Fyrispurningur um Sjónvarp Føroya

100-47 Fyrispurningur til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, viðvíkjandi Sjónvarpi Føroya

Skjal 1

Tórshavn, 19. februar 2001

Hr. Jógvan Jespersen,
Sjónvarpsstjóri,
M. A. Winthersgøta,
FO-100 Tórshavn.

Góði Jógvan !

Tað hevur verið nakað av órógv kring tíðindaflutningin hjá Sjónvarpi Føroya hesar seinastu dagarnar. Ein avleiðingin er so, at løgtingsmaðurin Sámal Petur í Grund hevur sett landstýrismanninum í mentamálum ein skrivligan fyrispurning, hesum viðvíkjandi, á Føroya Løgtingi.

Á tingfundinum 15. februar 2001 varð atkvøðugreiðsla, um fyrispurningurin skuldi svarast , og varð hetta samtykt við 15-3-9 atkvøðum.

Mín støða til mál av hesum slagi átti at verið vælkend. Líka so tætt ið skottið eigur at vera ímillum tey trý vøldini, hitt lóggevandi, útinnandi og dømandi, líka so tætt eigur skottið eisini at vera ímillum hesi trý, og so tað, ið vit vanliga kalla hina fjóru statsmaktina, - hin almenna tíðindaflutningin.

Andin í uppskotnu broytingunum til kringvarpslógina, sum nú liggur á Tingi, ber eisini á hetta borðið. Almennu fjølmiðlarnir skula leggjast so langt frá politiska valdinum sum yvirhøvur gjørligt, og programpolitiskt skula teir skiljast frá hesum sama valdi totalt.

Eftir hesum leisti fái eg illa svara spurninginum frá Sámal Peturi, uttan at fara um tey fulnaðarmørk sum omanfyri eru nevnd. Spurningarnir eru somikið ítøkiligir, og liggja so greitt inni í programpolitiska partinum hjá stovninum sjálvum, at tað vildu verið óráð hjá einum landsstýrismanni at svara teimum beinleiðis. Svarið hjá landsstýrismanninum verður tí meiri ein generel meting um, hvussu ið fjølmiðlarnir eiga at vera plaseraðir í tí samlaða samfelagshøpinum.

Men tá ið Føroya Løgting hevur álagt mær at svara, fái eg illani gjørt annað.

Tað er í hesum sambandinum, at eg fari at heita á tygum, um gera tygara viðmerkingar til hendan skrivliga fyrispurningin, sum mær er álagt at svara.

Fyri at tað ikki skal koma óvart á tygum seinri, skula tygum hava tað í huga, tá ið tygum svara, at skjali kann gerast alment, og at tað fer at verða brúkt heilt ella partvíst í svarinum sum landsstýrismaðurin í mentamálum fer at geva Sámal Peturi í Grund á Føroya Løgtingi.

Vónandi svara tygum sum skjótast, taíð skotbráið er stutt. 

Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í mentamálum.