Fyrispurningur um skatting pensjónsveitingar

100-71 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, um skatting av pensjónsveitingum

 

Ár 2001, fríggjadagin 6. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur     

  1. Landsstýrismálanevndin og nú eisini Landsgrannskoðanin hava sett fram iva um rættleikan í umsitingini av frádráttinum í skattskyldugu inntøkuni hjá fyritíðarpensjónistum, og spurningurin er tí, um Fíggjarmálastýrið í hesum sambandi ætlar at broyta skattskyldugu inntøkuna hjá hesum fyritíðarpensjónistum.
  2. Sum fylgja av tíðindaskrivi um almannapensjónir og broytingar í skattinum fingu ávísir fyritíðarpensjónistar frá 1. mai 2000 og fram eftir størri part av pensjónini útgoldnan skattafrítt. Hava hesir fingið eftirgjald fyri tíðarskeiðið januar - apríl 2000? Um ikki, nær kunnu teir so vænta eftirgjaldið og frá hvørjum?

Viðmerkingar

Í frágreiðing, dagfest 30. juni 2000, ið landsstýrismálanevndin hevur sent løgmanni, verður sagt, at:

"Næsti spurningurin er, um landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur heimild til at lækka ta lógarásettu skattskyldugu pensjónina og í staðin hækka ta umsitingarligt ásettu skattafríu pensjónina, vísandi til eina áseting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt um frádrátt í skattskyldugu inntøkuni?

Triði spurningurin er, um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur heimild til at lata vera við at geva hægstu og miðal fyritíðarpensjónistum tann í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt ásetta serliga frádráttin í skattskyldugu inntøkuni vísandi til, at hesi reint teknist og fyri ein part hava fingið ein samsvarandi frádrátt í skattskyldugu pensjónini?

Hevur "legalitetsprinsippið" og ásetingin í stýrisskipanarlógini, um at "Eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur má verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg.", nakran týdning í sambandi við hesar báðar spurningarnar?"

Í frágreiðing frá Landsgrannskoðanini, latin løgtingsgrannskoðarunum í mars 2001, verður víst á, at:

"Í skrivum til landsstýrismannin í juli og í november 2000 gjørdu vit vart við, at viðbótin samsvarar ikki við ásetingarlógina, og at skattalógarbroytingin heimilar ikki landsstýrismanninum at áseta aðrar upphæddir enn tær, sum eru nevndar í pensjónsásetingarlógini. Ongin materiel heimild var at lækka lógarásettu pensjónsviðbótina, og lógarbroytingin gav heldur ikki landsstýrismanninum heimild at rinda skattafríar veitingar." Víst verður annars til s. 72 og 73 í frágreiðingini sum heild.

Í vár samtykti Løgtingið broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, ið ásetti ein frádrátt í skattskyldugu inntøkuni hjá giftum og støkum persónum, ið fáa hægstu fyritíðarpensjón, upp á ávikavist kr. 17.900,- og kr. 16.700,- í mesta lagi um árið, og hjá giftum og støkum persónum, ið fáa miðal fyritíðarpensjón, upp á ávikavist kr.15.900,- og kr. 16.200,- í mesta lagi um árið. Hesin inntøkufrádráttur verður umsitin soleiðis við vælsignilsi frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, at Almannastovan rindar út ein stóran part av pensjónsviðbótini, ið er skattskyldug, skattafrítt. Teir fyritíðarpensjónistar, ið hava so mikið av aðrari inntøku umframt pensjónina, at pensjónsviðbótin fellur burtur, fáa ikki henda frádrátt.

Tað er ófatiligt, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, ið hevur ábyrgd av, at ásetingarnar í lógini um landsskatt og kommunuskatt verða umsitnar lógliga, hevur góðkent, at allir fyritíðarpensjónistar ikki eru líka fyri lógini.

Harumframt er tað sosialpolitiskt heilt burturvið, at teir fyritíðarpensjónistar, ið hava førleika og umstøður at forvinna nakað umframt pensjónina, á henda hátt kanska hava minni eftir aftan á skatt, enn ein fyritíðarpensjónistur, ið ikki forvinnur meira enn, at hann hevur rætt til fulla pensjónsviðbót og fullan frádrátt.

Hesin inntøkufrádráttur, ið sum sagt verður umsitin við, at pensjónsviðbótin, ið er skattskyldug, verður útgoldin partvís uttan um skattalógina, fór at virka við pensjónsútgjaldingunum mánaðarskiftið apríl/mai. Pensjónistar hava ikki fingið ágóðan av hesum frádrátti fyri fyrstu 4 mánaðirnar í ár, og tí hevur tað áhuga at fáa at vita, nær hetta eftirgjaldið verður veitt teimum, ið hava rætt til tað, og hvussu og av hvørjum tað fer at verða útgoldið.

Á tingfundi 6. apríl 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi tann 2. mai 2001 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

1. Hvønn frádrátt eiga fyritíðarpensjónistar fyri inntøkuárið 2000?

Sambært avlamispensjónslógini, sum fór úr gildi 1. januar 2000, vóru fleiri viðbøtur; ein pensjónsviðbót, ein avlamisviðbót og ein óarbeiðsførisviðbót. Avlamisviðbótin var skattafrí sambært § 29, nr.13, í skattalógini.

Sambært galdandi avlmispensjónslóg eru allar hesar omanfyrinevndu viðbøtur lagdar saman til eina samlaða viðbót, og verður hendan viðbótin inntøkuregulerað. Hetta merkir, at hevur pensjónisturin eina ávísa inntøku umframt pensjónina, verður viðbótin minkað ella fellur burtur.Viðbótin er nú øll skattskyldug inntøka.

