Fyrispurningur um almenna innkrevjing

100-61 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi almennu innkrevjingini

 

Ár 2001, fríggjadagin 6. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum samdur við staðfestingunum um almennu innkrevjingina hjá Landsgrannskoðaranum í seinastu frágreiðingini?
  2. Hvørji stig ætlar landsstýrismaðurin at taka til tess at fáa innkrevjingina meira effektiva?

Viðmerkingar:

13. apríl 2000 svaraði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum einum fyrispurningi frá mær um DEMM-skipanina og Innkrevjingardeildina. Spurningurin var settur, tí at politisk avgerð var tikin um at niðurleggja DEMM-skipanina og at seta eina nýggja føroyska skipan ístaðin og harumframt, at innkrevjingin skuldi flytast frá Gjaldstovuni til Toll- og Skattstovuna, hóast innkrevjingin á Gjaldstovuni og DEMM-skipanin í verki høvdu víst, at fyri fyrstu ferð kundi vit siga, at vit høvdu eina effektiva innkrevjing.

Tí var tað við ávísum spenningi, at farið var undir at lesa frágreiðingina frá Landsgrannskoðaranum, sum er fylgiskjal til løgtingsmál nr. 62/8 2000: Grannskoðan av almennum roknskapum. Har verður m.a. sagt á síðu 26 um innkrevjing av vinnulánum: "Vit hava áður víst á, at skrásetinginav vinnulánum hevur verið ófullfíggjað, og talan hevur verið um tilvildarliga og sera misjavna viðgerð av borgarum. Í 1997 var ábyrgdin av innkrevjingini flutt frá Búskapardeildini til Gjadstovuna, og nú er hon flutt til Toll- og Skattstovu Føroya. Í juli 1999 boðaði landsstýrismaðurin frá, at Toll-og Skattstova Føroya var í ferð við at gjøgnumganga vinnulánini við tí fyri eyga at krevja inn tað, sum ber til. Steðgur kom í, tá starvsfólk, sum sat við við málinum, fór úr starvi. Í løtuni er eingin skipað mótrokning. Toll- og Skattstova Føroya ansar eftir, at lánini ikki fyrnast, men tað verður tó ikki gjørt á ein skipaðan hátt. Vandi er fyri, at mál detta burtur ímillum. Eitt fólk við royndum á økinum er nú sett at gjøgnumganga vinnulánini av nýggjum. Ætlanin er eisini, at vinnulánini, sum fráliður, skulu leggjast inn í nýggju innkrevjingarskipanina."

Á Síðu 28 boðar stjórnin á Toll- og Skattsovuni frá: "Eisini hava nógvu ivamálini og roknskapartrupulleikarnir við nýggju innnkrevjingarskipanini, sum varð tikin í nýtslu fyrst í 2000, verið nógv størri og meira tíðarkrevjandi at loysa, enn roknað var við. Stjórnin hevur eisini víst á, at tað er nærum ógjørligt at fáa hendur á væl skikkaðum roknskaparfólki, ið megna at loysa hesar uppgávur."

Um tollkredittirnar sigur Landsgrannkoðarin: " Eftir okkara tykki liggur her ein stórur tapsvandi, tí í veruleikanum er talan um ein vøkstur í ikki skrásettum eftirstøðum. Um innflytari hevur vaksandi innflutning, kann hann eisini seinka kravinum, um at trygdin skal hækka, við ikki at lata inn skjølini til ásettu tíð. Á henda hátt veksur tapsvandin hjá landskassanum uppaftur meira."

Hesi viðurskifti, sum her eru nevnd, verða eisini viðmerkt av løgtingsgrannskoðarunum í tingmálinum.

