Fyrispurningur um samhaldsfastan eftirlønargrunn

100-63 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi møguleikum hjá fakfeløgum at stovnseta samhaldsfastan eftirlønargrunn

 

Ár 2001, fríggjadagin 6. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur    

  1. Hvør kann geva einum fakfelag konsessión til at reka ein eftirlønargrunn og sambært hvørjari heimild?
  2. Hví finst eingin heimild í verandi tryggingarlóg til at geva konsessión til at reka samhaldsfast eftirlønarvirksemi?
  3. Er tað rætt, at samhaldsfastir eftirlønargrunnar als ikki finnast í londunum kring okkum?
  4. Eiga fakfeløgini ikki sjálvi at gera av, á hvønn hátt tey skipa sítt eftirlønarvirksemi?
  5. Søkja fakfeløg um konsessión til samhaldsfast eftirlønarvirksemi, fer landsstýrismaðurin tá at fremja neyðuga lógarískoytið soleiðis, at slík konsessión kann útvegast?
  6. Dugir landsstýrismaðurin at síggja, hvussu tímalønt kunnu uppspara sær eina rímiliga eftirløn við inngjaldi í eina kollektiva eftirlønarskipan. Væl at merkja, um inngjaldið ikki skal kollrenna tey fíggjarliga?
  7. Dugir landsstýrismaðurin at síggja, hvussu ójavnt kollektiva eftirlønarskipanin setir tey lágløntu mótvegis hinum?

Viðmerkingar.

Fakfeløg, einamest tey, sum varða av teimum tímaløntu, hava leingi havt ynski um at sleppa at stovnseta samhaldsfastan eftirlønargrunn fyri limir teirra. Lógin, sum m.a. heimilar eftirlønarvirksemi í Føroyum, heimilar ikki samhaldsføstum eftirlønarvirksemi. Lógin byggir á privatrættarliga hugburðin um, at øll eftirløn er persónlig, og at øll inngoldin eftirlønargjøld eisini eru tað. Lógin góðtekur ikki, at inngoldin eftirlønargjøld frá einum persóni verða nýtt til at útgjalda eftirløn til ein annan og kanska eldri persón. Einasti parturin av inngoldna eftirlønargjaldinum, sum kann verða nýttur samhaldsfast, er tann parturin, sum fer til lívs- og avlamistryggingar. Tryggingarlógin loyvir sostatt bara kollektivum eftirlønarskipanum. Og spyrt tú teg fyri hjá tryggingunum, verður víst á, at samhaldsfastar eftirlønarskipanir finnast ongastaðni, at tey trúgva ikki uppá, at t.d. ungu fakfelagslimirnir áhaldandi fara at vera hugaðir í at gjalda fyri eldru limirnar. Somuleiðis verður víst á, at ein eftirlønargrunnur skal megna at standa ímóti sjálvt ringast hugsandi støðuni, og at hann tí skal hava uppbygt eitt rættiliga stórt stovnsfæ.

Føroysku arbeiðarafeløgini eru ikki samd í hesum og siga, at breið semja er millum limirnar at stovna samhaldsfasta eftirlønarskipan, og tey vilja hava myndugleikarnar at broyta lógina soleiðis, at hetta skal bera teimum til. (Tó kunnu arbeiðarafeløgini neyvan rokna við, at nøkur lóg ella lógarbroyting nakrantíð fer at slaka viðvíkjandi krøvunum um stovnsfæ).

Arbeiðarafeløgini eru av teirri áskoðan, at einasti møguleiki teirra fyri at útvega limum teirra eina rímiliga eftirløn er, um tey fáa konsessión til at reka ein samhaldsfastan eftirlønargrunn. Inntøkan hjá limum teirra er ov lág til at fáa rímiliga eftirløn burturúr, sum lógin er orðað ídag.

