Fyrispurningur um arbeiðsumhvørvislóg

100-48 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi arbeiðsumhvørvislógini

Orðaskifti

Ár 2001, týsdagin 20. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Er tað so, at síðani nýggja arbeiðsumhvørvislógin komi í gildi, eru ongar av gomlu kunngerðunum dagførdar?
  2. Er tað so, at síðani nýggja arbeiðsumhvørvislógin kom í gildi, er enn eingin av manglandi kunngerðunum lýst við heimild í nýggju lógini?
  3. Er tað so, at á nógvum økjum eru ongar kunngerðir galdandi, og um so er, hvørji øki snýr tað seg so um?
  4. Hvørjar avleiðingar hevur tað fyri eftirlitið við arbeiðsumhvørvinum,
    - at neyðugar dagføringar ikki eru ella verða gjørdar av gomlum kunngerðum, og
    - at av tí at neyðugar kunngerðir ikki verða gjørdar, eru ongar reglur galdandi á fleiri økjum?
  5. Ætlar landsstýrismaðurin at fáa sett føroyskar kunngerðir í verk, ístaðin fyri allar tær donsku, sum ikki longur heimild er fyri?
  6. Hvussu nógv orka krevst fyri at fáa hetta arbeiðið gjørt beinanvegin, so sum lógin krevur?
  7. Nær roknar landsstýrismaðurin við, at komið er á mál við arbeiðinum at dagføra allar verandi og gera allar neyðugar kunngerðir?
  8. Umhugsar ella ætlar landsstýrismaðurin at fáa sett nevndu § 63 inn aftur í lógina, so heimild fæst til at seta donsku kunngerðirnar í gildi?
  9. Kann landsstýrismaðurin biðja Arbeiðseftirlitið um eina stutta frágreiðing um, hvussu Arbeiðseftirlitið metir støðuna við vantandi dagføringum av gomlum kunngerðum og vantandi ger av nýggjum kunngerðum, og leggja hetta við svari sínum sum skjal ?

Viðmerkingar:

Tann nýggja arbeiðsumhvørvislógin, sum kom í gildi 11.5.2000, er í stóran mun ein heimildarlóg, sum ger tað møguligt hjá landsstýrismanninum at áseta tær neyðugu nágreiniligu reglurnar innan øll tey teknisku og evnafrøðiligu økini. Ja, til ber at siga, at uttan hesar reglur – sum vit kalla kunngerðir – er lógin uttan innihald og lítið og einki verd.

Í upprunauppskotinum frá landsstýrismanninum var ein ógvuliga týdningarmikil § 63, sum skuldi geva honum/Arbeiðseftirlitinum heimild til at seta í gildi í Føroyum reglur ella kunngerðir, sum galdandi eru í Danmark. Eftir somu § 63 skuldi landsstýrismaðurin eisini fáa heimild til at sleppa undan at lýsa hesar kunngerðir í síni heild – nóg mikið skuldi vera at lýsa nummar og heiti á donsku kunngerðunum.

Grundgevingin fyri hesum var rætt og slætt, at vegna vantandi fyrisitingarligari orku var tað neyðugt at kunna seta tær donsku kunngerðirnar í gildi, ístaðin fyri at gera serligar føroyskar kunngerðir. Tað hevði verið, segði landsstýrismaðurin, sera orkukrevjandi at gera allar hesar kunngerðirnar ella týða tær til føroyskt – av teimum umleið 40 kunngerðunum eru fleiri teirra um 100 síður til støddar og onkur teirra 5-600 síður (viðhvørt verður talið 8-900 brúkt). Og allar av ógvuliga spesialiseraðum tekniskum slagi, sum í nógvum førum krevur fakligan serkunnleika, sum nóg illa finst í Føroyum.

Og landsstýrismaðurin legði tá aftrat, at ikki minni orkukrevjandi hevði verið, at vit sjálvi skuldu dagført hesar kunngerðirnar samsvarandi teknisku og altjóða menningini.

Fekst tí ikki henda heimild við § 63, fór tað at krevja eina munandi hægri játtan til Arbeiðseftirlitið – ella at hava við sær negativar avleiðingar fyri arbeiðsumhvørvið í Føroyum, tí orka ikki fór at verða, hvørki til at gera føroyskar kunngerðir ella til at týða tær donsku til føroyskt.

Viðvíkjandi lýsing av kunngerðunum segði landsstýrismaðurin eisini tá, at av tí at kunngerðirnar vóru ógvuliga umfatandi í vavi, var tað nærum praktiskt ógjørligt at lýsa tær á vanligan hátt í Kunngerðarblaðnum. Hetta átti heldur ikki at verið neyðugt, varð sagt, tí kunngerðirnar vendu sær til ein ógvuliga avmarkaðan persónskara, serliga fakfólk, sum kundu verða kunnað um reglurnar á annan hátt, m.a. við at venda sær til Arbeiðseftirlitið.

