt inn til kommunurnar og landið. Og tí verður støðugt arbeitt við at einfaldgera skattalóggávuna.

Hetta arbeiðið er framhald av tí stórarbeiði, sum eisini tvey undanfarin landsstýri arbeiddu sera nógv við. Stóru broytingarnar av skattaskipanini høvdu m.a. við sær, at 70% av øllum skattgjaldarunum í dag sleppa undan at senda inn sjálvuppgávu, tí sjálvuppgávan er automatisk. Umskipingin av skattaskipanini hevði eisini við sær, at skattafyrisitingin í dag kann veita skattgjaldarunum væl betri tænastu.

At vit í dag kunnu hava so nógvar automatiskar uppgávur er, tí at flestu frádráttirnir, ið áður vóru í skattskyldugu inntøkuni, blivu tiknir av og verða í dag útgoldnir sum stuðul. Sum dømi kann nevnast rentustuðulin, ferðastuðulin og telefonstuðulin. Og eg meti, tað er rætt – og tað hava undanfarin landsstýri eisini mett – at taka hesar frádráttirnar av og í staðin at gjalda peningin út. Tí í veruleikanum er talan um stuðul, ið ikki hoyrir til skattapolitikkin. Rentustuðulin er í veruleikanum íbúðarpolitikkur, ferðafrádrátturin er arbeiðsmarknaðarpolitikkur og telefonstuðulin er fiskivinnupolitikkur.

Hjá hjúnum, har ið annar hevur A-inntøku og hin B-inntøku, hevði ein upp afturtøka av samskattingini havt við sær, at talið av automatiskum sjálvuppgávum hevði minkað nakað, tí sjálvuppgávan hjá hjúnafelaganum við A-inntøkuni hevði ikki longur verið automatisk.

Útrokningin av skatti í sambandi við eina møguliga samskatting av hjúnum og helvtarbýti av inntøkunum hjá hjúnunum hevði eisini ávirkað skattingina av fiskimonnum. Hesir fáa sum er ein skattalætta, sum er í mesta lagi 75.000 krónur frádráttur í inntøkuni, svarandi til 15% av inntøkuni upp til 500.000 kr. Bleiv nú aftur talan um eina samskatting, hevði tað havt við sær, at fiskimaðurin misti helvtina av hesum frádráttinum, tí inntøkan skal hálverast. So kann man siga, at 15%-frádrátturin átti at verið roknaður áðrenn helvtarbýti, men tað vildi havt við sær, at heimaarbeiðandi hjúnarfelagin eisini fekk 15% inntøkufrádrátt, og tað er ikki meiningin við serliga skattalættanum til fiskimenn. Hann er ætlaður fiskimonnunum, nettup tí teir hava sítt dagliga yrki á sjónum.

Fyrisitingarliga hevði tað eisini staðist trupulleikar av at tulka, hvør av hjúnafeløgunum skal rinda tann írestandi skattin, ið kemur, tá ið skatturin við ársenda verður gjørdur upp, og hvør av hjúnafeløgunum skal hava avlopsskattin.

Ein sovorðin broyting hevði eisini havt við sær, at skattaskipanin bæði skuldi kunna skattað einstaklingar og hjún, eins og tað fyrisitingarliga hevði kravt meiri arbeiðsorku at skilt í millum giftingar, sundurlesingar og andlát.

Talan hevði sostatt verið um eina stóra prinsipiella broyting, sum ikki á nakran hátt eigur at verða tikin lættliga. T.d. hevði verið neyðugt við stórum broytingum í edv-skipanini hjá Toll- og Skattstovu Føroya.

Í viðmerkingunum til spurningin verður komið inn á uppskotið til nýggja barsilsskipan og eisini uppskotið til nýggja dagpeningaskipan. Eg fari ikki at gera viðmerkingar til hendan partin av viðmerkingunum, tí tað eru aðrir landsstýrsimenn, ið vara av hesum lógaruppskotum.

At enda kann eg upplýsa, at varð ein broyting gjørd í skattalógini soleiðis, sum spyrjarin skjýtur upp, høvdu kommunu- og landsskattainntøkurnar minkað við áleið 30 mió. krónum. Tá eru inntøkurnar í 1996 og skattaprosentini fyri 1998 nýttar sum grundarlag. Roknast má tó við, at hetta talið er væl hægri í dag við tað, at útgoldnar lønir eru vaksnar nógv seinastu árini.

Málið avgreitt.