Fyrispurningur um kommunanna virkisfrælsi

100-69 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, um skerjingar í kommunala virkisfrælsinum

 

Ár 2001, fríggjadagin 6. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur     

  1. Ætlar løgmaður at forða Vestmanna og Kvívíkar kommunum sum limir í Vestmanna Vinnulívsfelag at fremja tiltøk at økja vinnuvirksemið í økinum?
  2. Hvør er munurin á kommunalum vinnufremjandi tiltøkum, sum t.d. at stuðla vinnuframafeløgum, og t.d at gera íløgur í virkisbygningar til vinnuliga nýtslu hjá privatum feløgum?

Almennar viðmerkingar:

Ein av teim mest grundleggjandi tættunum í føroyska fólkaræðinum er tað lokala ella kommunala fólkaræðið, rætturin hjá borgarunum til at skipa og útinna kommunalt sjálvstýri, tvs. gjøgnum síni fólkavaldu umboð at ráða yvir og skipa fyri viðurskiftunum á staðnum eftir egnum fortreytum. Hesin rættur er staðfestur í grundlóg ríkisins og í stýrisskipanarlógini.

Tað er eingin ivi um, at virkisrætturin og virkisfrælsið hjá kommununum er ein av avgerandi fortreytunum fyri tí sosiala og mentanarliga trivnaðinum og vinnuligu menningini í bygdum og býum. Kommunalt sjálvstýri er tí ein av týdningarmestu fortreytunum fyri eini økismenning, fyri trivnaði og búseting úti um alt landið.

Í stýrisskipanarlógini verður kommunala sjálvstýrið stutt orðað soleiðis í § 56: "Rættur kommunanna at skipa egin viðurskifti undir eftirliti landsstýrisins verður ásettur í løgtingslóg, m.a. í hvønn mun kommunur og millumkommunalir felagsskapir kunnu skuldbindast við láni, borgan o.ø.m."

Í nýggju kommunustýrislógini frá 17.5.2000 er tó ein álvarslig skerjing av kommunala virkisfrælsinum í § 50, sum smb. viðmerkingunum til lógina stutt og greitt gongur út uppá "at forða fyri, at ein kommuna beinleiðis ella óbeinleiðis tekur lut í vinnuligum virksemi". Eftir hesi ásetingini skulu kommunurnar ikki kunna luttaka í nøkrum vinnuligum virksemi, um tað ikki er ein beinleiðis kommunal tænastuveiting. Sjálvt um ætlanin er "at varðveita nøkur arbeiðspláss á staðnum", kann tað ikki góðtakast, tíansheldur at luttaka í royndunum at skapa nýggj arbeiðspláss.

Viðmerking til 1:

Vestmanna Vinnulívsfelag varð tann 18.5.1998 stovnað av virkjum, vinnurekandi og áhugaðum einstaklingum við tí endamáli at menna vinnuvirksemið í tí økinum, sum fevnir um Vestmanna og Kvívíkar kommunur, og at seta á stovn fíggingarfelag, sum á marknaðarbúskaparligum treytum kann vera við til at seta partapening í feløg ella virkir, sum kunnu økja um virksemi og inntøkur í økinum. Ætlanin hevur verið gjølliga fyrireikað, og fyri 2 mánaðum síðani varð Fíggingarfelagið sett á stovn.

Í fjølmiðlunum hevur kommunufyrisitingin hjá løgmanni boðað frá, at limaskapur og luttøka hjá Vestmanna og Kvívíkar kommunum í Vestmanna Vinnulívsfelag og í Fíggingarfelagnum ikki kann góðtakast eftir § 50 í kommunustýrislógini.

Tá kommunufyrisitingin nú heldur luttøkuna hjá Vestmanna og Kvívíkar kommunum í Vinnulívs- og Fíggingarfelagnum ikki vera í samsvar við lógina, verður løgmaður biðin um at útgreina, um hann heldur hetta virksemið hjá nevndu kommunum vera ólógligt, og um hann ætlar at geva teimum boð um at taka seg úr hesum vinnufremjandi feløgum.