Tí var tað ógviliga umráðandi fyri landsstýrismannin at hava hesa heimildina eftir § 63.

Men hesum var tó ein meiriluti í Trivnaðarnevndini (Tjóðveldis- og Javnaðarflokkurin) ikki samdur við honum í. Hesin meiriluti mælti til at strika alla § 63, m.a. út frá teirri grundgeving, at ikki ber til lógrættarliga at seta nýggja føroyska lóggávu í verk, har heimild verður givin til at sleppa fyrisitingini undan at gera tær kunngerðir, sum lógin krevur, og ístaðin at seta aðrar kunngerðir í verk, sum eru gjørdar eftir aðrari útlendskari lóg, sum vit onga ávirkan hava á. Eisini vísti hesin meirilutin á, at øll nýggj føroysk lóggáva, har í kunngerðirnar, skal vera atkomilig hjá borgarunum, so at ein og hvør á vanligan hátt skal kunna kunnast um allar nýggjar rættarreglur, sum fáa gildi her á landi.

Nú frættist frá Arbeiðseftirlitinum, sum skal útinna arbeiðsumhvørviseftirlitið, at fyrisitingin hvørki hevur evnað at gjørt tær føroysku kunngerðirnar ella gjørt tær neyðugu dagføringarnar. Tí – sigur stjórin á Arbeiðseftirlitinum – virkar arbeiðsumhvørvislógin ikki á fleiri týðandi økjum. Sagt verður enntá, at av tí at neyðugar kunngerðir ikki eru gjørdar, hevur Arbeiðseftirlitið fleiri ferðir, síðani nýggja arbeiðsumhvørvislógin kom í gildi, verið noytt til at taka mál aftur, sum annars høvdu verið brot á ta gomlu arbeiðaraverndarlógina, men sum nú ikki longur er lógarheimild at gera nakað við (Dimmalætting 9.1.2001).

Orsøkin er, sigur Arbeiðseftirlitið, at "ongar kunngerðir eru longur í gildi á ávísum økjum". Og, sigur stjórin: "Arbeiðseftirlitið fær ikki virkað til fulnar orskað av hesum, og eg meti at helvtin av øllum kunngerðunum nú liggur á láni". Ítøkiliga vísir Arbeiðseftirlitið á, at "eingin kunngerð er nú í gildi um ’Evni og tilfar’, og heldur ikki um ’Bygging og innrætting av virkjum’." (Dimmalætting 13.2.2001).

Eitt er, at hesar kunngerðir, sum ikki kunnu setast í gildi, tí at heimildin er tikin úr lógini, eru um helvtin av øllum teim neyðugu kunngerðunum. Verri er, at júst hesar kunngerðirnar eru nógv tær týdningarmestu, smb. stjóranum á Arbeiðseftirlitinum:"Eftir bestu sannføring meti eg, at umleið 85 % av okkara eftirlitsarbeiði verður gjørt við atliti til tær donsku kunngerðirnar" (skriv frá Arbeiðseftirlitinum, t. 7.4.2000). Við øðrum orðum eru vantandi kunngerðir orsøkin til, at 85% av arbeiðsumhvørviseftirlitinum ikki kann gerast!.

Støðan má tí metast at vera sera álvarslig fyri arbeiðsumhvørvið, sum stjórin sigur: "Tað einasta vit hava at halda okkum til, eru gomlu kunngerðirnar, sum vórðu settar i gildi eftir gomlu lógini, men hesar eru ikki dagførdar" (Dimmalætting 13.2.2001). Arbeiðseftirlitið sigur samstundis, at "hóast 8 mánaðir eru lidnir, síðani nýggja lógin fekk gildi, er eingin kunngerð enn lýst við heimild í nýggju lógini."

Støðan er sostatt tann, at vit hava eina nýggja arbeiðumhvørvislóg, men av vantandi orku og førleika hjá Vinnumálastýrinum/Arbeiðseftirlitinum at gera tær neyðugu kunngerðirnar eru vit í dag verri stødd, enn áðrenn henda nýggja lógin kom í gildi.

Á tingfundi tann 22. februar 2001 var samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 18. apríl 2001 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Til spurning 1-2:

Arbeiðsumhvørvislógin er ein rammulóg, sum ásetir høvuðsreglurnar. Nágreiniligari reglur skulu ásetast í kunngerðum. Kunngerðir og reglugerðir, sum settar eru í gildi við heimild í gomlu lógini, eru framvegis galdandi við teimum broytingum, sum eru ein avleiðing av arbeiðsumhvørvislógini.

