Fyrispurningur um samferðslu

100-55 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi samferðsluviðurskiftum í Suðuroynni

 

Ár 2001, fríggjadagin 6. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Nær kann roknast við, at arbeiðið við at fyrireika bergholsgerð millum Øravík og Hov byrjar?
  2. Eru kanningar viðvíkjandi eini komandi samferðsluhavn í Suðuroy í gongd? Um ikki, nær kann ein niðurstøða av hesum kanningum so fyriliggja?

Viðmerkingar:

Undirritaði hevur áður sett fram munnligar fyrispurningar viðvíkjandi fyrireikingum av bergholsgerð millum Øravík og Hov og eisini viðvíkjandi eini komandi samferðsluhavn í Suðuroy, men orsakað av fráveru landsstýrismansins eru spurningarnir ikki svaraðir.

Á fíggjarlógini fyri inniverandi ár eru 4 mió. kr. settar av til fyrireikingararbeiði (herundir vegir, innsløg og arbeiðsøki) av bergholsgerð millum Øravík og Hov.

Sambært íløguætlan landsstýrisins skal samferðsluhavn eisini gerast á Tvøroyri. Á Løgtingsins fíggjarlóg eru 0,5 mió. kr. settar av til at halda fram við kanningum av havnaviðurskiftunum, fyri síðani at fara undir eina ný- ella útbygging av eini tíðarhóskandi samferðsluhavn.

Tí verður spurt um, nær roknast kann við, at arbeiðið við at fyrireika bergholsgerð millum Øravík og Hov byrjar, og um kanningar viðvíkjandi eini komandi samferðsluhavn í Suðuroy eru í gongd, ella nær ein niðurstøða av hesum kanningum kann fyriliggja?

Á tingfundi 6. apríl 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 30. apríl 2001 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Til spurning 1.
Prosjekteringin av verkætlanini verður væntandi liðug til heystar, og er tá klárt at bjóða út. Fyri at tryggja, at íløgukarmurin hjá landinum verður hildin, umhugsar landsstýrismaðurin tó í løtuni at mæla Løgtinginum til at útseta verkætlanina, til nýggja suðuroyarskipið og nýggja samferðsluhavnin í Suðuroy eru liðug.

Tað verður neyðugt at framskunda arbeiðið við samferðsluhavnini í Suðuroy, skal hon vera klár at taka í nýtslu, tá nýggja suðuroyarskipið er liðugt, og av tí at hesar báðar íløgur helst fara at kosta landinum okkurt um 350-375 mió. kr. tilsamans, er neyðugt at útseta tunnilin millum Øravík og Hov, um íløgukarmurin skal haldast.

Til spurning 2.
Kanningar av samferðsluhavnini eru í gongd. Kanningar av alduviðurskiftum og fyribils skitsuprosjekt verða tøk seinni í ár. Fyrireikingar verða síðani gjørdar til modellroyndir í 2002, sum verður grundarlagið undir eini niðurstøðu.

Málið avgreitt.