Fyrispurningur um skatting pensjónsveitingar

100-70 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, um skatting av pensjónsveitingum

 

Ár 2001, fríggjadagin 6. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur     

  1. Landsstýrismálanevndin og nú eisini Landsgrannskoðanin hava sett fram iva um rættleikan í umsitingini av frádráttinum í skattskyldugu inntøkuni hjá fyritíðarpensjónistum, og spurningurin er tí, hví kanningin hjá løgmanni í penjónsmálinum ikki fevndi um hesi viðurskifti.
  2. Heldur løgmaður, at frádrátturin í skattskyldugu inntøkuni hjá fyritíðarpensjónistum hevur verið umsitin á rættan hátt.
  3. Ætlar løgmaður at kanna hendan spurningin.

Viðmerkingar

Í frágreiðing, dagfest 30. juni 2000, ið landsstýrismálanevndin hevur sent løgmanni, verður sagt, at:

"Næsti spurningurin er, um landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur heimild til at lækka ta lógarásettu skattskyldugu pensjónina og í staðin hækka ta umsitingarligt ásettu skattafríu pensjónina, vísandi til eina áseting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt um frádrátt í skattskyldugu inntøkuni?

Triði spurningurin er, um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur heimild til at lata vera við at geva hægstu og miðal fyritíðarpensjónistum tann í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt ásetta serliga frádráttin í skattskyldugu inntøkuni vísandi til, at hesi reint teknist og fyri ein part hava fingið ein samsvarandi frádrátt í skattskyldugu pensjónini?

Hevur "legalitetsprinsippið" og ásetingin í stýrisskipanarlógini, um at "Eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur má verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg.", nakran týdning í sambandi við hesar báðar spurningarnar?"

Í frágreiðing frá Landsgrannskoðanini, latin løgtingsgrannskoðarunum í mars 2001, verður víst á, at:

"Í skrivum til landsstýrismannin í juli og í november 2000 gjørdu vit vart við, at viðbótin samsvarar ikki við ásetingarlógina, og at skattalógarbroytingin heimilar ikki landsstýrismanninum at áseta aðrar upphæddir enn tær, sum eru nevndar í pensjónsásetingarlógini. Ongin materiel heimild var at lækka lógarásettu pensjónsviðbótina, og lógarbroytingin gav heldur ikki landsstýrismanninum heimild at rinda skattafríar veitingar." Víst verður annars til s. 72 og 73 í frágreiðingini sum heild.

Í vár samtykti Løgtingið broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, ið ásetti ein frádrátt í skattskyldugu inntøkuni hjá giftum og støkum persónum, ið fáa hægstu fyritíðarpensjón, upp á ávikavist kr. 17.900,- og kr. 16.700,- í mesta lagi um árið, og hjá giftum og støkum persónum, ið fáa miðal fyritíðarpensjón, upp á ávikavist kr.15.900,- og kr. 16.200,- í mesta lagi um árið. Hesin inntøkufrádráttur verður umsitin soleiðis við vælsignilsi frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, at Almannastovan rindar út ein stóran part av pensjónsviðbótini, ið er skattskyldug, skattafrítt. Teir fyritíðarpensjónistar, ið hava so mikið av aðrari inntøku umframt pensjónina, at pensjónsviðbótin fellur burtur, fáa ikki henda frádrátt.

Tað er ófatiligt, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, ið hevur ábyrgd av, at ásetingarnar í lógini um landsskatt og kommunuskatt verða umsitnar lógliga, hevur góðkent, at allir fyritíðarpensjónistar ikki eru líka fyri lógini.

Harumframt er tað sosialpolitiskt heilt burturvið, at teir fyritíðarpensjónistar, ið hava førleika og umstøður at forvinna nakað umframt pensjónina, á henda hátt kanska hava minni eftir aftan á skatt, enn ein fyritíðarpensjónistur, ið ikki forvinnur meira enn, at hann hevur rætt til fulla pensjónsviðbót og fullan frádrátt.

Hesin inntøkufrádráttur, ið sum sagt verður umsitin við, at pensjónsviðbótin, ið er skattskyldug, verður útgoldin partvís uttan um skattalógina, fór at virka við pensjónsútgjaldingunum mánaðarskiftið apríl/mai. Pensjónistar hava ikki fingið ágóðan av hesum frádrátti fyri fyrstu 4 mánaðirnar í ár, og tí hevur tað áhuga at fáa at vita, nær hetta eftirgjaldið verður veitt teimum, ið hava rætt til tað, og hvussu og av hvørjum tað fer at verða útgoldið.

Á tingfundi 6. apríl 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 2. mai 2001 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Aftaná at landsstýrismálanevndin hevði gjørt frágreiðingina í pensjónsmálinum kom fram, at landsstýrismaðurin við almanna- og heilsumálum ikki hevði latið landsstýrismálanevndini øll skjøl í málinum, sjálvt um nevndin hevði biðið um hetta.

Løgmaður bað tí sína umsiting um at gera eina løgfrøðiliga niðurstøðu av, hvørt landsstýrismaðurin hevði løgmæta orsøk til ikki at lata landsstýrismálanevnini øll skjøl í málinum.

Niðurstøðan hjá umsitingini varð, at skjølini, ið landsstýrismálanevndin ikki hevði fingið, vóru beinleiðis viðkomandi fyri málið, tí tey vístu, at spurningurin um heimildargrundarlagið fyri pensjónskunngerðunum hevði verið nágreiniliga viðgjørdur í Almanna- og heilsumálastýrinum. Landsstýrismaðurin átti tí at havt latið landsstýrismálanevndini nevndu skjøl.

Málið endaði sum kunnugt við, at landsstýrismaðurin segði seg úr starvi.

Í frágreiðingini í pensjónsmálinum setir landsstýrismálanevndin eisini spurning við rættleikan í umsitingini av frádráttinum í skattskyldugu inntøkuni hjá fyritíðarpensjónistum t.v.s. við embætisførðsluna hjá landsstýrismanninum við fíggjarmálum.

Sambært stýrisskipanarlógini § 37 hava landsstýrismenn rættarliga ábyrgd av fyrisitingini av teimum málsøkjum, sum løgd eru til teirra. Løgmaður kann tí sostatt ongantíð áleggja einum landsstýismanni at umsita eina løgtingslóg á serstakan hátt.

Um so er, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum umsitur frádráttin í skattskyldugu inntøkuni hjá fyritíðarpensjónistum skeivt, kann landsstýrismaðurin ábyrgdast sambært løgtingslógini um ábyrgd landsstýrisins, um annars vanligu treytirnar fyri at ábyrgdast sambært løgtingslógini eru tilstaðar. Einki er tó, ið bendir á, at so er.

Løgmaður hevur biðið landsstýrismannin við fíggjarmálum um at tryggja, at heimildargrundar-lagið fyri umsitingini av frádráttinum í skattskyldugu inntøkuni hjá fyritíðarpensjónistum løgfrøðiliga er rætt.

Málið avgreitt.