Fyrispurningur um kalda kríggið

100-50 Fyrispurningur til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, viðvíkjandi kanningum eystanfyri av skjølum frá kalda krígnum

Orðaskifti

Ár 2001, týsdagin 20. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Kann landsstýrismaðurin greiða tinginum frá, hví fleiri pengar eru latnir at kanna vesturlendska partin av skjølunum viðvíkjandi kalda krígnum, meðan skjølini eystanfyri enn hvørki eru savnað ella viðgjørd?

Viðmerkingar

Meðan Løgtingið onga frágreiðing fær, frættist í bløðunum, at landsstýrismaðurin í mentamálum hevur latið pengar av játtan síni at kanna verandi skjøl viðvíkjandi lutinum hjá USA og Danmark í hernaðarmálum í Føroyum undir kalda krígnum.

Samstundis hvørva helst alsamt fleiri skjøl í skjalagoymslum eystanfyri. Tann orkan, sum løgd er í at finna skjøl í skjalagomslum vestanfyri, er ikki til staðar, tá ræður um goymslurnar eystanfyri. Tað er at undrast á, hvís so er? Tað kann lítil ivi vera um, at gomslurnar eystanfyri eru nógv verri skipaðar og í vánaligari standi enn vestanfyri. Hetta kemst av vána fíggjarstandinum eystanfyri og teimum demokratisku kollveltingum, sum komu illa fyri hjá gomlu makthavarunum.

Vit mugu ikki gloyma, at inntil fyri tíggju árum síðani var Warszawa-samgongan til reiðar at leypa á vesturheimin til tess at fremja kollvelting við valdi. Her vestanfyri vóru ikki so fá, sum trúðu upp á harðskap, kollvelting og einaræði fæloysinganna. Tað vóru ikki so fá, sum áttu partisanturrikløð, Maosa Lítlu Reyðu og høvdu blóðdálkaðar antidemokratar sum Lenin og Che Guevara á vegginum.

Í dag kunnu vit saktans flenna at droymarum, sum hildu Kina, Norðurkorea og Cuba vera fyrimyndir, og smílast at teimum, sum vóru limir í smáum sosialistiskum sektum og cellum undir dekknøvnum sum Rufus og Móses.

Í Bretlandi, í Danmark og øðrum av okkara sameindu londum eru fleiri fólk avdúkað eftir kanningar í eystureuropeiskum skjalasøvnum. Eisini eru álopsætlanir, avlurtingar og ráðagerðir komnar fram í ljóðsmála.

Mentamálaráðharrin, sum hevur so stóran áhuga fyri skjalasøvnum, bókasøvnum og gransking, er tó ikki áhugaður í at gera neyðugu grundgranskingina eystanfyri.

Vit hava eina frágreiðing frá kalda krígum, sum vísir okkum, at vestanveldini djarvt og trúðsamt vildu verja lítla land okkara. Vit kunnu helst semjast um, at løgmenn okkara kundu gjørt meira við at kunna og sannføra fólk um verjutiltøk, men eingin kann ivast í, at teir gjørdu tað, sum rættast var inna fyri teir møguleikar, teir høvdu.

Nú skal trampast meir í hesum, helst serliga í teimum gløggu eygleiðingum, sum amerikanarar og danir gjørdu viðvíkjandi verjufatanini hjá loysingarsinnaðum og vinstravendum í Føroyum.

Runubløk skulu kleiggjast saman at tveitast eftir okkara stóru monnum, serliga Peturi Mohr Dam og Christiani Djurhuus, men hvørjar ráðagerðir og hvørjir samstarvshugaðir vinstravendir vóru - tað skal fúna, gulna og hvørva á stongdum KGB-stovum.

Tí kann eg hugsa mær, at landsstýrismaðurin greiðir tinginum frá, hvørjar ætlanir eru á økinum, og av hvørji játtan peningurin er komin frá.

Á tingfundi 21. mars 2001 var samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi tann 6. apríl 2001 svaraði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Tá eg lesi fyrispurningin í síni heild – eisini viðmerkingarnar – fái eg ta fatan, at nøkur viðurskifti eru samanblandað.

Tað, sum viðvíkur kanningum av skjølum og søguligum keldum, ið sum heild kunnu lýsa støðu Føroya í kalda krígnum, er eitt mál, sum Løgmansskrivstovan tekur sær av, og sum Løgmaður í seinasta enda hevur ábyrgdina av. Hetta er galdandi, bæði tá tað snýr seg um skjalasøvn í Vestur-heiminum, og tá tað snýr seg um skjalasøvn eystanfyri.

Eg vísi í hesum sambandi til svar Løgmans til fyrispurning frá Edmundi Joensen, løgtingsmanni, um skjalarannsóknir eystanfyri. Samstundis geri eg vart við, at hetta hevur Mentamálastýrið einki við at gera.

Eitt heilt annað mál er, at Mentamálastýrið hevur latið stuðul til eina privata verkætlan hjá søgu-frøðingi, sum ætlar at skriva PH-D.-ritgerð um støðu Føroya í kalda krígnum. Hetta er ein verk-ætlan, sum Granskingarráðið hevur viðmælt. Hetta er trygd fyri, at verkætlanin lýkur faklig og onnur krøv, sum sett verða í hesum sambandi. Granskingaráðið metir, at henda verkætlan hevur rætt til at fáa granskingarstuðul.

Eg geri vart við, at tað er av týdningi fyri samtíðarsøgu okkara, at ritgerðir um kalda kríggið og onnur týðandi fyribrigdi verða skrivaðar. Hetta verður ikki gjørt fyri at tveita runubløk eftir ávísum fólki, sum tikið verður til í fyrispurninginum. Hetta verður gjørt fyri at fáa sakligt innlit í søgu okkara og sum heild tey viðurskifti, sum hava við samfelag okkara at gera.

Aðrar tjóðir hava ikki verið bangnar fyri at gera slíkar kanningar, bæði amerikumenn og danir kunnu nevnast sum dømi um hetta. Eingin orsøk er til, at vit føroyingar ikki skulu kanna okkara egnu søguligu viðurskifti. Mentamálastýrið hevur fullgóðar orsakir til at stuðla eini PH.D.-verkætlan, sum fer at økja um innlit støðu okkara í tí álvarsama og vandamikla søguliga tíðarskeiði, sum fevnir um kalda kríggið, og Mentamálastýrinum er heimilað at stuðla privatum granskingar-verkætlanum.

Málið avgreitt.