Í gomlu lógini eru fleiri nágreiniligar reglur, sum í dag eiga at vera ásettar í kunngerð. Hetta arbeiðið er í gongd. Tríggjar kunngerðir hava verið hjá Arbeiðseftirlitinum til ummælis og eru sendar til ummælis í nývalda Arbeiðsumhvørvisráðnum. Kunngerðirnar fevna um reglur viðvíkjandi innrætting av føstum og skiftandi arbeiðsstøðum og um útinnan av arbeiði. Kunngerðirnar verða settar í gildi í næstum. Arbeitt verður við einum uppskoti til kunngerð um evni og tilfar. Tað verður sent Arbeiðsumhvørvisráðnum til ummælis so skjótt, tað er liðugt. Ásannast kann tó, at:

Ongar av gomlu kunngerðunum eru dagførdar síðan nýggja arbeiðsumhvørvislógin kom í gildi, og eingin av manglandi kunngerðunum eru lýstar við heimild í nýggju lógini.

Av tí at §63 varð strikað í lógini, verður í løtuni stór fyrisitingarlig orka brúkt til fyrireiking av kunngerðum. Arbeiðsmegi er sett av til hetta arbeiði, og arbeitt verður systematisk við at dagføra og gera nýggjar kunngerðir eftir ein raðfesting, sum er gjørd í samstarv við Arbeiðseftirlitið.

Til spurning 3 :

Ein kunngerð um útinnan av arbeiði manglar. Her er uppskot gjørt og sent til støðutakan í arbeiðsumhvørvisráðnum. Hvat viðvíkur innrætting av arbeiðsstøðum er ein reglugerð galdandi. Trupulleikin við reglugerðini hevur verið, at eingin revsiheimild er. Uppskot til kunngerð um innrætting av føstum arbeiðsstøðum og kunngerð um innrætting av skiftandi arbeiðsstøðum er gjørd, og vil tað broyta støðuna. Hvat viðvíkur evnum og tilfari manglar tann týdningarmesta kunngerðin "kunngerð um evni og tilfar".Uppskot til kunngerð um evni og tilfar er við at verða gjørd klár til viðgerð í Arbeiðsumhvørvisráðnum.

Til spurning 4:

Viðvíkjandi avleiðingunum fyri eftirlitið við arbeiðsumhvørvinum verður víst til frágreiðingina frá Arbeiðseftirlitinum.

Til spurning 5:

Landsstýrismaðurin ætlar at seta í gildi nýggjar føroyskar kunngerðir og dagføra gamlar, har sum Arbeiðseftirlitið vísir á, at tað er neyðugt, og verður hetta arbeiðið gjørt regluliga eftir eini raðfesting, sum verður gjørd saman við Arbeiðseftirlitinum. Sambært §70, stk. 2 eru tær kunngerðir, sum settar eru í gildi við heimild í gomlu lógini, framvegis galdandi við teimum broytingum, sum fylgja av lógini, til tær verða settar úr gildi ella verða avloystar við reglum, settar í gildi við heimild í galdandi lóg.

Til spurning 6:

Í dag verða danskar kunngerðir lagaðar til føroysk viðurskifti, soleiðis at kannað verður, um heimild er fyri teimum í arbeiðsumhvørvislógini, og føroyskir myndugleikar verða nevndir í staðin fyri danskir, umframt at kunngerðirnar verða týddar til føroyskt. Síðan verða kunngerðirnar sendar til hoyringar í Arbeiðsumhvørvisráðnum. Henda mannagongdin krevur umleið eitt ársverk, kanska meira, um komast skal á mál, áðrenn 2001 er úti. Skulu mannagongdirnar broytast soleiðis, at kunngerðirnar verða gjørdar frá grundini av, hevði tað kravt fleiri ársverk. Kunngerðirnar, sum skulu fyrireikast, eru um 20 í tali. Tær eru vanliga um 20-30 síður, men einstakar koma upp í einar 800 síður. Ætlanin er at umseta so nógvar av kunngerðunum til føroyskt sum møguligt, men tá ið tað snýr seg um tær kunngerðirnar, sum eru langar og innihalda torført tekniskt mál, er ætlanin, at ein partur av kunngerðini verður umsettur og fylgiskjalatilfarið lýst á donskum. Í ringasta føri verður ein stutta føroysk kunngerð gjørd við tí donsku kunngerðini lýstari sum fylgiskjal. Sí fylgiskjal .

Til spurning 7:

Arbeiðið við at dagføra og gera nýggjar kunngerðir kemur kanska á mál í 2001, men dagføringar og nýggjar kunngerðir skulu eisini gerast aftaná tað.

Til spurning 8:

Av tí at § 63 ikki varð varðveitt, stendur eitt stórt arbeiði fyri framman í at gera kunngerðir og fáa galdandi reglur dagførdar. Landsstýrismaðurin heldur, at tað hevði verið skilagott at fingið sett § 63 inn aftur í lógina, men hevur ongar ætlanir harum, tí tað vildi verið at handla móti tingsins vilja.

Til spurning 9:

Frágreiðingin frá Arbeiðseftirlitinum er hjáløgd.