Fyrispurningur um Arbeiðseftirlitið

100-54 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi eftirlitsuppgávum Arbeiðseftirlitsins

 

Ár 2001, mikudagin 4. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jákup Suna Joensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hevur Arbeiðseftirlitið heimild at krevja gjøld fyri eftirlitsuppgávur?
  2. Eru ætlanir um at gera broytingar í sambandi við innkrevjan av gjøldum fyri eftirlitsuppgávur soleiðis, at virkir ikki beinleiðis rinda fyri eftirlitini?
  3. Hevur Arbeiðseftirlitið heimild at gera arbeiði/tænastur fyri virkir, uttan at virkini frammanundan hava havt møguleika at biðið aðrar fyritøkur gjørt arbeiði?

Viðmerkingar:

Vit hava í dag eitt framkomið samfelag, har arbeiðsumhvørvi í nógvum førum má raðfestast ovarlaga, um arbeiðsgevarar ikki skulu hava ampa av at lata starvsfólkið útinna nógvar av vandamiklu arbeiðsuppgávunum. Arbeiðseftirlitið hevur til uppgávu at tryggja trygdina á arbeiðsplássunum og fremur tí eftirlit av hesum.

Tað standast stórar útreiðslur av at halda krøvini, sum verða sett í arbeiðsumhvørvislógini. Hugsað verður m.a. um innrættan av hølum, serlig útgerð á arbeiðsstaðnum, verndarútgerð til starvsfólk og serkøn fólk, ið skulu gera regluligar kanningar av tekniskum hjálpartólum o. m. a.

Flestu arbeiðsgevarar hava einki ímóti at fáa vitjan av Arbeiðseftirlitinum og taka undir við hesum eftirliti, men fáa ein hvøkk, tá rokning kemur frá Arbeiðseftirlitinum eftir vitjanina. Hesi eykagjøldini fremja ikki júst besta samstarv næstu ferð sjálvbodnu gestirnir koma á vitjan.

Í løgtingslóð nr. 70 frá 11. mai 2000, grein 56, stk. 3, verður ásett: „Arbeiðseftirlitið krevur inn gjøld fyri sínar tænastur. Hesi gjøld skulu góðkennast av landsstýrismanninum og kunna krevjast inn við panting."

Tað kann vera trupult hjá virkisleiðarum at gjøgnumskoða, hvussu arbeiðskrevjandi nógvar av eftirlitsuppgávum Arbeiðseftirlitsins eru. Sum støðan er í dag, hava virki ikki annað val enn at taka ímóti tænastum frá Arbeiðseftirlitinum í móti rokning, - tað veri seg trýstroynd, lastroynd ella annað, hóast aðrar fyritøkur í landinum kundu útint slíkar tænastur.

Tað er skilligt, at eftirlitsuppgávurnar hoyra til Arbeiðseftirlitið, men tað tykist kappingaravlagandi, at aðrar fyritøkur ikki hava møguleika at fremja tænastur, sum tær eisini eru førar fyri at gera. Um so var, kundu virkini havt váttan frá tí fyritøku, sum hevði framt tænastuna. Henda váttan kundi síðan verið løgd fyri Arbeiðseftirlitið, tá eftirlit varð framt á virkjum.

Um Arbeiðseftirlitið sjálvt ynskti at tryggja seg við egnum stakroyndum, átti hetta at verið sum liður í eftirlitsarbeiðinum.

Tað kann ikki vera eitt krav, tá talan er um eina tænastu, at júst hendan skal gerast av Arbeiðseftirlitinum.

Gjaldið til Arbeiðseftirlitið fyri eftirlit er í veruleikanum ein skattur (avgjald), sum ávirkar fyritøkurnar ymiskt, alt eftir hvat slag av virki, framleiðslutóli o.s.fr. talan er um. Verður samanborið við onnur almenn eftirlit sæst, at ymiskt er, hvørji eftirlit gjald verður kravt fyri og ikki. T.d. kostar eitt bilsýn altíð líka (verður kravt inn yvir veggjaldið), meðan vanlig skipaeftirlit eru ókeypis. Gjald fyri eftirlit átti at verið meira einsháttað (homogent) og helst tikið av.

Samlaðu inntøkurnar av eftirlitsarbeiði hjá Arbeiðseftirlitinum eru 300-400 tkr. árliga. Um gjøldini fyri eftirlit vórðu tikin av, hevði hetta verið ein stórur lætti hjá ávísum fyritøkum, men ikki havt serliga stóran fíggjarligan týdning fyri landskassan, við tað at talan einans er um nevndu upphædd.

Ein tílík broyting hevði verið mennandi fyri samstarvið millum vinnuna og Aarbeiðseftirlitið, við tað at hugburðurin mótvegis stovninum og starvsfólki stovnsins hevði gjørst betri.