Í svarinum til fyrispurning mín í fjør segði landsstýrimaðurin m.a.: "Verður tikið samanum, so kann sigast, at tey tiltøk sum nú eru sett í verk fyri at fáa eina effektiva innkrevjing, hvar innkrevjingaruppgávan er áløgd teimum sum álíkna millum 95 og 98% av almennu krøvunum, koma sum frálíður at muna nakað. Verður so øll innkrevjingarlóggávan eftirhugt og gjørd meira tíðarhóskandi, eitt nú soleiðis at innkrevjingin sjálvstøðugt kann gera gjaldsskipanir, herundir akkordir v.m. við skuldarar, tá tað snýr seg um minni upphæddir, kunnu vit rokna við, at vit altíð hava tamarhald á eftirstøðunum av almennari skuld."

Út frá viðmerkingunum frá Landsgrannskoðaranum og út frá svari frá landsstýrismanninum í fjørvár, verður hesin fyrispurningur settur.

Á tingfundi 6. apríl 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 27. apríl 2001 svaraði Karsten Hansen, landstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Spurningurin um almennu innkrevjingina hevur verið frammi fyri umleið einum ári síðani, og var tað eisini tá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, sum setti mær fleiri nágreiniligar spurningar um almennu innkrevjingina.

Svarið upp á teir spurningarnar var rættiliga umfatandi. Grannskoðanarfrágreiðingin hjá Grannskoðan Landsins, sum løgtingsgrannskoðararnir hava lagt fyri Løgtingið, viðger stórt sæð sama tilfar og sama tíðarskeið, sum svarini upp á fyrr nevndu spurningar taka støði í.

Eg eri stórt sæð samdur við staðfestingunum hjá landsgrannskoðaranum í seinastu frágreiðingini, og tað er umsitingin eisini, sum sjálv hevur greitt landsgrannskoðaranum frá trupulleikunum, og hvat verður gjørt fyri at loysa teir. Í so máta er ongin ósemja her.

Innkrevjingin av skatti og MVG liggur í fastari legu, mótrokningar verða gjørdar automatiskt í avlopsskatti og negativum MVG, men sum eisini nevnt í viðmerkingunum til fyrispurningin, so hevur umsitingin víst á yvir fyri landsgrannskoðaranum, at tá farið var í gongd við at eftirhyggja alla innheintingarskipanina, vísti tað seg, at ivamálini vóru nógv størri og meira tíðarkrevjandi at loysa, enn roknað var við, tá tað snúði seg um at innheinta aðra almenna skuld enn skatt, MVG og toll.

Toll- og Skattstova Føroya uppfataði sína uppgávu, sum at hon skuldi heinta inn eftirstøður:

  1. sum eru ógoldin skuld, sum er fallin til gjaldingar,
  2. sum viðkomandi stovnur sambært lóggávu kann senda til innheintingar, og
  3. sum viðkomandi stovnur ikki sjálvur kann innheinta við hjálp av vanligum mannagongdum.

Tað vísti seg skjótt, at um henda linja varð fylgd, so kom ein hópur av almennum krøvum ikki at verða innheintað, tí fleiri stovnar sjálvir ikki hava sjálvstøðugar mannagongdir til innkrevjing.

Úrslitið er, at Toll- og Skattstovan má innrætta innkrevjingarskipanina til at móttaka krøv frá almennum stovnum til innheintingar, sum ikki er verulig eftirstøða, men vanlig niðurgjalding av skuld (avlamislán, sosial gjøld o.a.m.), sum stovnarnir sjálvir áttu at kravt inn. Hetta hevur havt við sær at partar av innheintingini av ymsum gjøldum, sum í innkrevjingarskipanini var ætlað at verða automatisk, ikki enn virka til fulnar.

Landsgrannskoðarin hevur fingið eina statusfrágreiðing pr. 2. apríl 2001 um innkrevjingarskipanina, sum umsitingin roknar við at fáa viðmerkingar til ein av fyrstu døgunum. Her kann eisini verða lagt afturat, at størsta forðingin alla tíðina hevur verið og er enn, at sera trupult er at fáa starvsfólk við roknskaparførleika til fleiri av uppgávunum.