Viðmerking til 2:

Í nógvum kommunum, og mest í teim størstu og sterkastu, hava kommunurnar gjørt stórar íløgur í ymiskt vinnuligt byggivirksemi, m.a. vinnuligar bygningar sum saltgoymslur, frystigoymslur, pakkhús og virkisbygningar av ymsum slag. Hetta verður so latið privatum feløgum til nýtslu, m.a. fyri lagaliga leigu. Hetta er so avgjørt stuðul til vinnulívið – enntá ein háttur, sum gevur stórum og sterkum kommunum betri møguleikar at stuðla teirra vinnulívi enn smáum og fámentum kommunum. Men spurningurin er, hví kommunufyrisiting løgmans metir, at hesin stuðul til vinnuligt virksemi ikki er í stríð við kommunustýrislógina, tá luttøka í vinnuframafeløgum ikki kann góðtakast.

Í frágreiðingini frá kommunubólkinum í grundlógarnevndini varð skotin upp ein soljóðandi grundlógargrein um kommunala virkisfrælsið:

"Kommunurnar ráða teimum viðurskiftum, ið best liggja nær at fólkinum. Tær hava heimild at skipa viðurskiftini á staðnum eftir egnum fortreytum, herundir í millum kommunalum samstarvi. Kommunurnar hava rætt at krevja inn skatt og til at skipa viðurskifti síni".

Ein slík áseting hevði verið ein góð verja fyri kommunalum fólkaræði og ein góður stuðul móti slíkari ódemokratiskari skerjing av kommunala sjálvstýrinum, sum § 50 í kommunustýrislógini, ið bannar borgaranna kommunala felagsskapi møguleikan fyri luttøku í vinnuligum virksemi.

Á tingfundi 6. apríl 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 2. mai 2001 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Til spurning 1:
Løgmaður hevur onga støðu enn til hetta mál. Løgmansskrivstovan hevur sent fyrispurning til kommunurnar viðvíkjandi Vinnulívsfelagnum, og støða verður ikki tikin til málið, fyrr enn svar fyriliggur frá kommununum, og ein ítøkilig meting er gjørd av umrøddu viðurskiftum ella tiltøkum.

Til spurning 2:
Tað er ringt at siga nakað generelt, tí at tað skal ein ítøkilig meting gerast í hvørjum einstøkum føri. Tað kann vera lætt at taka støðu, tá talan er um virksemi, sum greitt er lógligt ella ólógligt sambært kommunulóggávuni, men alt, sum liggur har ímillum, krevur eina ítøkiliga meting. 

Við § 50 í nýggju kommunustýrislógini eru ásettar avmarkingar fyri luttøku hjá kommununum í vinnuligum virksemi. Hesar ásetingar vóru partvís eisini galdandi sum óskrivaður rættur undir gomlu kommunulógini, men hesar óskrivaðu reglur vóru ikki hondhevjaðar strangt, og kommunurnar hava í ávísan mun tikið lut í vinnuligum virksemi, men síðani fyrst í nítiárunum var praksis, at landsstýrið sýtti fyri hesum. 

Spurningurin um at stuðla vinnuframafeløgum er ikki eintýðugur. Ta, sum hevur týdning, er endamál og virki felagsins. Tað avgerandi er, at tað, sum kommunur ikki kunnu stuðla beinleiðis, kunnu tær heldur ikki stuðla óbeinleiðis við at leggja henda stuðul uttan fyri karmin á kommunustýrislógini. Tað sama ger seg galdandi við íløgum í virkisbygningar.  

Íløgur í virkisbygningar á havnalagnum hava ikki verið viðgjørdar sum íløgur í vinnulívið. Hesar íløgur hava frá summum kommunum verið mettar sum eitt stýringsamboð hjá kommununum á økjum, har lendið er avmarkað.  

