Fyrispurningur um Sjónvarp Føroya

100-47 Fyrispurningur til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, viðvíkjandi Sjónvarpi Føroya

Orðaskifti

Ár 2001, mikudagin 14. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi fráSámal Petur í Grund, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

1. Eru ongar reglur fyri, nær ein politikari kann koma at skermi og mikrofon í SVF?

2. Eru allir politikarar likastillaðir yvir fyri SVF?

Viðmerkingar:

Í eitt longri tíðarskeið er arbeitt við at tryggja, at almennu fjølmiðlar okkara kunna arbeiða frítt uttan uppíblanding av politikarum.

Hesin málsetningur var tað, sum dreiv arbeiði við at fáa Sjónvarp Føroya óheft av fíggjarlógini.

Hóskvøldið 8. februar upplivdu sjónvarpshyggjarar, at aftaná sendingina "Grannar okkara" trein brádliga ein av kendu politikarum okkara fram á sjónvarpsskýggjanum, og greiddi frá síni meining um nakað, sum sagt var í tíðindasendingini "Dagur og Vika".

Var hetta fastur táttur, at politikarar skiftivís komu fram at skerminum og kommenteraðu eitt ella annað, so var ikki so nógv at sagt um hetta, men so er ikki.

Helst er hetta eindømi í søgu sjónvarpsins, tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á tingfundi 15. februar 2001 varð atkvøðugreiðsla um fyrispurningurin skal svarast, samtykt 15-3-9 .

Á tingfundi 28. mars 2001 svaraði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, fyrispurninginum frá Sámal Petur í Grund (Kára P. Højgaard) soleiðis:

Svar 

Eftir ein fund í uttanlandsnevnd Løgtingsins kom undan kavi ein orðadráttur, ella rættari ein verbal togtogan um, hvør ið hevði sagt hvat um, hvussu ið farast skuldi fram frá føroyskari síðu í málinum um møguligar, komandi, hernaðarútbyggingar hjá NATO her á landi.

Av góðum grundum gjørdist Sjónvarp Føroya ein partur av málinum. Tað hevði verið løgið annað, tí hernaðarmál hava verið á politisku dagsskránni alt síðani herstøðirnar á fyrsta sinni reiðraðust á føroysku fjøllunum, - fyri góðum fýrati árum síðani. Málið hevur tí almennan áhuga, og harvið var tað sjálvsagt, at Sjónvarp Føroya tók málið upp, og lýsti tað fyri føroyska almenninginum.

Síðani hendi tað, at Sjónvarpsins lutur í málinum eisini kom uppí, ella rættari gjørdist ein partur av orðaskiftinum, um hvat ið verðuliga var hent í uttanlandsnevndini. Undirritaði hevur onga almenna meining um hetta málið, heldur ikki um hvar ið rætturin ella órætturin liggur um okkurt er áfatt, men hinvegin man handfaringin av málinum í hesum almenna miðili hava fallið onkrum í politisku skipanini somikið fyri bróstið, at hildið varð neyðugt at spyrja landsstýrismannin í mentamálum, ið varðar politiskt av almennu fjølmiðlunum, nakrar ítøkiligar spurningar í omanfyrinevnda sambandi.

Hin 15. februar áleggur so  Løgtingið landsstýrismanninum í mentamálum at svara einum skrivligum fyrispurningi frá Sámali Peturi í Grund, táverandi formanni í tingbólki Sjálvstýrisfloksins á tingi.

Spurningarnir eru: 1) Eru ongar reglur fyri, nær ein politikari kann koma at skermi og mikrofon í SVF? og 2) Eru allir politikarar líkastillaðir yvir fyri SVF?

Pressufrælsi, talufrælsi og frælsir fjølmiðlar yvirhøvur eru nakrar av avgerandi grundsúlunum undir fólkaræðinum. Frælsir fjølmiðlar eiga at virka sum fólksins umboð og kritiska eygað mótvegis øllum samfelagsstovnum, - tað verið seg almennum sum privatum. Eiga á henda hátt at reinsa samfelagið áhaldandi, soleiðis at rot ikki kemur í.

