Fyrispurningur um løgur og viðlíkahald

100-67 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi málsøkinum íløgur og størri viðlíkahaldsarbeiði

 

Ár 2001, fríggjadagin 6. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Vilhelm Johannesen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Hvussu kann løgmaður mitt í einum fíggjarári, meðan fíggjarlógin við einmæltari samtykt um ræðisrættin á játtanum til íløgur og størri viðlíkhaldsarbeiðir er galdandi, loyva sær við fyrisitingarligari avgerð at ganga beint í móti viljanum hjá Løgtinginum?
  2. Hví er málsøkisbýti løgmans sambært stýrisskipanarlógini § 33, stk. 1, ikki ásett í kunngerð soleiðis, at almenningurin verður kunnaður, tá ið broytingar verða gjørdar í málsøkisbýtinum ?

Viðmerkingar:

Til 2. viðgerð av uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2001 hevði meirilutin í fíggjarnevndini (umboðini fyri samgonguflokkarnar) fleiri broytingaruppskot, sum høvdu til endamáls at flyta allar játtanir til íløgur og viðlíkahald frá ymsu stýrunum til grein 6: Vinnumál.

Í viðmerkingunum segði meirilutin m. a.: "Landsstýrið hevur avgjørt at savna byggi- og bygnings-umsiting landsins og skipa hana undir Landsverkfrøðingsstovnin. Hon fær byggiteknisku ábyrgdina av øllum landsins bygningum og ræðisrætt yvir peningajáttanum. Byggi- og bygningsumsitingin skal umframt ný- og umbyggingum, taka sær av størri viðlíkahaldsarbeiði og góðkenna allar leigusáttmálar."

Víðari segði meirilutin í viðmerkingum sínum: "Nevndu mál verða í dag umsitin lutvíst av Fíggjar-málastýrinum og lutvíst av øllum øðrum stýrum. 3 starvsfólk arbeiða burturav við bygningstekniskum málum. Talan er um 2 starvsfólk hjá Fíggjarmálastýrinum – landsarkitektafunktiónin – og eitt starvsfólk hjá Almanna- og heilsumálastýrinum. Hesi starvsfólk og neyðug játtan 1,2 mió. kr. verður flutt frá nevndu stýrum til Landsverkfrøðingsskrivstovuna."

Við 2. viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum, sum var tann 18. desember 2000, varð eitt drúgt og ofta hart orðaskifti um hesi broytingaruppskot meirilutans. Andstøðuumboðini vístu á, at her var talan um at flyta ræðisrættin frá øllum hinum aðalstýrunum til Vinnumálastýrið, og sostatt talan um eina miðsavning av øllum játtanum til íløgur og størri viðlíkahaldsarbeiðir hjá almennu stovnunum. Andstøðuumboðini mótmæltu harðliga hesi ætlan landsstýrisins og meirilutans.

Orðadrátturin við 2. viðgerð førdi við sær, at til 3. viðgerð, sum var 20. desember 2000, hevði meirilutin í fíggjarnevndini broytt støðu. Nú kom eitt broytingaruppskot frá Finnboga Arge, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen og Sámal Petur í Grund, sum hevði til endamáls, at flyta tær játtanir til íløgur og størri viðlíkahaldsarbeiðir, sum vórðu fluttar undir 2. viðgerð, aftur til stýrini. Broytingar-uppskotið varð samtykt við 31 – 0 – 0 atkvøðum.

Í viðmerkingunum til broytingaruppskotið segði meirilutin m. a.: "Uppskotsstillararnir, ið mynda meirilutan í fíggjarnevndini, hava eftir fund við landsstýrið gjørt av at mæla til at flyta tær viðlíkahalds- og løgukonti, sum vórðu fluttar undir 2. viðgerð, aftur til stýrini, sum í upprunauppskotinum, tó soleiðis at viðlíkahalds- og løguútreiðslurnar nú standa á høvuðskonti og sostatt ikki kunnu nýtast til annað endamál, uttan at Løgtingið samtykkir hetta."

Hetta er ein púra greið tala. Og broytingaruppskotið frá teimum fýra verður einmælt samtykt í Løgtinginum. Sostatt kann als eingin ivi vera um, hvør Løgtingsins vilji er í hesum máli. Men nú havi eg fingið at vita, at løgmaður við eini broyting í býtinum av málsøkjum millum landsstýrismenninar hevur lagt ræðisrættin yvir øllum játtanum til íløgur og størri viðlíkahaldsarbeiðir til landsstýrismannin í vinnumálum at umsita.

