Fyrispurningur um vanlukkutryggingarlóg

100-57 Fyrispurningur til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, viðvíkjandi nýggjari vanlukkutryggingarlóg

 

Ár 2001, fríggjadagin 6. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

Hvussu gongst við arbeiðinum at gera nýggja vanlukkutryggingarlóg, hví er hetta arbeiðið steðgað upp, og nær verður lógaruppskot hesum viðvíkjandi lagt fyri Løgtingið?"

Viðmerkingar

Mikudagin 03.04.00 hevði undirritaði soljóðandi munnligan fyrispurnig til Sámal Petur í Grund, "hvussu gongst við arbeiðinum at gera nýggja vanlukkutryggingarlóg, og hví er hetta arbeiðið steðgað upp?" Í viðmerkingunum vísti eg á, at endurgjaldsábyrgdarlógin (lov om erstatningsansvar) og lógin um sjúklingatrygging (lov om patientforsikring) bíðaðu eftir nýggju vanlukkutryggingarlógini.

Orsøkin til fyrispurningin er, at undirritaði vil hava greiði á, hví einki er hent í málinum í meir enn 3 ár. Í februar 1998 legði táverandi landsstýri uppskot fyri Løgtingið um nýggja vanlukkutryggingarlóg, uppskot um sjúklingatryggingarlóg og uppskot til endurgjaldsábyrgdarlóg.

Hesar tríggjar lógirnar skuldu bøta um tryggingar- og endurgjaldsmøguleikarnar hjá fólki. Tíverri vóru lógaruppskotini ikki liðugt viðgjørd fyri valið í apríl 1998.

Í desember 1998 legði Helena Dam á Neystabø, táverandi landsstýrismaður, uppskotið um sjúlingatrygging fram av nýggjum, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði uppskotið um endurgjaldsábyrgdarlóg fram av nýggjum. Lógin um sjúklingatrygging bleiv samtykt í Løgtinginum tann 29. januar 1999. Síðst í mars 1999 boðaði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, frá, at hann tók uppskotið um endurgjaldsábyrgdarlóg aftur. Hetta gjørdi hann orsakað av, at uppskot um nýggja vanlukkutryggingarlóg ikki kom í tingið, og at endurgjaldsábyrgdarlógin sostatt ikki kundi samtykkjast.

Svarið, mikudagin 4 apríl, frá Sámal Petur í Grund, landsstýrismanni, var eftir mínum tykki, hvørki nøktandi ella rætt, og verður spurningurin tí reistur av nýggjum sum skrivligur. Í munnliga svarinum latst landsstýrismaðurin at bíða eftir løgmansfyrisitingini/lógadeildini, har uppskotið um endurgjaldsábyrgdarlóg er. Svarið hjá landsstýrismanninum má metast sum undanførsla, tí endurgjaldsábyrgdarlógin er rikislóg við tillagingum til føroysk viðurskifti, og hesar tillagingar vóru gjørdar fyri meira enn trimum árum síðan. Veruliga orsøkin til, at einki hendir í málinum, er óivað, at eitthvørt er áfatt í uppskotinum um nýggja vanlukkutryggingarlóg, sum Løgtingið og almenningurin tó einki veit um.

Nú landsstýrið hevur havt meira enn 3 ár at fáa greiði á, hvat tað vil á hesum øki, má tíðin vera komin til, at Løgtingið og almenningurin fær greitt at vita, hvørjir trupulleikarnir eru, og nær hesir verða loystir, og nær uppskotið kemur fyri tingið.

Tá Helena Dam á Neystabø, táverandi landsstýrismaður, tann 1. desember 1998 legði lógaruppskotið um sjúlingatrygging fram, vóru viðmerkingar hennara m.a. hesar: "Leingi hevur verið ætlanin at seta "lov om patientforsikring" í gildi fyri Føroyar. Men bíðað hevur verið við at leggja lógina fyri tingið, til lóg um Vanlukkutrygging og konglig fyriskipan um endurgjaldsábyrgd vórðu lagdar fyri tingið, av tí at hesar lógir eru tengdar at hvørji aðrari. Nú verða allar 3 lógir lagdar fyri tingið í somu tingsetu.