Tí er alneyðugt at tryggja, at fjølmiðlarnir kunna virka óheftir av politiska valdinum og øðrum valdi í samfelagnum. Samstundis er tað neyðugt at tryggja rættartrygdina og javnstøðuna hjá øllum borgarum landsins mótvegis fjølmiðlunum.

Hesi viðurskifti verða fyrst og fremst tryggjað í hini komandi føroysku grundlógini og í aðrari lóggávu um fjølmiðlavirksemi. Annars er revsilógin rættarverjan móti ærumeiðing og bakbiti.

Eitt uppskot til lóg um føroyskan fjølmiðlasið liggur nú í tinginum, og har verða bæði pressufrælsið og rættartrygdin hjá borgarunum vard í einum nýtímans fjølmiðlaheimi, har ið samskiftið ígjøgnum fjølmiðlar alt meiri er ein partur av grundarlagnum í gerandisdegnum hjá hvørjum einstøkum okkara.

Í Norðurlondum og í flestu londum í Europu, sum vit vanliga samanbera okkum við, hava almennu loftmiðlarnir havt ein serligan leiklut. Statsradiofoniir – t.e. bæði útvarp og sjónvarp – hava verið sett á stovn sum almennir mentanar- og tíðindaberarar. Í hesum sambandi hevur eitt hugtak ment seg, sum verður rópt "public service", eitt slag av grundarlagi undir virkseminum hjá almennu loftmiðlastovnunum. Hetta merkir í grundini ikki so nógv annað enn tað, at teir til eina og hvørja tíð skula lýsa breiddina í samfelagnum og í tess mentanarfyribrigdum, hetta í mun til privatar fjølmiðlar, ið kunna hava serlig áhugamál og kanska mega taka vinnulig atlit í sínum politikki.

Hartil hava almennu fjølmiðlarnir treytaleysa skyldu til, at vera óheftir av øllum partapolitikki og seráhugamálum og av politisku myndugleikunum.

Ætlanin við teimum báðum stovnunum, Útvarpi og Sjónvarpi Føroya, hevur frá fyrstu tíð verið, at teir skuldu virka sum "public-service"-stovnar, soleiðis sum lýst er omanfyri. Og flestu føroyingar muna sita við tí kenslu, at soleiðis hava teir virkað til hendan dag. Og ætlanin er eisini, at hetta verður leisturin frameftir. Eingin ivast í, at hesir stovnar hava havt ein ómetaliga stóran týdning fyri okkara samfelag. Ikki bara mentanarliga, men eisini fyri viðgerðina av samfelagsmálum og politiskum viðurskiftum hava almennu loftmiðlarnir havt ein ómetandi týdning, kanska serliga, tí at vit í Føroyum hava havt eina serliga siðvenju, har ið høvuðsfjølmiðlarnir hava verið rættiliga, fyri ikki at siga heilt, bundnir av partapolitikki og/ella peningaligum áhugamálum.

Í løtuni er eitt uppskot til broytingar í kringvarpslógini til viðgerðar í Løgtingsins mentanarnevnd. Ein ætlanin við broytingini er hon, programpolitiskt at loysa stovnin fult og heilt frá hinum politiska valdinum, og kanska serliga frá landsstýrismanninum í mentamálum, sum í evsta lagi varðar av stovnunum fíggjarliga, so leingið teir eru almennir. Ein nevnd verður kílað inn í millum stjóran við programpolitisku ábyrgdini og landsstýrismannin í mentamálum. Hetta skal tryggja vatntætta skottið harímillum.

Viðvíkjandi fyrispurninginum sjálvum er annars tað at siga, at hann heilt greitt liggur inni í programpolitiska feltinum hjá stovninum, og harvið fari eg ikki at svara honum sum so. Heitt var í brævi á sjónvarpsstjóran, Jógvan Jespersen, um at gera sínar viðmerkingar til spurningarnar, og tað hevur hann gjørt í brævi daterað hin 21. februar 2001. Bæði brøvini verða løgd við hesum svarinum sum skjal 1 og skjal 2.

Vónandi er hesin fyrispurningurin svaraður so frætt, sum tað nú einaferð letur seg gera, tá ið hann heilt greitt liggur inni í einum felti, sum landsstýrismaðurin í mentamálum fyri tað fyrsta ikki kann blanda seg uppí, og fyri tað annað als onga ætlan hevur um at blanda seg uppí.