T. v. s. at løgmaður við eini fyrisitingarligari avgerð hevur gjørt beint ímóti viljanum hjá einum einmæltum Løgtingi, sum kom til sjóndar við atkvøðugreiðsluni 20. desember 2000. Loyvi mær tí at seta løgmanni hesar spurningar:

Á tingfundi 6. apríl 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 2. mai 2001 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Til 1.
Sambært § 33, stk. 1, í stýrisskipanarlógini býtir løgmaður málsøki landsstýrisins millum landsstýrismenninar. Teir sita fyri málsøkjum sínum hvør sær. Ræðisrætturin fylgir málsøkinum. Løgmaður hevur avgjørt, at málsøki og ræðisrættur til høvuðskonto: 2.11.1.21, 7.23.3.06, 7.23.3.08, 7.23.6.12, 7.23.6.14 og 7.23.6.15, 8.20.3.08, 8.21.6.02 og 8.21.6.16 er lagdur til landsstýrimannin í vinnumálum, ið hevur ábyrgdina av Landsverkfrøðinginum, ið ætlandi skal taka sær av allari byggi- og bygningsumsiting landsins.

Løgmaður hevur ikki gjørt nakrar broytingar í ræðisrættinum til viðlíkahaldsarbeiðir.

Til 2.
Løgmaður hevur higartil ikki havt ta mannagongd, at málsøkisbýti løgmans sambært stýrisskipanarlógini § 33, stk. 1, verða ásett í kunngerð, so at almenningurin verður formliga kunnaður, tá broytingar verða gjørdar í málsøkisbýtinum. Løgmaður heldur tó, at formlig kunngerðing av málsbýti hevði verið hóskandi. Løgmaður fer tí at umhugsa henda spurning við møguligari broyting av mannagongdini fyri eyga.  

Viðmerking
Í mai 1999 var embætismannabólkur settur at gera eitt uppskot til skipan av byggi- og bygningsumsiting. Hetta metti løgmaður vera neyðugt m.a. fyri at sleppa undan, at hvørt aðalstýri sær byggir upp byggifrøðiliga serfrøði og deildir, so at landsfyrsitingin gjørdist bæði dýrari, og byggiserfrøðin fór at verða meira spjadd. Harafturat kemur, at núverandi landsarkitektur síðani stovnsetanina av aðalstýrum í 1997 hevur arbeitt mest sum í leysari luft, uttan at hava veruliga ábyrgd av teimum byggimálum, ið hann hevur verið partur av. Eftir at løgmaður fekk uppskotini frá arbeiðsbólkinum, hevur hann fleiri ferðir umrøtt málið á landsstýrisfundi, og nógvir ivaspurningar hava eftirfylgjandi verið kannaðir og svaraðir í hesum sambandi. Seinast i august 2000 boðaði løgmaður landsstýrismonnum og aðalstjórum frá, at hann hevði tikið avgerð um, at sentrala skipanin innan bygging skal fáast at virka frá 1. januar 2001. Tíverri komu samsvarandi broytingarnar ikki við í fíggjarlógaruppskotið fyri 2001 beinanvegin.

Skipanin í sambandi við bygging er nú broytt á ein varisligan hátt, so at tað í fyrstu atløgu bert eru nýggj byggimál, ið eru flutt til Landsverkfrøðingin.

Frá fyrsta januar eru tríggir serfrøðingar á byggiøkinum fluttir frá øðrum stýrum til Landssverkfrøðingin. Harafturat hevur Landsverkfrøðingurin gjørt uppskot til vegleiðingar og mannagongdir, so at henda nýggja skipan kann tryggja, at almenn bygging og viðlíkahald verður gjørt á ein skikkaðan, virknan og skinsamiligan hátt, so at virðir landsins ikki fara fyri skeyti, og at íløgurnar til bygging verða fullnýttar allari fyrisitingini til frama.

Tað verður framvegis tann einstaki landsstýrismaðurin, sum skal lýsa sín tørv og taka stig til nýíløgur á sínum málsøki. Harafturat verður tað eisini tann einstaki landsstýrismaðurin, sum á sínum øki skal manna bygginevndir og seta neyðugu krøvini til funktionalitet og innihald. Hinvegin verður tað, sum í fleiri av okkara grannalondum, leikluturin sum byggiharrri, ið verður miðsavnaður í einum tekniskum stovni við serkønum fólki júst til hetta endamál.

Málið avgreitt.