Havnar Arbeiðsmannafelag stovnsetti samhaldsfastan eftirlønargrunn 1983, og byrjaði útgjaldingin úr grunninum 1988. Tó hevur tryggingareftirlitið við galdandi tryggingarlóg í hondini víst á, at grunnurin bæði er stovnaður og virkar á skeivum grundalagi. Tryggingareftirlitið hevur sett grunninum krøv um at lækka útgjaldið nær um niður í eina helvt, og eina freist at hækka stovnsfæið við nógvum milliónum. Við verandi lóggávu og lagnuni hjá eftirlønargrunninum hjá HA í huga hava arbeiðarafeløgini ongan hug ella møguleika til at fáa greitt eftirlønarviðurskifti limanna á ein rímiligan og verdugan hátt. Einastu vón, tey síggja fyri eini loysn á hesum máli, er, at myndugleikarnir játta at fremja eitt lógarískoyti til galdandi lóg, sum fer at heimila samhaldsføstum eftirlønarvirksemi í Føroyum.

Á tingfundi 6. apríl 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 3. mai 2001 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Spurningur 1
Eftirlønargrunnar eru fevndir av Løgtingslóg nr. 3 frá 13.02.1996 um tryggingarvirksemi sum seinast broytt við broytt við Løgtingslóg nr. 104 frá 22.12.1999. (LTV).

Arbeiðsmarknaðar eftirlønarskipanir, sum verða teknaðar í lívstryggingarfeløgum ella eftirlønargrunnum, eru tryggingarligar skipanir. Lyfti um eftirløn til tann einstaka verður ásett út frá tryggingarmatematiskum grundarlagi, ið byggir á mettan livialdur, vanda fyri avlamni o.a., umframt varisligar metingar um rentu av longu uppspardum kapitali og framtíðar inngjøldum. Skipanin ber í sær, at jú longur tú livir, størri gagn – fíggjarliga – fært tú av tíni eftirlønarskipan.

Tað er sermerkt fyri tryggingarligar skipanir, at tær, bæði fyri tann einstaka limin og fyri allan bólkin av tryggjaðum, skulu klára seg sjálvar. Í hesum skipanunum er soleiðis altíð fulnaður í samanspardu upphæddunum og í avtalaðu gjøldunum frameftir fyri tær skyldur, sum hvíla á skipanini orsakað av givnum eftirlønarlyftum.

Ætlar eitt fakfelag at seta á stovn ein eftirlønargrunn, skal hetta verða gjørt sambært ásetingunum í LTV, og skal loyvi fáast frá Føroya Landsstýri og Tryggingareftirlitinum, jb § 9 í LTV. Loyvi er treytað av, at eftirlønargrunnurin uppfyllir reglurnar í LTV, herundir krøvini til tekniska útrokningargrundarlagið eins og krøvini til støddina á fæfeingi.

Spurningur 2
Hugtakið "samhaldsfastur eftirlønargrunnur" er ikki definerað, hvørki í tryggingarlóggávuni ella í tryggingarrættarligum bókmentum. Av viðmerkingunum til fyrispurningin verður tó roknað við, at spyrjarin við tilsiping til Eftirlønargrunn Havnar Arbeiðsmannafelags helst hugsar um eftirlønargrunn, sum hevur hesi eyðkenni.:

  1. Eftirlønarlyftið verður ikki ásett í mun til inngjøld og tryggingarmatematiskar útrokningar, men út frá øðrum kriterium.
  2. Fíggjarliga grundarlagið undir lyftum um eftirlønarveiting verður ikki útvegað við at tað leypandi verður uppbygt eitt kapitalgrundarlag, men harafturímóti við aktuellum inngjøldum til eftirlønargrunnin.
  3. Limaskapur í eftirlønargrunninum er tvungin fyri limirnar í fakfelagnum.

Tann einstaki limurin hevur í einum samhaldsfastum eftirlønargrunni onga trygd fyri, um lyfti um eftirløn verður uppfylt ella á hvønn hátt, tí kapitalur er ikki samanspardur at tryggja hetta.

