Fyrispurningur um landsskjalavørð

100-52 Fyrispurningur til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, viðvíkjandi landsskjalavørði

Ordaskifti

Ár 2001, mikudagin 21. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hvønn setanarpolitikk hevur Mentamálastýrið?
  2. Hvørji krøv setir Mentamálastýrið til umrødda starv?
  3. Hvør er mannagongdin, tá umsóknir verða viðgjørdar?

Mikudagin 15. november 2000 skipaði Løgmansskrivstovan fyri evnisdegi um starvsfólkapolitikk. Ein arbeiðsbólkur hevði í longri tíð arbeitt við at orða ein umfatandi starvsfólkapolitikk, sum tikið verður til. Hesin snýr seg um arbeiðsumhvørvi, rúsevni, setanar- og uppsagnarpolitkk, útbúgvingarpolitikk og starvsfólkasamrøður.

Evnisdagurin var fyri leiðarar og starvsfólk, sum arbeiða við starvsfólkaviðurskiftum. Endamálið var at fáa framt henda politikk í verki.

Fakfeløg førdu fram, at tey hildu seg hava havt ov lítlan ella ongan leiklut í hesum arbeiðinum. Millum onnur vísti Føroya Pedagogfelag á, at landsstýrið hevði gjørt frágreiðingina, uttan at umboð fyri fakfeløg, sum hesin politikkurin fór at fevna um, fingu høvið at vera við.

Seinastu dagarnar hava bløðini viðgjørt spurningin um landsskjalavarðastarvið. Nú, Mentamálastýrið eftir stuttari tíð fer at søkja eftir landsskjalavørði á triðja sinni, er Magistarafelag Føroya komið upp í leikin. Tey hava gjørt av at blokera starvið, tí tey halda, at viðferðin av málinum hevur verið út av lagi vánalig og ósaklig.

Um somu tíð, sum landsstýrið tykist gera nógv burtur úr starvsfólkapolitikki, m.a. setanarpolitikki og mannagongdum, er ilt at skilja, hví nevnda starv skuldi fáa slíka lagnu.

Á tingfundi 23. mars 2001 var samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi tann 6. apríl 2001 svaraði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Til fyrsta spurningin er at siga, at Mentamálastýrið í teirri málsviðgerð, talan er um, nágreiniliga hevur fylgt tí setanarpolitikki, sum er ásettur av Løgmansskrivstovuni. Hesin er lýstur sum partur av starvsfólkapolitikki landsins, og er ætlaður at seta karmarnar um tann høvuðspolitikk hesum viðvíkjandi, sum er galdandi í almennu fyrisitingini.

Ítøkiliga er at siga, hesum viðvíkjandi, at Mentamálastýrið hevur tann setanar- og starvsfólkapolitikk, sum Løgmansskrivstovan hevur ásett. Er hesin politikkur ikki í samsvari við sjónarmiðini hjá fakfeløgunum, er hetta fyrst og fremst ein trupulleiki millum fakfeløgini og Løgmansskrivstovuna.

Í sambandi við setan av landsskjalavørði gjørdi Mentamálastýrið eina starvslýsing, sum í fyrsta umfari varð send til Magistarafelagið. Tá Magistarafelagið hevði tikið undir við starvslýsingini, varð starvið sum landsskjalavørður lýst alment leyst at søkja.

Viðvíkjandi næsta spurninginum ber heilt greitt til at vísa á, at tey krøv, sum Mentamálastýrið setur til umrødda starv (nevniliga starvið sum landsskjalavørður) standa at lesa í starvslýsingini. Bæði fakligu og persónligu førleikakrøvini eru gjølla lýst har.

Um fakligu krøvini verður sagt, at umsøkjari, fyri at verða settur í starv, skal hava lokna akademiska útbúgving í søgufrøði frá lærdum háskúla á cand. phil.-, cand. mag.-, mag. art.- ella doktara-stigi. Harumframt verður sett sum krav, at umsøkjarar hava leiðsluroyndir og kunnleika til savnsarbeiði og at arbeiða við skjølum. Granskingarroyndir innan søgulig vísindi eru ein fyrimunur.

Undir persónligu førleikakrøvunum er aftur útgreinað og lagdur dentur á, at umsøkjari skal hava leiðsluførleika og leiðsluevni og góð samstarvsevni, vera ágrýtin, tænastuhugaður, miðvísur og kunna arbeiða sjálvstøðugt – og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Umsøkjarar skulu hava góðan kunnleika til føroyskt mál.

Hetta vóru høvuðskrøvini, og í allari málsviðgerðini hevur Mentamálastýrið lagt stóran dent á hesi krøv, og ikki minst leiðslukrøvini, tí tað snýr seg um at finna ein leiðara, sum á sannførandi hátt megnar at menna, reka og leiða ein so týðandi mentanarstovn sum Føroya Landsskjalasavn.

Tá tað snýr seg um triðja spurningin er at siga, at aftur her er fult samsvar millum ítøkiligu mannagongdina, sum Mentamálastýrið nýtir í sambandi við umsóknir, og ásettu reglurnar í starvsfólka- og setanarpolitikki landsins. Umsóknirnar verða viðgjørdar á tann hátt, at fyrst verður hvør einstøk umsókn lisin, viðgjørd og mett um. Síðani verða fólk kallað inn til samrøður við ein setanarbólk, sum er settur av leiðsluni í Mentamálastýrinum. Setanarbólkurin er samansettur eftir ásettum reglum og skal m.a. umboða starvsfólk fyri viðkomandi stovn. Skrivlig frágreiðing verður gjørd um hvørja einstaka setanarsamrøðu, og tá samrøðurnar eru lidnar, verður endalig frágreiðing og tilmæli til setanarmyndugleikan skrivað. Setanarmyndugleikin tekur so endaliga støðu til málið.

Til endans skal verða sligið fast, at er spurningurin um setan av landsskalavørði vorðin ein persónsspurningur, so er hann bara vorðin ein slíkur av hesum fyrispurninginum, sum nú verður svaraður. Uttan at siga nakað persónligt um umsøkjararnar til nevnda starv kann eg vísa á, at í hesum máli, eins og øðrum setanarmálum, er farið fram eftir teimum reglum, sum Løgmansskrivstovan hevur ásett. Hetta hevur Magistarafelagið eisini fingið at vita í svarskrivi til fyrispurning teirra.

Málið avgreitt.