Á havnalagnum er tað sostatt vanligt, at kommunur leiga út undirlendi heldur enn at selja til vinnulívið at byggja á. Men tað hevur víst seg, at sjálvt um kommunur eiga undirlendi og hava sett treytir í leigusáttmálarnar um, at virksemi skal vera í bygningunum, ið bygdir eru á leigaðum lendi, er trupult at stýra virkseminum. Sum dømi kann nevnast, at tá virkir eru farin av knóranum, hava hesir bygningar staðið tómir, og trupult hevur verið at hondhevja treytirnar um virksemið við tí úrsliti, at annað og nýtt virksemi hevur skotið seg upp uttan um hesar tómu bygningar. 

Løgmaður ásannar, at tað í ávísum føri ikki altíð er heilt greitt, á hvønn hátt og í hvønn mun kommunurnar kunnu virka fyri at fremja vinnulívið á staðnum. Møguliga átti at verið umhugsað, um tað ikki hevði verið rættast at lóggivið meiri ítøkiligt í tílíkum føri – serliga um kommunurnar skulu kunna gera íløgur í virkisbygningar til vinnuna at leiga. 

Annars skal verða víst til § 50 í kommunustýrislógini og viðmerkingarnar til greinina.

§ 50. Ein kommuna kann einans taka lut í vinnuligum virksemi, um so er, at virksemið tænir einum almannagagnligum endamáli og ikki hevur vinning fyri eygað.
Stk. 2. Kommunan kann seta almenn tiltøk í verk, um so er, at hetta er til frama fyri vinnulívið á staðnum, men stuðul til einstaklingar ella einstakt virksemi má ikki latast uttan so, at serligar orsøkir eru.
Stk. 3. Áðrenn tiltak sambært stk. 1 ella stk. 2 verður sett í verk, skal kommunustýrið skrivliga boða landsstýrismanninum frá hesum.

Vimerkingar til § 50: Sambært viðmerkingum frá Kappingarráðnum til lógaruppskotið, er vinnuvirksemi í breiðari fatan, eisini í kommunalum høpi, fevnt av ásetingunum, við teimum avmarkingum, ið kunnu verða vegna ítøkiligum ásetingum í aðrari lóggávu. Ráðið metir, at í lógaruppskotinum tykjast ikki vera ásetingar, ið avmarka málsræði hjá Kappingarráðnum sambært kappingarlógini.

Ásetingarnar í § 50 í lógaruppskotinum eru at skilja sum avmarkingar í rættinum hjá kommunustýrum til vinnuligt virksemi. Tískil eiga kommunustýri eisini at geva kappingarlógini gætur í sambandi við alt vinnuvirksemi, antin beinleiðis ella óbeinleiðis.

Til stk. 1.: Sambært vanligum almennum rættaraðalreglum viðvíkjandi kommunalum uppgávum, er tað sum meginregla ikki ein kommunal uppgáva at reka handil, handverk, ídnað ella fíggjarligt virksemi uttan so, at lógarheimild er fyri hesum. 

Ásetingin í stk. 1 er orðað breitt og er ikki ætlað at avmarka tær uppgávur, sum ein kommuna uttan lógarheimild kann átaka sær, men endamálið er at seta greiðari mark millum vinnulívið og vanligar kommunalar uppgávur.  

Kommunurnar hava í ávísan mun tikið lut í vinnuligum virksemi, men síðani fyrst í nítiárunum hevur praksis verið, at landsstýrið hevur sýtt fyri hesum. Ásetingin í stk. 1 skal forða fyri, at ein kommuna beinleiðis ella óbeinleiðis tekur lut í vinnuligum virksemi. 

