Fyrispurningur um SL og Bygdaleišir

100-62 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstżrismann, višvķkjandi vantandi trygd og tęnastu į Strandfaraskipum Landsins herundir Bygdaleišum

Oršaskifti

Įr 2001, frķggjadagin 6. aprķl, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Rśnu Sivertsen, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur   

  1. Hvķ foršar SL ikki fyri, at feršafólk fara į bildekkiš, įšrenn stųrstu bilarnir eru farnir ķ land ?
  2. Hvķ verša trailarar og tung akfųr, iš skulu viš Strandfaraskipum Landsins, ikki flutt seint į kvųldi ella um nįttina ?
  3. Hvķ ber ikki til at bķleggja plįss til bilar hjį SL ?
  4. Hvķ ber ikki til at keypa feršasešlar į farstųšini?
  5. Hvķ koyra ikki stųrstu bussarnir į leiš 400 teir tśrar, flest feršafólk eru?
  6. Hvķ ber ikki til at gjalda viš gjaldskorti umborš į skipunum hjį Strandfaraskipum Landsins?

Višmerkingar:

Ad. 1. Herfyri koppaši ein trailari į bildekkinum umborš į Dśgvuni. Lķknandi óhapp eru hend nakrar feršir, men til alla Guds lukku er eingin mannskaši hendur. Feršafólk hava męr vitandi ikki loyvi at vera į dekkinum undir sigling, men hóast taš, fara feršafólk nišur į dekkiš, so skjótt skipiš nęrkast innsiglingini, t.v.s. langt įšrenn lagt er at. Taš er ikki óvanligt, at feršafólk ķ hópatali, standa stśgvaš saman į dekkinum ķ fleiri minuttir. Onkuntķš havi eg talt uppķ eini hįlvthundraš bųrn og ungdómar į dekkinum. Hvųnn dag undrist eg į hetta og ųtist. Tankin um, hvat hendir, um t.d. eldur kemur ķ, er ręšandi. Nś er farleišin um Leirvķksfjųrš tann leišin, eg feršist mest į, men eg havi skilt, at taš sama er galdandi umborš į ųšrum ferjum hjį Strandfaraskipum Landsins. Ętlan mķn viš hesum fyrispurningi er avgjųrt ikki at įkęra ella stoyta nakran. Heldur vil eg stušla undir, at tęr reglur, iš eru galdandi, verša hildnar av feršafólki, so tey ikki seta bęši seg sjįlvi og manning ķ lķvsvanda.

Ad. 2. Flutningurin av stórum akfųrum, trailarum og ųšrum, sum flyta farm um firširnar, er vaksin ógvusligt. Bķširųširnar į ferjulegunum vaksa alsamt, mešan bķšitķšin gerst longri og longri. Hetta er til stóran ampa og er ótolandi, serliga hjį teimum sum feršast dagliga til og frį arbeiši. Spilltķšin kostar bęši virkjum og feršafólki. Tķ er ilt at skilja, hvķ ikki veršur siglt seint į kvųldi ella um nįttina. Hóast vit nś kunnu sķggja fram til ein undirsjóvartunnil, so vita vit, at taš fara at ganga nųkur įr, inntil hann veršur veruleiki. Taš ber ikki til at lata standa til so leingi. Rušuleikin t.d. į Leirvķksleišini er vaksandi, og taš įliggur SL, so leingi flutningur mį fara fram sjóvegis, at syrgja fyri, at flutningurin er nųktandi. 

Ad. 3. Sum eg longu havi nevnt, veršur nógv tķš, ofta dżrir arbeišstķmar, burturspilt ķ bķširųšum. Um mųguligt varš at bķleggja plįss til bilar o.o. akfųr viš SL, hųvdu fólk ķ stųrri mun sloppiš undan óneyšugum seinkingum og harviš kunnaš tilręttalagt tķšina betur. Ķ grannalondum okkara er taš heilt vanligt, at ein bķleggur feršasešlar, bęši til bilar og feršafólk, langa tķš frammanundan. Hetta mį eisini kunna lata seg gera ķ Fųroyum. Sum dųmi kann nevnast, at į ferjunum, sum sigla millum Esbjerg og Fanų, ber til at bķlegja feršasešil. Teinurin er nakaš tann sami sum um Leirvķksfjųrš, įleiš ½ tķmi.

