Fyrispurningur um langtíðarløguætlan landsins

100-59 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi langtíðarløguætlan landsins

 

Ár 2001, fríggjadagin 6. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hví varð andstøðan ikki tikin við í víðari viðgerðini av langtíðarløguætlanini?
  2. Hvussu sær nýggjasta útgávan av langtíðarløguætlanini út?

Viðmerkingar:

Við brævi, dagfestum 11.05.00, saman við einum uppskoti til eina langtíðarløguætlan bjóðaði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum m.ø. Javnaðarflokkinum til ein kunnandi fund. Hesin varð hildin 16.05.00. Avtalað varð, at Javnaðarflokkurin nú skuldi viðgera uppskotið frá landsstýrismanninum, og at fundur síðan skuldi avtalast. Henda fund skuldi landsstýrimaðurin taka stig til.

Javnaðarflokkurin hevur á fundi 24.08.00 viðgjørt uppskotið og hevur gjørt sínar niðurstøður, men síðan frættist einki aftur frá landsstýrismanninum.

Annars segði landsstýrismaðurin i fíggjarmálum so skilagott í síni fyrstu innbjóðing, at ásannast má, at neyðugt er at gera raðfestingar av landsins løguarbeiðum yvir eitt longri tíðarskeið. Og ásannandi, at ein slík langtíðarløguætlan fevnir um fleiri valskeið, er tað av avgerandi týdningi, at allir flokkar á tingi, t.v.s. bæði samgonga og andstøða, verða tiknir við upp ráð.

Okkurt bendir tó á, at stígur er komin í hetta arbeiðið, sum vit í Javnaðarflokkinum annars tóku fult undir við, og tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum.

Á tingfundi 6. apríl 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 27. apríl 2001 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Endamálið við langtíðarløguætlanini er at gera eitt yvirlit yvir, hvørjar løgur landið ætlar at fremja og hvussu hesar skulu raðfestast næstu 10 árini við atliti til løgutørvin, konjunkturarnar í samfelagsbúskapinum, økismenningina o.s.fr. Hetta er fyrsta royndin at gera eina langtíðarløguætlan í Føroyum. Hetta er eitt alternativ til arbeiðsháttin í 1980-árunum, tá ein hópur av løgum vórðu settar í gongd samstundis, uttan at nakar hevði nakað veruligt yvirlit yvir, um tað var gjørligt at fremja hesar løgur fyri avsettu játtanina, og hvussu hesar løgur ávirkaðu virksemið í búskapinum.

Langtíðarløguætlanin krevur sjálvandi, at semja er millum flokkarnar á tingið um ætlanina, sum tó verður endurskoðað á hvørjum ári. Í hesum sambandi bjóðaði eg á sumri í fjør andstøðuflokkunum til fundar, soleiðis at andstøðan fekk høvi at ávirka hesa ætlan. Sum spyrjarin eisini nevnir, so tók Javnaðarflokkurin væl undir við hugskotinum um langtíðarløguætlanina, og avtalað varð eisini, at eg skuldi taka stig til ein nýggjan fund, tá Javnaðarflokkurin hevði havt høvi til at viðgera uppskotið til langtíðarløguætlan. Eg havi tó ikki kallað inn til henda fundin enn.

Til fyrsta spurningin kann eg tí svara, at sjálvandi verður andstøðan tikin við í víðari viðgerðini av langtíðarløguætlanini. Tá langtíðarløguætlanin strekkir seg yvir eitt tíðarskeið upp á 10 ár, er tað sjálvandi neyðugt, at samgonga og andstøða eru samd um ætlanina, annars hevur hon ikki sama virði. Andstøðan verður tí í kallað inn til fundar um langtíðarløguætlanina í næstum.

Til næsta spurningin er svarið, at einastu broytingar í langtíðarløguætlanini frá tí, Javnaðarflokkurin var á fundi eru, at løgujáttanin til Løgtingið er hækkað munandi, og at vit nú kenna tølini fyri nýggja suðuroyarskipið og Landssjúkrahúsið. Ongar nýggjar verkætlanir eru komnar á ætlanina, men neyðugt verður at raðfesta øðrvísi. Andsstøðan verður sjálvandi eisini við í hesi raðfestingini.

Málið avgreitt.