Fyrispurningur um frískúlalóg

100-56 Fyrispurningur til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, viðvíkjandi lóg um frískúlar

 

Ár 2001, fríggjadagin 6. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Nær fer landsstýrismaðurin at leggja uppskotið til løgtingslóg um frískúlar fyri tingið, sum arbeiðsbólkur, settur av landsstýrismanninum í mentamálum í august 1999, fyri meira enn einum ári síðani læt úr hondum?
  2. Um landsstýrismaðurin ikki ætlar at leggja uppskotið fyri tingið, verður hann biðin um at greiða tinginum frá, hví hetta ikki verður gjørt, og hvussu hann so tulkar orðini í samgonguskjalinum, har sagt verður, at møguleiki skal vera fyri frískúlum.

Viðmerkingar:

Í samgonguskjalinum, sum sitandi samgonga skrivaði undir 9. mai 1998, standa hesi orðini: "Møguleiki skal vera fyri frí- og eftirskúlum."

Í mars mánaði í fjør legði Signar á Brúnni, ið tá var landsstýrismaður í mentamálum, uppskot til lóg um eftirskúlar fyri tingið, og 9. mai 2000 varð tað við 3. viðgerð samtykt við 32-0-0 atkvøðum.

Í august mánaði í 1999 setti landsstýrismaðurin eisini ein arbeiðsbólk, ið skuldi lýsa málið um frískúlar og tørvin á hesum í samfelagi okkara. Arbeiðsbólkurin skuldi skriva álit um málið, geva landsstýrismanninum ummæli av málinum, gera eitt lógaruppskot um frískúlar at leggja fyri Løgtingið og lýsa væntandi fíggjarligar avleiðingar, um eitt lógaruppskot um frískúlar verður samtykt."

Arbeiðsbólkurin var mannaður við tveimum umboðum frá Føroya Lærarafelag, einum umboði fyri Mentamálastýrið, einum umboði frá Adventistaskúlanum og einum umboði, sum hevði royndir frá frískúla í Danmark. Í sambandi við sjálvt lógaruppskotið varð løgfrøðingur eisini knýttur at arbeiðsbólkinum.

Arbeiðsbólkurin fekk álagt at gera seg lidnan við arbeiðið í januar 2000 við tí grundgeving, at ætlanin var at leggja málið fyri tingið í somu tingsetu. Álitið var eisini liðugt í januar í fjør, men seinni hoyrdist, at álitið var komið nakað seint til hoyringar, og kundi tí ikki leggjast fram tá.

Í svari til ófráboðaðan fyrispurning um frískúlar frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, 20. februar í ár, segði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, at hann ikki ætlaði at leggja uppskotið fyri tingið, men tað var eitt sindur ógreitt, um landsstýrismaðurin bert sipaði til hesa tingsetuna, ella um hann veruliga boðaði frá, at hann hevði lagt uppskotið á hillina og als ikki ætlaði at koma í tingið við tí.

Endamálið við hesum fyrispurninginum er tí - nú bara eitt ár er eftir av hesum samgonguskeiðinum - at spyrja landsstýrismannin í mentamálum, hvussu langt hann er komin við hesum spurninginum, og nær hann fer at leggja lógaruppskotið fyri tingið.

Um landsstýrismaðurin veruliga ætlar at ignorera orðingina um frískúlar í samgonguskjalinum, verður hann biðin um at grundgeva fyri hesum.

- - - - -

Á síðu 16 í álitinum frá arbeiðsbólkinum, sum hevur arbeitt við uppskoti til frískúlalóg, verður sagt um tørvin og rættin til frískúlar:

"Hyggja vit at londunum rundan um okkum, er tað soleiðis, at rætturin til at stovna og reka frískúlar verður mettur sum ein sjálvsagdur demokratiskur rættur. Tó eru sera ymiskar siðvenjur og lógir fyri, hvussu lætt - ella torført - tað er at reka frískúlar, hvussu umfatandi tað almenna eftirlitið er, og hvussu stóran part av útreiðslunum tað almenna fíggjar.

Tað ber væl til at taka støðu til ein demokratiskan rætt uttan at taka støðu til tað, sum kann fremjast út frá heum rætti. T.d. er neyvan nakar ímóti skrivifrælsi ( - sum er lutvíst alment fíggjað - ), hóast eingin kann taka undir við øllum, sum kemur alment á prent. Á sama hátt ber til at vera fyri, at frískúlar eru loyvdir ( - og lutvíst alment fíggjaðir - ), hóast ein er ímóti frískúlum sum so. - At vera fyri at loyva frískúlum er ikki tað sama sum at vera fyri frískúlum.

At gera tað møguligt at stovna og reka frískúlar í Føroyum er enn eitt stig á leiðini til at seta í verk heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um mannarættindi, har §26, stk.3, er soljóðandi: "Foreldur hava fyrsta rætt at velja, hvat slag av undirvísing skal vera givin børnum teirra."

Tað kann ikki vera ein almenn uppgáva at gera av, hvørt tørvur er á frískúlum í Føroyum ella ikki, líka lítið sum tað er ein almenn uppgáva at stovna og reka frískúlar.

Uppgávan hjá tí almenna er at seta lógargrundarlagið fyri frískúlum. Og so má tað vísa seg, um tað finnast fólk, ið meta tørvin á frískúlum vera so stóran, at tey fara undir at stovna og reka ein frískúla. Rætturin til at gera hetta má metast sum ein partur av teimum demokratisku rættindunum í samfelag okkara."

Við hesum viðmerkingum verður landsstýrismaðurin biðin um at svara fyrispurninginum.

Á tingfundi 6. apríl 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 27. apríl 2001 svaraði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Málið avgreitt.