Ad. 4. At taš ikki skal bera til at keypa feršasešil į farstųšini, man vera ųšrum enn męr ein gįta.

Brśktar eru milliónir uppį at byggja ein teriminal, men mķn sann, um ikki feršafólk, iš skulu viš bussunum, mugu standa ķ longum bķširųšum ķ ųllum vešriš. Taš tekur langa tķš hjį bussfųrarunum at krevja inn, klippa kort o.s.fr., tķ eru fólk mangan stird og į kroppi, įšrenn tey sleppa inn ķ bussin.

Taš mįtti veriš so lķkatil at feršasešlar verša seldir į farstųšini, feršafólki og bussfųrarum til stóran lętta.

Ad. 5. Feršafólk, sum koyra viš bussinum millum Leirvķk og Tórshavn, undrast į, hvķ stųrstu bussarnir ikki verša settir inn, tį mest feršafólk eru. Taš er marghįttligt at sķggja eini 5 feršafólk sita og breiša seg ķ einum av stųrstu bussunum, iš koyrir til eitt av smįplįssunum nęr Tórshavn, mešan ein heldur minni bussur koyrir til Leirvķkar, mangan yvirfyltur. Taš kemur meiri enn so fyri, at fólk mugu standa nęrum allan vegin til Leirvķkar. Ķ onkrum fųri havi eg talt uppķ 8 feršafólk, iš ikki fingu sess. Taš lųgna er, at teir stųrstu bussarnir koyra į leiš 400, tį fęst feršafólk eru, og minnu bussarnir, tį flest fólk feršast.

Ad. 6. Allastašni ķ Fųroyum, ja ķ vesturheiminum, kann gjaldskort nżtast, t.d. FR-kort, DAN-kort o.l. Ķ grannalondum okkara kunnu gjaldskort nżtast ķ taxabilum og flogfųrum. Men umborš į SL, ber ikki til at gjalda viš gjaldskorti. Hetta mį metast sum ónśtķmans og vįnalig tęnasta mótvegis brśkaranum.

Viš vón um, at tęnastustųšiš og trygdin viš Strandfaraskipum Landsins og Bygdaleišum gerst betri, verša hesir fyrispurningar settir landstżrismanninum.

Į tingfundi 6. aprķl 2001 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 26. aprķl 2001 svaraši Bjarni Djurholm, landstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

Svar:

Til spurning 1.
Sambęrt galdandi reglum brśkar Strandfaraskip Landsins eina skipan viš sonevndari tķšarsundurskiljing. Hetta merkir, at vanliga skulu fólk fyrst ķ land og sķšan bilar og rullandi eindir. Annars velur manningin sjįlv, hvųr veršur tikin fyrst. Taš er kortini trupult hjį manningini at fįa fólk at akta tey boš, sum givin verša.

Skipaeftirlitiš hevur eftirlit viš trygdini umborš į strandfaraskipunum, og Strandfaraskip Landsins ger alt fyri at halda tęr reglur, sum gjųrdar eru. Um so er, at fólk fara nišur į dekkiš undir sigling, er hetta brot į galdandi reglur.

Stór menning er farin fram innan samferšsluna, og trupulleikar standast av at brśka gamlar ferjur at nųkta nśtķšar krųv og ynski frį vinnuni og borgarunum. Taš verša ķ dag flutt stųrri, tyngri og fleiri akfųr, mešan kapasiteturin og umstųšurnar į ferjunum eru óbroyttar. Taš sigur seg sjįlvt, at ferjurnar ikki eru egnašar til slķkar nųgdir og trżst. Somuleišis forša keiannleggini fyri, at feršafólk og akfųr kunnu koma ótarnaš ķ land og umborš.