Veitingar, sum áður vóru skattafríar, blivu í 2000 skattskyldugar. Teir pensjónistar, sum áðrenn 2000 fingu avlamisviðbót, komu at standa eftir við einari tøkari upphædd, sum var minni enn áðrenn lógarbroytingina. Hetta var ikki meiningin, og tí varð uppskot gjørt at seta inn í § 33, nr. 15 og 16, í skattalógini, ein frádrátt, sum skuldi kompensera fyri, at partur av viðbótini nú var skattskyldugur.

Frádrátturin í § 33 er settur inn soleiðis, at hann kompenserar fyri tí partinum av viðbótini, sum áðrenn lógarbroytingina var skattafrí. Ætlanin við § 33, nr.15 og 16, var, at frádrátturin skuldi svara til tann partin av viðbótini, sum áðrenn lógarbroytingina var avlamisviðbót, og sum var skattafrí. Hesin parturin av viðbótini verður tó inntøkureguleraður saman við tí samlaðu viðbótini. Fyri at frádrátturin eisini skuldi kunna regulerast samsvarandi hesum, varð sett inn í ásetingina, at frádrátturin var "í mesta lagi" tær upphæddir, ið nevndar eru í § 33, nr.15 og 16.

Ein kann merkja sær, at orðingin "í mesta lagi" er sett inn við broytingaruppskoti frá fíggjarnevndini, og uppskotið varð samtykt við 3. viðgerð 24. mars 2000. Við atkvøðunum 23-0-0

Í Áliti sínum sigur Fíggarnevndin:

"Á fundinum við Almanna - og Heilsumálastýrið var heitt á fíggjarnevndina um at seta fram broytingaruppskot í § 1 nr.1, soleiðis at tað verður gjørt heilt greitt, at upphæddirnar, ið nevndar verða, kunnu verða lækkaðar orsakað av inntøku, og tí eru at rokna sum upphædir í mesta lagi. Út frá hesum setir ein samd fíggjarnevnd fram soljóðandi broytingaruppskot……. "

Tað kann sostatt ikki vera nakar ivi um, at frádráttarupphæddirnar kunnu lækkast orsakað av inntøku. Fíggjarnevndin útgreinar ikki í áliti sínum, hvussu lækkingin kann gerast, men Fíggjarmálastýrið dugir ikki at síggja nakran annan tulkingarmøguleika enn, at frádrátturin skal lækkast samsvarandi tí, tann parturin av pensjónsviðbótini, ið svarar til avlamisviðbótina, verður lækkaður.

Endaliga tulkingarheimildin
Tað er tó ikki Fíggjarmálastýrið, men Toll- og Skattaráðið, ið hevur endaligu fyrisitingarligu tulkingarheimildina í sambandi við skattaálíkning.

Inntøkuárið 2000 verður líknað í løtuni, og Fíggjarmálastýrinum er upplýst, at spurningurin um frádrátt hjá fyritíðarpensjónistum sambært § 33 í skattalógini er á skránni til komandi fund í Toll- og Skattaráðnum.

Fyribilsálíkningin
Sum omanfyri nevnt verður 2000 árið endaliga líknað í løtuni, men sum kunnugt er frammanundan gjørd ein fyribilsálíkning samanber eisini §§ 67 -76 í skattalógini.

Tað verður ikki neyvt ásett í lógini, hvussu fyribilsskattaásetingarnar skulu gerast, ella hvussu hesar skulu sendast gjøgnum edv-rokniskipanirnar, men í praksis verður miðað ímóti, at fyribilsskatturin kemur at samsvara so væl sum tilber við endaliga skattin.

Í hesum føri hevur Almannastovan hjálpt Toll- og Skattstovuni at umsiti nevnda frádrátt.

Hetta hevur verið gjørt á tann hátt, at Almannastovan um afturhaldsskipanina hevur ávíst sum skattskylduga inntøku veitingarnar, eftir at frádrátturin er drigin frá pensjónini.

Ella sagt á ein annan hátt. Almannastovan ávísti til Toll- og Skattstovuna "forvunna upphædd" sum ta upphædd, ið veruliga var forvunnin t.v.s uttan frádrátt, og Almannastovan ávísti "skattskyldugu upphæddina" sum upphæddina, tá frádrátturin var tikin av.

Úrslitið av hesi mannagongd er samsvar millum fyribils og endaligan skatt.

Samanumtikið
Fíggjarmálastýrið hevur ikki heimild at broyta skattskyldugu inntøkuna hjá einstøkum borgarum. Henda heimild er við lóg delegerað til Toll- og Skattstovu Føroya og Toll- og Skattaráð Føroya.

Hinvegin kann Fíggjarmálastýrið siga, at tað er samt við tí tulking, Toll- og Skattstova Føroya hevur gjørt av § 33, nr.15 og 16, í skattalógini.

2.
Fyrst kann nevnast, at hvørki Fíggjarmálastýrið ella Toll- og Skattstova Føroya hava sent út nakað tíðindaskriv um almannapensjónir og broytingar í skattinum.

Annars kann nevnast, at Toll- og Skattstova Føroya upplýsir, at avlamispensjónistar í útroknaða endaliga skattinum fyri 2000, sum er gjørdur upp í apríl mánaði 2001, hava fingið gjørdar reguleringar fyri mánaðirnar januar, februar og mars 2000.

Málið avgreitt.