Fyrispurningur um ræðisrætt yvir § 7

100-65 Fyrispurningur til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, viðvíkjandi ræðisrættinum yvir § 7 á fíggjarlógini

 

Ár 2001, fríggjadagin 6. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur      

  1. Landsstýrismaðurin verður spurdur, hvør ið hevur ræðisrættin yvir § 7 á fíggjarlógini, ið hann sum landsstýrismaður í mentamálum higartil hevur havt ræðisrættin yvir?
  2. Ætlar landsstýrismaðurin at fylgja løgmanni og hansara avgerðum, ella ætlar landstýrismaðurin at fylgja teimum avgerðum, ið Løgtingið hevur tikið?
  3. Ganga fyrireikingarnar av byggimálinum av miðnámsskúlanum í Vági sína gongd, ella er ábyrgdin og ræðisrætturin av hesum byggimáli tikin frá landsstýrismanninum?

Viðmerkingar:

Løgtingið samtykti undir fíggjarlógarviðgerðini, at landsstýrismaðurin í mentamálum skuldi umsita alla § 7 á fíggjarlógini, herundir allar viðlíkahalds- og løgukonti. Upplýst er aðrar vegir, at løgmaður hevur flutt partar av heimildunum hjá landstýrismanninum til annan landsstýrismann at umsita.

Undir orðaskiftinum við 3. viðgerð og við samtyktini við 3. viðgerð av fíggjarlógini gjørdi Løgtingið vart við, at tað broytti avgerðina hjá landsstýrinum um at savna byggi- og bygningsumsiting landsins undir landsstýrismannin í vinnumálum.

Henda avgerð Løgtingsins var einmælt 31-0-0.

Kortini liggur á ljóði, at løgmaður hevur álagt stovnum og landsstýrismonnum at fylgja neyvt mótsattu mannagongd enn henni, ið Løgtingið samtykti skuldi galda.

Í játtanarskipanini, sum stendur í løgtingsfíggjarlógini, verður sagt, at fíggjarlóg, fíggjarlógaruppseting, játtanarsløg og viðmerkingar eru týðandi amboð hjá Løgtinginum at stýra, ávirka og raðfesta útreiðslur og inntøkur landsins, og eru við til at áseta, hvørjar heimildir, skyldur og hvørja ábyrgd ein landsstýrismaður hevur viðvíkjandi umsiting av játtanum.

Undir fíggjarlógaruppsetingini í somu løgtingsfíggjarlóg verður sagt, at øll málsøki, ið ein landsstýrismaður hevur ábyrgd av, verða savnað í eina grein.

At umsitingarlig átøk eru tikin, sum eru í stríð við Løgtingsins vilja, hevur longu havt tær fylgir, at kinkur er komin í fyrireikingarnar av nýggja miðnámsskúlanum í Vági.

Landsstýrismaðurin skal sjálvandi fylgja avgerðum løgmans sambært stýrisskipanarlógini um býti av málsøkjum, men áhugavert er at fáa at vita, hvørjum landsstýrismaðurin kennir størri ábyrgd fyri, løgmanni ella Løgtingi.

Løgmaður hevur tikið frá landstýrismanninum tær heimildir, ið Løgtingið við serstakari avgerð og einmæltari samtykt hevur álagt honum.

Fylgir landsstýrismaðurin løgmanni og hansara heimildum í stýrisskipanarlógini, ella fylgir landstýrismaðurin teimum avgerðum, ið Løgtingið hevur tikið og álagt honum at fremja. 

Á tingfundi 6. apríl 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 2. mai 2001 svaraði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Orsøkin til spurningarnar man ivaleyst vera hon, at tað er farið at frættast millum manna, at stígur skuldi vera komin í byggimálið av miðnámsskúla í Vági av ávísum ræðisflytingum, innansyndis í landsstýrinum, í millum stýrini. Og hetta er rætt. Løgmaður hevur tikið ræðisrættin frá landsstýrismanninum í mentamálum viðvíkjandi 5 løgukontum á § 7 og latið hendan ræðisrætt til landsstýrismannin í vinnumálum, hóast hesar løgukontur framvegis standa undir § 7, - sambært hesum hava so tveir landsstýrismenn nú ræðisrættin yvir somu kontum, landsstýrismenninir í menta- og vinnumálum.

Í skrivi, dagfest 22. februar, 2001 frá Løgmansskrivstovuni til landsstýrismannin í mentamálum skrivar løgmaður soleiðis:

"Víst verður til avgerð løgmans um at savna bygging og byggiumsiting hjá Landsverkfrøðinginum undir Vinnumálastýrinum. Í hesum sambandi var ætlanin at flyta játtanir til byggiíløgur og viðlíkahald frá teimum ymisku greinunum á fíggjarlógini til § 6, Vinnumál.