Ein kommuna kann hinvegin hava áhuga í at veita borgarum sínum eina ávísa tænastu, ið vanliga kann sigast at vera vinnuligt virksemi, men sum ikki fæst á staðnum frammanundan. Er uppgávan almannagagnlig og fer kommunan ikki í holt við hana við vinningi fyri eyga, so er ásetingin í stk. 1 ikki ein forðing fyri, at kommunan átekur sær uppgávuna.

Hava borgararnir hinvegin atgongd til eina tílíka tænastu frammanundan, ella er virksemi av líknandi slag á staðnum, so er sum meginregla ikki talan um eina kommunala uppgávu, um so kommunan fær vinning av virkseminum ella ikki. Metingin av, nær ein uppgáva kann sigast at vera kommunal ella ikki, eigur at verða ítøkilig. 

Til stk. 2.: Endamálið við ásetingini, ið eigur at verða samlisin við stk. 1, er at staðfesta, at tað sum meginregla verður hildið at vera bannað at veita stuðul til einstaklingar ella einstakt virksemi, uttan mun til, hvussu hetta virksemi verður rikið. Ynskir ein kommuna hóast hetta at veita stuðul, so er tað kommunan, sum skal gera sannlíkt, at hon hevur ein serligan áhuga í tiltakinum og soleiðis eina lógliga grund til hetta.

Fortreytin fyri, at talan kann vera um "at serligar orsøkir eru", er tí, at uppgávan kann metast at vera ein kommunal uppgáva. Er grundgevingin tann, at kommunan vil varðveita nøkur arbeiðspláss á staðnum, so gerst uppgávan ella tiltakið ikki kommunalt einans av hesi orsøk, og kann kommunan tískil ikki fara undir hana. Ásetingin skal byrgja fyri, at kommunur við stuðli til einstaklingar ella einstakt virksemi eru við til at avlaga markið ímillum tað almenna og tað privata, ella til, at ávirka ta privatu kappingina.  

Sambært vanligum kommunalrættaraðalreglum er høvuðsreglan tann, at kommunan skal hava lógarheimild at veita tænastuveitingar, sum tað privata vanliga hevur rikið móti gjaldi. Henda regla hevur fyrst og fremst støði í meginreglunum um vinnufrælsi og í tí, at tað eru marknaðartreytirnar, ið skulu gera av, um eitt virksemi ber seg ella ikki. Ein kommuna, sum í roynd og veru hevur alt tað kommunala tilfeingið til taks, skal tískil ikki við beinleiðis ella óbeinleiðis stuðli, kunna avlaga marknaðartreytirnar. 

Kommunur kunnu tó við almennum tiltøkum vera við til at fremja vinnulívið á staðnum. Tann meting, nær eitt kommunalt virksemi kemur undir ásetingina ella ikki, skal vera ítøkilig. Ásetingin í stk. 2 viðvíkur stuðli í sambandi við vinnu. Við síðuna av hesum eru eisini tær óskrivaðu reglurnar, um forboð móti at veita stuðul til einstaklingar uttan lógarheimild, framvegis galdandi.

Til stk. 3.: Orsøkin til hesa áseting er, at landsstýrismaðurin, um tað gerst neyðugt, til eina og hvørja tíð kann hyggja eftir, hvat virksemi kommunurnar takast við. Við tað at landsstýrismaðurin verður kunnaður um ítøkilig kommunal viðurskifti, lættir tað eisini um eftirlitsuppgávu hansara sambært kommunustýrislógini. Á henda hátt kann landsstýrismaðurin eisini síggja, um tann praksis, sum verður løgd fyri allar kommunur viðvíkjandi vinnuligum virksemi, tiltøkum viðvíkjandi vinnu, stuðli v.m. er einsháttað. 

Í ásetingini um fráboðan liggur ikki, at møgulig tiltøk hjá einum kommunustýri óbeinleiðis eru góðkend ella verða mett at vera lóglig, um so er, at landsstýrismaðurin ikki ger vart við seg aftaná eina fráboðan eftir stk. 3.

Málið avgreitt.