Á løgtingsfundi 6. apríl 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 2. mai 2001 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Til spurning 1:
Arbeiðseftirlitið tekur ikki gjald fyri vanligt eftirlit, men fyri tað, sum kann kallast "tekniskt" eftirlit t.d. eftirlit av trukkum, lyftum og kranum, umframt aðrar tænastur sum t.d. skeið, lógartilfar og frágreiðingar. Arbeiðseftirlitið hevur heimild til at krevja gjøld fyri sínar tænastur sambært § 56, stk. 3, í løgtingslóg nr. 70 um arbeiðsumhvørvi frá 11. mai 2000. Í viðmerkingunum til lógina verður víst til, at við líknandi lógarheimild í tí donsku lógini er gjørd ein donsk kunngerð um gjald í sambandi við kanningar av dampketlum, trýstroyndir av trýstíløtum, kanningar av lyftum v.m. Tað hevur soleiðis verið ætlanin, at tænastur skulu fevna um ávísar eftirlitsuppgávur. Harumframt hevur orðið "tænastur" eisini staðið í lógini um arbeiðaravernd síðani 1993, og praksis hevur verið at taka gjald fyri ávísar eftirlitsuppgávur í fleiri ár.

Til spurning 2:
Landsstýrismaðurin hevur ikki ítøkiligar ætlanir um at gera broytingar í sambandi við innkrevjan av gjøldum fyri eftirlitsuppgávur. Sum sagt verður ikki kravt gjald fyri vanligt eftirlit, men fyri tekniskt eftirlit, og ávirkar tað sostatt fyritøkur ymiskt. Tað er brúkarin (fyritøkan), sum fær eitt teknisk eftirlit, ið rindar fyri hana, og tað verður hildið at vera meira rættvíst, enn um allar fyritøkur rinda tað sama, líkamikið um tær fáa eftirlitið ella ikki.

Til spurning 3:
Arbeiðseftirlitið hevur heimild til at gera eftirlit. Sambært § 54 í løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi er tað uppgávan hjá Arbeiðseftirlitinum at ansa eftir, at lógin og tær fyrisetingar, sum verða gjørdar við heimild í lógini, verða hildnar. Uppgávarnar, sum góðkend virkir gera, eru ikki tær somu, sum Arbeiðseftirlitið ger.

Sambært reglugerðum R-C002-3, R-C003-3, R-C003-4, R-C009-2 kunnu virkir góðkennast av Arbeiðseftirlitinum til at kanna og umvæla gaffiltrukkar, kranar og persónlyftarar. R-D008-1 gevur virki møguleika at verða góðkent til at umvæla, framleiða, seta upp og seta í gongd frysti- og køliskipanir og hava eftirlit. Arbeiðseftirlitið hevur góðkent 6 virkir til at kanna og umvæla kranar, 6 virkir til at kanna og umvæla trukkar, 2 virkir til at kanna og umvæla ávikavist persónlyftarar og billyftarar. Harumframt hava 6 virkir fingið góðkenning at reka tænastur innan køli- og frystiútbúnað, og hava 13 kølimontørar fingið sertifikat í hesum sambandi.

Kranar og trukkar verða kannaðir eftir einari fastari skipan sambært galdandi reglugerð. Góðkendu virkini senda avrit av teirra kanningum til Arbeiðseftirlitið. Fyri kranar er skipanin soleiðis, at hesir skulu kannast regluliga eina ferð um árið, og hvørt 10. ár skulu teir til eina høvuðskanning. Fyri trukkar, billyftir, persónlyftir v.m. eru reglurnar, at hesi tól skulu kannast eina ferð um árið.

Arbeiðseftirlitið hevur eftirlit við, at skipanin koyrir sum ætlað, og verður hetta gjørt í mun til arbeiðsorkuna hjá Arbeiðseftirlitinum, umleið annað hvørt ár fyri trukkar og tólini í hesum bólki. Hetta eftirlit umfatar gjøgnumgongd av øllum kanningarúrslitum, sum viðkomandi góðkenda virki hevur framt, og við stakroyndum verður staðfest, at tólið lýkur galdandi reglur. Fyri hetta eftirlit (sum einki hevur við eitt-ára kanningina at gera) tekur Arbeiðseftirlitið gjald eftir góðkenda príslistanum.

Kemur Arbeiðseftirlitið fram á nakað óregluligt, sum góðkenda virkið kann lastast fyri, kann hetta hava við sær, at givna loyvið verður tikið aftur, alt eftir hvussu álvarsligt brotið er. Viðmerkjast skal, at góðkenda virkið ikki hevur nakran myndugleika til at krevja neyðugar ábøtur framdar, og er tað tí neyðugt, at Arbeiðseftirlitið hevur eftirlit.

Arbeiðseftirlitið er ikki vitandi um, at virki er í Føroyum, sum hevur bjóðað seg fram til at sýna og góðkenna dampketlar og lyftir. Regluligt halvárligt eftirlit av lyftum verður tó gjørt av einum donskum virki, sum eisini saman við Arbeiðseftirlitinum ger kanningar annað hvørt ár. Um onkur ætlar sær í gongd við slíkar uppgávur, skulu tey sjálvandi lúka galdandi treytir viðvíkjandi førleika og útgerð fyri at kunna blíva góðkend. Viðvíkjandi skeiðum v.m. hevur Arbeiðseftirlitið váttað í 1998, tá seinasti príslistin varð góðkendur, at gjøldini ikki eru kappingaravlagandi mótvegis privatum og øðrum almennum kappingarneytum.

Málið avgreitt.