Hendan ætlan varð broytt í Løgtinginum, tá ið fíggjarlógin fyri 2001 varð viðgjørd. Løgmaður hevur nú avgjørt fyribils at greiða part av spurninginum umsitingarliga, so at ræðisrætturin til ávísar høvuðskontur til byggiíløgur verður latin landsstýrismanninum í vinnumálum.

Hervið verður boðað frá, at landsstýrismaðurin í vinnumálum frá 20. februar 2001 at rokna hevur ræðisrættin yvir hesar kontur:

§7:  
7.23.3.06. Studentaskúladeild 800.000,- fkr.
7.23.3.08. Fiskivinnu- & havbúnaðargranskingarmiðstøð 800.000,- fkr.
7.23.6.12. Lista- & Tónleikaháskúli Føroya 1.000.000,- fkr.
7.23.6.14. Føroya Læraraskúli 800.000,- fkr.
7.23.6.15. Fróðskaparsetur Føroya 800.000,- fkr."

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur mótmælt hesi skrivligu fráboðan. Fyrst á landsstýrisfundi og síðani í skrivi til løgmann. M.a. verður sagt í skrivinum til løgmann, at landsstýrismaðurin í mentamálum mótmælir harðliga hesum átaki, táið hann skilti og framvegis skilir samtyktu fíggjarlógina fyri ár 2001 soleiðis, at ræðisrætturin yvir omanfyri nevndu kontum framvegis liggur hjá landsstýrismanninum í mentamálum. Landsstýrismenn fylgja sjálvandi boðum løgmans, men í brævinum verður eisini nevndur ein parallellur, har ið løgmaður á sinni í einum skrivi so staðiliga staðfesti, at táverandi landsstýrismaður í mentamálum, Signar á Brúnni, átti at kenna seg bundnan av tingsins vilja í sambandi við ígildissetanina av ríkislógartilmælum um ymsar kirkjulógir.

Landsstýrismaðurin í mentamálum umsitur alt økið, sum hevur við undirvísing og mentan at gera, og harvið eisini allar tær peningajáttanir, sum eru á fíggjarlógini til hetta endamál. Hann hevur fíggjarligu ábyrgdina av hesum málsøki, og tað er hann, sum innan fyri játtanarkarmin raðfestir, hvussu ið íløgur verða gjørdar. Sostatt má hann eisini hava ræðisrættin yvir hesum játtanum.

Landsstýrismaðurin hevur á røttum staði gjørt greitt, at hann als ikki er samdur í avgerð løgmans. Enn er einki svar komið aftur frá løgmanni, og kemur einki heldur, so fær landsstýrismaðurin ikki gjørt somikið annað enn at fylgja boðunum. Tað er ein sannroynd, at løgmaður setir landsstýrismenninar og letur teimum málsøkini at umsita. Tað er ikki uppgávan hjá einum landsstýrismanni at gera metingar um eitt mál sum hetta, mótvegis Løgtinginum. Tá ið løgmaður hevur framt hesar broytingar, man hann hava góðar orsøkir fyri hesum, og tað er eingin ivingur um, at hann til eina og hvørja er tilreiðar at greiða tinginum frá hesum.

Í nevndini sótu:
Ole Jensen, landsarkitektur, formaður.
Eyðgunn Samuelsen, deildarstjóri, vinnu- og miðnámsskúladeildin.
Ole Laursen, deildarleiðari, miðnámsskúlin í Vági.
Mads A. Winther, rektari, Føroya Studentaskúli og HF-skeið
Claus Reistrup undirvísingarleiðari í Mentamálastýrinum er skrivari hjá nevndini.

Nevndin hevði 7 fundir, m.a. við Vágs Býráð og eisini við lærararnar við Miðnámsskúlan har suðuri. Men órógv kom á nevndararbeiði av omanfyrinevndu orsøkum og til endans kom stígur í. Síðani bað Ole Jensen, landsarkitektur, í brævi, dagfest hin 3. mars 2001, um at verða loystur úr starvinum sum formaður í nevndini, av tí at játtinin til arbeiðið var flutt frá Mentamálastýrinum til Vinnumálastýrið, ið sum soleiðis skuldi vera vorðið byggiharri í málinum.

Tá ið landsarkitekturin sigur seg vera komnan í eina tvístøðu í málinum, varð umbønin um at vera loystur úr nevndini eftirlíkað honum. Síðani er tað hent, at landsstýrismaðurin hevur heitt á annan arkitekt, um at gerast formaður í bygginevndini, og hesum hevur viðkomandi eftirlíkað. Vónandi kemur glið nú aftur á málið, soleiðis at suðuroyingar kunna fáa tann skúlan, sum teir í ólukkumáta hava tørv á. Tað er eingin vanlukka hend í málinum, hóast nakrar vikur vórðu royttar úr kalendaranum hjá bygginevndini, og vónandi fær hon nú frið at virka víðari fram eftir tí arbeiðssetningi, sum landsstýrimaðurin í mentamálum hevur latið henni.

Málið avgreitt.