Til spurning 2.
Vinnan runt um ķ Fųroyum framleišir til śtflutnings fastar dagar og til fastar tķšir. Nógv virki ynskja tķ at framleiša til beint įšrenn frįferš hjį Smyril Line, Skipafelagnum og EIM-skip. Taš er til hesar fųstu tķšir, at flųskuhįlsar ķkoma. Strandfaraskip Landsins metir taš tķ ikki vera grundarlag fyri at flyta um nįttina ella seint śt į kvųldiš.

Til spurning 3.
Vanliga verša atlit tikin til geografisku fjarstųšuna, kapasitetin og siglingartķšina, tį metast skal um tųrvin fyri at seta į stovn eina bķlegginarskipan. Harafturat mį ein meting gerast, hvųrt taš loysir seg at seta į stovn eina umsiting og śtvega eina tųkniliga skipan, sum tryggjar, at bķleggingin altķš virkar.

Tęr kanningar, sum Strandfaraskip Landsins hevur gjųrt av nżtslu og kapasiteti, vķsa, at nżtsluprosentini fyri feršafólk eru ķ mišal sera lįg. Nżtsluprosentini fyri tungan flutning eru nakaš hęgri ķ mišal. Trupulleikin er, at taš serliga eru til įvķsar tķšir, at nógv fólk og nógvur farmur skal viš, og eru ferjurnar tį ov lķtlar.

Hinvegin er taš vanlig mannagongd, at virki og flutningsfelųg venda sęr til ferjuna og fįa har at vita, nęr taš er best at koma viš. Į Leirvķksfjaršarleišini og į Sandoyarleišini verša gjųrdir farmatśrar burturav į middegi.

Samanumtikiš metir Strandfaraskip Landsins ikki, at taš, iš fęst burturśr at stovna eina bķleggingarskipan, stendur mįt viš kostnašin av at reka eina slķka skipan, um hon skal virka vęl.

Til spurning 4.
Strandfaraskip Landsins arbeišir framhaldandi viš at betra um umstųšurnar hjį feršafólki, herundir eisini mųguleikarnar at keypa feršasešlar. M.a. hevur veriš arbeitt viš at kanna skipanir viš elektróniskum gjaldskorti, sum skuldi gjųrt innkrevjingina lęttari og skjótari fyri kundar og bussfųrarar um alt landiš.

Til spurning 5.
SL og viškomandi busseigari arbeiša viš at umskipa koyringina og seta ein stųrri buss inn į hesa farleiš.

Til spurning 6.
Strandfaraskip Landsins arbeišir, sum įšur nevnt, viš at kanna eina skipan viš elektróniskum gjaldskorti, og ķ hesum sambandi verša mųguleikarnir fyri m.a. at brśka FR-kort eisini višgjųrdir. Taš eru kortini nógvir tųkniligir og umsitingarligir spurningar at umrųša, įšrenn FR-kort kunnu brśkast sum gjaldsmišil hjį jśst Strandfaraskipum Landsins. Orsųkin er fyrst og fremst, at siglingartķšin į flestu farleišum er so mikiš stutt, at taš veršur torfųrt at avgreiša ųll feršafólkini, og at taš orsakaš av vantandi GSM-dekningi kann vera torfųrt ella beinleišis ógjųrligt at kanna, um gjaldskortiš er sperraš.

Į Sušuroyarfarleišini hevur Strandfaraskip Landsins kortini ętlanir um at seta upp ein handilsterminal til FR-kort (ķ lųtuni veršur ein sleta brśkt til FR-kort). Hetta er mųguligt, tķ siglingartķšin er 2 tķmar og sostatt nóg long at avgreiša feršasešlar, kombineraš viš sųlubśš umborš. Spurningurin er tó, um GSM-dekningurin er nóg góšur į Sušuroyarfarleišini til at brśka ein handilsterminal.

Harafturat eru lesandi ķ Fųroyum fyri einum įri sķšan farin at brśka serlig eletrónisk gjaldskort ķ bussunum, og virkar skipanin vęl.

Mįliš avgreitt.