Innan føroyska sjúkrahúsverkið í dag er bert culpa ábyrgd galdandi, tað vil siga, at sjúklingurin sjálvur skal prógva, at ein feilur er hendur, tá ið hann er vorðin viðgjørdur á einum føroyskum sjúkrahúsi. Hetta er sera óheppið, av tí at tað oftast er sera torført hjá sjúklinginum at prógva, at ein feilur er hendur.

Hetta verður broytt við hjálagda uppskoti til kongliga fyriskipan. Endamálið við lógini er at víðka um rættin hjá sjúklinginum til at fáa endurgjald og at tryggja, at sjúklingurin kann fáa endurgjald skjótari og lættari enn eftir núverandi reglum. Í "Lov om patientforsikring" er ábyrgdin ikki avmarkað til culpa ábyrgd, men tað er tó heldur ikki talan um eina vanliga objektiva ábyrgd.

Rætturin hjá sjúklinginum til endurgjald er ikki tengdur at, um ein lækni v.m. hevur átikið sær persónliga ábyrgd fyri skaðan. Meginreglan í lógini er, at endurgjaldsábyrgdin fevnir um allar skaðar við kanning, viðgerð ella líknandi, sum sjúklingurin sambært einari objektivari meting kundi verið sloppin undan, antin við at havt ein lækna við fleiri royndum og størri vitan, ella við øðrum viðgerðarhættum. Harumframt fær sjúklingurin eisini endurgjald fyri skaðar, hendir vegna feilir í teknisku tólunum á sjúkrahúsinum (objektiv ábyrgd), og um so er, at sjúklingurin fær aðrar infektiónir av viðgerðini, sum tað ikki er rímiligt, at hann skal gjalda fyri sjálvur".

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið um endurgjaldsábyrgd, ið Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði fyri Løgtingið tann 1. desember 1998, segði hann m.a.: "Høvuðsendamálið við lógini er at tryggja eitt endurgjald, sum í størri mun enn áður svarar til virðið á peningaliga tapinum, tá onkur verður fyri persónskaða ella tapi av uppihaldara. Orsøkin til tað er serliga, at vit í løtuni ikki hava eina lóggávu á hesum øki, og endurgjald tískil verður givið eftir rættarsiði, og svarar tað ikki til veruliga tapið.

Hækkanin innan privata endurgjaldsrættin kemur serliga teimum, ið eru komin ringast fyri, tilgóðar soleiðis, at javnvág verður millum privata endurgjaldsrættin og vanlukkutryggingarlógina.

Uppskotið hevur eisini reglur um ábyrgd skaðaelvarans, tá trygging bøtir aftur vanlukkutilburð. Eisini eru tað reglur um endurgjaldsábyrgdarlætta, tá endurgjaldsábyrgdin er serliga tyngjandi, og í serligum føri kann síggjast burtur frá medvirkni skadda til skaðan. Eisini er regla um at lætta ábyrgd arbeiðstakarans. At enda hevur uppskotið eisini reglur um sínámillum ábyrgd, tá talan er um samábyrgd"

Tað tykist løgið, at Helena Dam á Neystabø, táverandi landsstýrismaður, í desember 1998 sigur "Nú verða allar tríggjar lógir lagdar fyri tingið í somu tingsetu", og at vit nú í apríl 2001 mugu staðfesta, at uppskotið um nýggja vanlukkutryggingarlóg enn ikki er komið í tingið.

Á tingfundi 6. apríl 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 30. apríl 2001 svaraði Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Arbeiðið við at gera nýggja Vanlukkutryggingarlóg er liðugt avgreitt frá Almanna- og heilsumálastýrinum.

Lógaruppskotið er sent løgdeildini á Løgmansskrivstovuni, men er ikki liðugt avgreitt frá teirra síðu.

Tað er rætt, sum nevnt verður í viðmerkingunum til fyrispurningin, at lógaruppskotið um endurgjaldsábyrgd varð tikið aftur, tí løgtingsskrivstovan mælti til, at hon var løgd fram saman við uppskotinum til vanlukkutryggingarlóg.

Løgdeildin á Løgmansskrivstovuni upplýsir, at hon hevur fingið uppskot til vanlukkutryggingarlóg, men at skotbráðið var ov stutt til, at Løgmansskrivstovan kundi avgreiða tað saman við ríkislógartilmælinum um endurgjaldsábyrgd.

Løgdeildin upplýsir eisini, at málini verða løgd fyri Løgtingið í næstu tingsetu.

Málið avgreitt.