Um innkrevjingina av sokallaðum vinnulánum er at siga, at stórur partur av lánunum var til partafeløg, sum nú eru farin av knóranum, og tí eru lánini heilt avskrivað. Tey, sum standa eftir í dag, eru stórt sæð persónlig lán hjá persónum, sum ikki hava nakað vinnuligt virksemi í dag. Hesir fáa sjáldan nakað útgjald frá tí almenna, sum kann mótroknast, so skuldin kundi verið goldin munandi niður. Advokatur tekur sær av at krevja eftirstøður inn.

Har tað letur seg gera, verða gjaldsavtalur gjørdar, sum kunnu ganga yvir fleiri ár, og í tí sambandi er tað mín hugsan, at betri er at gongd er í niðurgjaldingini av skuldini, enn at onki hendir, og at kravt verður tað inn, sum ber til at fáa inn. Tó má asannast, at heilt ógjørligt verður hjá fleiri persónum at gjalda skuldina. Verður farið harðari fram við innheintingini, koma fleiri av hesum í álvarsligar fíggjarligar trupulleikar, sum eisini kunnu hava sosialar trupulleikar við sær.

Toll- og Skattstova Føroya heldur tað vera ivasamt, um tað hevur nakað endamál at leggja slíka skuld inn í sjálva innheintingarskipanina, sum arbeitt verður við í løtuni, tí mótrokning í hesum sambandi gevur lítla og onga minking í skuldini. Fleiri av lánunum verða trupul, fyri ikki at siga ógjørlig, at krevja inn við núverandi mannagongd.

So leingi innkrevjingarmyndugleikin (Toll- og Skattstova Føroya, landsstýrismaðurin ella annar myndugleiki) ikki fær myndugleika til gera akkordir v.m. við skuldarar, nakað av skuldini kann fáast inn, so kann roknast við, at meginparturin av hesi skuld ongantíð kemur inn. Nógv mál eru nú komin har til, at endalig støða má takast til, um ognir hjá skuldarum skulu seljast við tvingsilssølu, men ivasamt er, um nakað fæst burturúr tí, uttan bert tað at skuldarin missir ognina og stendur eftir við skuldini. Í mongum førum er als ongin ogn at fara eftir.

Toll- og Skattstova Føroya hevur fleiri ferðir víst skuldarum á møguleikan at søkja um skuldareftirgeving (gældssanering) gjøgnum rættarskipanina, men vísir hetta seg hjá nógvum bert at vera tann loysnin, ein kann tvingast at velja, um ongin annar útvegur er, tí slík "sanering" er almen.

Um tollkredittin er at siga, at saman við tí, at Toll- og Skattstova Føroya hevur strammað krøvini at lata inn neyðug tollskjøl til tíðina, og at ein nýggj kunngerð kemur at stytta kredittíðina, skuldi tapsvandin hjá tí almenna framyvir verið munandi minni.

Landsstýrismaðurin hevur regluligar fundir 14. hvønn dag við Toll- og Skattstova Føroya, har hann fær frágreiðing um arbeiðsuppgávurnar. Eg eri tí ikki óvitandi um teir spurningar, sum landsgrannskoðarin reisir í seinastu grannskoðanarfrágreiðingini. Eg kann vissa spyrjaran um, at stór orka verður løgd í at loysa trupulleikarnar. Ongin ivi er um, at arbeitt verður miðvíst á øllum økisskrivstovum í landinum við at fáa innkrevjingina av allari almennari skuld so effektiva sum til ber.

Til seinast eigur at verða mint á, at almenna skuldin ikki er vaksin. Pr. 31.desember 1999 var skuldin 375 mió. kr. Pr 31. mars 2000, 340 mió. kr., (hetta er upplýst fyrr) og pr. 23. apríl 2001, 325 mió., harav er skatta- og mvg skuldin 145. mió. kr. Samlaða rentuskuldin er 90 mió. kr. Partur av hesari skuld er tað, sum má kallast "tung" skuld, og vísir seg tí eisini at vera trupul at innheinta. Útistandandi partafelagsskattur er minkaður niður í 6,6 mió. kr. Pr. 31. desember 1999 var hann 41 mió kr.

Málið avgreitt.