Fyrispurningur um fólkaskúlan

100-64 Fyrispurningur til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, viðvíkjandi fólkaskúlanum

 

Ár 2001, fríggjadagin 6. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur     

  1. Hvør er útrokningarfrymilin fyri tímabýtinum í fólkaskúlanum?
  2. Síggja vit burtur frá skyldum hjá kommununum, heldur landsstýrismaðurin so, at tað við tillutaða tímatalinum eftir hesum frymli ber til at hava eins karm um allar fólkaskúlar?
  3. Er landsstýrismaðurin nøgdur við støðuna, ella heldur hann, at broytingar áttu at farið fram?
  4. Um so er, hvørjar kundi talan verið um?
  5. Heldur landsstýrismaðurin, tað hevði verið rættast at havt ymsar býtislyklar?

Viðmerkingar:

Tá ið fólkaskúlin verður umtalaður, munnu flestu okkara hugsa um fólksins skúla sum ein og sama skúla fyri øll. Hesa hugsan eiga vit ikki at sleppa, hóast vit, sum umstøðurnar eru vorðnar, av røttum áttu at brúkt orðið fólkaskúlar heldur enn fólkaskúlan.

Orsøkin til, at vit hava fingu ein so misjavnan skúla, eru helst fleiri. Kommununnar partur, sum fevnir um høli og undirvísingarmiðlar,er ein teirra. Men nógv størsti trupulleikin og nógv álvarsligari er tann munur, sum kemur til sjóndar, tá hugt verður eftir tímakvotum til einstøku skúlarnar. Spurnartekin má tí setast við tann býtisfrymil, sum Mentamálastýrið nýtir at rokna seg fram til, hvussu nógvar tímar, hvør skúli skal hava. Er hesin frymil trygd ella forðing fyri hugtakinum fólkaskúlin?

Munurin er so mikið stórur, at meðan tað hjá summum skúlum mangla tímar í at røkja lógarásettu undirvísingina, ber til hjá øðrum at bjóða fjøltáttað undirvísingartilboð. Dømi er um framhaldsdeild, sum bara hevur týskt og alis/evnafrøði umframt nakrar fáar tímar til heimkunnleika og teldulæru sum vallærugrein, um somu tíð sum arðir skúlar eru so mikið væl fyri, at teir enntá bjóða næmingum lektiuhjálp. Ringast fyri eru kanska meðalstórir framhaldsskúlar við smáum árgangum. Hesir kunnu ikki teljast millum valskúlar. Tá ið vit eru komin í ta støðu, at tímar ikki eru til vanligu undirvísingina, og vit beinleiðis síggja klassamun í A og B skúlum, er á hægstu tíð at gera vart við hesi viðurskifti.

Tað er lítil vón fyri økismenning, skal skúlin, sum er fremsti mentanar- og menningarstovnurin, vera so illa fyri, at hann styggir heldur enn lokkar ungar familjur at seta búgv, hvar í landinum tað so er.

Á tingfundi 6. apríl 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 2. mai 2001 svaraði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Í 1989 komu boð frá landsstýrinum um, at frá fíggjarárinum 1990 varð farið undir eina aðra skipan í sambandi við játtan á fíggjarlógini. Fólkaskúlin fekk nú eina ávísa upphædd at ráða yvir, og hevði hetta við sær, at finnast mátti ein annar háttur at býta upphæddina til teir ymisku skúlarnar. Tað var so sjálvsagt, at eitt rættvíst býti mátti gerast, táið tímatalið skuldi tillutast skúlunum, alt eftir barnatalinum í hvørjum einstøkum føri.

Eftir drúgvar kanningar var komið fram til eina skipan, sum javnsetti peningaupphæddina í tímar, og skúlarnir fingu síðani játtað eitt ávíst tímatal í mun til næmingatalið. Nevnast kann eisini, at ein týðningarmikil spurningur í sambandi við miðfirringina var at fáa eina skipan, sum umframt at vera rættvís, eisini var løtt og einføld at umsita, - og sum gav skúlunum frælsi til sjálvir at skipa sítt virksemi innan fyri teir settu karmarnar.

Gjørt var av, at tímarnir skuldu miðfirrast skúlunum í mun til barnatalið. Gjørdir vóru tveir frymlar, - ein fyri skúlar við framhaldsdeild og ein fyri ársbýttar skúlar (skúlar við einum næmingatali oman fyri 70).

At gera ein frymil fyri skúlar, har ið næmingatalið var minni enn 70, vísti seg ikki at vera so heppið, og tískil varð avgjørt at býta tímarnar manuelt til hesar skúlarnar.

Verandi skipan sær soleiðis út:

Framhaldsskúlar:
Tímakvota: næmingatal skúlans (1 – 10. fl.) faldað við 1,89 + eitt grundtímatal upp á 41.

6 og 7 flokkaðir skúlar:
Tímakvota: næmingatal skúlans (1 – 7. Fl.) faldað við 1,34 + grundtímatal upp á 51.

Smærri skúlar:
Tímakvota: verður ásett manuelt.

Javningartal:
Fyri at gera tað møguligt at halda fíggjarlógina verður so eisini nýtt eitt javningartal, ein reguleringsfaktorur, sum í skúlaárinum 2000/2001 var 0,918 fyri framhaldsskúlar og 0,988 fyri 6-7 flokkaðar skúlar. Tølini 1,89 fyri framhaldsskúlar og 1,34 fyri 6-7 flokkaðar skúlar eru meðaltøl fyri vikutímatalið pr. næming hjá skúlunum.

  1. framhaldsskúlar, sum ongan grundskúla hava (Felagsskúlin á Oyrarbakka)
  2. skúlar, sum fáa næmingar í 8 – 10 fl. frá øðrum skúlum (Stranda-, Vágs- & Fuglafjarðar Skúli & Eystur- & Kommunuskúlin o.a.)
  3. 6 – 7 flokkaðir skúlar, sum ikki hava 8 – 10. fl. (Hoyvíkar- & St. Frans skúli o.a.)
  4. ikki ársbýttir skúlar við færri enn 70 næmingum.

Málið avgreitt.