Eftirlønarveitingarnar hjá tí einstaka liminum eru tí í veruleikanum treytaðar av vælvild frá teimum, sum til ta tíð eru í vinnuføra aldrinum, og hvussu nógvir persónar til ta tíð gjalda inn í kassan.

Ein samhaldsfastur eftirlønargrunnur uppfyllir av hesi orsøk ikki meginregluna í LTV, jb § 20, stk. 1, um, at viðurskiftini skulu vera tryggjandi og rímilig mótvegis tí einstaka tryggingartakaranum og øðrum, sum hava rættindi sambært tryggingaravtalunum.

Tá ein eftirlønargrunnur, ið er fevndur av LTV, ikki rekur virksemi sambært lógini, er tað skyldan hjá Tryggingareftirlitinum at áleggja eftirlønargrunninum at fáa hesi hesi viðurskifti í rættlag ella at steðga sínum virksemi. Tey stigini, Tryggingareftirlitið hevur tikið mótvegis Eftirlønargrunni Havnar Arbeiðsmannafelags, skulu síggjast í hesum høpi.

Spurningur 3
Tryggingareftirlitið hevur upplýst, at tað, eftirlitið veit um, ikki finnast samhaldsfastir eftirlønargrunnar í londunum kring okkum (Danmark, Noregi, Svøríki, Stóra Bretlandi og Týsklandi).

Spurningur 4
Um eitt fakfelag vil stovna egnan eftirlønargrunn, skal hetta verða gjørt innan fyri karmarnar av LTV.

Eitt fakfelag kann tó velja at stovna ein hjálpargrunn, sum kann veita fíggjarligan stuðul til limirnar í fakfelagnum, – um onnur lóggáva ikki er til hindurs fyri tí. Peningurin til grunnin kann koma frá fakfelagnum, umframt at limir felagsins sjálvbodnir kunnu gjalda til grunnin. Í tílíkum føri má hvør einstakur limur fáa at vita, at eitt sjálvboði inngjald ikki seinni gevur rætt til fíggjarligan stuðul. Eisini eigur at verða tryggjað, at aktuellu útgjaldingarnar til hvønn einstakan ikki verða so regluligar, at tær koma at líkjast tilsøgn um eftirløn.

Spurningur 5
Ongar ætlanir eru um at fremja slíka lógarbroyting. Sum grundgeving verður víst til svarið upp á spurning 2.

Spurningur 6
Av tí, at inngjøldini til eina eftirlønarskipan vanliga verða roknað sum ein ávísur prosentpartur av lønini, koma útgjøldini av natúrligum orsøkum at verða í einum ávísum lutfalli til ta inntøku, tann einstaki hevur havt.

Um nøktandi eftirlønarveitingar ikki eru møguligar hjá teimum lægst løntu við vanligari eftirlønaruppsparing, er tað neyðugt politiskt at taka støðu til átøk, sum fremja neyðugu eftirlønaruppsparingarnar, men eiga slíkir trupulleikar at verða loystir við aðrari lóggávu heldur enn við teirri vanligu tryggingarlóggávuni. (LTV).

Ein møguleiki, sum kann nevnast í hesum høpi, er at broyta skattalóggávuna fyri at gera tað lættari at spara upp til egna eftirløn. Broytingar kunnu t.d. verða gjørdar soleiðis, at persónar í størri mun enn í dag fáa skattligar fyrimunir av inngjøldum til eftirlønarskipanir.

Harumframt arbeiðir landsstýrið longu við eini nýggjari eftirlønarlóg. Henda skipan skal gerast soleiðis, at teir bólkar, sum onga ella lítla eftirlønaruppsparing hava í dag, fáa ein reellan møguleika fyri at spara upp til egna eftirløn.

Spurningur 7
Víst verður til svar upp á spurning 6.

Málið avgreitt.