Fyrispurningur um aðalstjóran í AHS

100-53 Fyrispurningur til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, viðvíkjandi aðalstjóranum í Almanna- og heilsumálastýrinum

Orðaskifti

Ár 2001, týsdagin 27. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Um landsstýrismaðurin ætlar at flyta aðalstjóran orsaka av broytingum í starvinum, hvat starv er so talan um, ið hevur somu tign sum tað at vera aðalstjóri?
  2. Um landsstýrismaðurin ætlar at flyta aðalstjóran, tí hesin hevur forbrotið seg, verður landsstýrismaðurin biðin um at upplýsa, hvussu aðalstjórin hevur forbrotið seg?
  3. Um aðalstjórin og landsstýrismaðurin ikki verða samdir um treytirnar fyri flytingini, hvat ætlar landsstýrismaðurin so at gera í hesum málið?

 Viðmerkingar

Síðan Sámal Petur í Grund varð settur í starv sum landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, hevur hann verið nógv frammi í fjøðlmiðlunum um viðurskifti í Almanna- og heilsumálastýrinum. M.a. er hann endurgivin fyri at siga, at viðurskiftini eru sera vánalig, og at nú skal alt aðalstýrið endavendast, og at hann hevur fingið fríar hendur frá løgmanni og hinum landsstýrismonnunum. Hesi tíðindi eru rættiliga ørkymlandi.

Í viðtal við Sosialin í dag sigur aðalstjórin m.a., at hann metir tað óvirðiligt at verða uppsagdur í fjølmiðlunum, og at landsstýrið ikki hevur fylgt mannagongdunum í tænastumannalógini. Eitt nú vísir aðalstjórin á, at hann onga haldgóða uppsagnargrund hevur fingið, og at hann ongan hoyringsrætt hevur fingið.

Er tað veruliga so, at landsstýrismaðurin hevur fingið fríar hendur politiskt til at seta landsins lógir og rættartrygdina hjá borgara til viks, ella hevur landsstýrismaðurin haldgóðar grundir at siga Høgna Joensen úr starvinum sum aðalstjóri?

Sambært tænastumannalógini eru tveir møguleikar at flyta tænastumenn.

  1. Broytingar í starvinum kunnu viðføra, at hann verður fluttur. Hann má tá ikki missa tign við flytingini.
  2. Tænastumaður, ið hevur forbrotið seg, kann verða fluttur, tó ikki fyrr enn tænastumannakanning er gjørd.


Á tingfundi 28. mars 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 19. apríl 2001 svaraði Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Lat meg byrja svarið upp á hendan fyrispurning við at siga, at eg meti tað vera skeivt at viðgera persónsmál av tingsins røðarapalli, og at ávísir persónar verða gjørdir til løgtingsmál.

Havandi tað fyri eyga, at ein og hvør landsstýrismaður er skyldugur til ikki at afturhalda upplýsingum fyri tinginum, so væl sum hann skal siga satt, so er tað upp til hvønn einstakan, sum luttekur í hesum orðaskifti, hvussu langt farast skal í hesum fyrispurningi.

Løgtingið samtykti 28. mars 2001, at omanfyri standandi spurningar skulu svarast, og verður tað hervið gjørt.

Fyrispurningurin er býttur upp í tríggjar spurningar. Fyrsti og annar spurningur eru ikki viðkomandi. Málið um at flyta aðalstjóran skyldaðist ikki broytingum í starvinum ella at hesin hevði forbrotið seg.

Triði spurningurin er viðkomandi og verður svaraður soleiðis:

Landsstýrismaðurin hevði ta fatan, at munnlig avtala fanst um flytingina, men vísti hetta seg ikki at halda, tá avtornaði. Tá semja ikki fekst um eina flyting, varð aðalstjórin sagdur úr starvi.

Tað er landsstýrismansins fatan, at galdandi lógir og reglur vórðu fylgdar í sambandi við, at uppsøgnin varð framd.